Skriva út

Prædika 3. s. e. trettanda(22.01) 2017 í Vesturkirkjuni



Sálmar: 24 – 306 – 506 – 353-138 - 37.

B ø n fyri prædiku: 

    Kæri Harri Jesus! Tú veitst, at vit kunnu ikki liva uttan trúgv, trúgv á møguleikar og trúgv á næsta okkara, men fyrst og fremst trúgv á Teg og á Guð. Og biðja vit sum ápostlarnir Teg um at geva okkum ikki bara trúgv, men eisini ta røttu trúnna, sum bara tú kannst, og um alla tíðina at menna og haldi henni uppi í lívi okkara, trúnna á fyrigeving og endurnýgging, sum dagarnir og árini líða. 
    A m e n .

Prædikutekstur: Matt. 8, 1 – 13. 

    Fyri sjey árum síðan var mikil jarðskjálvti á Haiti. Leitingarlið úr øllum heiminum vóru har og hjálptu. Og tíðindastovur vistu at siga, at fyrstir av øllum at koma vóru íslendingar við tveimum flogførum og 40 serkønum fólkum. Nógv fólk doyðu, og nógv vórðu bjargað. Myndin av tveimum systkjum, sum bjargingarlið úr New York togaðu fram undan leivdunum sjey dagar eftir jarðskjálvtan, stendur lívsjáttandi fyri okkum. Drongurin rætti báðar armarnar upp í sigursfagnaði, tá ið hann var bjargaður, og spurdur, hvat ið hevði hjálpt honum, segði hann: Guð hjálpti mær! Trúgvin á Guð hjálpti honum til at halda út í sváru bíðingarløtunum undir raplaðu húsaleivdunum. 

    Ì øllum ræðuleikunum, sum mannaættin hevur verið úti fyri tað seinasta árið, serstakliga sorgarleikirnar í Miðeystri, munnu vera um at taka trúnna á Guð frá fólki, at hann loyvir øllum hesum mannaskaptu líðingum. Men tað er ikki Guð, nakað er skeivt við, tað er okkum menniskjum í hesi syndugu verð. Tí er tað vælsignað, tá ið vit hoyra vitnisburð sum frá hesum dronginum á Haiti, sum segði, at Guð hjálpti sær í allari neyðini. Og tað er júst tað, Jesus varð borin í heim at vísa menniskjum, at Guð hjálpir okkum. 

    Prædikuteksturin er úr áttanda kapitli hjá Matteusi, sum kemur beint aftan á fjallaprædikuna í fimmta til sjeynda kapitli, og í tekstinum verður talað um myndugleika og trúgv. Fólk vóru “rættiliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.”(Matt.7,29) 

    Nú kundu vit sagt nakað um, hvat ið tað vil siga at hava myndugleika, sum á fremmandum máli eitur “kommando”, og “kommandera”. Jesus hevði fingið henda myndugleika frá Guði, og fór hann ikki harðliga fram, men í eyðmýkt, tá ið hann hevði við menniskju at gera, tí at hann visti, at hann stóð í tænastu hjá einum, sum var hægri, Guði sjálvum. Tí var tað, at orð hansara skapaði nakað í mannamúgvunum, sum lýddu á, skapaði álit og trúgv á hann og á Guð. Í tekstinum verður steðgað við 2 einstakar persónar, sum í trúgv verða drignir til hansara. 

    Hin fyrri er ein spitalskur maður, sum kom og fell til jarðar fyri honum og segði: “Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.” Og Jesus vildi. Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: “Eg vil, verð reinur!” Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. So vælsignað at lesa. Tað er trúnni hjá hesum sjúka, vit skula geva gætur eftir, og viljan hjá Jesusi til at hjálpa. 

    Og hin seinni persónurin í teksti okkara í dag er ein herhøvdingi í Kapernaum, sum kom til Jesus og segði seg eiga ein illa sjúkan drong heima við hús. Tað kann vera ein son ella ein tænara. Á grikskum máli merkir orðið bæði. Jesus sigur við hann: “Eg skal koma og gera hann frískan.” Fyri at undirstrika virðing og eyðmýkt herhøvdingans verður sagt frá, at hesin segði seg ikki vera verdan, at Jesus kom á gátt hjá honum, men hann kundi bara siga tað við einum orði, so verður drongurin frískur. Og vísti herhøvdingin til, at hann var sjálvur ein, sum hevði myndugleika og gav boð(kommanderaði), og tað bleiv júst, sum hann segði. Vit lósu, at Jesus undraðist á trúgv herhøvdingans og segði seg ikki hava funnið slíka trúgv í sjálvum Ìsrael, sum gjøgnum nógv hundrað ár báði hevði havt profetar og onnur guðsfólk at slætta vegin fyri komu Jesusar í heimin. 

