Skriva út

Prædika í Fámjins kirkju 23. juni 2019



Fyrsta s. e. tríeindardag 2019
Fyrra tekstarøð: Lukas 16,19-31.

Frímóð á dómadegi.

At hava frímóð og djarvur ganga hugans brøttu gøtu. At hava áræði og dirvi at skapa nakað burðardygt og leggja verk úr hondum. Orðið frímóð lýsir neyðugar fortreytir fyri at koma longur fram á leið bæði í tí persónliga og í tí yrkisliga.

Orðið frímóð er ankrað í eini javnvág millum persónligar eginleikar, hugsjónarligt ástøði og tað sosiala umhvørvið. Viljin at gera mun til frama fyri ein sjálvan og tað almenna samfelagið.

Áhugavert er at varnast, at ápostulin í lestrinum frá altarinum talar um frímóð á dómadegi. Tað er ein sjáldsom orðing, um vit lesa lesturin inn í okkara egnu samtíð. Átrúnaðarliga vilja vit helst ikki siga ov nógv um dómadag, ið eingin veruliga til fulnar fatar. Samfelagsliga hóvar okkum væl at hava teir ljósu litirnar frammi heldur enn teir døkku.

Verður hugsað um tað samfelagsliga við atliti at náttúruni á landi, sjógvi og í luftini, so blunka ávaringar skipanirnar dagliga. Vit liva ikki burðardygt. Dálkingin er ov stór, og vit fara alt ov illa við skapanarverkinum. Vit ganga til grundar, um ikki annað skinn verður tikið um bak.
Dálkingin av altjóða sjógvi og føroysku firðunum við burturkasti, doyggjandi súgdjór í havinum, fuglurin við væl av plastikki í maganum. Alt hetta boðar valla frá góðum, og køn fólk meta, at vit sjálvi eru orsøk til, at dómadagur nærkast. Dømini eru fleiri bæði heima og burturi í londum. Nú er vandin nógv størri enn kjarnorkan sum sjálvstøðugt fyribrigdi.

Frímóð á dómadegi er ein vælsignað orðing, ið er borin av Kristi kærleika og umsorgan. Guðs kærleiki rekur burtur óttan. Hin einstaki verður fevndur av Guðs góðsku í Jesusi Kristi, tí Guðs kærleiki leggur lunnar undir viljan til gott ver at inna.

Í Kristi merkir væl eisini, at sjálv náðin kann verða misrøkt, um vit ikki fara vandaliga til verka í áskoðan og trúgv. “Guð er kærleiki, og tann sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum.”

Frímóð á dómadegi er beinleiðis bundið at tí veruleika, at vit eru í Guði. Tað er alt umráðandi í kristnari trúgv, at vit boða vegin til frímóð á dómadegi, ið gongur ígjøgnum Jesus Krist og Guðs æviga kærleika í sonarins fullgjørda verki.

Kristin hugsan er, at dómadagur í Jesusi Kristi er ein vælsignaður dagur, ið vit stunda á við gleði, samstundis sum vit eiga at gera jarðarlívið ríkt fyri hvør øðrum.

Grundhugsanin í kristni trúnni er, at vit skulu røkja skapanarverkið og taka okkum av hvør øðrum. Ja, vit eru, svá tey gomlu søgdu, forvaltarar av Guðs góðu skapan. 

Vit hava hvør í sínum lagi og í felag ábyrgd av jørðini og okkara medmenniskjum. Vit hava ábyrgd av samfelagnum, vit hava ábyrgd av kirkjum og samkomum. Vit hava ábyrgd av okkara egna dómadegi, um hann roynist okkum unniligur ella ræðandi.

Hvør einstakur hevur ábyrgd av sínum egna dómadegi, og vit hava als einki við ævigu lagnuna hjá øðrum at gera. Alt stendur í Guðs hond og hansara er dómurin. Tí eiga vit hvørki at døma ella fordøma onnur.

Tá ið tosað verður um dómadag mega vit leggja okkum eina við at finna ein javnvág í orðavali og myndum. Tó er tað undrunarvert, at vit andaliga eru so viðkvom, og møguliga ikki eins árvakin á øðrum økjum, t. d. tann ráði harðskapurin í telduspølum og annars á netinum.

