Skriva út

Prædika í Havnar kirkju Allahalgannadagur 1. november 2017 Sálmar: 579 - 576 – 660 / 544 - 569



Latum okkum øll biðja! Heilagi Faðir, takk fyri, at tú hevur verið við okkum hendan dag og at hond ber okkum, eisini tá vit ikki varnast tað. Ver hjá okkum nú náttin kemur!

Prædikutekstur: Matt. 5, 1-12.

Hin 7. juli 1959 kl. 10 vóru 22 mans bidnir um at møta í Føroya rætti. Áheitanin – ella stevningin, sum tað eitur á løgfrøðiligum máli - hevði staðið longu í februar sama ár í bæði Dimmalætting og í Statstidende. Teir høvdu fingið eina triggjar mánaða freist at møta. Men eingin teirra var at síggja hendan dagin í rættinum. Og nú kundi dómarin staðfesta tað, sum tey flestu mundu vita innast inni. Hesir bóru ikki boð í bý. Eina viku seinni hin 14. juli 1959 vór teir staðfestir at vera sjólátnir hin 28. oktober 1957 norðan fyri Føroyar – fyri seksti árum síðani - við trolaranum Stella Argus, og var hetta ringasta skipsvanlukka, sum hevur rakt Føroyar síðan seinna heimsbardaga, um vit telja talið av teimum deyðu. Sjálvur átti eg ein pápabeiggja við hesum trolara, og mangar eru familjurnar, ið vórðu raktar, og neyvan er nøkur familja í Føroyum, ið ikki er rakt av vanlukku á havinum.
1. november 1957 fyri júst 60 árum síðan prædikaði Johan Weihe her í Havnar kirkju. Útvarpið var júst byrjað hetta árið, men tá fyri seksti árum síðani eins og nú var minningarguðstænastan send í útvarpinum. Joahn Weihe segði, at vit liva í vón ímóti vón. Stella Argus varð ikki nevnd tað árið undir minningarguðstænastuni. Men árið eftir tók Jákup Joensen, próstur, Stella Argus við í síni minningarorð undir allahalgannaguðstænastuni.
Hendingin úr Føroya rætti vísir okkum, hvussu mannalívið kann vera. Hvussu tað, sum er menniskjansliga bæði kalt og óunniligt, eisini kann gerast fløkt og torskilt, tá tey løgfrøðiligu og fíggjarligu viðurskiftini skulu greiðast eftir vanlukku. Hvørjar mannagongdir fara í gongd hjá myndugleikunum at hjálpa teimum, sum eftir sita. Hvussu menniskjaligur næstrakærleiki, longsil, sorg og miskunn umskarast við verðsliga lóg, almenna hjálp og juridiskar formalitetir.
Sum menniskju liva vit tó eisini undir øðrum lógum við enn teimum mannagivnu juridisku lógunum.
Eitt eru tær náttúrugivnu lógirnar, sum eru givnar okkum at virka undir sum oyggjasamfelag. Annað er Guðs lóg, sum verður fullførd av evangeliinum – gleðiboðskapinum.
Náttúrulógirnar siga, at vit liggja fjarskotin úti í atlantshavi. Okkara fólk helst betur enn tey flestu, hvat tað vil siga, at havið gav, og havið tók.
Undir seinna heimskríggi mistu føroyingar nógv fólk á sjónum, og stig varð tikið til at skipað fyri minningarguðstænastum.
Eitt árið undir krígnum, í 1942, vórðu nøvnini á ikki færri enn 60 sjómonnum, sum vóru deyðir á sjónum farna árið, lisin her í Havnar kirkju!
Hetta hevur merkt mangt heim og manga bygd og bý í Føroyum. Eftir sótu ofta konur og børn, og hesi syrgdu fyri, at heimini so ella so komu undan – bæði materielt og andaliga, hóast feigdin hevði rakt tey.
Eftir kríggið var orðaskiftið um minningardag teirra sjólátnu. Fleiri ymiskir dagar vórðu nevndir, men at enda var semja um fara aftur til tann gamla minningardagin, fyrsta november, ið kirkjan hevði brúkt sum minningardag frá fyrstu tíðum til allahalgannadag.
Í 1949 samtykti Løgtingið, at fyrsti november skuldi verða minningardagur teirra sjólátnu.
--
Menniskjan hevur frá aldargamlari tíð havt stóra virðing fyri havinum.
Havið hevur altíð verið ímynd av tí villa. Av tí ótamda.
Vit lesa m.a. í skapanarsøguni í Bíbliuni, at myrkur var yvir frumhavinum.
Havið ímyndaði kaos, meðan landið var tað skipaða kosmos.
Kaos er tað vandamikla.
Men kann eisini vera bæði ræðandi og dragandi.
Kosmos er tað vakra og trygga, harav orðið kosmetiskt. Har er trygt og gott, men viðhvørt er neyðugt at fara út um okkara egna sjónarring at byggja heim og land. At tryggja okkum kosmos og verja ímóti kaos.
Men ein mótsetningur til bæði mannaskaptar lógir og náttúrugivnar lógir hevur altíð verið ein lóg av øðrum slagi.
Á altarinum her í Havnar kirkju eins og í flestu øðrum kirkjum standa tvey ljós og brenna. Tey minna okkum á lógina og evangeliið.
Lógina í Gamla testamenti og evangeliið ella gleðiboðskapin í Nýggja testamenti - gleðiboðskapin - sum ikki tekur av lógina, men sum fullførir lógina.
“ - Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra”, sigur Jesus um seg sjálvan.
Hesin gleðiboðskapur minnir okkum á, at hann, sum skapaði bæði himmal og jørð, eisini vildi hava nakað við okkum at gera. At Guðs sonur, sum einaferð lá í svav í bakskutinum í bátinum hjá sínum lærusveinum, sum vóru útróðrarmenn, eisini hevði vald yvir bylgjunum og myndugleika at føra teir trygt gjøgnum lívið aftur lands.
At hoyra honum til er tó eingin trygd fyri at koma gjøgnum hetta lív og hesa tilveru snikkaleys uttan snuddir og uttan sorg og sakn.
Men at hoyra honum til er kortini ein trygd fyri, at koma gjøgnum lívið við honum í okkara báti – og at vit ikki eru einsamøll!
Øll syrgjandi hava tað í felag, at hetta býtir lívið sundur í partar.
Eitt áðrenn og eitt aftaná.
Einki verður tað sama.
Tí hóast lívið er stutt, eru minnini óendalig.
Eitt gamalt orðatak úr Kina ljóðar soleiðis:
”Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men kanska kanst tú forða teimum í at steðga á og byggja reiður í hárinum”.
Onkuntíð verður sagt, at meðan gleðin kann verða hjá okkum nú og leiðir okkum frameftir, tá vit gleða okkum til okkurt, leiðir sorgin okkum aftureftir. Sorg er longsil eftir onkrum, ið er farin ella farið.
Hví syrgja vit so?
Tað gera vit, tí vit hava elskað. Tá vit hava elskað, syrgja vit um tað, vit hava mist. Sorgin stuðlar kærleikanum. Uttan kærleika var eingin sorg.
Tað er sagt, at størri kærleika hevur eingin, enn tann, sum elskar ein deyðan, tí tey deyðu krevja einki av okkum.

