Skriva út

Prædika 22. sunnudag eftir tríeindardag – 28.10.2018. Kirkjuvígsla kl. 11 – Norðskála kirkja endurvígd. Prædikutekstur: Luk. 7,36-50. Prædika: Náði, fyrigeving og kærleiki.



Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur:
Men ein av Farisearunum beyð Jesusi at koma og eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum og settist til borðs. Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum og stillaði seg aftan fyri hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høvuðhári sínum; og hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslunum. Men tá ið Farisearin, sum hevði boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum:”Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona.” Og Jesus tók til orða og segði við hann:”Símun, eg havi nakað at siga tær.” Men hann sigur:”Meistari, sig tað!” ”Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti. Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?” Símun svaraði og segði:”Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.” Men hann segði við hann: ”Rætt dømdi tú.” Og í tí hann vendi sær móti konuni, segði hann við Símun:”Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat, frá tí eg kom inn, at kyssa føtur mínar. Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum. Av teirri grund sigi eg tær: Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.” Men hann segði við hana:”Syndir tínar eru fyrigivnar.” Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum:”Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?” Men hann segði við konuna:”Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!” Luk. 7,36-50.

So ljóðar hetta heilaga evangelium. Orð Harrans varir um allar ævir!

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Kirkjan við Norðskála hevur verðið undir umbygging og umvæling í longri tíð og er nú loksins endurvígd. Fólkinum hevur longst eftir, at kirkjan aftur kundi verða tikin í nýtslu, tí at fólk eru góð við kirkjuna.

Men kirkjan er meir enn bygningurin. Hon er eisini og fyrst og fremst ein savnaður av doyptum syndarum, sum Jesus hevur kallað í fylgi sítt.

Jesus gjørdi ikki mun á menniskjum og setti eingi mørk. Hann át og drakk saman við tollarum og syndarum. Og eftir tátíðar hugsan gjørdi tú teg til eitt við tey, sum tú hevði borðfelagsskap við.

At Jesus var saman við slíkum menniskjum vil ikki siga tað sama sum, at hann góðtók atferð teirra og lívsførslu, ið summi, sum útleggja slíkar tekstir vilja gera tað til í misskiltum frísinni – helst við einum priki til tey, sum tey háðandi kalla tey gudiligu.

Sjálvur sigur Jesus:”Menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga tí..........eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.” Tað var og er endamál hansara.

Tá ið vit nú hava hoyrt frásøgnina um vitjan Jesu í húsi Farisearans, og um syndafullu konuna, sum órógvaði veitsluna við hjáveru síni og atburði, skuldi tað verið sera løgið, um vit ikki, í hvussu so er í ein vissan mun, kendu okkum aftur í hesum.

Vit gera jú mun á menniskjum og seta mørk meira ella minni. Og summi menniskju og kristnir felagsskapir eru soleiðis háttað, at tey reka frá sær og útihýsa teimum, sum eftir teirra tykki falla uttan fyri tað, ið kallað verður vanligir normar – falla uttan fyri tað, sum vit hvør í sínum lagi halda vera rætt og sømiligt.

Hesi fáa mangan ringa umtalu, verða vanvird og útspilt, baktala og háða, ella tey verða hildin uttanfyri, soleiðis sum syndafulla konan man hava kent tað.

Soleiðis kunnu vit so lætt gloyma tað, sum vit prædika um og hoyra í kirkjuni, ikki minst tað, sum Jákup ápostul sigur um tunguna, tá ið hon verður brúkt soleiðis: at tá er eldur settur á hana frá sjálvum helviti.

Tað eru enntá tey, sum tala um, at vit mugu fáa eina kristna veking og venda aftur til kristnu virðini, samstundis sum tey ókristiliga goysa gor og gall við teimum mest ófantaligu og niðrandi orðum yvir síni medmenniskju, sum eru øðrvísi, tað veri seg í atferð og livihátti, politikki og átrúnaði og í mongum øðrum. Slík tala er grovt misbrúk av kristindómi og talufrælsi og Harranum ein andstygd. Tað er ikki í kristnum anda og samsvarar als ikki við frælsi í Kristi og læru hansara um kærleika og fyrilit fyri medmenniskjanum. Tí skapar tað onga kristna veking, onga kristna kirkju, men er útilokandi og eggjar heldur til hat og upploysing, umframt at tað er bæði primitivt og óvirðiligt. Enn meira oyðileggjandi og skelkandi verður tað, tá ið menniskju, sum játta seg til kristnu trúnna, verja slíkt, halda tað vera í lagi og enntá til tíðir stuttligt og gott undirhald. Men tað man bara vera so leingi, tað ikki rakar ein sjálvan.

