Skriva út

Jerúsalem, Getsemane og fyrigeving

Dagurin var liðin, og tíðin var um nón. Vit koyrdu niðan ímóti Jerúsalem, og júst henda sjónin fer mær ongantíð úr huga. Tað vakrasta, ið eg havi sæð. Ein heilag løta at síggja býin yvir allar, hin heilaga Jerúsalem.

Tá vit komu niðan til býin, sóu vit Jerúsalem í gyllandi vesturskini. Tað var so vakurt, og myndin var trúnni gagnlig. Hetta er býurin og umhvørvið, sum hevur so stóran leiklut í frásøgnini um Jesus. Hetta er myndin um hin himmalska býin, hitt nýggja Jerúsalem, Guðs æviga himmal.

Væl setur sólin, og Jerúsalem hevur mangan verið fjaldur í myrkri. Bæði náttarmyrkur og daprar umstøður hava fjalt býin. Kríggj og heimsótt, neyð og vanlagna fólksins. Jerúsalem er til á heimskortinum, men vandin hevur verið stórur bæði í nýggjari og eldri tíð.

Tað var serliga hetta, ið hugtók, at síggja býin ávegis inn í myrkrið í gyllandi vesturskini. Sum skýmingin kann vera vøkur. Sum ljósið er lívgevandi inn í myrkur og nátt. Sum lívskvøld menniskjans kann vera vakurt, tá vit mett av døgum leggja eyguni saman fyri seinastu ferð.

Tá eg sá Jerúsalem í gyllandi vesturskini, visti eg sjálvsagt, at um eina løtu var býurin fjaldur í myrkri, og so vildi ravmagnið avloysa dagsljósið.

Ístaðin fyri myrkur fylti ljósið sál og sinni. Meðan vesturskinið gjørdist alt meira kámt, mentist ein onnur sjón í mínum huga. Í míni sál sá eg við trúar eygum Jerúsalem í bjørtum morgunroða. Tað var so lívgandi, henda sannføringin um hin heilaga staðin, at náttin hoyrir jørðini til, og hin himmalski Jerúsalem er ljósanna staður, tí har valdar eingin nátt, og Kristus er lampa í staðnum.

At støðast í tí heilaga landinum, var nakað heilt serligt. At vitja tey heilagu støðini, har Jesus livdi og virkaði. At vitja støðini og lesa úr skriftini tær frásagnir, ið fóru fram á ella sipaðu til júst hetta staðið, har vit vóru. Støðini eru fyri teim kristnu heilag, tí tey sipað til Jesus og Guð Ábrahams, Ísaks og Jákups.

Tað var nakað, ið eg var sera spentur at uppliva. Ein mynd, ið hevur fylgt mær alt mítt lív. So mangan havi eg í trúnni steðga á og vitja í Getsemane urtagarði. Har havi eg verið bæði í einsemi og saman við øðrum, tá ódnin leikaði og neyðin bankaði á dyrnar. Tað er ein felags støða fyri alla mannaættina, at dagar eru, ið bæði eru tyngri og væl øðrvísi enn aðrir.

Tað var morgun, tá vit vitjaðu urtagarðin. Ein lítil vælhildin urtagarður. Hetta er umhvørvið, har Jesus stríddi sítt harða stríð. Mína vegna, vegna heimsins føll og mistøk. Tað var her stríðið stóð, tá hann gjørdist syrgin og tók at nøtra og so sára at kvíða.

So nær tí heilaga staðnum, so nær Guði, - so nær prísinum fyri rættvísgering manna. Ein kensla størri enn alt annað, ið eg áður hevði upplivað.

Hetta var jørðin, ið var vandað við blóðdropum frelsarans. Her stríddist Jesus í  deyðaangist, tá hann bað ta sterku bønina : “Faðir! Hevði tú vilja tikið hesa skál frá mær; men verði tó ikki vilji mín, men tín.”

Tað var her, at stríðið stóð vára vegna. Tað var her, eg sjálvur átti at staðið í dýrastu neyð, angist og trega. Nú stóð eg sum pílagrímur við einum ævigum friði í hjartanum, eini frelstari sál og eini vónríkari framtíð, tí ein hevði átikið sær at tala mína søk og gjalda fyri míni mistøk.

