Skriva út

Jákup Reinert Hansen: Prædika til fyrsta sunnudag í advent, 2. tekstarøð Luk. 4, 16-30: Tað fyrsta ljósið



So er aftur advent. Meðan dagarnir gerast styttri og styttri, og myrkrið fær støðugt størri vald á dagsins tímum, byrjar tað nýggja kirkuárið við teimum fýra sunnudøgunum, sum vit kalla 1. til 4. sunnudag í advent. Úr Týsklandi, haðani kirkjan hevur fingið so nógv gott og gamalt, sigst eisini siðurin verða komin at hava ein adventskrans. Ein grønan krans við júst fýra ljósum, sum verða tendrað eitt fyri og annað eftir hesar fýra sunnudagarnar. Móti tí ráki, sum verður støðugt myrkari, seta vit sostatt eitt annað rák, sum gongur beint øvugt: vit tendra fleiri og fleiri ljós, vit vilja, at tað skal gerast ljósari og ljósari, at myrkrið ikki skal vinna valdið, men ljósið sigra.
Ljósins høgtíð, jólini, eru fyri framman. Men latið okkum nú geva tol og bíða, til tímin er komin. Lat tað í dag vera nóg mikið at tendra eitt ljós, tað fyrsta, og so vita, hvønn mun tað ger.
Eitt ljós ger tá ongan mun, er onkur skjótur at halda. Har sum túsund ljós lýsa, har kanst tú róliga sløkkja eitt av teimum, uttan at nakar varnast. Eitt ljós ger næstan ongan mun.
Ja, har sum túsund ljós lýsa. Men hvussu er vorðið, har tað er púra myrkt? Er ikki tað gamla orðið satt, sum sigur, at betri er at tendra eitt ljós enn at bølbiðja myrkrið? Er tað ikki hetta, sum ger hitt gamla profetaorðið so vakurt og so hjartanemandi, tá ið Jesaja profetur tekur til: “Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi.”
Í dag tendra vit tað fyrsta ljósið. Tað er eisini nóg mikið.

