Skriva út

Prædika í Hoyvíkar kirkju



Innsetingarprædika

7. september 2014 – 12. s. e. trin.

Sálmar: 328 – 232 – 680 / 233 –353 – 650 - 588

Latum okkum biðja:

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Prædikutekstur: Matt. 12, 31-42.

”Um bygdan haga, vík og dal,

í ljósins verki eg ljóða skal”

Hesi orðini eftir Gunnar Hoydal standa rist í kirkjuklokkuna her í Hoyvíkar kirkju, og hava tey saman við klokkuljóði og kiman bjóðað fólki til løtur í gleði og sorg nú í skjótt sjey ár her í kirkjuni.

Tey hava bjóðað okkum inn í hetta húsið, kirkjuna millum tjarna, Tútakannutjørn og Myllutjørn, her fyrr var óbygt. Her fyrr var hagi.

Síðani spældu børn við bátar og skip í tjørnini, onkur fekk karm onkuntíð, og lív og vøkstur sást í hesum øki. Tað vaks og vaks.

Og síðan varð kirkja bygd, sum sást langa leið, og sum ber skipum á opnum havi boð um, at her býr fólk.

Í hesum húsi – ella í hesum andaliga heimi okkara – skal vera høgt til loftið og vítt til veggja.

Tað er her vit staðfesta, at vit í álvara og gaman kunnu vita, at við dópinum fáa lovað, at náðin er nýggj á hvørjum morgni.

At hóast vit sum menniskju kunnu snáva viðhvørt, og hóast vit ikki eru fullkomin, so er rúm fyri okkum í hesum húsi, hesum heimi, sum sæst úr Hoyvík um tað mesta av Tórshavnar býi, og sum kann brúkast sum ýti bæði í Nólsoyarfirði, Skálafirði og aðrastaðni við.

Tað er her tað góða orðið skal ljóða í ljósins verki, eisini í framtíðini, eins og tað longu hevur gjørt tey seinastu sjey árini.

Ella sum vit júst hava sungið í sálminum ”Eingilin við ljósi fer”:

„Eingilin um alla verð,

glæmu Guðs vil breiða,

kápan, sum av gulli er,

fevnir alt, á foldum lív man eiga”

Men hóast Orðið sjálvt – Orðið stavað við stórum O – ongantíð broytist, Orðið, sum er sjálvtljósið, so kunnu orð broytast á vegnum. Og viðhvørt kann so nógv verða tosað og prátað, at í grundini verður yvirhøvur onki sagt. Orð kunnu eisini gerast kámt mjørkatos.

Okkara orð kunnu broytast. Okkara orð kunnu broytast.

Í yrkingini ”Orðini”eftir Róa Patursson verður sagt soleiðis:

”eg” tað hvørvur í tómleikanum

”elski” tað druknar í streyminum

”teg” tað umskapast á leiðini

tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi

vendu sær í flognum og komu aftur

sum rovfuglar við sterkum klóm

og fremmandum eygum”

Tað er ikki altíð at tað er samsvar millum orð, meining og tað framda verkið, tá vit tosa um okkara mátt og megi sum menniskju.

Men flestu av okkum munnu kortini vilja gera okkara besta, ynskja hvørjum øðrum tað besta – og vænta kanska at verða lønt og fyrigivin eftir hesum.

Dagsins tekstur hevur tó volt mongum høvuðbrýggj. Ikki bara í okkara tíð, men gjøgnum allar øldirnar, kristnin hevur verið til, hava ivaleyst fleiri havt, ja, svøvnleysar nætur av orðunum um, at allar syndir kunnu fyrigevast. Allar uttan ein!

Sum so er hetta kanska ikki so galið kortini – og kanska eisini rímiliga væl sloppið!

At NÆSTAN alt kann fyrigevast. Tað er ikki so lítið hóast alt.

Men hví kann spottan móti heilaga andanum ikki fyrigevast?

--

Í løtuni ber til at síggja ein leik á Tjóðpalli Føroya. Sum eitur ”Orsaka”!

