Skriva út

Prædika 1.s. í advent Sálmar: 82-89-53-4.



Í dag er 1. desember. Fyrsta lúkan á jólakalendaranum er latin upp. Kalendaraljósið er tendrað fyri fyrstu ferð í ár. Ja, nú byrjar tað av álvara at nærkast jólum. Nógva staðni í landinum eru jólatrøini tendrað, og jólaperurnar lýsa so vakrar og bjartar, bæði inni og úti. Gleða tit tykkum til jólar? Eg veit, at eg gleði meg. Mær dámar so væl hesa tíðina, desember mánaði er so hugnaligur. Tað er so stuttligt at pynta til jólar, so hugnaligt at baka siropskøkur og at kóka kleynur. Tað kann kanska tykjast eitt sindur tungt, at dagarnir eru so stuttir og at veðrið er so ringt, men tað hitar hjarta tá vit øll somul tendra ljós, bæði livandi og ikki, fyri at lætta eitt sindur um, í hesum myrkrinum.

Men í dag er ikki bara 1. desember. Í dag er eisini 1. sunnudagur í advent. Advent er ikki eitt orð, sum vit brúka til dagligt, og tí eru tað kanska ikki øll, sum vita hvat orðið merkir. Advent merkir koma. Men hvør er tað sum skal koma? Ja, tað er nevniliga Jesus sum skal koma. Tí er tað heldur ikki so undarligt, at adventstíðin er merkt at gleði og vón. Tí vit gleða okkum øll at sleppa í føðingardag hjá Jesusbarninum. Vit gleða okkum at fáa gávur og at geva gávur. Ja, vit eru so spent til jóla, ikki tí at tað er vist vit fáa ein nýggjan kjóla, men tí at vit fáa jólafrí, vit eru saman við familju og vinum, ommum og abbum, kanska enntá langommum og langabbum. Vit fáa jólafrí og sleppa at hátíðarhalda tann jólafrið, sum varð boðaður hirðunum jólanátt, tá eingilin segði við teir: Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tykkum er í dag frelsari føddur... og einglarnir lovaðu Guði og søgdu: Heiður veri Guði í hægsta himli og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki.

Tað fyrsta ljósið í adventskransinum er nú tendrað. Og vit gleða okkum. Men henda tíðin, hóast gleði og ljós, kann tó fyri mong vera merkt av strongd og órógv. Tí er tað, at tað kann vera gott fyri okkum at steðga á eitt bil, og geva okkum stundir at hugsa um, hvat adventin og jólini veruliga snúgva seg um. Adventskransurin kann fáa okkum at steðga á. Tí adventskransurin vísir okkum, at jólini nærkast, at frelsarin kemur. Spakuliga nærkast jólini, og vit tendra ljós, eitt ljós í senn.

Eg havi tikið ein adventkrans við í kirkju í dag. Kransurin er rundur. Hann er formaður sum eitt hjól, sum altíð endar har tað byrjar. Hann er bæði endaliga samansettur og uttan enda – ævigur. Líka sum árstíðirnar, sum koma og fara, og koma aftur. Eins og Jesus, sum – um ikki hvørt ár, so annað hvørt ár – fyrsta sunnudag í advent, sigur okkum frá, at hann er komin í heimin at boða fangum frælsi, fátækum gleðiboð, at sleppa neyðstøddum leysum og at boða eitt Harrans náðiár. Ár eftir ár halda vit jól, ár eftir ár, byrjar eitt nýtt ár. Tí er tað eisini sera hóskandi at adventskransurin er rundur, og vit tosa eitt sindur um hann í dag – nú vit fara inn í nýtt kirkjuár og byrja at telja dagarnar til jóla. Vit bíða eftir, at Jesus skal koma. Aftur í ár, júst sum fyri yvir 2000 árum síðan. Og vit telja ljósini: eitt, tvey, trý, fýra, og gleða okkum.

