Skriva út

Prædika 21.s.e.trinitatis –16.oktober 2016 Elduvík kl.12.00 v/altargongd.



ÚTVARPS- og SJÓNVARPS-GUÐSTÆNASTA
Textir: Sl 91, 1-4 & Jóh 4, 34-42
Sálmar: 249-648-412/656-385-357
Nýggir messuaklar tiknir í nýtslu!
Jógvan Fríðriksson, biskupur og Marjun Bæk

Tað er altíð ein vandi við at ríva nakað burturúr sínum samanhangi og nýta tað, sum var tað einsamalt. Tað kenna vit úr pressuni, tá okkurt tilvildarligt brot úr eini langari samrøðu verður blást upp til nakað heilt annað, enn tað var í samanhanginum, og vit kenna tað eisini frá, tá fólk degradera bíbliuna til eina uppslagsbók og finna sær ævigar sannleikar um líkt og ólíkt. Og sami vandin er til staðar, tá vit í guðstænastuni hoyra úrvald brot úr longri textum, ikki minst tá tað er úr samrøðum...

Okkara prædikutextur í dag er endin á eini langari samrøðu, sum Jesus hevði við ta samaritansku konuna við brunnin Sykar í Samariu. - Størri parturin av samrøðuni var annars prædikutextur 2.hvítusunnudag .

Í dag fara vit at hugsa um trúnna, tí textur okkara tosar um nakrar sámaáriubúgvar, sum trúgva Jesusi orsakað av eini bygdakonu, og aðrar, sum trúgva honum av tí, teir sjálvir hava hoyrt og sæð...

Tá fólk verða spurd, um tey trúgva á Guð, so kunnu vit hoyra nógv ymisk svar - líka frá tí mest umberandi og vinglandi til eitt yvirbevísandi ja, ella eisini eitt líka so yvirbevísandi nei. Vit leggja eisini til merkis, at tað í nógvum førum velst um, hvør spyr: Er tað onkur, fólk frammanundan eru nøkulunda samd við og annars á bylgjulongd við, so kemur eitt ja ella nei lættliga, men er tann spyrjandi ein, hvørs guðsuppfatan, tey halda liggja langt frá teirra egnu, so kann svarið ljóða, "Ja, men ikki soleiðis at skilja..", "Ja, uppá mín egna máta..." ella "Ja, men nokk ikki uppá sama máta sum tú...".
Inn ímillum eru tað so nøkur, sum ivast um sína trúgv og onnur, sum trúgva á sín iva. Kanska eru tað eisini onkur, sum trúgva á sína egnu trúgv og enntá onkur, sum ivast í sínum iva...

Í árinum 2000 fingu vit á føroyskum ein klænan reyðan bókling, sum eitur "Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar". Hans Jacob Joensen, fyrrv biskupur týddi. Harí standa tær tríggjar trúarjáttanirnar, sum kirkjan hevur borið við sær síðani einaferð tíðliga í kristinheitini, har er lítla katekisman hjá Lutheri, og har eru greinar um brúk og misbrúk í teirri gomlu kirkjuni: Stutt sagt hava vit á 83 síðum á okkara egna máli – umsíðir! - fingið tær skriftir, sum fólkakirkjunnar trúgv og læra síðani trúbótina grundar seg á.

Bóklingurin viðger kanska meira ein part av okkara søgu enn okkara nútíð, tí óivað hava vit lært at trúgva ella ikki at trúgva helst áðrenn vit lærdu at lesa innan úr bók! Og tíðarmunurin er sjálvandi av stórum týdningi: Har er ymist, vit als ikki fata nú: Vit hava ikki longur ánilsi av – ið hvussu so er ikki uttan at kanna tað gjølla - hvørjir donatistar, pelagianar, manikearar, valentianarar, árianar og onnur eru, sum tað so staðiliga verður ávarað ímóti, og sjálvt um vit halda okkum vita, hvørjir muhammedsmenn og endurdoyparar eru, so vildi tað jú verið óreiðiligt og manglandi virðing fyri teimum søguligu fortreytunum bara at lopið 500 ár um og ókritiskt flutt Luthersa tíðar- og staðbundnu meiningar beinleiðis inn í okkara tíð: Vit eiga sjálvandi at minnast, at hetta ritið eri vorðið til í eini ósemju, og at tað tí leggur dent á tey evni, sum serliga ósemjan við gomlu katólsku kirkjuna var um. Tí sjálvandi liggur á okkum sama skyldan, sum lá á Lutheri, at vit hvør sær gera okkum ómak við og taka ábyrgdina av, hvussu vit sjálvi skilja evangeliið og hvørjar fylgjur, tað eigur at hava fyri okkara kristinlív, fyri okkara trúarlív og okkara guðstænastulív. Vit í okkara tíð so sum Luther í sínari tíð. Og sum evangelistarnir í sínari tíð:

