Skriva út

Prædika 5. sunnudag eftir trettanda Tekstur: Matteus 13, 24 - 30



Tá ið vit fáa eitt barn, so kenna vit eina gleði og eitt takksemi, sum alt er so stórt, at tað næstan ikki ber til at seta orð á tað, - men samstundis við gleðina so føla vit eisini líkasum ein ófrið, tí hvussu fer tað at gangast barnið okkara í hesum heimi, har gott og ringt, gleði og sorg, lukka og vanlukka alt er hvørt um annað.

Flestu av okkum kenna fitta og vakra sangin hjá Martin Joensen, “Morgun”. Her hoyra vit um ovurstóru gleðina yvir nýfødda barnið samstundis við óvissuna um framtíðina, sum vit einki kunnu vita um.

Tvey tey fyrstu ørindini ljóða soleiðis:

Morgun og nýføddur grátur
Vælkomin, lítli, stíg inn
Í henda heimin sum gestur
Kanska tú dvølur eitt bil.

Um tú vilt korini vita
Best at eg sigi sum minst
Tó, eingin veit um júst títt lív
Skapt er til eydnu og ljós.

Gleðin og ekkin eru blandað saman. Tí hvat fer framtíðin at geva tær? Og hvat við tí heiminum, sum vit vaksnu lata yvir til tín, eisini hann kann verða tungur at bera.

Men hvussu er og ikki, tað er sum, at trúgvin á lívið og eisini gleðin yvir lívið fær alíkavæl altíð seinasta orðið og vinnur á ekkanum. Til alla lukku er tað soleiðis.

Jú, gott og ónt, ljós og myrkur eru tey korini, sum vit mugu liva undir. Onkur vil kanska siga, at hetta er lagna okkara. Lívið tað gongur upp og niður. Ein dag gongur tað gott, ein annan dag gongur illa hjá okkum. Nakrir dagar eru ljósir, aðrir eru myrkir.

Soleiðis er tað bara. Laga teg eftir umstøðunum og royn bara at fáa sum best burtur úr, og royn altíð at sleppa undan ella sleppa so snikkaleysur sum møguligt í tí mótganginum, sum nú einaferð er. Ver nøgdur og kom til sættis við, at soleiðis er tað bara. Og so hevur tú fyrireikað teg, og verður ikki vónsvikin.

Men hetta er eitt ógvuliga vánaligt ráð, at vit bara skulu brynja okkum við líkasælu, fyri soleiðis at verja okkum ímóti lívsins veðurlagi og ódnarveðri, fyri nú at tosa í myndum.

Vit vita øll, og hetta kunnu vit eisini lesa um í Halgubók, at lívið tað gongur ikki altíð upp, og tað er heldur ikki altíð rættvíst. Hjá nøkrum gongst lívið væl, og kann samanberast við ein spadseritúr í góðum veðri, meðan onnur fáa nógvan mótgang. Uttan at tað var nøkur forkláring uppá, hví tað er soleiðis.

Men í Bíbliuni lesa vit ongantíð, at soleiðis má tað bara vera. Tilvildin avger, um vit fáa eitt lætt og ljóst lív, ella tað verður tungt við nógvum mótgangi. Og vit kunnu heldur ikki sláa upp í Bíbliuna fyri at finna eina meining í tí meiningsleysa.

Bíblian roynir ongantíð at koma við løttum loysnum, fyri bara at troysta okkum.

Men í Bíbliuni kunnu vit lesa um gleðina og takksemi fyri lívið bæði tá ið gongur við, og tá ið gongur ímóti. Vit kunnu taka eitt dømi, Job, sum misti alt, og sum eisini bleiv illur, men endaði við at takka Gudi fyri rættvísi hansara, sum er so nógv størri enn vit menniskju kunnu fata.

Og tað gjørdi hann samstundis, sum hann hevði mist alt, øll síni kæru og allar ognir sínar. Og fleiri líknandi dømi eru eisini í sálmabókini í GT.

