Skriva út

“Kærleiks logi tín og megi” Langa fríggjadag 2014 (Glyvra kirkja)



Vit skulu í dag – Langa fríggjadag – hoyra nøkur vers, sum standa í brævið Paulusar ápostuls til Kolossumanna:

“Tí at í honum líkaði tað Gudi, at øll fyllingin skuldi búgva, og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himninum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. Eisini tykkum, sum áður vóru vorðnir fremmandir og fíggindar í huga tykkara, hevur hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami hansara við deyðanum” (1,19ff.).

Einaferð í nítiárunum var ein sjónvarpsrøð at síggja í danska sjónvarpinum, sum gekk undir heitinum “Bryggjarin”. I. C. Jacobsen, ið hevur arvað bryggjaragarðin eftir faðir sín, fer undir hesa torføru uppgávu í størsta álvara. Tað eydnast honum við mikið strev og stríð at menna og vaksa um virksemi sítt og gerast ein av landsins týðandi monnum. I. C. fær sonin, Carl, og bryggjaríið uppkallar hann eftir onkarsoninum “Carlsberg”.

Faðirin, ið hevur stórar ætlanir við syni sínum, setur strong krøv til hansara og væntar sær nógv av honum. Hann skal ganga í faðirsins fótasporum, og tá tíðin er búgvin, skal hann lyfta arvin eftir faðir sín.

Stevið millum faðir og son gerst sum árini ganga alsamt verri og verri. Frá at vera fylgisneytar, gerast teir kappingarneytar. Familjan - móðirin, Laura, verdóttir, Ofillia, og børnini - líða undir fíggindskapinum millum faðir og son, og kvinnurnar brúka javnan orðini “sáttargerð” og “fyrigeving” yvir fyri bæði faðir og syni.

Støðan millum faðir og son gerst so mikið álvarslig, at faðirin ger sonin arvaleysan. Sonurin svarar aftur við at lata allar ognarlutir sínar, ið hann hevur fingið frá pápanum gjøgnum lívið, føra frá húsum sínum yvir til barndómsheimið, ið stendur beint yvir av, og stilla teir uttanfyri hurðina í myrkrinum og regninum. Eisini stráhættin, ið var honum eitt kært minni um eina ógloymandi ferð saman við pápanum í Róm, og lummaurið, ið hann fekk, tá hann gjørdist studentur, og altíð bar uppi á sær í vestalummanum. Eftir henda tilburð letur pápin seta lúkur fyri øll vindeyguni, ið venda yvir ímóti húsunum hjá soninum.

Tað várar, og páskirnar nærkast. Ein dagin sendir Ofillia dóttir sína, Theodoru, við nøkrum páskaliljum at geva abbanum, ið er staddur uttan fyri hús síni, og sum hon ongantíð hevur hitt. Hon fer gjøgnum eitt hol í høga garðinum, gevur abba sínum páskaliljurnar og sigur við hann: “Hetta er frá mammu og pápa”. Hann sigur við hana: “Er hetta til mín”? “Er hetta frá mammu og pápa tínum”? “Kom við mær inn, eg skal skriva eitt bræv, sum tú skal taka við tær og geva pápa tínum”.

Carl vil ikki lesa brævið. Hann sigur, at hann hevur ikki sent nakrar blómur, og um pápin vil honum nakað, kann hann koma yvir til sín og biðja hann um fyrigeving.

Ofillia, kona hansara, sigur við hann: “Les brævið nú meðan pápi tín er í Róm. Tit skulu semjast nú. Eg eri sannførd um, at pápi tín rættir tær hondina í kærleika”.

Carl lesir umsíðir brævið frá faðir sínum, meðan hann fjalur seg aftanfyri eina av høgu høggmyndunum úr marmori í Glyptotekið sínum. Har stendur: “Kæri Karl! Takk fyri páskaliljurnar. Eg síggi í hesi heilsan eina fyrijáttan um, at langa líðingarsøga mín er at enda komin, og ein uppreisn til eitt nýtt og betri lív her á foldum er upprunnin, og at eg tí við vón og treysti kann taka undir við: Langafríggjadagur var ein beiskur dagur, men yndisligur var páskamorgun”.

Carl heldur í skundi leiðina til Róm. Hann finnur pápa sín liggjandi í eini song, ússaligan. Og meðan allar páskaklokkur ringja, og sólin stavar gjøgnum vindeygað inn í kamarið, leggur hann seg á knæ framman fyri songini og sigur við hann: “Pápi, eg eri her. Pápi, elskar tú meg?“ Og pápin svarar: “Hann elskar, vit elska”. Og tekur síðani fast um handliðin á syni sínum.

“Hann elskar, vit elska”. Hetta er grundtónin Langa fríggjadag, henda serstaka og gátuføra dag í kirkjuárinum, ið hevur sáttargerðina á krossinum sum evsta mál, ið vit bara kunnu nærkast í “contemplativari” tøgn, undran og tilbiðan. Sáttargerðina, ið endurspeglar Guds kærleika, ja, Guds dárakenda kærleika til menniskja, ið er skapt í Guds egnu mynd og ber krossmerkið á enni og brósti sínum, og alt skapanarverkið við fylling síni.