Vit eru jú so langt burturi frá bíbilskari tíð og teirra tíð og staði, at vit ikki ómakaleyst hava fortreytir fyri at skilja, hvussu stórar broytingar, teir skuldu ígjøgnum - í hugsunarhátti, í siðum, í trúgv. Tað, sum vit nú rokna sum sjálvfylgjur - t.d. at Jesus tosar við eina konu, sum ikki bara var kona, men ein kona úr Samariu - tað var einki minni enn ein kollvelting, og vit fáa slett ikki fatur á tí evangeliska boðskapinum, um vit ikki gera okkum henda ómakin.

Sum sagt missa vit altíð okkurt, tá vit kuta brot burturúr longri samanhangum fyri at fáa hóskandi bitar av prædikutexti, og í dag er okkara brot endin á eini langari samrøðu, har vit missa meginpartin av tí orðaspælinum, sum er ígjøgnum alt kapitul 4 hjá Jóhannesi.

Í stuttum er hendingin tann, at ein Sámariu-kona, sum er farin út til brunnin at draga vatn, hittir Jesus, sum var jødi. Konan var komin út at draga heilt vanligt vatn til húsarhaldið, og Jesus ger tal á hana og fer at tosa um lívsins vatn, sum konan sjálvandi heldur tað vera fongur í at fáa, tí so sleppur hon frá hesi dagligu byrðuni! Og jødar roknaðu annars ikki samaribúgvar og enn minni samariu-konur so frægt sum tað dustið, teir traðkaðu á. Men hesa løtuna er alt øðrvísi. Her kemur ein samrøða í lag, jødin Jesus tosar við ta heidnu konuna, sum hevur eina ivasama fortíð, sum um tey vóru líka verdir partar í samrøðuni. Bilsin fatar hon, at jødin ikki bara tosar við hana, hann tosar heldur ikki "niður" til hana, men hann tekur hennara spurningar í størsta álvara, sum um eisini hon var ein vanlig menniskja og eitt Guðs barn! At konan tosar jarðbundið og Jesus í myndatalu um Guð og templið og Messias, tað sær ikki út til at nerva tey, onkursvegna skilja tey kortini hvørt annað. Betur enn lærusveinarnir, sum hava verið og keypt mat: Afturkomnir biðja teir Jesus fáa sær at eta, men hann svarar, at hann hevur mat at eta, sum teir einki vita um, og matligir og jarðbundnir skilja teir svar hansara soleiðis, at onkur má hava borið honum okkurt, meðan teir hava verið til handils! Og so forklárar Jesus - so sum textur okkara byrjar - at hetta er alt samalt myndatala: Matur mín er at gera vilja hansara sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara. Og so heldur hann annars fram - í myndatalu - um akrarnar, sum longu eru hvítir til skurðar, at ein sáar og annar sker, og at teir - lærusveinarnir - eru sendir út at skera tað, sum teir ikki hava arbeitt við...