    Tí er trúgv er eisini eitt av høvuðsorðunum í kristindóminum. 

    Hvat er so trúgv fyri nakað? Trúgv er nakað, tú kannst fáa. Trúgv er ikki nakað, tú kannst taka, hava í hondini og reypa av. Trúgv kannst tú bara taka ímóti, tá ið onnur fáa skapa hana í tær. Trúgv er sum kærleiki. Tað skal nakað uttanfyri teg sjálvan til, sum kallar fram í tær kærleikans streingir og tónar. Soleiðis er trúgv eisini. Tað skal nakað uttanfyri teg sjálvan, sum skapar trúnna í tær og heldur henni uppi. Nakað, sum er máttugari enn tú sjálvur ella sjálv. Nakað, sum tú kanst síggja upp til og verða leidd av. Trúgv er nakað, vit ikki sjálvi hava skapað í okkum. 

    Tað er eina sovorðna trúgv, sum Jesus kemur at geva og menna í hjørtum okkara. 

    Ápostlarnir bóðu um meiri trúgv. Tann bønin er nú ikki so ring. Tað er ein góð og fróm bøn. Tað er bara spurningurin, sum hann so ofta er hjá okkum menniskjum, hvat ið vit meina við trúgv. Og er tað líkt til her, at ápostlarnir meina ikki tað sama sum Jesus, tá ið teir einaferð bóðu hann um meira trúgv. Tað skilja vit av tí svari, sum Jesus gav teimum. 

    Tað er altíð trupult at koma inn á, hvat ið ósjónlig fyribrigdi sum trúgv er fyri nakað. Vit vita tó um so nógv onnur sovorðin fyribrigdi og megi teirra, og kunnu vit læra nakað av tí. Vit hava t.d. ravmagn, elektrisitet, sum sæst víðahvar gera stórt gagn, men hvussu ið ravmagn í grundini sær út, er tað eingin, ið veit. Tí tað er ein megi, sum ikki sæst, men avleiðingarnar, fylgjurnar av tí, tær síggjast. Ein onnur ósjónlig megi, sum ikki sæst, og sum vit tó vita um, er vindurin, ið blæsur.
Eingin veit, hvussu ið hann sær út, um hann er gulur, reyður, grønur ella bláur ella, hvussu ið hann sær út. Men vit síggja, tá ið vindurin tekur í okkurt og lyftir tað upp í loft, ikki vindin, men tað, hann lyftir uppfrá og fer til at fúka burtur. Vit síggja avleiðingarnar, men ikki vindin sjálvan, og kunnu vit viðhvørt eisini hoyra vindin súsa og leika í, tá ið hann fer um geilarhorn, hamrar og gjáir, men vit síggja ikki vindin sjálvan. 

    Kærleikin í mannahjørtum er sum trúgv, at tað má vera okkurt uttan fyri okkum sjálvi, sum kallar kærleikstónarnar fram, fær teir at livna upp og geva ljóð, ein lutur, tú kannst verða góður við, ella ein persónur, ið kann fáa okkum um ikki til at gera alt tað, ið hann ella hon ynskir, so alt, ið gagnar. Og skuldi tú funnið upp á at farið og hugt eftir tínum egna kærleika, hvussu stórur ið hann er t.d. til eina aðra menniskju, spegla tær í tínum egna kærleika, hygg, hvussu stóran kærleika eg havi, so skalt tú vita, at tað er ikki kærleiki longur. Hann hevur smoykt sær millum fingrarnar á tær, er broyttur og vorðin til eginkærleika. Tú stendur tá og er bara góður við teg sjálvan. Og eginkærleiki er tað øvugta av tí sanna kærleikanum, sum vit kunnu lesa um í fyrra brævi Paulusar til Korintmanna 13. kapitul, at kærleikin søkir ikki sítt egna. 