Ein sáttargerð hevur sum kunnigt altíð eitt baksýni, nevniliga tveir partar, ið ikki sita um sátt. Í aldingarðinum, Eden, vendi Ádam Gudi bakið í strembanini eftir sjálvræði. Menniskja varð skapt til felagsskap við Gud, skapara sín, men havnaði hesum felagsskapi í sjálvsøkni sínum. Ádam snávaði á lívsins morgni og við honum mannaættin. Og tá Gud í kvøldarlotinum kom gangandi gjøgnum aldingarðin, fjaldi hann seg fyri honum millum trøini. Tá kallaði Gud á Ádam og segði: “Hvar ert tú”? (1 Mós 3, 9). Ein djúp avgrund var nú at hóma ímillum skapara og skapning.

Gud stóð brádliga í valinum, antin at lata menniskja ganga sína egnu leið við tí úrslitið, at tað gekk seg í óføri, ella at bjarga tí. Gud valdi at fara aftaná menniskjanum, ið hevði vent honum bakið, í royndini at gera tað sátt við seg, og við tí fyri eygað at grøða djúpu avgrundina, sum var íkomin millum seg og skapning sín. Hetta hendi á Golgataheygnum, tá Jesus, Guds Kristus, leið krossdeyðan. So ljóðar krossins gáta.

Sáttargerðin á krossinum, langa fríggjadag, er Guds fullveldisliga verk. Fyritakssemi er hansara aleina, og grundin er Guds dárakendi kærleiki, eins og býzantinski gudfrøðingurin, Nikolas Kabasilas, nevnir Guds kærleika.

Gud er ikki vreiður um at æra hansara er vanvird og harvið krevur eitt lýtaleyst og fullkomið offur fyri aftur at kunna gerast mildur og vinaliga sinnaður móti menniskjanum. At tað er menniskja sjálvt, ið á ein ella annan hátt blíðkar Gud í royndini at gera hann sáttan við seg. Øll hov, heyggjar og offurstøð í heiminum bera boð um tað. Menniskja má bøta fyri at sita um sátt við valdið, ið ræður.

Nei, sigur Paulus apostul í seinna brævið sínum til kirkjuliðið í Korint: “tað var Gud, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum” (2 Kor 5, 19).

Sáttargerðin á krossinum, føstudagin langa, kann ikki avmarkast til bara at hava týdning fyri menniskja. Hon er meira víðgongd enn so. Hetta framgongur klárt og týðuliga av einum skaldabornum, tignarligum og gudfrøðisliga mergjaðum sálmi, ið hevur verið sungin av teimum fyrstu kristnu undir gudstænastuni, og sum Paulus ápostul endurgevur í Kolossubrævinum, eins og vit hoyrdu tað: “Tí at í honum (Kristi) líkaði tað Gudi, at øll fyllingin skuldi búgva, og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara”.

Á grikska frummálinum standa orðini “ta panta” – “allar lutir”, ið sipa til skapanarverkið við flora og fauna, blómum og djórum, ja, “kosmos” - alheimin. Gud hevur í syni sínum, Jesusi Kristi og við krossdeyða hansara íbirt frið í týdninginum, at hann hevur sameint alt og øll til eitt við seg. Ella sagt við beinraknu orðunum hjá kirkjufaðirinum, Gregori í Nazianz: ”Einki kann verða javnsett við undur frelsara míns: Nakrir blóðsdropar hava endurnýggjað alheimin”.

Á skrivstovu míni í prestagarðinum hongur ein málningur, ið listakvinnan, Hannemia Joensen, sála, hevur málað. Málningurin sýnir hin krossfesta. Við krossins fót liggur ein kvinna á knæ í hvítum kjóla, randað av urtum og grønum vøkstri. Baksýnið er eitt ljós - og litspæl uttan líka. Tann hvíti og bjarti liturin rennur saman við gula, reyða, bláða og viólbláa litin, ið ber boð um uppreisnarglæmuna páskamorgun. Málningurin er serstakur, tí krossurin stendur mitt í alheiminum.

Tá nú Gud í syni sínum, Jesusi Kristi, og við krossdeyða hansara, hevur gjørt heimin, ja, alheimin sáttan við seg, ið er gátuføri boðskapurin Langa fríggjadag, er nærliggjandi at gera vart við, at vit sum menniskju í ljósinum av hesum veruleika sita um sátt við hvør annan. At vit sjálv íbirta frið og góðsemju innanhýsis, landanna millum og landamarkanna millum. Hartil kemur, at vit sum menniskju treytað av hesum sama veruleika liva um sátt við nattúruna, ja, við hvønn Guds minsta skapning. At vit duga okkum hógv og ikki gera okkum inn á nattúruna, ið vit sjálv eru ein lívrunnin og natúrligur partur av, men verja, vara og fara væl um skapanarverkið, ið er gjørt einki minni enn guddómligt við Jesu deyða á krossinum og likamligu uppreisn páskamorgun.

Krossins gáta er kærleikans gáta. “Hann elskar, vit elska”.

Amen!