Skriva út

Prædika í Havnar kirkju Triði sunnudagur í føstu – 19. mars 2017 Skriftamál og altargongd Sálmar: 376 skr.mál. – 604- 134 - 150 (præd.) 336 – 378 – 385 – 255 Theodor Eli Dam Olsen



Hetta heilaga evangeliið eftir fyrru tekstarøð til triðja sunnudag í føstu skrivar Lukas evangelistur í 11. kapitli, ørindini 14 til 28.

At duga at velja sær tey røttu orðini. Tað er ofta tað avgerandi.

Frætti herfyri um eitt arbeiðspláss, har ein medarbeiðari bað “góðan dag” – men tann morgunsúri starvsfelagin svaraði aftur: “Tað skalt tú ikki gera av!”

Tað eru kortini ikki hissini orð, vit fáa serverað í morgun í kollekt, epistli og evangelium. Orð sum ólevnaður, ófólkaligur atburður, freistingar, fíggindar og illir andar verða nevnd hvørt annað.

Ella stutt sagt: Alt tað, sum kann gera menniskjuna einsamalla. Alt tað, sum kann gera, at vit føla okkum einsamøll, máttleys og nakin.

Jesus er í prædikutekstinum á veg til Jerusalem – men á vegnum broytast viðurskiftini við fjøldina. Í fyrstuni eru fólkini hugagóð og forvitin, men tess meira Jesus nærkast Jerusalem, hvassari fella orðini.

Orðadrátturin vísir okkum ikki bara, at Jesus var kønur í jødisku skriftunum, men kjakið vísir eisini, at hann logiskt var sera væl fyri, tvs. at hann dugir væl at grundgeva og argumentera. Tí hvussu kann hin versti vera í parti við sær, spyr hann. Við gløggskygni argumentarar hann og staðfestir trinni viðurskifti: Beelsebul hevði skatt síni egnu sak, um hann var bakmaður hjá Jesusi. Um Jesus rekur út illar andar við hjálp frá Beelsebul, gera mótstøðumenninir hjá Jesusi tað eisini. Og tí kann tað ikki vera Beelsebul, sum ger hetta, kann tað bert vera Guð.

Tað ber til at siga, europeisk mentan er runnin av tvinnum mátum at skilja heimin. Úr tí gomlu griksku mentanini, har stórur dentur var lagdur á sjónina – at síggja heimin, sum er rundan um okkum.

Og á mentanina úr Ísrael, har tað hevði týdning at hoyra – at hoyra orðið.

Og júst hesir sansirnir verða havdir á lofti– í øllum førum tá tann málleysi fær málið aftur – tí tað at hoyra er týdningarmikið í europeiskari og kristnari mentan. Orðið er skapandi, og uttan orð fáa vit ikki samskift. Ja, Guð sjálvur er orðið, og tey ið oyru hava at hoyra við, tey hoyri.

Og tað eru tey, sum hava skotið Luther, gamla, í skógvarnar, at vit í fólkakirkjuni bara brúka tann eina sansin, nevniliga oyrað ella hoyrnina, afturímóti t.d. katólsku kirkjuni, har standmyndir, luktilsi og sjálv mannamongdin ella liturgiin ofta er meira hendingarík og litrík enn hjá okkum.

Men at vera menniskja er eisini at samskifta – at brúka málið og brúka evnini at venda sær til onnur menniskju. Tí er tað eisini at seta henda málleysa í prædikutekstinum í frælsi, tá hann fær málið aftur.

Vit kenna tað øll – tøgnin kann siga alt og vera køvandi, meðan eitt gott orð á vegnum kann umskapa tigandi tøgn til kvirru og ró – orðið skapar og setur okkara lív aftur í skilvísi.

Tí hetta við andanum kann vera løgið at staðfesta, men vit kenna øll á okkum beinanvegin, um ein keðiligur andi er inni í einum høli – vit kalla tað kanska huglag, men hóast tað ikki sæst, so merkja vit tað. Tað sama kunnu fólk, sum hava mist ein av sínum kæru, merkja, at eini hús kunnu missa ein farra av andanum, um fólkini, ið búði har, ikki eru millum okkum longur.

Andi kann tí vera so nógv, og hevur altíð verið gátuførur fyri okkum menniskju – somuleiðis hesin illi andin, ið verður kallaður Beelsebul – ið tó ikki skal blandast við nakað annað slag av tí, vit annars kunnu kalla anda.

Prædikuteksturin í dag er einasta staðið í evangeliinum eftir Lukasi, ið brúkar heitið Beelsebul, men tað verður kortini brúkt aðrastaðni í NT. Helst er tað avleitt av avgudinum Baal, og merkir helst flugudrottur. Altso, eitt ikki serliga jaligt heiti, men tað, tað merkir, er heldur ikki jaligt. Beelsebul er heitið á tí illa og ónda – heitið á tí, sum ikki skapar nakað, men bara brýtur niður.

Orðið hinvegin, tað skapar, og í fyrstuni var orðið og orðið var Guð. Hetta orðið, ið ikki noyðir nakran, men sum er tað góða sjálvt, og sum ikki bara sigur nakað við okkum – men sum eisini skal siga okkum nakað.