Tá er konan longu farin, frá bæði vatn-krukku og Jesusi, at siga bygdarfeløgum sínum frá, at so ótrúligt tað enn kann ljóða, so trýr hon nú, at hon hevur hitt Kristus! Soleiðis gjørdist hon - ein syndafull heiðin samariukona – tann fyrsti kristniboðarin í Samariu! - Kanska hevur Jóhannes evangelistur eisini "skálkin bak oyrað" í einum vinsælum evangeliskum smíli í endanum av okkara texti, tá hann letur samariubúgvar tryggja henni, at nú noyðast teir ikki longur at líta bara á hennara vitnisburð um Kristus, tað hevði kanska verið í yvirkantinum, men nú høvdu teir jú eisini sjálvir sæð og hoyrt hann!

Men tað, teir høvdu sæð og hoyrt, var altso ikki tað, ein og hvør kundi sagt sær sjálvum:
Samariu-konan hevði neyvan hugsað sær annað, enn at hon skuldi heysta sum hon hevði sátt. Hetta mundi ikki vera fyrstu ferð, at nakar hevði sagt henni, "hvat hon hevði gjørt", sum tað stendur: Undirforstaðið: Hvussu illa hon var farin við sínum lívi! Men hetta var øðrvísi: Hvat hon hevði skilt av myndatalu Jesusar mundi vist vera so sum so, men at okkurt guddómligt mátti vera á vási, at hetta mátti vera Kristus, hann sum skuldi frelsa ikki bara syndafullar samariu-konur og teirra líkar, men allan heimin við, fyri tað var tað væl vert bæði at ivast um sína gomlu trúgv og at trúgva á sín iva:

Kundi tað kanska passa, at við tí Guðsríkinum, sum jødarnir higartil ikki høvdu unt samariubúgvum, m.a. tí teirra trúgv var øðrvísi og tí at teir ikki fylgdu somu siðum sum jødar, at har er og fer tað ikki at verða so, sum vit vanliga siga, at vit skulu heysta tað, vit hava sátt, men at tað tvørturímóti er so, at ein sáar, annar sker?

Hjá samariu-konuni var einki at missa, men alt at vinna! Øll vita jú av erfaringum, at vit eru meira enn heppin, tá vit sleppa undan at heysta fruktirnar av teimum býttleikunum, vit hava verið atvoldin til, annaðhvørt tað so var, tí eingin visti tað ella tí at onkur hevði nóg stórt hjarta til at fyrigeva okkum, og so heppin hevði samariu-konan neyvan verið. Men nú hevði hon bæði hoyrt og merkt ein gleðiboðskap, tann heila og fulla gleðiboðskapin: Ikki bara ein lítlan part av honum, ikki bara tey dómsorðini, sum hon uttan iva hevði samtykt í, men sum rivin burturúr sínum samanhangi við gleðiboðskapin, kunnu elva til óneyðugan ótta og iva, men hon hevði nettupp hoyrt tað, at tað er vilji faðirsins og gerningur hansara, sum hann sendi í heimin, at telja øll uppí, við dygdum og lýtum, eisini hana!

Har byrjar tað við trúnni hjá hvørjum einstøkum: Tá nú ert tald uppí, tá nú eg eri tald uppí, so kann tað ikki vera nakar, sum er uttanfyri! Og so mega okkara tíðarbundnu og staðbundnu kirkjur og samkomur síggja til, at eingir mannasiðir koma at standa í vegin fyri hesum boðskapinum. Tað er gjørt, akrarnir eru hvítir til skurðar, nú er bara hjá Jesu lærusveinum at fara út og henta upp øll tey, sum onkursvegna ikki halda seg hoyra uppí tað góða selskapið...