Til kristnu virðini hoyrir eisini áminningin um at vara tungu sína, so at vit ikki nýta alskyns ókvæmisorð, glósandi og niðrandi viðmerkingar, men heldur tala sømiliga og sakliga, eisini tá ið vit eru rúkandi ósamd og finnast at, um tað so er í hvøssum orðdrátti ella kjaki. Vit koma longst við tí, tá ið av tornar. Tað skapar virðing. Meðan hitt brýtur niður, særir summi og fær øði í, meðan onnur hoyra tað sum undirhald og taka ikki hin talandi í álvara. Skommin er hansara ella hennara, ið soleiðis fer fram, og teirra, sum verja slíka talu, ikki minst um hesi samstundis siga seg vilja verja okkara kristna virðisgrundarlag. Tað er hin fullkomna mótsøgnin.

Sovorðin útilokandi atferð og málburður heldur enn fevnandi – enntá við Bíbliu í hond – kann lætt geva menniskjum eina skeiva fatan av kristindómi og kirkju, so at nøkur teirra venda kristnini baki, meðan onnur, sum tráa eftir einum kristnum felagsskapi, kenna seg útihýst av teimum, sum heldur skuldu verið teimum til hjálpar.

Ein prestur greiðir frá, at hann einaferð talaði við eina skøkju í einum stórbýi. Hon var komin nakað væl til árs og deyðiliga sjúk. Tí hugsaði hon nú um lív sítt og farnar dagar. Hon greiddi frá, hvussu hon og aðrar skøkjur einaferð høvdu gjørt seg inn á eina íbúð, har ein mynd av Jesusi og syndafullu konuni hevði staðið í vindeyganum. Tær høvdu brotið vindeygað, knúst rammuna og skrætt myndina sundur. Nú var hon farin at spyrja eftir Guði. Ikki tí, hetta hevði hon mangan hugsað um áður. Av og á hevði hon kent seg drigna at kirkjuni og hugsað um at komi hagar til messu, men tað var ongantíð vorðið til nakað. Øll har um vegir kendu hana, hugsaði hon, og kirkjan er jú bert fyri pen og skikkilig menniskju. Kirkjuliðið vildi líta at henni við vanvirðing, andstygd og fordøming, helt hon. Hon doyði stutt eftir, men áðrenn gav hon seg í Guðs hendur lítandi á hansara fyrigeving og kærleika í Kristi.

Tað er oyðileggjandi, til stóran skaða og lítlan sóma, um so skuldi verið, at vit, sum sjálvi eru syndarar, geva øðrum tað fatan, at kirkjan og ikki minst altarborðið er bert fyri pen og skikkilig menniskju. Sum ein segði við prestin:”Tað er nógv fyri at liggja á knæ við altarborðið og síggja yvir á handa horkallin, sum plagar at liggja á knæ yvir av mær. Tú átti at nokta honum sakramentið.” Presturin svaraði:”Eg, sum sjálvur eri ein syndari, seti meg ikki føran fyri at velja og vraka. Men næstu ferð altargangur verður, kanst tú standa á kórsgáttini og siga, hvør ið kann sleppa við og hvør ikki, um tú heldur, at tú ert eins og Guð, og tí veitst hvat ið bylgist í mannahjørtum.” Tá var muður hansara teptur, og ikki varð meira talað um tað.

Í kirkjuni og kristinlívinum annars eigur tað ikki at verða hin sjálvrættvísi, náðileysi andin, sum ræður, men kærleikans andi, sum ikki troyttast, men áhaldandi tekur ímóti menniskjum, sum tey eru, reisir tey upp og gevur teimum lívsmót, vón og treysti av nýggjum.

Tað eru tey, sum halda, at kirkja og kristindómur er tað sama sum fordøming og strangleiki heldur enn kærleiki og mildni – at Guð meira líkist Símuni Fariseara enn Jesusi. Og tíverri eru ov mong, sum umboða slíkan avskeplaðan kristindóm, sum als ikki er kristindómur, tá ið av tornar, har ið kærleiksleysur dómur telur meira enn náðin.

Men tá ið Jesus beinleiðis vendir sær til syndafullu konuna og sigur:”Syndir tínar eru tær fyrigivnar; trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!” verður tað eyðsýnt, at sannur kristindómur ber í sær hin alfevnandi kærleikan.

Bjarging okkara er, at vit fjala okkum í hesum alfevnandi kærleika – at vit í Jesusi og fullgjørda verki hansara eiga Guðs náði og fyrigeving.

Tí at syndarar eru vit øll, brotsmaðurin eins væl og lóglýdni borgarin. Sum Jesaja profetur sigur:”Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann tað skuld, sum lá á okkum øllum.”