Orðið “orsaka” er ikki eitt lætt orð, og tað er ikki sørt, at ein viðhvørt hevur hug at geva sangaranum Elton John rætt, tá hann syngur “Sorry seems to be the hardest word” – Orsaka er tað truplasta orðið!

Og tó!

Orðið “orsaka” er blivið eitt orð, sum er blivið eitt mótaorð. Eitt orð, ið hevur vunnið alt meira hevd tey seinastu árini – ikki minst innan politikk og stórpolitikk.

Fara vit út í stóru verð hevur tann hvíti meirilutin í Australiu sagt orsaka við upprunafólkini fyri ta ringu viðferð, tey hava fingið.


Tað sama hevur verið tosað um í øðrum londum, m.a. í Danmark og Grønlandi um tey søguligu viðurskiftini, ið verið hava millum danir og grønlendingar.

Men er nakar munur á at siga orsaka og biðja um fyrigeving, kunnu vit spyrja.

M.a valdi suðurafrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu at fyrigeva tí hvíta fólkinum eftir fleiri ár við apartheid-stýri. Men kann ein maður fyrigeva fyri onnur, vóru tað fleiri, ið spurdu – og ófriðurin helt tíverri á. Tí kann ein fyrigeving vera annað enn persónlig? Kanst tú fyrigeva fyri grannan?

Herfyri varð ein dokumentarfilmur givin út, sum danski leikstjórin Søren Fauli leikstjórnaði, og filmurin kallast “ Min morfars morder” – “Ella maðurin, ið myrdi abba mín”.

Filmurin snýr seg í stuttum um abba Søren Fauli, ið varð skotin undir seinna heimsbardaga av donskum nazistum.

Mamma Søren Fauli, dóttirin, fekk ikki at vita fyrr enn eftir kríggið, at pápin varð skotin – hon helt annars, at hann var deyður av hjartatilburði.

Tríggir mans skutu abban. Ein teirra hvarv eftir kríggið, ein bleiv tikin og seinni tikin av døgum – meðan hin triði (Søren Kam) flýddi til Týsklands, har hann enn býr.

Filmurin snýr seg um prátið millum abbasonin og mammu hansara – ella dóttir tann myrda, sum í dag er ein gomul kona.

Sjálv sigur hon seg ikki kunna fyrigeva – men sonur hennara vil gera eina roynd at fara niður til Týsklands at hitta drápsmannin og fyrigeva honum.

Hann fer niður til Týsklands við toki.

Hann kemur til íbúðina hjá drápsmanninum, men í fyrstuni vil hann ikki lata upp. Hann biður hendan abbasonin hjá tí myrda fara avstað aftur.

Abbasonurin gevst tó ikki á hondum. Og so hendir nakað løgið. Hann fer inn í eina kiosk og keypir eina konfekteskju, sum hann síðan tveitir inn gjøgnum brævsprekkuna hjá tí gamla manninum.


Og so blotnar hin gamli. Hann letur hurðina upp, og teir fáa eitt prát. Gaman í eitt lítið prát á gáttini, men tað er so eitt prát, har hin gamli sigur “orsaka” og gevur tí unga eina fløsku av reyðvíni.

Støðan er margháttlig. Gerningsmaður og abbasonur, offrið, standa og býta um gávur – annar gevur konfekteskju og hin eina vínfløsku. Men tað fær prátið á glið.

Komin aftur til Danmarkar vísir Søren Fauli mammuni eina filmsupptøku av tí stutta prátinum teirra millum.

Hon er rørd – men eisini heldur firtin um, at hin gamli sigur orsaka og ikki biður um fyrigeving. Tí sum tann gamla, bersøgna konan sigur: “Orsaka, tað er nakað tú sigur, tá tú traðkar á tærnar á eini gamlari konu í bussinum!”

Hon sigur seg tó ikki kunna fyrigeva manninum, ið drap pápa sín. Tað kann bert Guð, sigur hon, men fegnast tó um, at sonurin hevur tikið hevndarmotiv burtur frá hennara ommubørnum og hevur gjørt tey før fyri at fyrigeva.