Getsemane urtagarður var vakur, og angin av vøkrum vøkstri setti dám á. Vit sluppu ikki inn í sjálvan garðin, tí gyrðing var rundan um. Í fyrstuni tóktist hetta óheppið, at vit ikki sluppu inn. Tá vit høvdu staðið eina góða løtu og hugt inn í garðin broyttist fatanin. Líkasum urtagarðurin var stongdur fyri okkum, á sama hátt varð Edens garður stongdur, tá okkara fyrstu foreldur syndaðu á fyrsta sinni.

Henda heilaga jørðin, Getsemane urtagarður. Her stríddist Jesus í kvøl og angist. Vára vegna og okkum til rættvísi átók hann sær líðing og deyða. Líkasum Getsemane urtagarður var stongdur fyri okkum á pílagrímsferð, á sama hátt er tað menniskjum ómøguligt við egnum mátti at koma inn í tað himmalska landið.

Getsemane urtagarður var stongdur fyri vitjandi av verkligum ávum. Tað var neyðugt at skóna økið til tess at varðveita vakurleikan. Samstundis var hetta ein áminning, ja ein prædika. Okkum tørvar ein frelsara, um vit skulu koma inn í Guds dýrd og vakurleika.

Inni í Getsemane urtagarði stríddist Jesus. Hann visti, at løtan var álvarsom og kravdi almikið. Deyðaangist er eitt sterkt orð. Tað boðar ikki frá góðum, og tað var ikki gott. Myrkursins veldi reikaði runt í økinum. Illimaður var um at fáa fastatøkur á Judasi. Neyðugt var at vakja og biðja, tí andin er fúsur, men holdið er veikt.

Inni í Getsemane urtagarði fingu lærusveinar Jesu at vita, at tímin var komin. Menniskjusonurin vildi verða uppgivin í syndara hendur. Tað góða og tað ónda vildu møtast, og stríðið í andsheiminum kom at merkjast á jørðini.

Áminningin ljóðar sterk og sannførandi. Lívið krevur sítt gjald og sítt offur. Kvirran í Getsemane var kærkomið høvi til bøn og andakt. Bønin er neyðug, tí uttan bøn viknar mátturin. Kvirran er gagnlig, tí ein løta í andakt er trúarinnar styrki.

Biðið, segði Jesus. “Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting.” Áheitanin kemur frá honum, ið heimsins óndskapur vildi fella. Vakurt at síggja, hvussu stórur Jesu kærleiki er. Meðan stríðið er harðast, hugsar hann um lærusveinarnar. Tað er neyðugt við eini áminningin um at vakja og biðja. Tað er so skjótt at sovna, at sova tíðina burtur og lata møguleikan gleppa sær av hondum.

Og so er Getsemane urtagarður í sínum vakurleika ein djúp mótsøgn til menniskjans mátt og megi. Meðan Jesus hugsar um lærusveinarnar og biður um faðirsins vilja : “Faðir! Hevði tú vilja tikið hesa skál frá mær; men veri tó ikki vilji mín, men tín!” Meðan Jesus hugsar um onnur, hendir tað, at lærusveinarnir allir sum ein sovna. Tað er munur á Jesusi og okkum í so mangar mátar. Hann er fullkomin og hugsar um Guðs vilja. Vit eru menniskju og hugsa mangan um okkum og okkara.

Í Getsemane urtagarði sóu vit eitt elligamalt træ. Teir kønu mettu, at træið var frá Jesu døgum. At hugsa sær henda veruleikan, at træið møguliga var eitt træ, sum Jesus hevur sitið undir í bøn og andakt, tá hann leitaði fram fyri ásjón faðirsins í bøn.

Vakið og biðið, tað er áheitanin, lærusveinarnir fingu frá Jesusi, nú myrkursins tími nærkast. Ikki einans náttarmyrkur, men eisini tað myrkur, ið tekur valdið á menniskjum, so hugurin stendur til tað illa. Óndskapur og myrkur fylgjast at, og tað ónda skapar ófrið og ónáðir. Pínslusøga várs Harra Jesu Krist sigur frá, at ein sakleysur doyði fyri tey seku.

