Skriva út

Jákup E. Petersen - Pálmasunnudag í Hest kirkju



Jóhannes evangelium 12, 1-16 Sálmar: 76, 180, 470 – 346, 64

Hugsa tær um drotning Margretha ringdi til tín og segði, at í komandi viku kom hon á vitjan – ikki her úti í Hesti einans, men heim til tín. Hevði tú latið sum onki ella man ikki tú hevði staðið á høvdinum fyri at gjørt alt so snotiligt sum tilbar? Hampa uttan um húsini, mála, snøgga urtagarðin, gjørt høvuðsreint inni og so framvegis?

Í sálminum sungu vit: sí kongur tín til tín kemur, vil frelsari tær vera. Hann legði frá sær guddóm sín, læt tænara seg gera (sálmur 180).

Og Pálmasunnudagsboðskapurin er boðskapurin um, at Jesus er alheimsins kongur sum reið inní Jerusalem. Og líkasum vit ikki orduliga fáa ímyndað okkum til fulnar, hvussu drotningavitjanin hevði ávirkað okkum, so skilja vit illa til fulnar, hvat tað merkti fyri fólkini í Jerusalem hendan dagin. Og fyri, at vit betur kunnu seta okkum inní teirra støðu, kunnu vit hjálpast við at hyggja at gongdini hjá Jesusi upp til høgtíðina.

Fyri nøkrum sunnudøgum síðani hoyrdu vit Jesus siga: sí vit eru á ferð niðan til Jerusalem og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. Og so hoyrdu vit, at hann kom til Jeriko og ein blindur maður fór at rópa: Davids sonur, miskunna mær – og Jesus viðurkennir sær tittulin Dávids sonur sum var tittulin, sum Nathan profetur lovaði til David kong, at Guð vildi stovna sítt æviga kongadømi og hesin var ikki ein vanligur kongur, men tann seinasti kongurin og, at allir kongar skuldu boyggja síni knø fyri honum. Tað er also hetta, Jesus viðurkennir sær. At hann er tann lovaði endaliga, sigrandi kongurin.

Síðani ferðast Jesus víðari og gongur allan vegin niðan móti Jerusalem og steðgar á í bygdunum Bethania og Betfage uttanfyri Jerusalem. Og nú veit eg ikki, um tú hevur verið í Ísrael, men á ferðini niðan móti Jerusalem er ein hæddarmunur á umleið ein kilometur – og Jesus gekk. Men túrurin frá Betfage til Jerusalem var bæði undanbrekka og tók bara hálvan tíma ella so – Hví bíðaði Jesus við at finna sær eitt ásin til hann var komin niðaná? Vildi ein og hvør ikki fyritrekt at riðið niðaná?

Jesus bíðaði, tí tað var nakað serligt við býunum Betfage og Bethaniu. Tað var ongin býur í øllum Ísrael, sum kendi so væl til Jesu myndugleika og makt, sum hesir býir. Tað var jú her, Jesus hevði vakt Lázarus upp frá deyðum – og hetta sást aftur í teimum fólkamongdum, sum komu saman, tá tey hoyrdu, at Jesus var komin. Tí nú fór okkurt at henda og tí fóru tey í fylgi við honum omaneftir Oljufjallinum til Jerusalem.

Tá Jesus so sendi lærusveinarnar eftir ásnanum, so kann tað undra, at teir einans skuldu siga: Harranum tørvar tað, og so fór eigarin at lata Jesus fáa tað. Men tað var tí, at øll í hesum býunum vistu, hvat Jesus kundi og hevði gjørt! Men enn vistu tey ikki, hvat fyri slag av kongi, hann var.

Og sum Jesus kemur ríðandi til Jerusalem síggja vit, at hann stillaði seg andlit til andlits við fólkamongdirnar, religiøsu leiðararnar – ja ein og hvønn – og sigur: Krýn meg til kong ella drep meg!

Kanska elsta játtanin, sum vit finna í Nýggja Testamenti sjálvum, er Filippi-lovsongurin: hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi. Fil 2, 6-8.