Tí er - sum onkur hevur sagt - mannalívið ein gongd millum doypifunt og altarborð. Frá Guðsbarnaheiti - til Guðsbarnaheiti. Frá fyrigeving til fyrigeving. Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt. Øðrvísi fær tað ikki verið, ákærurnar eru meira enn rættar bæði um tað, vit hava gjørt og tað, vit ikki hava gjørt, og teirri uppafturtikni fyrigevingini frá altarsins sakramenti vaksa vit ongantíð frá, men heldur saman við. Men tað ger ikki orð hansara til einkis, hann sum av sonnum er frelsari heimsins og okkara, hann sum ta náttina, hann svikin var, tók breyðið og kalikin og bað allar fáa sær, hann sum í dag segði: Matur mín er at gera vilja hansara, sum sendi meg... Vatnið og breyðið og vínið minna okkum sjálvandi á tað, sum ein og hvør menniskja hevur fyri neyðini til lívsins uppihald, samstundis sum tað minnir okkum á, at tað hevði rokkið til øll, um vit umsótu hansara gávur eftir vilja hansara. Men fyrst og síðst eru tey okkara bókstaviliga talað hondgrípiligu tekn um, at orð hansara skapa tað, tey siga, at tað er hansara matur, hansara guddómliga neyðsyn - líka so neyðugt sum maturin er fyri okkara likam - at frelsa heimin. So tætt er sambandið millum heimsins frelsara og okkum, millum okkum menniskju og Kristus, sum matur og drekka gerst eitt við okkara kropp.

Soleiðis at vit øll byrja - sum við doypifuntin - við at hoyra tað, sum er sagt okkum. Ikki um hini, men um okkum sjálvi. At nú eru vit sett inn í Guðs ríki. Samaritanska konan visti nú um eina aðra meining um seg sjálva enn ta, hon helst oftast mundi hava hoyrt og merkt. Og hendan síðsta hevði meira at siga. trúðu hon og bygdafelagar hennara, trúðu, høvdu álit á, at eitt Guðsorð frá frelsara heimsins var nóg mikið at gera heimsins menniskju til Guðs børn. Guð gjørdi arbeiðið, vit nutu gott av tí. Guð sáar, menniskjan sker...

So kunnu vit líka gera eitt lítið rend aftur til "Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar", har tað m.a. verður sagt um manna- og kirkjusiðir, at teir siðir eiga at verða varðveittir, ið kunnu varðveitast uttan synd, og sum tryggja frið og gott skil í kirkjuni... og at mannasiðir, fyriskipaðir at tekkjast Guði, at vinna sær náðina og gera fulnað fyri syndina, eru ósambæriligir við evangeliið og trúarlæruna. Og um trúnna verður sagt í sambandi við triðju grein í teimum trúarorðunum, vit mest brúka her á landi m.a.: Eg trúgvi, at eg ikki av egnum viti og mátti kann trúgva á Jesus Krist, harra mín, ella koma til hansara; men tað er hin heilagi andin, sum hevur kallað meg við evangeliinum, hevur lýst mær við gávum sínum, hevur halgað meg og hildið mær uppi í teirri rættu trúnni, líkasum hann kallar, savnar, upplýsir, halgar alt hitt kristna kirkjuliðið í heiminum. Hetta vil alt samalt siga, sambært Lutheri, at tað her í heiminum finst ein Guðs kirkja, sum vit ikki síggja við berum eygum, men sum tað er okkara skylda at umboða, við tað at vit altíð spyrja, hvørt okkara sjónligu skipanir og siðir tæna evangeliinum ella ikki. Vit verða í trúarorðinum, um at vit trúgva á eina heilaga almenna kirkju, mint á, at tað er Guðs kirkju, vit trúgva á, ein størri og rúmligari kirkja enn tann staðbundna, vit kenna og kenna hvør hoyrir til. Og líkaleiðis við trúnni: Eftirsum tað ikki er av okkara egnu ávum, vit kunnu trúgva á Guð, so eigur tað at vera vítt til veggja og høgt til loftið, bæði tá vit meta um okkara egnu trúgv og ikki minst, tá vit meta um annara trúgv: Tað ytra, tað vit síggja kann jú vera nakað heilt annað enn tað, Guð sær!

Okkara bíbliutekstir saman við teirri vitan, vit kunnu hava um viðurskiftini á Jesu tíð, eru grundarlagið undir Luthersa áminning um ikki at blanda okkara egnu lokalu kirkjur og samkomur og trúarsamfeløg við Guðs egnu heimsumfatandi og ósjónligu kirkju. Og áminningin um, at tað eru ikki vit, men tað er Guð sjálvur, sum gevur ta sonnu trúnna og sum og har, hann vil er av alstórum týdningi: Ein sáar, annar sker. Guð sáar, vit skera.

Amen.

Marjun Bæk