Bíblian fortelir okkum, at Gud er so góður við øll menniskjabørn síni, og tí letur hann sól sína rísa yvir øll menniskju, bæði yvir góð og yvir ónd.

Vit hoyra ongantíð um nakra smáligheit, tá ið vit hava við Gud at gera.

Sjálvandi, vit sleppa ikki undan mótgongd, vónloysi og tómleika, men alt hetta fær ikki loyvi til at fáa tað seinasta orðið, tí Gud, sum er góður við okkum, hann fær altíð tað seinasta orðið. Hann er vón okkara, tá ið lívið gerst myrkt rundan um okkum.

Og tá ið vit við okkara hondum mugu sleppa teimum, sum vit eru góð við, so heldur Hann framhaldandi fast í okkum, og leiðir okkum heilt heim til sín. - Hann hevur seinasta orðið.

Jú, lívið er so ómetaliga ríkt og hevur so nógv at geva okkum. Tað er so nógv at takka fyri. Í veruleikanum er so nógv meira at takka fyri enn at grenja um. Og alíkavæl hugsa vit kanska ofta: Áh, tað hevði verið gott, um Gud nú skilti alt tað ónda burtur frá, so bara tað góða var eftir. So var alt meira ruddiligt og eisini nógv lættari. Vit ótolnast kanska eisini og hugsa: Hví ger Gud ikki okkurt við tað?

Og soleiðis hava lærusveinarnir heilt sikkurt eisini hugsað, tankarnir hava rumsterað í høvdinum á teimum akkurát sum hjá okkum, og teir hava spurt Jesus: Hvussu ber tað til, at tað er so nógvur óndskapur í heiminum? Hví gongur tað ikki betri upp í lívinum, soleiðis at tey óndu verða rakt av mótgangi, meðan tey góðu og rættvísu sleppa undan. Soleiðis eigur tað at vera eftir okkara mátistokki.

Vit hava tað uppá sama máta sum lærusveinarnir. Vit fáa tað ikki til at passa saman, at Gud, sum er so góður, rættvísur, kærleiksfullur, alvitandi og almáttugur, at hann so ikki bara grípur inn og fær alt í rætt lag soleiðis, sum vit halda, at tað eigur at vera.

Vit halda okkum vita nógv betur, hvat ið er rættvíst og órættvíst, og vit halda, at vit saktans kunnu hjálpa Gudi og geva honum góð ráð, hvussu alt skal vera.

Summa tíðir virkar tað fyri okkum sum um, at Gud er so langt burturi, at hann kanska ikki sær so væl heilt niður á jørðina, hvussu tað gongst menniskjabørnum hansara heilt her niðri, og tí vilja vit fegin hjálpa honum.

Nú er tað bara soleiðis, at vit kunnu ongantíð pressa Gud inn í okkara skema, sum vit hava gjørt okkum. Vit skulu vita, at tað er nevniliga Gud, sum er skaparin, og vit eru børn hansara, sum Hann hevur skapað.

Og vit mugu veruliga ikki halda, at tað eru vit, sum vita best, hvat góðska, rættvísi og kærleiki er fyri nakað.

Og tíverri vita vit alt ov væl, at vit ofta sjálvi ikki eru rættvís og als ikki so góð, sum vit ætlaðu okkum at vera, ella tað var okkurt ónt og órættvíst vit enntá gjørdu við fríðum vilja.

Nei, tað sum vit kunnu trúgva og siga, tað er, at Gud er altíð góður og rættvísur, og hann er altíð góður við øll menniskjabørn síni.

Men tað ónda er komið inn í heimin, tað vita longu frá fyrstu blaðsíðunum í Bíbliu okkara. Tað var, tá ið djevulin hevði krógva seg inni í slanguni og lokkaði Adam og Evu at gera ímóti vilja Guds.

Og hann, djevulin hevur verið her líka síðani. - Men Gud er her eisini, og hann er tann sterkasti, og tað er hetta, sum vit skulu halda okkum til, eisini tá ið tað sær út sum, at illimaður hevur størsta valdið. Tí tað hevur hann ikki, - tað hevur Gud.

