Skriva út

Prædika í Christianskirkjuni 25. desembur 2018: Jóladagur. Prædikutekstur:M Lukas 2,1-14.



Dagurin í dag er av sonnum ein hátíðardagur, av tí í dag varð Jesus, Frelsari okkara borin í heim, og dagurin verður hátíðarhildin kring jarðarknøttin av øllum tjóðum.

Í heilaga evangeliið Lukasar – sum vit júst hava lisið dagsins tekst úr - eru tríggir týdningarmiklir lovsangir: lovsongur Zakariasar, lovsongur Mariu og lovsongur Símeons. Frá gamlari tíð hevur lovsongur Zakariasar verið nýttur til morgunsang og morgunbøn í kirkjuni, lovsongur Mariu hevur verið havdur til kvøldsang, meðan lovsongur Símeons til ta stuttu kvøldbønina við dagins enda.

Nevnast kann eisini tann fjórði lovsongurin í Lukasarevangeliinum, og hann er sangur einglanna á Betlehems fløtum jólanátt: „Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!“

Felags fyri hesar lovsangirnar er, at teir snúgva seg um frelsuna í Jesusi Kristi. Zakarias, faðir Jóhannes, doyparans syngur, at Harrin hevur vitjað og loyst út (frelst) sítt fólk (1,68). Maria syngur: „Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum“ (1,47). Í lovsongi Símeons ljóðar tað: „Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg“ (2,29-30), meðan einglarnir á Betlehems fløtum syngja: „Heiður veri Gudi í hægsta himli, tí Frelsarin er føddur!

Hesir lovsongirnir ljóða í byrjanini av Luksarevangeliinum og undirstrika harvi orðið „evangelium“, id merkir: gleðiboðskapur ella fagnaðarboðskapur. Lukas evangelistur sigur í heilaga evangelii sínum frá gleðiboðskapinum um Jesus Kristus og frelsuna í honum.

Sannroyndin er, at øllum dámar væl at fáa gleðiboð at hoyra. Teimum tungu boðunum, sum elva til sorg ella stúran, vilja vit helst renna undan. Jólaboðini eru júst av teimum boðum, vit fegnast vilja hoyra, fagnaðarboðini – og tey ljóða í dag: „Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði (2,10-11).

Undurið er hent – og sum frá er liðið fyri mongum, mongum árum síðani, ja, farin eru meira enn 2000 ár aftur um bak, – men vónandi gerst tað veruliga greitt fyri okkum í dag, nú vit aftur sleppa at hoyra fagnaðarboðini endurtikin: At Gud gjørdist menniskja í barninum Jesusi – og harvið lat seg føða í holdi og blóði, sum vit øll eru.

Flestu av okkum kenna bæði tilburðir og hendingar, sum hava havt og hava týdning ella avleiðingar fyri okkum í fleiri ár. Sum dømi kunnu nevnast, tá eitt mannabarn verður borið í heim ella, tá eitt menniskja fer um sýnina, og um onkur flytur til ella flytur frá. Tilburðir og hendingar fara fram, ið kunnu hava ymiskan týdning fyri okkum menniskju.

Veruleikin er, at Gud talar í tilburðum og hendingum. Tá Gud skal tala til okkum menniskju, kann hann lata ein tilburð fara fram. Jólahendingin er boðskapurin um, hvønn týdning tað hevur fyri okkum, at Gud læt son sín verða føddan í Jesusi.

Tá Jesus varð borin í heim, vendi Gud sær beinleiðis til okkum syndarar. Við komu Jesusar setti Gud teir tilburðir í verk, sum gjøgnum trúgv á sonin skuldu verða til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr á sonin.

Jólanátt tók Gud búgv okkara millum, í syni sínum Jesusi Kristi, sum er ótrúliga gáva Guds til alla mannaættina!

Henda mikla gleði okkara - eisini í dag - er, at Gud elskaði og elskar okkum so, at hann læt einborna son sín íklæðast okkara hold og blóð og føðast av Mariu moy í einum fjósi í Betlehem, og sum vaksin maður bar Jesus gleðina við á ferð síni. Hann kom, har menniskju vóru sjúk, og hann veitti teimum heilsubót. Hann kom, har menniskju grótu og vóru nívd av sorg, og hann gav teimum gleðina aftur, og við menniskju, sum vóru í neyð av synd, og sum onnur vildu fordøma, segði hann: „Eg dømi teg ikki“ ella „syndir tínar eru tær fyrigivnar“. Og at enda píndist og doyði hann hin ræðuliga – og vanvirðisliga krossardeyðan fyri teg og meg – fyri alla heimsins synd og neyð.