Jesus skuldi ríða inn í Jerusalem sum ein kongur, sum skuldi sigra, við at fara í deyðan. Hetta var einasti vegur, um hann skuldi kunna vera ein miskunnsamur og eyðmjúkur kongur. Ein kongur, sum ikki tilrænir sær maktina yvir okkum menniskjum, men sum sjálvur gekk í deyðan, fyri at vinna okkum ævigt lív.

Hjá Guði, í Guðs mynd, hevði Jesus alt – uttan teg og meg! Tí var tað neyðugt, at hann gjørdist menniskja, fyri at koma okkum til hjálpar, sum eru stødd í hjálparleysari støðu. Sum Hebrearabrævs rithøvundurin skrivaði: Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir.

Jesus er tann sanni høvuðspresturin – ikki sum teir, ið dømdu hann fyri guðsspottan – men tann sanni, syndafríi høvuðspresturin, sum einaferð fyri allar, gekk inn í tað allar heilagasta og var sjálvur bót fyri tínar og mínar syndir. Tínar og mínar manglandi góðu gerðir. Tíni og míni brot bar hann sjálvur á sær og vann okkum æviga atgongd til faðirin.

Fyri at Jesus kundi vera tann sanni, seinasti kongurin og endaliga vinna sigur á synd, deyða og djevli, mátti hann sjálvur ganga í deyðan. Hann, sum var uttan synd, gjørdi Guð til synd, so at hann kundi býta við teg og meg, so vit ganga frí!

Spurningurin til okkum er so: Um Jesus veruliga er hesin kongur, sum kemur til tín, letur tú so sum luft?

Jesus ynskir at geva tær nýggjan samleika. At tú skalt vera hansara kongabarn!

Møguliga tey harðastu orðini, Jesus nýtti um sítt harradømi eru: Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær.

Og nær tekur ein krossin upp? Jú, tað ger man, tá man er á ferð til avrættingarstaðin. Tá ein skal doyggja. Tann, sum fylgir Jesusi, tann ið er doypt/ur, tann ið trýr – kann ikki longur vera egin harri og kongur í egnum lívi, men er avrættaður og deyður frá sær sjálvum. Og hetta er, merkiligt nokk, einasti sanni máti at liva uppá, ífylgi Jesusi:

Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí.

Tann, sum heila sítt lív roynir at savna saman, bjarga sær sjálvum, missir lívið – ja missir seg sjálvan! Og kenna vit hetta ikki? At vit í jakstranini eftir eydnuni, pengunum, útsjóndini, hvat tað skal vera, troyttast, tí nær fáa vit nokk? Ongantíð er svarið!

Og tú hugsar møguliga: Jamen, eg eri fræls og havi rætt til at velja og avgera ALT í mínum lívi.

Ongin skal stýra mær!

Er tað veruliga so? Ella er frælsi vorðið tað, sum nú stýrir tær? Er hetta ikki atvoldin til, at tú ikki fært bundið teg í einum forholdi? Ikki støðist í hjúnabandinum? At tú upplivir, at tíni vinabond ikki eru serliga djúp? Títt frælsi forðar tær í at binda teg til nakað sum helst, tí hvat nú um tey krevja nakað av tær?

Eingin stýrir sær sjálvum - vit eru øll, so at siga, úti av stýring. Vit eru stýrd av tí, sum er harri í okkara lívi. Tann, sum søkir vald, er stýrdur av valdi, tann sum søkir góðkenning, er stýrdur av teimum menniskjum, hann/hon ynskir góðkenning frá. Og nær fært tú nokk? Tú missir teg sjálvan!

Ístaðin fyri – tann sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. Hví? Tí Jesus er tann einasti Harri í øllum alheiminum, sum hevur givið sítt lív, doyð fyri teg, so tú kanst liva í Honum!

Hann er ikki sum aðrir kongar. Hetta er Guð sjálvur, sum er komin inn í henda heim og hevur fingið alt vald í himli og á jørð og kemur aftur ein dag at stovnseta sítt æviga ríki, har hann er sjálvur kongur, og vit hansara kongabørn.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær Guði, faðir syni og anda, tú sum var, er og altíð verður ein sannur, tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!