Og so eru vit við líknilsi hjá okkum í dag, sum handlar um tað góða sáið, sum Gud hevur sáað, men um náttina, tá ið eingin sær, sníkir djevulin seg inn og sáar illgresi sítt inn ímillum alt tað góða sáið.

Og vinir Guds teir eru beinanvegin til reiðar at hjálpa honum: Vilt tú hava okkum út at lúka alt hatta illgresið burtur beinanvegin, spyrja teir.

Soleiðis vóru lærusveinarnir, og soleiðis eru eisini vit, vinir Guds. Vit eru altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond, tá ið tað skal ruddast upp. Vit eru altíð til reiðar at meta um, hvat skal goymast, og hvat skal blakast út.

Men svarið, tað ljóðar: Nei takk. Tí tá ið tit lúka illgresið burtur, koma tit eisini til at lúka allan tann góða vøksturin saman við tí, og tað má ikki henda.

Nei takk, ljóðar tað til okkara, tí við okkara góða vilja, so koma vit til at gera meira skaða enn gagn. Nei, lat heldur allan vøksturin sleppa at veksa lið um lið inn til heystardagurin kemur.

Og so skulu vit líka minnast til, at líknilsi tosar í myndum, og vit eru ikki korn, men menniskju, og innan í okkum er bæði gott og ringt, har er bæði lygn og sannleiki. Vit akta ikki altíð Gud Faðir okkara, sum skapaði okkum, og sum sáaði lívsfræ okkara.

Vit lata okkum eisini freista av óvini Guds, djevlinum, tí ofta er tað soleiðis, at tann vegurin, sum hann, djevulin bjóðar okkum, er nógv slættari og behagiligari at ganga eftir.

Og tí eiga vit at gleða okkum yvir, at Gud í stóru náði síni vil lata allan vøksturin sleppa at vaksa líka til heystardagin. Hetta skulu vit ikki ynska annarleiðis.

Og heystardagin kunnu vit trygt lata Gudi taka sær av, tí Gud er miskunnsamur. Hansara miskunnsemi gongur langt yvir okkara forstand.

Og tað er gott fyri hvønn tann einasta av okkum, at tað er soleiðis.

Og tað er ikki vilji Guds, at vit skulu farast. Tað er ikki vilji Guds, at nakar av okkum skal glatast. Tí er heystardagurin heldur ikki komin enn.
 
Orð Guds, tað verður framhaldandi breitt út alla staðni um allan heim at fremja tann góða vøksturin.

Mitt inn í henda heimin, sum hann nú er, og eisini til okkara, soleiðis sum vit eru, ljóðar gleðiboðskapurin við Guds mildu rødd til okkara, at Hann vil ongantíð sleppa okkum úr sínum hondum. Tí sendi hann son sín Jesus niður til jarðar at stríða stríðið ímóti djevlinum og deyðanum fyri okkum. Og páskamorgun vann Hann lívið til okkara og gav okkum tað.

Tað lívið, sum bæði er nú og um allar ævir.

Alt tað, sum vit fingu frá honum skulu vit geva víðari til børn og til eftirkomarar okkara saman við gleðiboðskapinum um, at Gud lat Son sín Jesus Kristus bera alt tað fyri okkum, sum vit ikki sjálvi ikki orka ella eru ment at bera.

Jú, Gud er góður við okkum, tí er tað eisini gott hjá okkum at vita, at tað er Hann , sum skal standa fyri, tá ið heystardagurin kemur, og vit kunnu vera heilt trygg, tí Hann kennir hvønn tann einasta av okkum við navni.

Hann leitar ikki eftir øllum feilunum og veikleikunum hjá okkum, tvørturímóti so er tað út frá kærleika sínum, at hann dømir okkum.

Tí kunnu vit trygt leggja alt í hansara hendur.

Amen