Mong ár eru nú liðin síðan tey fyrstu jólini; men Jesus, Harrin Kristus í Dávids staði, er hin sami, og lyftið hann gav lærusveinum sínum – og harvið eisini okkum: „Sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda“, tey standa við – eisini nú, vit enn einaferð kunnu halda jól.

Sum nevnt er fyrri jóladagur ein heilt serligur dagur í kirkju okkara, av tí at frelsarin kom í heimin, men júst hesin jóladagurin í dag, hin 25 desembur 2018, er eisini ein kirkjusøguligur dagur í okkara kirkju, av tí at í dag eru júst 100 ár síðani, at hin fyrsta føroyskt mælta guðstænastan varð hildin í gomlu kirkju, sum var bygd í 1866.

Hin 3. januar 1919 stód at lesa í Norðlýsinum: „Færøsk Gudstjeneste. Første Juledags Aften var der i Klaksvig Kirke færøsk Gudstjeneste. Det er første Gang her i Kirken, at Gudstjenesten foregik udelukkende paa Færøsk. De færøske Julesalmer blev smukt sungne af et indøvet Sangkor. Kirken var fyldt til sidste Plads“.

Hetta tíðarskeið var Niels Peter Falkvard sóknarprestur í Norðoyggjum (1917-1927), og nýkomni presturin hevur neyvan kunna hildið føroysku gudstænastuna. - Av tí at eg fyri heilt stuttum varð gjørd varug við hesa lýsing, havi eg tíverri ikki havt stundir til at kanna neyvari, hvør prestur prædikaði, og hvussu hetta kórið var mannað ella, hvør stjórnaði kórinum. Tað kundi veri mikið áhugavert at fingið meira kunnleika um hesa hending. Um tað tí skuldi verið onkur, id veit meira um hesa stórhending, er vidkomandi vælkomin at venda sær til mín.

Í framhaldi av Trúbótarhaldinum í fjør, har hátídarhildið varð, at 500 ár vóru lidin sídan trúbótin - við munkinum, prestinum og trúbótarmanninum Martini Luther – fór av bakkastokki, kann verða nevnt, at eitt av aðalmálum Luthers var, at móðurmálið skuldi ljóða í kirkjunum, og í hesum sambandi má ásannast, at áhugvert er, at tað í dag so at siga eru 100 ár sídani, at hetta aðalmál Luthers vann frama innan kirkjugátt her í Klaksvík um leið 400 ár seinkað, hóast vit hava verið luthersk kirkja í nær um 500 ár. Glediligt er, at vit í dag hava føroyskt sum kirkjumál í kirkjum okkara, at vit kunnu hoyra um og lovprísa Frelsara okkara á módurmálinum.

Í dag – jóladag – kunnu vit, “hóast lágt stendur sól” myndaliga tala um “sólarris av høgum himni”. Tí nú lýsir fyri degi, og tað er Jesus, frelsarin, ið er sólarrenningin. Ja, hetta er, sum tá sólin rísur í eystri, og hon lýsir á og hitar øll við mikla mátti sínum. Hesin morgunroðin er byrjanin til ein nýggjan dag, nakað nýtt og heilt serstakt. Jesus er komin sum „ljós heimsins“ – við lívi og nýggjum ljósi til okkum menniskju, ið sótu í myrkri og skugga deyðans.

Spurningurin er, um jólagleðiboðskapurin er vorðin „sólarris“ í mínum og tínum lívi? Um vit geva hesum mikla fagnaðarboðskapi veruligan ans, at Jesus kemur við ljósi, lívi og friði til okkara til tess at lýsa okkum leið ígjøgnum lívsins tokukleim, til sannleika og til sælu!

Lati okkum tí av hjarta ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól – við fagnaðarboðskapinum um, at „okkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!“ – meðan vit við einglunum lovsyngja Gudi av hjarta við orðunum: „Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!“

Gledilig jól øll somul!