Skriva út

Øssur Kjølbro - prædika í Kirkjuni við Norðskála 4. februar 2018 2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima) Prædikutekstur: Mark 4,26-32



"Og [Jesus] segði: "Við Guds ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið."
Og hann segði: "Hvat skulu vit líkna Guds ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí." (Mark 4,26-32)

"Tað sá so lovandi út, men tað bleiv ikki til tað stóra!" Soleiðis kunnu vit taka til um ymisk viðurskifti í lívinum. Tá okkurt stingur seg upp, sum fólk gerast spent um og vænta sær nógv av. Tað sá so lovandi út, men bleiv ikki til tað stóra! Hinvegin kunnu vit eisini gera ta sannroynd, at tað sá ikki út av nógvum – eingin roknaði við tí stóra – men tað spurdist nakað stórt, ja, kollveltandi, burturúr, og einki var longur, sum tað hevði verið!

Í prædikutekstinum í dag sigur Jesus okkum tvey stutt líknilsi um Guds ríki. Og Guds ríki er har, sum Gud ræður. Har Gud fremur sín kærleiksfulla vilja. Har Gud sleppur at vera pápi og vit børn hansara.

Í fyrra líknilsinum samanber Jesus Guds ríki við eitt lítið sáð, sum ein maður leggur niður í moldina. Maðurin skilir ikki, hvussu tað ber til, at sáðið sprettur og veksur og verður til fullbúgvið korn. Men tað ger einki, tí ávøksturin er ikki hansara arbeiði. Hann sáar í trúgv, og úrslitið á heystardegi er ein búgvin akur, klárur til skurðar.

Eg og tú eru maðurin, ið sáar. Vit skulu íðin sáa tað góða sáðið frá Gudi – Guds orð, gleðiboðskapin - í okkara egna lívi. Tað orðið, sum verður sáað niður í okkara hjarta, tá vit eru í Guds húsi, ella tá vit lesa ella lurta heima við hús, ella hvar tað skal vera, ber ávøkstur av sær sjálvum. “Automatiskt” er orðið í grundtekstinum. Tað vil siga, at Gud gevur vøkstur. Vit nýtast ikki at skilja, hvussu tað ber til. Vit skulu bara sáa. Og á evsta degi tekur Gud sær av innheystingini.

Soleiðis minnir Jesus okkum á at vera íðin at sáa Guds orð niður í okkara egna hjarta. Vera íðin at hoyra Guds orð, leita hagar, sum tað ljóðar, lesa tað, lurta eftir tí, ja, fylla okkum við tí. Tað er nógv, sum hevur týdning í lívinum, men eitt er avgerandi neyðugt.

“Spælir tú ikki Gekk, vinnur tú í øllum førum ikki!” Nøkunlunda soleiðis hevur Kringvarpið onkuntíð lýst, fyri at fáa fólk at spæla. Eg skal ikki eggja nøkrum at nýta sínar pengar til eydnuspæl. Men tað er í grundini sama lóg galdandi fyri gleðiboðskapin og okkara trúgv. Sáar tú ikki Guds orð fyri tær sjálvum, ella kemur hagar, sum sátt verður, kanst tú heldur ikki rokna við at eiga eina trúgv, sum trívist og vaksur. Setur tú einki niður, verður heldur einki at taka upp.

Øll kristin menniskju stríðast av og á við iva, summi meira og onnur minni. Tað er natúrligt. Men tað er nakað heilt annað, tá menniskju siga seg ikki vera før fyri at trúgva, um tey ongantíð loyva nøkrum sái at detta niður í hjartamold sína. Trúgvin kemur ikki av at grunda yvir, um ein dugir at ímynda sær ein Gud. Trúgvin kemur av einum sáði, ið kemur til okkara uttanífrá. Frá Guds egna orði um son sín, Jesus Kristus. Soleiðis sum tað er borið okkum av vinum og vitnum Jesusar, ápostlunum, og fest niður á blað.

Vit leita í kirkju og í onnur gudshús, tí har verður orðið um Jesus Kristus sáað. Orðið um Guds son, ið gjørdist ein av okkum, og gav sítt egna lív fyri syndir okkara. Soleiðis sum vit minnast, tá vit fara til altars, og eisini dvølja við í føstuni, sum nú er á gáttini. Og vit lesa, lurta og grunda yvir tað, vit hoyra, tí sáðið má hava bestu vakstrarumstøður í lívi okkara. Gud má hava bestu arbeiðsumstøður í okkum at skapa vøkstur.

Kanska kenst tað eitt sindur løgið at tosa um vøkstur og lív hesa ársins tíð, nú tað heldur eru kuldi, vindur og myrkur, ið seta dagsskránna. Men tað er júst, tá náttúran tykist deyð og okkum leingist eftir vári og hita og ljósi, at vit mugu sáa. Eins og til dømis páskaliljuleykir verða settir niður ársins myrkastu tíð, men skjótt fara at boða frá vári og lívi.

Í seinna líknilsinum flytur Jesus sjónarhornið frá mínum og tínum lívi, til tað heimsfevnandi ríkið, sum Jesus hevði við sær. Guds ríki er eins og eitt sinnopskorn, ið verður sátt í moldina.

Tey, ið lýddu á Jesus henda dagin, vistu beinan vegin, hvat Jesus tosaði um. Fræið til sinnopsplantuna var evarska lítið, einans ein millimetur í diametur. Tí varð sinnopskornið mangan tikið fram í myndatalu um tað minsta, ein kann hugsa sær. Tað merkir ikki neyðturviliga, at tað matematiskt er tað allarminsta fræið, sum er til.