Møguliga er harðskapurin og happing á netinum atvoldin til, at dómadagur verður framskundaður bæði í ævigum og tímiligum høpi. Happing á netinum og aðrastaðni er oyðandi.
Tá ið tað sálarliga bikarið er fult, og  tilveran raplar, er dómadagur longu komin inn í tað tímiliga og jarðiska. Dómadagur er bæði nútíð og framtíð. Vit eiga at liva soleiðis, at vit ikki eru øðrum menniskjum til bága.

Tann ríki maðurin í frásøgn Jesu livdi í góðgæti, hann sólaði sær í síni egnu dýrd. Tey, ið einans sóla sær í sínum egna, eru tímiliga rík í tí jarðiska og andaliga fátøk í tí æviga. Tey, ið ikki varnast medmenniskjað, eru fátæk í tí jarðiska hóast alt skreyt og gull, og tey verða enn fátækari í tí æviga.

Tað er eingin ódygd at vera ríkur, men tað kann verða ein ódygd, um vit ikki taka ábyrgd av samlaðu vælveru menniskjans. Vit mega liva lívið tilvitað og taka ábyrgd samsvarandi, so vit sosialt hjálpa hvør øðrum í samhaldsfesti.

Tey ríku kunnu hjálpa teimum fátæku til hækkandi menniskjansliga vælveru. Tað hendir meira enn so, at tey fátæku hjálpa teimum ríku til eitt betri og innihaldsríkt lív. Læra tey, hvat lívsins hægsta mál er og vísa teimum, hvar leiðin til varandi og djúpa eydnu gongur.

Tó, vit mega vera realistisk og siga, at ríkidømið lættir um gerandisdagin, tí í okkara samfelag mega vit hava nakað av peningi til tað dagliga. Ríkidømi er langt frá altíð vegurin til eydnu og lukku, hóast vit als ikki mega tilbiðja neyð, vesaldóm og fátækt.

Guð er í Jesusi komin til jarðar, og tað er á jørðini, at vit fyrireika okkum til tað æviga. Kærleikin rekur burtur óttan, og í Jesusi Kristi er óttin fyri framtíðini avmarkaður.

Har kærleikin er fullkomin, vellir fram frímóð á dómadegi. Guð er kærleiki, og Kristus er okkara verji nú og í komandi døgum. Hann vil tala okkara søk longu nú og tá ið ástendur. Frímóð í Jesusi Kristi, frímóð og gleði í trúnni á frelsara heimsins.

Í tíðini sum sóknarprestur Eystan Múla lærdi eg ein setning, ið gav mær frið við dómadag. Havi stóra virðing fyri degnum, men als ikki ræddur, fjálturstungin ella bangin.

Sagt varð, at tvinni endamál av alstórum týdningi eru í lívinum:

1) At vit fáa nakað burturúr lívinum og gera okkara besta mótvegis hvør øðrum.
2) At vit gera okkum búgvin at møta Guði, so vit eru klár at fara foldum frá, tá ið líggjamaðurin bankar á dyrnar.

Í Jesusi Kristi er hvør dagurin ein dómadagur. Trúgvin skal bera ávøkstur, ið samsvarar við umvendingina og trúnna. Trúgvin skal koma til sjóndar á jørðini sum góðgerðir móti øðrum.

Hvønn dag er Jesus okkara vernd og verja í bøn um fyrigeving syndanna. Evsta dag steðgar hann tíðini, og førir børn síni heim í tað æviga himmalska ríkið, har eingin er bangin, og óttin er heimleysur.

Hátíðardagurin í Fámjin, nú Merkið er hundrað ár, vísir vegin. Tá ið Merkið er vundið í húnar hátt ella kvøður sorgblítt á hálvari stong, hevur tað tvinni festi. Annað festi er í erva og hitt festið er í neðra.

Á sama hátt við lívi manna við atliti at dómadegi. Okkum tørvar eitt festi í erva, ið er línan til Guðs kærleika í Jesusi Kristi. Okkum tørvar eitt festi í neðra, ið er línan til medmenniskjað og samfelagið. Hesi bæði festi avgera virðið av jarðarlívinum og ævinleikan.

Amen.