Nei, at siga orsaka er ikki altíð so lætt – og kanska enn truplari er við at fyrigeva.

Tað kemst tó ikki uttanum, at fyrigevingin er nakað sentralt í menniskjalívinum, sentralt í okkara korum sum menniskju.

Tí ein fyrigeving inniber altíð eina sáttargerð, eina ávísa semju millum tvey fólk. Og henda semja nýtist ikki altíð at vera søgd við orðum. Oftast verður hon víst í verki ella við onkrum luti, eins og tað hendi við konfekteskjuni og reyðvínsfløskuni niðri í Týsklandi.

Nógv er skrivað millum ár og dag um evnið fyrigeving, og eitt nú hava heimspekingarnir Hannah Arendt og Knuf Ejler Løgstrup síni boð um hetta. Tey vísa millum annað á, at fyrigeving altíð er persónlig. Vit kunnu ongantíð fyrigeva fyri ein annan. Vit kunnu ikki fyrigeva fyri grannan!

At fyrigeva er tó ikki tað sama sum at skilja – tí júst fyrigevingin er ein avgerð tú tekur, hon er ein handling her og nú. Tað at skilja okkurt ella onkran kann taka longri tíð, kanska alt lívið.

Men við fyrigevingini seta vit hol á eina nýggja byrjan. Tá byrjar ein nýggj tíð. Ikki tí, at vit hava gloymt, men tí vit leggja ta fortíðina, ið vit ikki kunnu gera umaftar, aftur um okkum. Og framtíðin, sum skal geva nútíðini meining, hana verður sett hol á – hon verður byrjað.

Fyrigevingin er tí ikki hevnd – men meira at kalla ein partur av eini uppgerð ella, vit kunnu brúka orðið revsing – tí við hevndini løna vit aftur – men við revsing ella dómi koma vit víðari. Og dómur er ikki altið negativur – vit kunnu nevna orðið Kristindómur. Ikki tí at vit skulu døma, men vit fyrigeva fyri at koma víðari og gera upp við tað farna.

Fyrigevur man uttan eina uppgerð, ger man seg sjálvan størri enn hin parturin, ella betri enn hin parturin, og so er man neyvan komin víðari.

Sostatt er fyrigeving ikki miskunn, tí eru vit miskunnsom, so døma vit ikki. Við eini fyrigeving kunnu vit døma, av tí vit ikki gloyma, men vit seta hinvegin hol á eina nýggja byrjan. Fyrigevingin er altíð eitt prosjekt fyri framtíðina.

Tí er neyðugt at vera opin fyri lívinum, fyri medmenniskjanum og fyri Guði – Effata – opna teg, lat teg upp – tí tað er ein hornasteinur í kristnitrúnni.

Men tá vit tá tosa um fyrigeving, hví skal spottan ímóti heilaga andanum tá ikki verða fyrigivin?

Orð eru týdningarmikil, tí tey hava so ómetaliga stóra ávirkan á okkara samskifti, á okkara lív sum menniskju, sum medmenniskju, og eins og vit lósu úr epistlinum í áðni úr Jákupsbrævinum, so verður sagt, at tungan er torfør at temja.

Á sama hátt við okkara samskifti við Guð – orð eru týdningarmikil.

Vit hoyra jú í dagsins teksti, at um nakar talar ilt um menniskjusonin, skal hetta verða fyrigivið, men um nakar spottar hin heilaga andan, skal tað ikki verða fyrigivið.

Hetta kunnu vera orð, sum veruliga kunnu leypa ótta á fólk, men tað er eisini týdningarmikið at lurta eftir, hvat Jesus veruliga sigur, at hvør synd og spottan skal verða fyrigivin.

Tað er eisini gott at vita.
Enttá spottan ímóti Menniskjusoninum, sum er Jesus sjálvur, skal verða fyrigivin.

