Skriva út

Prædika í Hoyvíkar kirkju Theodor Eli Dam Olsen Kristi himmalsferðardagur 10. mai 2018 Prædikutekstur: Lukas 24, 46-53



Sálmar: 546 - 217 - 218 / 593 – 687

Ein søga er um tríggjar menn, sum stóðu og skiftu orð um, hvussu hevði verið, um Várharra var ein maður: Hvat slag av manni hevði hann so verið?

Tann fyrsti vildi vera við, at hann var elektrikari, tí tá hann segði: Verði ljós, tá varð ljós!

Annar maðurin var ikki samdur. Hann helt, at Várharra meira var at líkna við at arkitekt, tí alt var so væl skapað og gjøgnumhugsað, at talan var um fínastu byggilist.

Nei, segði hin triði, tí hann var ikki samdur. Hann vildi vera við, at skuldi Várharra verða samanborin við nakað, so var hann politikari. Tí sum hann segði: Áðrenn hann fór í gongd, var alt kaos!

Soleiðis lesa vit nevniliga í skapanarsøguni, at jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum. Ella við øðrum orðum: har var kaos, til Guð fekk skipað viðurskiftini.

Í vikuni hevur verið skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum Arctic Circle. Fokus er sett á toppin av norðaru hálvkúlu, arktiska økið, har vit eisini hoyra til, og fyrrverandi íslendski forsetin Ólavur Ragnar Grímsson hevur verið oddviti.

Fólk úr øllum heraðshornum hava tikið lut, har sjóneykan ikki bert verður sett á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, men eisini á fólk, mentan og vinnulív í hesum øki norðuri í Arktis.

Eisini prestar úr fólkakirkjuni lýddu á. Sum so er hetta jú partur av fyrstu trúargrein, tvs. at vit trúgva á Guð Faðir sum skapara himins og jarðar, og tí skal skaparaverkið virðast og varðveitast. Ikki bert náttúran í Arktis, men eisini fólk og fæ í økinum skal hjálpast og fjálgast um.

Hetta er tað, vit kunnu kalla etisk virðir og kristilig virðir. At vit virðismeta og umsita skapanarverkið við ábyrgd og tøkk, skal okkum lív verða lagað her á jørðini.

Gjøgnum tíðirnar fólk ofta hugsa um himmalin sum tað staðið, hitt guðgivna kemur frá. Hugsanin hevur verið hierarkisk ella skipað sum ein tignarstigi, tvs. at vit trúgva at myndugleikin og valdið kemur úr erva, og tí er tankin um jákupsstigan upp til himmals ein berandi tanki í kristnari hugsan: At hitt góða kemur omanífrá.

Hinvegin sigst, at fólk í dag ikki hugsa so nógv uppeftir ella í jákupsstigum, men at “sannleikin” í dag meira er at finna “á gólvinum” so at siga. Í sjálvhjálp, coaching, at finna hin innara friðin innan í okkum sjálvum, ja, vit kunnu enntá ferðast langt fyri at finna okkum sjálv – og gera vit so tað, kunnu vit so spyrja. Er heimurin vorðin meira horisontalur enn vertikalur, sum tað eitur við nøkrum fínum orðum?

Kendi presturin og heimspekingurin Løgstrup skrivar í bókini “Skapan og oyðilegging”, at rúmið og universið, alheimurin hava týdning fyri menniskjað. Ja, rúmdin er eins avgerandi og tíðin, himmalin eins týdningarmikil og jørðin, trappustigin ella jákupssitign eins týdningarmikil og gólvið.

Liva vit bert á jørðini, so liva vit bert undir teimum formum, sum tíðin gevur okkum, tvs. vísindi, tøknifrøði og samskiftið. Alt gott um hetta, og tað kunnu vi ikki vera fyriuttan. Trúgv kann heldur ikki vera hesi fyriuttan. Men hetta er tó vandamikið, sigur Løgstrup, tí tað minkar um rúmið hjá menniskjanum, og tað kann beinleiðis føra til óndskap, um rúmið ella rásarúmið minkar.

Liva vit himmalleys, uttan himmal, missa vit gávumildni í rúminum ella rúmdini, rúmligheitina, ta generøsu góðskuna. Rúmið ella himmalin lata seg upp ferð eftir ferð fyri at fevna og unna øðrum at hava pláss rundan um seg. Rúmdin ella rúmligheitin kann bróta niður tað sjálvupptikna, sjálva smáligheitina. Hinvegin kann himmalin vinna á firtni, øvundsjúku, sjálvsøkni og hevnd. Tak kirkjurúmið sum dømi, sigur Løgstrup, og vísir á, at her eigur at vera høgt til loftið og vítt til veggja – og sum tað stendur í dagsins prædikuteksti “Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði”.

Kirkjurúmið er gávumilt, her er so at siga ein jákupsstigi uppeftir, og tíðin fær ein ein annan týdning. Í kirkjurúminum fær tíðin ein annan dám og týdning enn í skundmikla gerandisdegnum, og her skulu vit fáa pláss og rúmd.

Í bókini “Uppruni og umhvørvi” skrivar Løgstrup, at himmalin er sum universið ella alheimurin – og gloyma vit tey, koma vit skjótt í strið við verðina og náttúruna. Veðurlagsbroytingarnar vísa, at so er – tað kostar at liva himmalleyst, ikki at virðirmeta rúmd og pláss – ikki at virða umhvørvið rundan um okkum. Tað kostar bara at liva vertikalt og ikki horisontalt.

Krists himmaferðardag minnast vit, at Jesus varð tikin uppeftir – hann so at siga gekk eftir stiganum, og tí hava vit ikki nokk við bara at ganga “á gólvinum” og lata okkum stýra av tíðina. Vit hava eisini brúk fyri himlinum. Dimensjónunum, rúmi, plássi og rúmligheit. Vit hava brúk fyri at vita, at pláss er fyri okkum. At tað er nakað størri enn vit, ið vil hava nakað við okkum at gera.

Vit trúgva á ein tríeindan Guð,ið er lýstur í trimum trúargreinum í okkara trúarjáttan. Skapandi faðir, bjargandi Son, og uggandi og upplýsandi anda.

Í fjør vóru fólk komin saman til ráðstevnuna Arctic Circle í Hørpuni í Reykjavík, har millum onnur patriarkurin í Konstantinopel helt eina sera áhugaverda røðu um okkara ábyrgd av skapanarverkinum. Hann var komin allan vegin úr Turkalandi til Íslands at minna á, at okkara umsiting av náttúru og skapanarverki, eins okkara etiska og kristna skylda mótvegis øðrum, er eitt mál, ið umfatar øll menniskju.

Hesa vikuna hava fólk úr øllum heiminum verið saman í høvuðsstaðnum og tosað um umhvørvið og skapanarverkið. Áðrenn tað var alt kaos.

Og vit lesa, at longu frá fyrsta degi í skapanarsøguni, var sonurin við, hann sum er við okkum á jørðini og hevur lært okkum, hvussu vit skulu liva og fara við hvørjum øðrum. Hann varð tikin upp til himmals, so hansara frávera kann gerast okkara nærvera. Ein andsøgn ella paradoks í Kristindóminum, ið sigur okkum, at Jesu frávera er fortreyt fyri hansara nærveru hjá okkum. Hann er ikki bara farin upp til himmals at gera okkum stað til reiðar, hann er longu hjá okkum við sínum orði, so hann kann vera hjá okkum, og vit kunnu fáa pláss, rúm og rúmligheit hjá honum. Hann er við okkum við anda og megi, og tað venda vit aftur til á hvítusunnu!

Amen