Men niðri í moldini ger sinnopskornið sera skjótt av. Tað sprettur beinan vegin, og runnurin, sum spyrst burturúr, er lágur, men breiðvaksin við fløktum greinum. Og sinnopsplantan spjaddi seg eisini sjálv sum ókrút, nakað sum hømiliur ella skørur hjá okkum. Tað var ein brúksplanta, men tey máttu vera varin við, hvar tey sáddu hana. Og enn í dag kann ein síggja heilar fjallalíðir ella langar vegjaðarar í Ísrael, eitt nú við Genesaret vatnið, gular allar sum tær eru, avtaglaðar við vøkru blómunum á sinnopsplantuni.

Fuglunum dámdu væl sinnopsplantuna, tí fræini vóru góð føði. Og tá fløktu greinarnar á sinnopsplantuni tornaðu í summarhitanum, góvu tær fuglunum trygt skjól. Alt hetta man Jesus hava havt í huga, hesin framúrskarandi frásøgumaðurin.

Guds ríki er eins og eitt sinnopskorn. Tað sá heldur ikki út av nógvum, tá ein fátækur rabbi við 12 lærusveinum, nakrir ólærdir útróðrarmenn, ein tollari, nakrir handverkarar og aðrir, ferðaðist runt í einum hersettum og kúgaðum landi við boðskapinum um Guds ríki. Og síggj teir fyri tær, teir 11, sum eftir eru, á fjallinum í Galilea, har Jesus gevur teimum boð um at fara um allan heim við gleðiboðskapinum, og síðani fer frá teimum til himmals. Teir hava kort síðani allir svikið meistara sín. Pætur svór enntá, at hann ikki kendi hann. Tað sá sanniliga ikki út av nógvum.

Men sáðið rann skjótt upp og gjørdist størri enn allar aðrar urtir og fekk stórar greinar, so at himmalsins fuglar kundu byggja reiður í skugganum av tí. Gleðiboðskapurin breiddi seg sum ókrút! Kristna trúgvin fór sum eldur um stóran part av heiminum, og náddi einaferð eisini okkara fjarskotnu oyggjar.

Og enn í dag fer gleðiboðskapurin um Jesus sína sigursferð í mongum pørtum av heiminum. Kanska hava vit ilt við at síggja tað, men tað er næstan bert í ríkasta parti av heiminum, at gongdin tykist vera tann øvuta. Men hvør einasti ein, sum trýr á Guds son og verður doyptur at hoyra honum til, eisini her hjá okkum, er ein grein í hesum runni.

Jesu áhoyrarar vóru bíbliukønir. Teir mintust óivað, at profetarnir í GT høvdu tosað um Ísrael sum eitt stórt træ, sum skuldi renna upp, so at himmalsins fuglar – tað eru øll heidningafólkini, og har eru vit eisini tald við – einaferð skuldu koma at leita sær skjól í skugganum hjá hesum træi.

Munurin er bert, at Jesus valdi ein runn, sum breiddi seg sum ókrút, og ikki eitt træ, sum gjørdist høgt, so øll kundu undrast á tað. Júst soleiðis sum kristna trúgvin hevur spjatt seg í allar krókar í heiminum, til gleði fyri teir smáu fuglarnar, ið tørva skjól frá heimsins frelsara. Tí tað er í tí lága, í tí gerandisliga, at kristna trúgvin skal vísa sítt virði og bera ávøkst.

Tráar hon hinvegin eftir verðsligum heiðri og æru, missir hon skjótt seg sjálva burtur. Mangan hevur kirkjan sjálv biðið um mótstøðu og vanvirðing, tí vit kristnu vóru meira merkt av menniskjaligum veikleika og falli, enn at fylgja meistara okkara. Men eisini tað hevur gleðiboðskapurin yvirlivað. Tí Gud fremur miðvíst sítt verk!

Løgin mynd, Jesus nýtir um Guds ríki. Guds ríki breiðir seg sum ókrút! Eins og ókrút enntá brýtur seg upp ígjøgnum asfalt, tí kjarnin hevur so stóra styrki í sær.

Men soleiðis lærir Jesus okkum, at tann, ið hoyrir honum til, er á tí vinnandi liðnum! Hóast mangt rundanum okkum tykist benda á tað øvugta. Tann, ið trýr á Jesus og er doyptur at hoyra honum til, er á tí vinnandi liðnum, har Jesus sjálvur gongur á odda. Gud vakir sjálvur yvir ríki sínum og verjir tað, so djevulin ikki fær bilbugt við tí. Gud gjøgnumførir sítt verk til evsta dag. Til heystardagin.

Tá sovjetiski leiðarin Leonid Bresjnev fór til gravar í 1982, løgdu summi merki til eitt lítið mótmæli frá konu Bresjnevs. Einkjan stóð kvirr við kistuna, líka til nøkur fá sekund áðrenn lokið varð lagt á. Men í tí hermenninir tóku lokið, boygdi einkjan seg niður yvir mannin og risti krossmerkið yvir bringu hansara.

Ein sera djørv og vónrík gerð! Hetta var háborgin hjá ateistiskum valdi, sum í fleiri áratíggju hevði roynt at køva kristnu trúnna í fólkinum, og hon var enntá kona ovasta leiðaran í hesum veldiga apparati! Men nú vónaði hon, at maður hennara tók feil! At tað er eitt lív eftir deyðan! Og at hetta lív fæst frá honum, ið sjálvboðin gav sítt lív á krossinum!

Guds ríki tykist so mangan at vera við undirlutan. Men Guds ríki er Guds ríki, Gud er Gud, og so nýtist okkum í grundini ikki at leggja so nógv afturat!

Lat okkum tí ikki hyggja niður, mótfallin, men heldur líta upp við treysti! Í trúgv og áliti á hann, sum okkara vegna vann á syndini og deyðanum! Sigur hansara er okkara! Í trygdum undir hansara ørmum!

Amen