- Íðan, kann onkur so spyrja, hevði lívið ikki verið nógv lættari, um vit ikki elskaðu?
Fóru vit gjøgnum lívið uttan at lata okkara hjartadyr upp fyri nøkrum øðrum menniskja, hevði alt so ikki verið nógv lættari? Uttan váða ella nakra risiko?
Svarið er nei. Tú skalt elska, lesa vit.
Tú mást elska, og viðhvørt elska vit kanska, tí vita ikki, hvussu pínufult tað kann vera at missa.
- Sæl eru tey, ið syrgja, sigur Jesus í Fjallaprædikuni. Hvussu kann hann siga hetta, kann onkur kanska spyrja. Kanska kann hesin setningur enntá gera okkum ill og óð.
Men sæl kunnu vit vera, tí júst tað at hava elskað er tað størsta, vit kunnu sum menniskju. Størri enn at trúgva og vóna. Tí hóast sorg eisini er at missa meining og heild í lívinum, so eru eini ráð til fólk, ið vilja ugga onnur, at tann mista kærleikan kunnu tey ikki geva aftur – men umsorgan kunnu tey geva teimum, ið syrgja.
Sorg er eingin sjúka, men eini grundkor, menniskjan livir undir.
Sorg reikar í felag við gleðini:
”Harmur og gleði í felag tey reika, eydna, óeydna tær ganga á rað. Viðrák og mótrák tey skiftandi leika, sólskin og skýggj ferðast saman í lag!”
Soleiðis syngur Kingo í føroysku týðingini, ið Chr. Matras týddi einans 21 ára gamal í 1921.
Sorgin er kærleikans prísur. Tá vit byrja eitt samlív við kærleika saman við einum øðrum menniskja, endar hetta altíð við sorg. Tí tá eitt menniskja doyr, endar kærleikin ikki. Kærleikin er størri enn deyðin og livir longri enn deyðin. Tá eitt menniskja fer, standa vit eftir við okkara kærleika til hetta menniskja, og tí kann hetta kennast sum heimleysur kærleiki.
Sum menniskju eru vit eisini soleiðis samanskrúvað, at alt hjá okkum skal geva meining. Eisini sorgin. Men tað er ein royndur lutur hjá nógvum, at sorgin kann tykjast meiningsleys.
Men við at trúgva, at tá Jesus á krossinum rópti “Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær”, at hann tá fór har út hagar, okkum ikki longur nýtist at fara – í sjálvt deyðaríkið – er at trúgva, at hjá Honum er alt møguligt.
Tí eiga vit, tá okkara veruleiki er fullkomiliga broyttur og vit skulu navigera av nýggjum uttan tann, vit eru góð við, ikki spyrja um hví, men heldur um hvussu.
Spurningin um hví tað hendi, lata vit upp í Guðs hond.
Svarið upp á, hvussu vit nú grípa lívið ann, biðja vit Hann um at hjálpa okkum við.
--
Fyri ikki so langari tíð síðani varð hildið - eisini her á landi - at best var at tiga um miss, sakn og sorg. Men í dag eru helst allir sálarfrøðingar samdir um, at best er at seta orð á kenslurnar.
Tá Astrid Lindgren skrivaði bókina “Brøðurnir Leyvuhjarta”, ið snýr seg um børn, sum eru farin hiðani og fáa eina tilvera aðrastaðni, vóru tað nógv, sum søgdu við høvundan, at soleiðis kanst tú ikki skriva fyri børnum.
Men tað vísti seg at bera væl til.
Tí tað at ugga er ikki at koma við snildum loysnum ella at siga, hvussu vit skulu koma yvir okkurt. Ístaðin skulu vit ígjøgnum hetta, og tað var hetta sum Astrid Lindgen vísti á.
At ugga kann eisini vera tað sama sum at vera hjálparleys saman við teimum hjálparleysu.
Tað er sum tað stendur í Rómverjabrævinum (12,15): “Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!”
Og tað er eisini ein vakur siður at heilsa upp á fólk, tá tey hava mist og vísa samkenslu.
Sum menniskju hava vit ikki gott av káva út yvir ella fortreingja hetta, men vit vita, at tað kann linna at seta orð á, at fella eitt tár, ella at koma inn í halgidómin ella kirkjuna, til hin alvalda, at siga honum tøkk fyri ta stuttu stund, vit fingu saman.
Sorgin er samanborin við glassplintur, sum líggja á eini strond. Ljósið kann skyggja í teimum, og vit kunnu skera okkum.
Men við tíðini kunnu splintrini eisini verða slípað so mikið, at tey einans skyggja, men tey skera ikki. Tey skera ikki, men ljósið kann kortini enn skyggja í teimum. Tí vit skulu vera sum salt og ljós, sigur Jesus í Fjallaprædikuni.
Tí soleiðis er við ljósinum. Og soleiðis er við saltinum. Tað fer ígjøgnum alt, tað sleppur ígjøgnum, og tað kann ikki steðgast.
Saltið konserverar. Saltið goymir.
Sorg er ikki ein prosess, ið endar, men sum eisini heldur fram, tá jarðarferðin ella minningarhaldið eru farin afturum, ella ervið er hildið.
Sorgin gerst ein partur av lívinum. Hon konserverar okkara støðu, okkara kærleika og okkara kenslur. Tá vit missa, missa vit ikki bara tey, vit eru góð við. Vit missa okkara identitet sum mamma, pápi, beiggi ella systir, sonur ella dóttir, omma ella abbi. Kona ella maður!

