Skriva út

Prædika í samband við 75. ára føðingardagin hjá Tjørnuvíkar kirkju.



Prædika til 20. sunnudag eftir tríeindardag.
Tekstur: Matt. 21,28-44

Prædika:
Vøkur er henda morgunstundin, nú kirkjan kallar til guðstænastu á hesum serliga degi. Í dag er hátíðardagur, tí kirkjan í Tjørnuvík fyllir 75 ár. Hátíðardámurin myndar bygdina, og mong fólk – ikki bert hiðan úr bygdini, men eisini frá nær og fjar – eru komin til guðstænastu í dag at taka lut í samgleði bygdarfólksins, og samstundis við ynski um saman við okkum øllum at veita Guði eina tøkk fyri, at vit kunnu savnast í halgidómi hansara.

Tað hevur ósigandi týdning fyri eina og hvørja bygd, at her stendur eitt Guðs hús, ein halgidómur, ið vígdur er til tilbiðjan og har kærleikin altíð ræður innanveggja.

Kærleikin til kirkjuna, vita vit, lá altíð forfedrunum næst at hjarta. Her á hesum staði bygdu teir sína kirkju, ið ikki einans skuldi vera teimum, men eisini komandi ættarliðum til signingar og gagns og Guði til heiðurs og æru.

Og kærleikin til kirkjuna – kunnu vit siga – er hin sami í dag, sum hann var, tá hon varð bygd. Hon er vorðin nýmálað fyri kortum. Føgru, nýggju litirnir ljóma fyri eygum okkara og skapa eins og sólargeislar ein fløva í okkum. Vit kunnu ikki siga annað enn, at tað vekir gleði í hjørtum okkara, at framvegis verður gingið um kirkjuna við sama kærleika og nærlagni, ið forfedrarnir sýndu henni.

Vit, ið yngri eru, og tískil ikki kenna bygdar- ella kirkjusøguna eins væl og tey eldru og fólkið annars her á staðnum, eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit fara í dýpdina við slíkari søgu; men eitt, haldi eg, vit í øllum førum kunnu loyva okkum at siga: Her ynsktu tey gomlu at byggja nýggja kirkju, tá ongin kirkja hevði verið í áttati ár. Tá á stóð og her varð kravt av bæði monnum og kvinnum, at tey søgdu ja, tá stóðu tey saman og søgdu eitt sammælt ja at fáa nýggja kirkju bygda.

Longu nú eru vit langt inni í dagsins evangelium. Dagsins frásøgn snýr seg um hetta sama: antin at siga “ja” ella at siga “nei”.

Í dagsins frásøgn sigur Jesus frá tveimum líknilsum. Annað teirra er um tveir synir, hvørs faðir bað teir fara at arbeiða í víngarði sínum. Hin fyrri segði nei, men iðraði seg seinni og fór kortini í víngarðin at arbeiða. Hin seinni segði ja, men fór kortini ikki til arbeiðis.

Nei og ja. Ikki rúgva tey nógv hesi bæði smáu orðini – hvørki í talu millum manna, ei heldur tá tey verða fest á blað; kortini hava tey ein ovurstóran týdning í okkara máli. Tí bert við at siga ja ella nei, ber til hjá tær og mær at tendra og enntá at sløkja vónarglæmuna hjá einum øðrum menniskja.

Vit minnast ivaleyst øll løtur úr lívi okkara – støður har antin eitt ja ella eitt nei varð kravt av okkum, og vit vistu ikki reiðiliga, hvussu vit áttu at svara.

Kanska vit av kurteisi svaraðu ja, men í veruleikanum meintu vit nei. Tá iðraðu vit okkum kanska inniliga. Ella hinvegin: vit svaraðu nei, men meintu í veruleikanum ja. Tá iðraðu vit okkum kanska uppaftur meira.

Hinvegin eiga vit at hugsa okkum væl um, hvussu vit vanda okkum um hesi bæði orðini, tí tey kunnu lættliga verða misnýtt. Hugsið tykkum, at vit siga ja og nei, nei og ja hvørt um annað? Er vandin ikki tá, at eingin tekur okkum í álvara longur, og harafturat: um vit so at siga misnýta hesi bæði smáu orðini á tílíkan hátt, er tá ikki vandi fyri, at tey missa sin týdning? Eins og í ævintýrinum um drongin, ið rópti úlvur einaferð ov ofta. At enda varð hann ikki tikin í álvara.

Hóast hann bønaði og bað um hjálp, tá úlvurin so endiliga kom eftir honum, tá ynskti eingin at koma honum til hjálpar. Soleiðis kunnu orð okkara missa sín týdning, og gerast meiningsleys, um so er, at tey verða misnýtt.

Jesu líknilsi um teir báðar synirnar, ið skuldu arbeiða fyri faðir sín í víngarðinum, snýr seg um nakað tað sama. Eingin teirra helt tað lyfti, ið teir høvdu givið faðir sínum, og av tí sama hingu hvørki orð ella gerningar teirra saman. Lyftini, teir góvu faðir sínum, mistu sín týdning, tí tey vóru í grundini meiningsleys.

Tað er hetta, ið Jesus avdúkar fyri okkum í dagsins frásøgn; avdúkar tað vit menniskju vistu frammanundan, at eingin okkara megnar at halda lyfti síni, tí tá vit siga ja, meintu vit kanska nei, og tá vit siga nei, meintu vit kanska ja.