Tað ræður um at minnast stillar løtur, at hava stundir at vitja Getsemane urtagarð. Tað ræður um at vakja og biðja, tí nátt kemur, tá eingin arbeiðir. Vit mega biðja, at vit ikki mega koma í freisting. Tað er skjótt at snáva, og hin óndi er snúðin. Hann, ið feldi Judas, eirir ongan. Vit mega halda heilagt á heilagum støðum í bøn og andakt.

Træið í Getsemane urtagarði minti meg á bønina. Eitt væl kent evni innan myndlist, at bøn verður hildin undir einum træi. Bønin hevur hjálpt so mongum, bæði her heima á landi og úti í heimi. Bønin er trúarinnar styrki, og bønin veitir styrki, styrki Guðs í tøkum tíma.

Í bókini “eingin framtíð uttan fyrigeving” lýsir biskupurin í Suður Afrika Desmond Tutu ta viðferð, ið tey littu fingu fyri sín húðalit. Vánalig kor, rættindi og sømdir. Forfylging og dráp, alt vegna húðalitin. Teimum littu var noktað bæði íbúðir, skúla og arbeiði. Tey kundu ikki koma í nánd av teimum hvítu.

Tá fólkaræðið og frælsið kom til Suður Afrika var ein nevnd sett niður, ið skuldi finna fram til sannleikan. Øll tey, ið ásannaðu síni mistøk vildu fáa grið. Hin einstaki skuldi játtað sínar óndu gerðir, og so vildi nevndin veita viðkomandi fyrigeving, grið og náðir. At játta sína synd førdi til eitt lív í frælsi.

Á sama hátt er tað við Guði. Tá ið vit játta syndir okkara, er Guð trúfastur og náðigur og fyrigevur syndir várar vegna Jesus Krist, ið gekk líðingar gøtuna at enda okkara vegna. Okkum til rættvísi varð hann revsaður.

“Men hann var særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” (Jesaja 53,5).

At biðja um fyrigeving og fáa fyrigeving syndanna. Øll tey, ið leita til Guðs, fáa vegna Jesus fyrigeving syndanna. Vit mega játta syndir várar, tí tað er eingin framtíð uttan fyrigeving.

Desmond Tutu lýsir Guðs kærleika í eini mynd. Hann sigur frá styrkini í bønini og takkar øllum teimum runt allan heimin fyri bøn og forbøn, tá harðast leikaði á í Suðurafrika. Uttan bøn og forbøn komu vit ongantíð á mál í rættvísi og javnbjóðis rættindum millum tey ymisku fólkasløgini og ymiskan húðalit.

Og so lýsir hann Guðs kærleika, ið elskar sítt barn – hin einstaka – fram um alt. Meðan lærusveinarnir sovna á síni vakt, so vakir Guðs faðirs eyga. Hann lýsir hin sanna kærleikan og nevnir móður kærleikan. “Ein útlúgvað mamma, sum er um at hokna av møði um kvøldi, vil ikki hugsa um annað enn at sita við songina hjá sínum sjúka barni.”

Sum skrivað stendur hjá profetinum : “Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg.” (Jesaja 49,15).

Tað er evangeliið, at Guð gloymir okkum ikki. Hann er okkum nær, tá okkara tími kemur í Getsemane, og vit hava lyndi at gráta og stúra. Hann er hjá børnum okkara og øllum okkara kæru, tá vit einki megna. Hann er hjástaddur í líðing og deyða, og Guð missir ongan burtur.

Eg havi vitjað Getsemane og sæð staðin. Tað er stórt og vælsignað. Men enn størri er tað, at Guð vitjar og sær okkum. At hann er hjástaddur í lívi og deyða við einborna syni sínum Jesusi. Allar dagar, alt til veraldar enda.

Amen.

(Tekstur: Stk. 1 og stk. 2 úr Pínslusøgu várs Harra Jesu Krists).