Men hon er eisini ein staðfesting av, at okkara kærleiki var sterkari enn missurin av okkara kæru. Staðfestinginav , at vit heldur vildu kent hesi, enn ongantíð at kent tey.
„Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur“, sum Paulus sigur.
--
Havdýpið er ikki á bjálkum bygt, syngja vit í einum sálmi.
Flestu føroyingar vita helst um onkra hending, har havið tók onkran ella fleiri av teirra kæru.
Tá verður sum nevnt altíð talan um eitt áðrenn og aftaná.
Fyri trýss arum síðan varð leitað norðan fyri Føroyar við skipum og flúgvarum eftir Stella Argus, men allahalgannasunnudag, hin 3. november, góvust tey við at leita, og dagin eftir varð Merkið at síggja á hálvari stong kring alt landið.
Vanlukkur raka altíð hart, og síðani eru tíverri fleiri vanlukkur hendar, og leitað hevur verið ofta síðan, og nú biðja vit eftir, at tey, ið eftir sita, fáa eitt mál at syrgja við, tá vit noyðast at viðurkenna, at fólk fingu eina váta grøv.
Hin kristna vónin er kortini, at sjólátin eins og vit øll, tá okkara tíð kemur, leita upp aðra havn. At vit tá verða stevnd, stevnd hagar hann, sum hevur skapað himmal og jørð, tekur ímóti okkum.
Sum vit syngja í einum sálmi:
“Eg stevni fram at teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er”.