Tað, ið Jesus roynir at siga er, at við Guðs ríki er tað so, at eingin okkara nær tí við bert einum reinum huga og góðum vilja. Hvussu reinur okkara hugur so enn er, letur Guðs ríki seg ikki upp fyri vilja okkara, óansæð hvussu djúpt grundaður og ósvikaligur hesin so enn er. Nei, Guðs ríki letur seg upp av Guðs kærleika, ongum øðrum.

Sannleikin er tann, at bert ein menniskja hevur nakrantíð megnað at fingið orð og gerningar at hanga saman. Bert eitt menniskja hevur megnað at staðið við øll síni lyfti, ið givin vóru frammanundan, nevniliga timburmaðurin, Jesus úr Nazaret, Guðs sonur. Í honum hevur Guð opinberað menniskjunum allan sín ósigandi kærleika og alla sína miskunn.

Guð hevur í soni sínum, Jesusi Kristi, sagt ja, eitt ja, ið vit so mangan svara við einum nei. Tað var Karen Blixen, ið segði nakað soleiðis: “Kom Jesus til mín í dag seinnapartin og segði: Frú Blixen, eg fari at lata meg krossfesta tygara vegna”, so hevði eg svarað honum: “Ungi maður, tað mugu tygum fyri Guðs skuld ikki koma tygum útí!” Frú Blixen er neyvan tann einasta, ið á henda hátt svarar Guðs ja til okkara við einum nei takk. T.v.s. nei takk til son hansara, nei takk til Kristus. At svara nei gerst á henda hátt at vraka aðalhyrnissteinin, sum Jesus sigur í dagsins frásøgn.

Men vit hava svarað ja. Tá vit vórðu doypt, varð fyrst spurt: vilt tú verða doypt ella doyptur eftir hesi trúgv? Ta ferðina svaraðu foreldur okkara, gummur og gubbar okkara hesum spurningi við einum ja.

Hetta er ábyrgd foreldranna, og hon er í grundini heilt einfalt henda: at svara ja fyri tey, ið ikki sjálvi kunnu svara.

Vit kenna tað væl frá gerandisdegnum. Vit mugu á sama hátt altíð spyrja okkara børn, um tey eru svong, um tey vilja hava at eta, um tey eru tyst ella vilja sova. Vit hava ábyrgdina, tí onki barn livir ella yvirlivir uttan foreldur ella onnur vaksin, sum eftir bestu sannføring svara ja ella nei vegna barn teirra. Tí har eru ikki onnur, ið kunnu gera tað. Foreldur royna altíð at svara soleiðis, sum tey sjálvi halda, at barnið hevði ynskt, at tey svaraðu.

Tá ið so spurt verður: Vilt tú verða doypt ella doyptur eftir hesi trúgv, so svara foreldrini ábyrgdarfult vegna teirra lítla barn: Ja! Av somu orsøk er dópurin aldrin bert eitt ja, men altíð eitt ja, takk, tí í honum handar Guð okkum alla sína miskunn og allan sín kærleika, ið vit altíð í takksemi eiga at móttaka við einum ja takk! Hvørki meira ella minni.

Hetta ja takk eigur at koma at mynda alt okkara lív og dagliga verk, so at vit harvið kunnu fáa lut í trúarinnar fruktum. Fáa lut í tí ávøkstri, ið skapari okkara við anda sínum letur vaksa í okkara víngarði.

Ápostulin Paulus sigur einastaðni í Galatabrævinum, at “Ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri og fráhald.” Í alt níggju fruktir, har kærleikin er hin fyrsta og fremsta, t.e. hin vanligi bróður- og systir- og næstakærleikin, at familjulimir elska hvør annan, at menniskju í somu bygd elska hvør annan, ja, í heila tikið, at menniskju á allari fold elska hvør annan.

So í Harrans gleði

sameind øll vit standa,

og hans kærleiks megi

signar hug og anda, (231, 3b – SFK).

Ein vísur jødi hevur einaferð sagt: “Vatn er sambært náttúru síni bleytt, og ein steinur sambært náttúru síni harður. Men hongja vit eitt kar við vatni í upp yvir steinin og lata dropa fyri dropa fella á hann, so fara droparnir við tíðini at gera hol í steinin. Á sama hátt er Guðs orð bleytt og hjørtu okkara hørð. Men hoyra vit menniskju Guðs orð nóg ofta, so verða hjørtu okkara at enda latin upp fyri tí gudsótta, ið er okkum gagnligur, og sum síðani fær trúarinnar fruktir at bera ávøkst.

Dagsins heilaga evangelium sigur frá um ein son, ið fyrst segði nei, men síðani iðraði seg.
Eisini vit iðra okkum so mangan; men vit vita samstundis, at vit altíð kunnu leita okkum higar í kirkjuna, halgidómin, har faðir okkara í himlinum altíð tekur ímóti okkum við sínum ja, sínum kærleika og síni miskunn.

Tí hevur halgidómurin ein so ósigandi týdning fyri okkum: við sálmasangi, bøn, evangelium, prædiku, sakramentum og vælsignilsi siga vit sum kirkjulig Guði eitt sammælt ja, harvið Hann letur upp hjørtu okkara, so at vit kunnu taka ímóti hansara kærleika og miskunn. Tí trúarinnar ávøkstri, ið vit nú kunnu taka við okkum út hagani úr kirkjuni og lata gróðurseta í tí víngarði, ið Guð av faðirligu vælgerð síni hevur tillutað hvørjum einstøkum av okkum at fara um við kærleika og nærlagni.

Gera vit tað – velja vit at gróðurseta henda ávøkst –, ja, so plantar hann seg víðari sum kærleiki og miskunn mótvegis næsta okkara, okkum øllum til æviga gleði og sælu og Guði várum til heiðurs og æru.

Fyri tað siga vit av hjarta:

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.