Skriva út

Innsetingartala í Kvívíkar kirkju Boðanardag Mariu, 22. mars 2015 kl.17.00.



Maria Jørðdal Niclasen varð skipað í embætið í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Sálmar: 260, 94, 649 – 91, 689

Náði veri við okkum og friður frá Guði, faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi.

Góða Maria.

Nú, tú skalt byrja í embætinum sum sóknarprestur í norðstreymoyar prestagjaldi, skal eg bera eina heilsan til tín við støði í orðunum hjá ápostlinum, har hann sigur: “Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan.” 1.Kor.2,2. Amen.

Vit liva í eini tíð, har vitan og tað at vita verður mett høgt.

Vit fyrireika okkum á ymiskan hátt, soleiðis, at vit fáa sum mest og best burturúr, soleiðis at vit kunnu geva komandi ættarliðum trygt og gott støði at byggja á. Tað verður mált og roknað út, soleiðis, at alt kann ganga upp í eina hægri eind, at vit kunnu náa á mál.

Seinastu dagarnir eru eitt ítøkiligt dømi um hetta sama. Sólarmyrkingin. Væl er hugsað og roknað út, nær hetta skuldi vera, og tað var soleiðis – ja, vit kenna málbrúkið aftur úr skapanarsøguni!

Góðu tit, Maria og kirkjuliðini í norðstreymoy:

Í dag er hátíðardagur í kirkjuliðunum. Tit hava fingið nýggjan sóknarprest við bústaði í Kvívík.

Prestur tykkara hevur í útbúgving síni ognað sær vitan til tænastuna. Hon veit nógv! Men sum tikið verður til: fáur er fullærdur.

Tað gav at býta í einum kirkjuliði, sum hevði fingið nýggjan prest. Tá ið hann flutti inn í nýggja bústaðin, sóu sóknarbørnini allar bøkurnar, hann bar inn í prestagarðin. Tey hugsaðu við sjálvum sær, um hetta var rætti persónurin, tey høvdu valt, tí tey hildu, hann var liðugur at lesa til prest!

Hvat veits tú? verður viðhvørt tikið til, tá ið vit vilja frætta tíðindi!

Tá ið Maria sum prestur verður spurd: Hvat veits tú? Ella kanska eisini fær spurningin: Hvat veits tú um okkum? So eru ráðini til tín sum prestur í evangelisku-luthersku kirkjuni at siga við kirkjuliðini í prestagjaldinum, orðini hjá ápostlinum: “Eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan!”

Ein prestur veit nógv – hann eigur at vita nógv – á sínum øki.

Hvør í sínum lagi vita vit nógv – á okkara øki. Men presturin í tænastu síni, eigur at vita, hvør hansara fremsta uppgáva er. Hetta verður eisini um eina løtu lisið upp úr kollatsinum ella kalsbrævinum frá biskupi.

Í tænastuni eigur presturin fyrst av øllum at vísa á Kristus. At prædika Jesus Kristus sum krossfestan og upprisnan fyri syndir okkara og í somu atløgu at vísa á Heilagan Anda, sum ger Jesus Krist livandi í mannahjørtum. Hetta er kristin læra. Hetta er tann mest týðandi uppgávan hjá einum presti í fólkakirkjuni og yvirhøvur. At náa hesum endamáli hava vit orðið og sakramentini.

Tá ið hetta er sagt, so kemur relatiónin til næstan, til tey menniskju, tú skalt virka ímillum í prestagjaldinum.

Legg tær eina við góðum samskifti at møta menniskjum við nærleika, kærleika og umsorgan har tú hittir tey ella tey koma til tín í ørindum.

Ynski okkara er, at tú fært náði til at røkja fylgið í prestagjaldinum við góðum samstarvi við hinar báðar kollegarnar í kallinum.

Tað er einki krav, at tú skalt gera allar hugsandi likamligar rørslur sum t.d. flick flack, ganga á hondunum ella klára dupultan salto fyri at fáa samband við kirkjuliðið. Tú ert jú ikki heilt nýggj í tænastuni sum prestur í fólkakirkjuni, og nakrar góðar royndir hevur tú í prestakufffertinum við tær Eystan Múla!

Kirkjuráðini og kirkjuliðini í norðstreymoy: Tillukku við nýggja presti tykkara. Takið væl ímóti nýggja prestinum, biðið fyri henni, so at Maria kann kenna seg væl í tænastuni og tykkara millum.

Eg fari at ynskja tær tillukku við embætinum við ynskjum um Guðs signing.

Uni Næs, dómpróstur