Hann, ið skal døma bæði livandi og deyð, hevur longu ført sakina fyri okkum, sum Grundtvig gamli sigur einastaðni. Hann, sum sigur vera ljós heimsins, lovar eisini okkum at, at tann sum fylgir sær, ikki skal ganga í myrkrinum, men eiga lívsins ljós.
Ella sum Paulus minnir okkum á, so eru vit bæði í lívi og deyða í Guðs varðveitslu:
“Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, v39 hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara” (Róm 8, 38-39).

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.
AMEN
Vær tøkkum tær, Harri, fyri lívið, og at tú við syni tínum vildi doyggja fyri at geva okkum lív, so at vit ikki eru einsamøll.
Vær biðjum teg, Guð og faðir okkara, ver hjá okkum øllum við náði og hjálp og signing tíni.
Ver hjá øllum teimum, sum eru stødd í neyð. Birt tú eitt ljós hjá teimum!
Troysta øll tey, sum hava mist og bera sorg. Gev tú teimum eitt mál at syrgja við.
Sum oyggjaland úti í Norðuratlantshavi vita vit, hvat tað inniber, at vera umgyrd av havi.
Vit vita, at havið er ein góður tænari. Men havið kann eisini vera ein kargur og óunniligur harri. Gev okkum styrki, vit og vísdóm at menna alla bjarging á havinum. Ver við okkum, tá vit missa tað dýrabærasta vit eiga á havinum. Lat okkum viðurkenna, at tað tá er í tíni varðveitslu.
Sit hjá øllum, sum eru sjúk og óttafull; ver hjá faðir- og móðurleysum; ver verji hjá einkjum og einkjumonnum; ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan vita sær.
Ver hjá teimum, sum av einhvørjari orsøk ikki sleppa at vera saman við sínum kæru.
Hjálp okkum at biðja fyri hvørjum øðrum, og teimum, sum annars eingin biður fyri!
Vælsigna og varðveit tú alt títt kirkjufólk víða um heimin, og vælsigna og varðveit tað kirkjufólkið, sum kemur saman her á hesum staði.
Vælsigna og varðveit tíni heilagu sakramenti og lat títt orð hava frítt at fara okkara millum, lær okkum at goyma tað í reinum og takksomum hjørtum og lat okkum verða vegleidd, lýst og styrkt fram ígjøgnum lívið, og lat tú títt náðiljós lýsa fyri okkum øllum.
Halt tú tíni góðu, sterku hond yvir okkara landi og fólki! Ver við øllum okkara útisetum, sum eru burturi í fremmandum londum!
Ver innanborða hjá sjófólki okkara og teimum sum virka á landi og loftvegis!
Styrk okkum øll í tí góða!
Vælsigna og varðveit Drotning okkara og alt húski hennara eins og øll onnur húski.
Ver við løgtingi, løgmanni og landsstýri allari okkara yvirvøld og myndugleikum!
Fylg okkum á øllum leiðum okkara, ver við okkum í øllum verki okkara, so at alt hjá okkum verður halgað og signað av tær, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til.
Hoyr okkum í Jesu navni.
Amen



Minningardag teirra sjólátnu 2017 minnast vit fimm mans, sum eru farnir á sjónum hetta seinasta árið. Vit reisa okkum, lesa nøvn teirra og minnast teir í tøgn eina løtu:

Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal.
Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal.
Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.
Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal.
Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.


Vit lýsa frið yvir minni teirra við tí kristnu vónini um eina gleðiliga uppreisn í Jesu navni - latum okkum við ápostlinum ynskja hvør øðrum:

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!
AMEN.