Bæði eru tey syndarar, Símun Farisearin og syndafulla konan. Men Símun heldur ikki, at hann er so stórur syndari sum hon, tí at syndir hansara at síggja til ikki eru so grefligar sum hjá konuni. Tó, Jesus sær, at konan ikki fjalir seg aftan fyri eina vakra “facadu” – letist at vera nakað, sum hon ikki er. Hon fjalir ikki síni lýti fyri Jesusi, ei heldur verjir hon seg við nøkrum, men kemur til Jesus, júst sum hon er. Tí verða hesi orð Jesu:”Syndir tínar eru tær fyrigivnar,” so frígerandi og gleðilig.

Í 2001 vórðu norska krúnprinsessan, Mette-Marit, og norski krúnprinsurin, Hákun, hjúnavígd í dómkirkjuni í Oslo. Nøkur okkara minnast kanska hvussu miskunnarleyst hon áðrenn vígsluna varð viðgjørd av mongum í norskum og donskum fjølmiðlum. Einlig móðir at lítla Mariusi, hvørs faðir ikki var av bestu samfelagsborgarum. Og Mette-Marit, hevði hon ikki ferðast í umhvørvi, har rúsevni vóru at fáa? Var hon verd at gerast drotning í Noregi? spurdu mong. So stóð hon har í dómkirkjuni við milliónum av eygum hvílandi á sær. Tá var tað, at táverandi biskupurin í Oslu biskupsdømi, Gunnar Stålsett, endurgav orðini, ið Jesus segði, eftir at syndafulla konan hevði kyst og salvað føtur hansara. Fyrst segði Jesus:”Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið.” Síðani endurtók biskupurin í vígslutaluni tað seinna, sum Jesus segði:”Tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.” Um Mette-Marit skilti dýpdina í hesum orðum, veit eg ikki, men at døma eftir teimum tárum, ið runnu niður eftir kinnum hennara, gjørdi hon tað.

Fáa vit eyga á sannleikan í hesum orðum, er hetta eisini gleðiboð fyri okkum, tí at sanniliga er mangt og mikið at halda dóm yvir hjá okkum sjálvum. Eingin er fullkomin, vit falla í mongun lutum og kunnu leypa framav. Tá er tað ein dygd at kunna biðja um umbering og betra seg heldur enn at verja seg ella lítilsgera og gera gjøldur burturúr.

Tí ljóða orðini eisini í dag:”Syndir tínar eru tær fyrigivnar. Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði! – umgirdur av Guðs kærleika. Og tænað so Guði við at vísa øðrum kærleika.”

Tað er henda fevnandi kærleiksboðskap, ið ongan útilokar, sum kirkjan er sett at boða. Hesin sami boðskapur ljóðar nú aftur í hesum kirkjubygningini – Kirkjuni við Norðskála – nú hon loksins er endurvígd og tikin í nýtslu.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.

KIRKJUBØN

Latið okkum øll biðja!

Harra, vár Guð, himmalski faðir, tú, sum hevur opinberað kærleika tín við at senda son tín, Jesus Krist, í heimin, til tess at øll skulu liva við honum. Vit biðja teg, varðveit kirkja tína her á hesum stað, í landi okkara og um allan heimin. Hell út heilaga anda tín yvir hana, so at hon kann vera boðum tínum lýðin og bera gleðiboðskap tín út til øll fólkasløg. Send alsamt arbeiðsfólk út í akurskurð tín og gev teimum at gleðast við góðan ávøkst. Verj orðsins tænarar tínar fyri øllum freistingum og vandum. Lat teir ikki missa mótið, um illa gongur í hond, men við treysti boða orð títt í áliti á lyfti títt um, at orðið ikki vendir tómt aftur, men skal útinna tað, sum tær líkar. Vit takka tær, tí at tú í heilagu kirkju tíni letur okkum hava samfelag við teg, son tín, Jesus Krist, og hvør annan. Vit biðja teg, gev teimum, sum higar leita, at finna hvílu hjá tær og gleðast um miskunn tína og rættlæti. Vit biðja fyri landi okkara og fólki. Ver við fólki okkara, sum eru í útlondum. Halt verndarhond tína yvir teimum, sum ferðast og starvast á landi, sjógvi og í flogferðslu. Vælsigna og varðveit tey, sum stýra og ráða, lat tey útinna rætt og rættferð í samfelagi okkara. Ver við løgtingið og landsstýri, løgmanni og húsi hansara, drotningini og húsi hennara. Lat gudsótta vera styrki okkara, kærleika og rættsinni vera æru okkara. Men fram um alt lat okkum eiga signing tína, so at vit verða øðrum til signingar og náði tíni til prís og heiðurs. Hoyr okkum í Jesu navni!

Kirkjuliðið: Amen.