Sum ikki vil lata okkum vera einsamøll.

Tann illi andin hinvegin, sum Jesus rekur út, er ein andi, ið ger tann sjúka málleysan.

Og uttan mál eru vit einki.

Tað er, sum tann eysturríski heimspekingurin Ludwig Wittgenstein segði, at vit menniskju eru sum fluga í fløsku – og fløskan, vit mala í, er málið.

Men hava vit einki mál, eru vit einki – so eru vit ongastaðni. Tí tað, sum er uttan fyri málið, kenna vit ikki.

Og tað er hetta, tann illi andin ynskir. Tann illi andin ynskir ikki at samskifta. Tann illi andin ynskir ikki at lata seg upp fyri verðini og bjóða heiminum av. Tí tann illi andin ynskir yvirhøvur ikki, at vit taka ímóti lívinum. Tí er tann illi andin altíð málleysur. Soleiðis er tað hvørja ferð, vit hoyra um illar andar ella demonir i NT – teir gera menniskjuna málleysa. Teir seta menniskjuna uttan fyri felagsskapin og einsamalla.

Verri líðing finst neyvan, tí hon steingir menniskjuna inni í sær sjálvari. Tað er ikki longur gjørligt at samskifta við umheimin, og uttan evnini at kommunikera við umheimin, finst heldur eingin vegur út úr líðingini.

Tí uttan orð gert alt svart og ókunnugt.

Danski heimspekingurin Søren Kierkegaard, ið var ein stórur menniskjakennari, segði, at munurin millum ótta og angist er tann, at óttin er meira konkretur, meira ítøkiligur enn angistin. Tú kanst t.d. óttast ella vera bangin fyri einum stórum hundi, ið stendur framman fyri tær, meðan angistin kann vera ógreið. Drúgvar nætur í andvekri og stúran kunnu innihalda nógva angist, uttan at vit vita nágreiniliga, hvørjum vit eru bangin fyri.

Tí tað er gjøgnum málið at heimurin broytist.

Tað er gjøgnum málið, heimurin broytist og mennist.

Tað er sum Chr . Matras yrkir:

“Eg fann teg í kvæðum, sum fólksins varrar,
Lyftu øld úr øld. ...”

“Eg fann teg í orðum, sum møður mæltu stákandi inni við eld,
Eg fann teg í teimum hyggjuráðum,
Í orðatøk vóru telgd...”

Í málunum lýsir nú fyri tær heimurin, sum Chr. Matras orðaði seg. Í málinum gerst tú mansbarn á foldum.

Í fyrstuni var nevniliga orðið.

Málið hevur tann eginleikan at lata seg upp fyri verðini og at lata heimin upp.
Men har málið ikki longur orkar at virka, og tøgnin vinnur sær vald, er hurðin læst. Og tøgn kemur sum kunnugt ikki á ting.

Onkuntíð verður kjakast um, um vit í Føroyum veruliga hava nakra kjakmentan. Ella um tøgnin ella líkasælan ikki eru verri enn eitt kritiskt aftursvar. Tí tann, sum ikki verður roknaður fyri tað nógva, ja, hvør svarar honum ella henni aftur?

Og hvat er verri enn tigandi tøgnin kunnu vit siga. Hvat er verri, enn eini hjún ella familja, sum ikki tosa saman longur. Hvat kann vera meira lemjandi, enn at blíva ignorerað/ur ella ikki at fáa nakað aftursvar? Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst jú í oyði, sum vit hoyra í dagsins teksti.

Hetta visti m.a. tann kánaneiska konan í prædikuteksitinum seinasta sunnudag, sum visti, at viðhvørt skal ein hugsa seg væl um, áðrenn ein velur at tiga. At ístaðin fyri at tiga og góðtaka, bønaði og bað hon Jesus um eitt lekjandi orð.

Tí tann illi andin er málleysur. Hann er uttan mál og endamál.

Hann vil við síni tøgn – ikki við síni kvirru – men við síni tøgn, fáa okkum at síggja burtur frá tí góða. Tí tað ónda kann eisini vera frávera av tí góða.

Eydnan er nevniliga at finna har grannar semjast væl.

Eydnan er at finna, har fólk ikki tiga hvønn annan og trupulleikarnar í hel, men sum seta orð á, geva hvørjum øðrum eitt gott orð við á vegnum og geva hvørjum øðrum vón.

Sum lata heimin upp fyri hvørjum øðrum og bera trúnna, vónina og kærleikan víðari til tey – eisini til tey menniskju, sum møguliga ikki longur tora at trúgva á tað góða.

Tí í fyrstuni var orðið – í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar, sum Jóhannes byrjar sítt evangelium. Lat hetta ljós vera tað orðið, sum skal vera okkara mál, okkara mið.

Tað orðið, sum ikki letur okkum vera einsamøll, men sum hevur lovað at vera við okkum alt til veraldar enda.

At trúgva hesum góða orði er eisini at vera honum takksom fyri lívið, sum hann hevur givið okkum og hevur okkum hvønn dag í síni náði. Vit eru ikki einsamøll.


Amen