Ljósið, sum skal skína fyri okkum í dag, tað finna vit í Guðs orði. Í evangeliinum, sum er valt at verða lisið í øllum okkara kirkjum 1. sunnudag í advent. Jesus kemur til sítt fólk, tað kundu vit kanska sett sum yvirskrift yvir 1. sunnudag, um vit hugsa um okkurt, sum bæði evangeliini til henda dag hava í felag. Eftir fyrru tekstarøð verður fortalt, hvussu Jesus ríður inn í Jerusalem, til býin, sum hevur verið kallaður Sions dóttir. Hann ríður á einum ásini, lítillátur kemur hann, meðan fólkið fagnar honum við grønum greinum og Hosianna-rópum: “Vælsignaður veri hann, ið kemur í Harrans navni!” Jesus kemur til sítt fólk, hann vitjar sjálvan høvuðsstaðin.
Eisini eftir seinnu tekstarøð sigur 1. adventssunnudagur frá eini vitjan. Jesus vitjar í heimbygd síni, Nasaret, hann fer til guðstænastu, hann lesur Guðs orð fyri teimum og útleggur tað. Jesus kemur at vitja.
Stórur spenningur og stórar vónir eru knýtt at hesi vitjan. Um hetta mundið er nokk einki at ivast í, at eingin annar Nasareari er so væl kendur sum Jesus. Hann er farin úr heimbygdini, tí eftir sín dóp og freistingina í oyðimørkini hevur hann valt at hava Kapernaum til miðstøð fyri virksemi sítt. Jesus virkar um allan landspartin Galileu, tíðindini um hann koma út um øll bygdarløgini har um vegir. “Hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum,” skrivar Lukas evangelistur. Tað frættist líka til Nasaret, at stór verk eru hend av hansara hond í Kapernaum.
Sostatt hava tey í Nasaret ikki ongar vónir til Jesu vitjan. Við spenningi hava tey sæð fram til at hoyra hann í samkomuhúsinum, kanska eisini síggja hann gera okkurt undur teirra millum, sum hann er uppvaksin saman við.
Og so fær hann ta gomlu, dýrabaru halgubókina hjá Jesaja profeti. Og hvat lesur hann upp fyri teimum annað enn ljós og bjørt orð, hvørt meira skínandi enn annað? “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.”
Hvat er myrkur? Tað er at vera fátækur. Hvat er ljós? Tað er at fáa gleðiboð at hoyra. Hvat er myrkur? Tað er at sita fangi. Hvat er ljós? Tað er at frítt at kunna ganga út úr fangahúsinum aftur. Hvat er myrkur? Likamliga talað er neyvan nakað størri myrkur til enn tað at vera blindur og ikki kunna síggja dagsins ljós. Hvat er myrkur? Tað er at vera staddur í neyð, næstan uttan mun til, um hetta er ein likamlig ella sálarlig neyð, um ein hevur fíggjarligar ella moralskar byrðar at bera, um ein stríðist við synd ella skomm ella sorg ella stúran. Og ljós er at verða loystur frá teimum øllum.
Hvat ljósið hevði at týða, verður í Gamla Testamenti kanska allarbest lýst við at vísa til náðiárið. Greitt verður frá í 3. Mósebók 25, at talið sjey ikki bara skal galda fyri, hvussu vikan verður skipað, men eisini, hvussu árini skulu falla. Hvør sjeyndi dagur skal vera hvíludagur. Hvørt sjeynda ár skal vera hvíldarár, og tá skal landið halda hvíludag fyri Harranum. Jørðin skal ikki verða arbeidd, fólk og fæ skulu liva av tí, sum jørðin ber av sær sjálvari. Og tá ið hetta hvíludagsárið hevur endurtikið seg sjálvt sjey ferðir, og 49 ár eru liðin, skal tað 50. árið vera fagnaðarár. Tá skal frælsi verða boðað í landinum fyri allar íbúgvar tess, hvør maður skal venda aftur á óðal sín, allir fangar skulu vera fríir, øll skuld vera eftirgivin. Soleiðis skifta í Ísrael arbeiðsár og hvíldarár og fagnaðarár. Men í Jesu munni, sum eitt heiti fyri tí fullkomna frælsinum, tí sonnu gleðini, tí æviga ljósinum, eitur tað stóra árið eitt náðiár.
Tí náði er tað, hann er komin at boða. Guðs náði, Guðs kærleika, Guðs frelsu. Náðiár - er nakað ljósari orð til enn tað?
Einaferð fyrr hevði tað verið ein serliga ljósur dagur í Nasaret. Tað var ta ferðina, eingilin Gabriel varð sendur til Nasaret, til eina ungmoy, sum æt Maria, at boða henni frá, at hon skuldi føða Guðs son: “Heil veri tú, sum náði hevur fingið!”
Nú – eini 30 ár eftir hetta - var Guðs sonur, Jesus Kristus, heimsins frelsari komin at vitja fólkið í heimbygd síni. “Í dag er hetta skriftorðið um náðiárið gingið út fyri oyrum tykkara,” segði hann við tey í samkomuhúsinum. Høvdu tey vent sær til ljósið, høvdu tey tikið ímóti honum í trúgv, tá er einki at ivast í, at hetta aftur hevði verið ein ljósur dagur, ein gævustund, ein frelsudagur í Nasaret. Men tey vendu sær móti honum í vreiði og róku hann út. Og tað gjørdist myrkasti dagur av øllum har í Nasaret.

Harrans náðiár, hetta ljósa orðið, tað stendur nú sum yvirskrift ikki bara hvørt 50. ár, men hvørt ár, vit savnast í Jesu navni. Serliga klárt lýsir tað tó 1. sunnudag í advent, nýggjársdag kirkjunnar, henda dag, sum tað fyrsta ljósið verður tendrað. Tendra vit eitt ljós, so ræður tess meira um, at vit gera okkum greitt, hvat hetta ljósið er. Fyrimyndarliga væl verður tað lýst í tí gamla adventssálminum:
Ver vælkomið, Harrans ár,
sum ber fagnaðarboð!
Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
varð ljósið úr erva birt upp á fold.
Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ljósið er Jesus. Ljósið er Guðs orð um hann, sum sjálvur sigur: “Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.”
So biðja vit tá um, at hetta ljósið má festa í okkara hjørtu, so vit mugu liva í frælsi, í náði, í gleði, í trúgv og í vón og í kærleika. Er tað ov nógv at biðja um, at vit av Guðs náði eisini mugu fáa loyvi at lýsa fyri øðrum? At ljósið má breiða seg, so tað støðugt verða fleiri, sum kunnu lýsa upp henda myrka heimin?
1. sunnudag í advent savnast vit saman við Jesusi, sum kemur til okkara. Vit savnast í tí vón og undir tí bøn, at vit hetta næsta árið mugu eiga nógvar dagar í ljósinum av Guðs orði.