Men hvat halda tit adventskransurin hevði sagt, um hann dugdi at tosa? Ella um ljósini dugdu at tosa, hvat halda tit so tey høvdu sagt? Halda tit, at ljósini vita hvussu nógv vit gleða okkum til jólar?

Tað er so ótrúliga spennandi at bíða til jólar. Tað er næstan ikki til at halda út. Man kann verða stressaður av at gleða seg so nógv. Ja, tað kann enntá verða so ringt, at ein fær ilt í búkin sum ein gleðir seg, og klárar ikki at hugsa um nakað annað. Tá kann tað so skjótt henda, at vit gloyma at støðga á og lurta eftir tí, sum adventsljósini hava at siga okkum. Og vit leggja als ikki til merkis, hvat tey kunnu vera ímynd uppá.

Hetta høvdu fýra adventsljós lagt til merkis. Hvussu vit menniskju kunnu gloyma at steðga á og geva okkum far um hvønn annan og um tað, sum jólini veruliga snúgva seg um, at vit hugsa so nógv um, hvussu nógvar stórar og flottar gávur vit skulu keypa, at vit gloyma alt um ta allar bestu gávuna, sum varð givin okkum. Hesi fýra adventsljósini lýstu eitt kvøldið lið um lið í einum adventskransi. Tað var so stilt inni í stovuni har tey hingu, at man kundi hoyra ljósini tosa sínámillum. Tað fyrsta ljósið suffar tungt og sigur: “Eg eiti friður. Eg royni at skína og skína, men tað er sum um menniskjuni als ikki ynskja frið – tað er sum um tey einki leggja í meg.” Og ljósið lýsti veikari og veikari, inntil tað til síðst sløknaði. Næsta ljósið sigur so: “Eg eiti trúgv. Men eg haldi eg eri vorðið heilt nyttuleyst. Eg haldi ikki, at menniskjuni tíma at hoyra um Guð longur, so tað er heilt meiningsleyst, at eg blívi við at brenna.” Ljósið bleiv veikari og veikari, og sløknaði so til síðst. Triðja ljósið hyggur sorgarfult eftir teimum báðum sløknaðu ljósunum og sigur: “Eg eiti kærleiki. Men eg orki ikki at brenna longur. Eg haldi ikki at menniskjuni síggja meg longur. Tí tey taka sær næstan bara av sær sjálvum og elska ikki tey, sum tey eiga at elska.” Og so sløknaði tað triðja ljósið. Nú var tað bara eitt ljós sum lýsti. Ein lítil genta kemur innar í stovuna, har adventskransurin hongur. Og tá hon sær, at tað er bert er tað eina ljósið, ið lýsir, verður hon so kedd, at hon fær tár í eyguni. Men tað síðsta ljósið teskar milt til gentuna: “Óttast ikki lítla genta. So leingi eg brenni, kunnu vit tendra øll hini ljósini aftur. Tí eg eiti vón!”. Og lítla gentan tók so tað síðsta ljósið, og tendraði øll hini ljósini aftur.

“Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál”, sigur Martin Joensen í sanginum Morgun. Tá Jesus kom til jarðar, varð bjartasta vónin birt í heiminum. Vónin um, at trúgvin, kærleikin og friðurin ikki eru ljós, sum sløkna, men ljós, sum lýsa í øllum myrkri, ljós, ið boða fangum frælsi og fátækum gleðiboð. Kærleikans ljós, sum lýsir hóast hatur, friðarins ljós, sum lýsir hóast ófrið og trúarinnar ljós, sum lýsir, eisini tá trúgvin uppá kærleikan og friðin er um at hvørva.

Adventsljósini, sum verða tendrað eitt í senn, boða komu friðarins, kærleikans, trúarinnar, og vónarinnar.

Vit kunnu tí av sonnum bjóða tí nýggja árinum vælkomnum og siga: Ver vælkomið. Harrans ár, sum ber fagnaðar boð! Harrans ár, ið ger hjørtuni glað, nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær! Góða advent!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.