Ja, bara orðið Menniskjusonurin sigur alt, tað at Jesus gevur seg til at vera okkara hjálp sum menniskju. Hann gekk runt sum eitt menniskja millum menniskju og hevði ikki nakra gloriu á høvdinum, sum man annars hevur sæð á summum málningum. Hann setti seg í tænarans stað.

Og sjálvt tey, ið spotta Menniskjusonin, kunnu fáa fyrigeving. Vit lesa jú í Nýggja Testamenti, at Jesus varð krossfestur millum tveir ránsmenn. Og Jesus lovaði øðrum teirra: Í dag skalt tú verða við mær í Paradísi!

Ránsmaðurin bað um Guð eyðmýkt, miskunn og náði, hóast hann hevði spottað Menniskjusonin, og alt hetta fekk hann.

Men so heldur Jesus fram og tosar um at spotta heilaga andan. Hetta skal ikki verða fyrigivið, Hví kunnu vit so spyrja?

Jú, tí heilaga andin er ikki nakað ókent fyri okkum. Vit hoyrdu Jesus á krossinum biðja Faðirin um at fyrigeva sínum banamonnum ella bøðlum, tí teir vistu ikki, hvat teir gjørdu. Teir vistu ikki, hvat teir gjørdu!

Heilagi andin merkir Guð í okkum, at Guð er í okkara hjørtum – himmiríki í hjørtum okkara, og tað at trúgva, at vit kunnu verða fyrigivin, eins og ránsmaðurin á krossinum. Men velja vit ikki taka ímóti hesum, taka vit heldur ikki ímóti fyrigevingini, so er tað okkara egnu hjørtum, vit ganga ímóti, og taka vit ikki ímóti fyrigeving, ja, so er ringt at fáa hana. Eiga vit ikki viljan, eiga vit ikki intentiónina at fyrigeva ella at taka ímóti fyrigeving, eiga vit ikki nógv.

Tað er altso gott at vita, at einhvør synd og spottan ímóti Menniskjusoninum hjá okkum menniskjum, skal verða okkum menniskjum fyrigivin, men spottan ímóti heilaga andanum, skal ikki, stutt sagt, tí so taka vit ikki ímóti fyrigevingini.

So mótsiga vit okkum sjálvum – men vilja vit kortini taka ímóti, so er einki at óttast.

Avnokta vit tað góða, andan, ið skal lívga okkum, hava vit eisini avnoktað alla fyrigeving, alla uppgerð, alla byrjan av framtíðini, ja, alla trúgv upp á, at vit kunnu koma víðari – bæði í sátt og semju við næstan og Guð!


At spotta heilaga andan er tað sama sum at spotta náðina og ikki at taka ímóti náðini, sum er nýggj á hvørjum morgni. Tað er at siga, at vit ikki hava brúk fyri Guði, sum er størri enn vit, og at vit ikki hava brúk fyri Guðs fyrigeving. Tað er at siga, at vit hava altíð rætt. Og so virkar andin jú ikki í okkum.

Hinvegin kann tað kanska vera okkum til ugga og troyst, at í somu løtu, eitt menniskja ber ótta fyri at hava spottað hin heilaga andan, ja, so kann hetta menniskja vita, at tað nevniliga ikki hevur spottað heilaga andan. Tí tað er andin sum sigur, at okkurt er galið - at vit hava tørv á sjálvrannsakan og fyrigeving. Soleiðis virkar andin, og soleiðis kunnu vit taka ímóti.

Tað er hesin boðskapur, sum framvegis skal ljóða sum tað ljósa Orðið í ljósins verki, sum tað stendur á kirkjuklokkuni, og sum skal ljóða, ikki bara um bygdan haga, vík og dal, men líka til Kaldbaks, oman í Havnina og kring allan heimin.

Tað er hetta Orðið vit biðja um, tá vit um eina løtu syngja í sálmi 233:

Halgi Andi, kom tú brátt!

Lýs tú gjøgnum myrku nátt

Við Guðs morgunroða!

Til várt heita hjartalag,

Legg tú, Harri, títt í dag,

So at tungur loga!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.

AMEN