    Á rætt hin sama hátt er tað við trúnni. Um tú fert at máta tína egnu trúgv, kanna hana og kannska brúka hana móti øðrum, tú ert ikki samdur við, so er hin sanna trúgvin horvin, og tú stendur eftir við trúnni á teg sjálvan og ikki á onnur. Grundarlagið fyri trúnni er flutt yvir á teg sjálvan. Og trúgvin á teg sjálvan kann vera góð at hava, men hon kann ikki bjarga tær í lívsins stóru og avgerandi spurningum. Tað kann bara trúgvin á Jesus og trúgvin á Guð sum hjá dronginum á Haiti. 

    Tað er hitt sama við gleðini, sum er eitt annað ósjónligt fyribrigdi. Tá ið Jesus hevði sent teir sjúti lærusveinarnar út, og teir komu glaðir aftur og søgdu frá, at eisini hinir illu andarnir vóru teimum undirbrotligir í navni Hansara, sá Jesus skjótt, at grundarlagið fyri gleði teirra kundu so spakuliga flyta seg frá Honum og verki Hansara til egna mátt og megi teirra. Tí segði Hann: Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum(Luk. 10,20). 

    Lærusveinarnir vóru einaferð staddir í illveðri á Genesarets vatni, tá ið Jesus kom gangandi til teirra á aldunum. Teir vóru ræddir, hildu Hann vera eitt spøkilsi og fóru at rópa. Tá talaði Jesus til teirra og bað teir hava gott treysti. Og Pætur gjørdist so glaður, tá ið hann hoyrdi málið í Jesusi. 

    Tað skapaði trúgv í honum, sum fekk hann til at biðja Jesus um at biðja seg koma til Sín. Og tá ið Jesus stutt og greitt sigur: “Kom!” stígur Pætur út úr bátinum og fer til gongu eftir vatninum yvir móti Jesusi, Vit eiga at leggja okkum tað í geyma, at Pætur varð hildin uppi, so leingi ið hann hevði eygu síni fest á Jesus, sum fekk flutt trúgv, lýdni og kraft inn í hann, og at Pætur tók til at søkka, tá ið hann tók eyguni av Jesusi og fór at hyggja eftir sær sjálvum og aldunum, hann gekk á, so stórar tær vóru. Aldurnar kundu ikki halda honum uppi. Og í honum sjálvum var heldur ikki nakað, sum kundi halda honum uppi. Tað stendur skrivað, at hann sá illveðrið og fór at óttast. 

    Jesus flutti trúgv inn í hann, hitt bara ótta. Hann tók til at søkka, og Jesus mátti taka í hann og sigur við hann, at tað er trúgv, honum vantaði, “fátrúni maður hví ivaðist tú?” Tú vart lítið trúgvandi og lítið lýðin. Tú skuldi havt eygu tíni fest á meg. Tá hevði eg kunnað flutt trúgv inn í teg; tað kann eingin annar, allraminnst tú sjálvur. Tak tá og lyft eygum tínum upp um teg sjálvan, upp um aldurnar og lít á meg. 

    Og hetta man vera tað, ápostlarnir hjá Jesusi hava lært at gjørt, hóast alt. Tí høvdu teir hugt eftir egnum skeivleikum og verið farnir at máta sína egnu trúgv, var tað onga leið komið við Guðs ríki, sum tó er komið heilt her upp til okkara. Jú, sanniliga høvdu ápostlarnir skeivleikar og synd, ja, Pætur fekk enntá at vita frá Jesusi sjálvum, at Sátan arbeiddi í honum, og so sveik hann Jesus, tá ið á stóð og mest ráddi um, sjálvt um hann var ávaraður frammanundan. Men teir hava lyft eyguni upp um alla hesa synd og allar hesar skeivleikar, iðra seg og hugt á Jesus, ið hevur kunnað fyrigivið teimum syndina, flutt trúgv, lýdni og kraft inn í lív teirra, so at teir kundu verða tað, teir vóru, og varðveita stavnhaldið og halda kósina, ta kós, sum gongur nógv longri enn nakað himmalhválv kann rúma. 

    Hann er upphavsmaður og fullkomnari trúarinnar, Jesus, sum vit líta til, sum tað stendur í Hebrearabrævinum(Hebr. 12,2). 

    Skaparaverkið er so stórt og ríkt, og tøknin er góð at hava fyri at síggja meira av tí, og kann tøknin gera okkum lívið nógv lættari; her er nógv at fegnast um og takka fyri. 

    Men trúgvin í hjartanum er tað, sum drívur verkið. Hon frelsir og bjargar, og hana kann bara Guð og Jesus geva okkum.

A m e n !