Skriva út

Innsetingartala í Hoyvíkar kirkju

9.s.e.tríeindardag, 18. august 2019 kl.11.00.

Dómprósturin skipaði Bergtór Hjelm Bjarkhamar í nýggja embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjald.

Náði verið við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Kæru kirkjulið  í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi – Hoyvík og Kaldbaks kirkja og bygdirnar Hvítanes, Sund og Kaldbaksbotnur: Tykkum verður ynskt hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestaembætinum og nýggja sóknarprestinum við ynskjum um Guðs signing.

Góði Bergtórur Hjelm Bjarkhamar: á hesum serstaka degi tínum skalt tú fáa eina heilsan við nøkrum orðum úr Skriftini, nú tú byrjar í nýggjum embæti – tó í somu kirkju.

Orðini ljóða:

“Boða orðið, ver at í tíð og ótíð, aga, revsa áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining.” 2. Tim 4,2. Amen.

Tað er uttan iva soleiðis, at luturin hjá øllum tí, sum til er, sum skapað er, er ein íborin trongd til at skipa seg.

Vit vita frá hesum at siga í øllum lívsins viðurskiftum: frá tí evarska lítlu veruni til størstu lutir ella viðurskifti í tilveruni.
Stórt og undurfult kann alt hetta vera at uppliva ella at líta á.

Vit fáa í ríkiligt mát at hugsa um, savna vit okkum bara um menniskjað, hvussu lyndi er hjá menniskjanum at skipa seg, tað veri seg í handans og andans verki og manna millum.

Hetta er okkara dagligi kostur. Í minni og størri mát, tá ið tað hevur við tann einstaka at gera. Eisini hevur hetta við samfelagið at gera sum heild, nú føroyska tjóðin í hesum døgum fyrireikar seg og skal taka støðu til, hvussu land okkara skal skipast eftir løgtingsvalið, sum er fyri framman.

Tað verður hildið gott at vera skipaður ella organiseraður – tað øvuta ber ongan veg – tað ber nokk heitið kaos!

Í trúarligum, kristiligum og í kirkjuligum høpi verður eisini talað um  at verða skipaður.

Væl verður skipað fyri og nógv orka verður løgd í, tá ið tøk skulu takast t.d. at byggja kirkju ella onnur gudshús ella at skipa gudstænastuna í tí sum vit kalla liturgi ella gudstænastuskipan. Og í gudsdýrkan ella tilbiðan minnir ápostulin á ... “at sómi og skil veri á øllum!” 1. Kor 14,40.

Orðini eg las at byrja við eru tikin úr einum av teimum sokallaðu pastoralbrøvunum í Nýggja Testamenti. Pastoralbrøvini eru brøvini bæði, sum ápostulin Paulus skrivar til Timoteusar og brævið, hann skrivar til Titusar.

Pastor merkir sum kunnugt hirði og er sama orðið sum prestur, heitið, sum vit brúka um persón í kirkju okkara at boða orðið og at umsita sakramentini.

So tankin at kirkjan skal verða skipað er gamal, sum hesi trý brøvini í Nýggja testamenti eru dømi um.

Og orðsins tænasta er júst tað, tú Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, ert kallaður til í suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í kirkjusóknunum báðum Hoyvík og í Kaldbak. Tú ert ikki fremmandur í kirkjunnar tænastu. Í góð 8 ár hevur tú verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi – hesi seinastu árini við nýggja heitinum Norðstreymoyar eystara prestagjald.

Tú ert prestur í somu kirkju, men nú ert tú komin í annan haga at verða hirði, tó við somu skipan og munandi fleiri áseyðum enn í norðstreymi og kanska eisini nýggjum og øðrvísum avbjóðingum.

Men grundarlagið og høvuðsuppgávan í embæti tínum er óbroytt. Tað er áminningin at boða orðið í tíð og ótíð, aga og revsa og áminna.

Kanska onkur heldur, at hetta ljóðar heldur strangt ella avgjørt – men hvørki tú ella nakar annar orðsins tænari eigur at gloyma, hvussu hetta nú skal verða gjørt: tað eigur nevniliga at verða gjørt við øllum langmóði og allari leiðbeining!

Tí tað er júst soleiðis í øllum langmóði og allari leiðbeining at tú og øll vit, sum eru kallað at boða orðið eiga at møta næsta okkara hvør hann er og hvar hann er at finna. Við mildleika og kærleika í tíð og ótíð!

Tað er neyðugt við skipaðum viðurskiftum fyri at sleppa undan ruðuleika.

Vit menniskju kunnu skipa og skapa nógv, men tað er bert ein, Jesus, sum við anda sínum skapar trúnna í okkum ... Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti, sum sálmaskaldið yrkir. (Sl.51,12)

Tað er eisini lyfti frá honum, sum ljóðaði á dópsstundini, at tað var hann, sum byrjaði í okkum góða gerningin ...

Bergtórur, tú skalt nú verða prestur knýttur til tvær kirkjur:

Kaldbaks kirkja er bygd í 1835 og Hoyvíkar kirkja í 2007.

Her er talan um stóran aldursmun. 172 ár.

Skipað viðurskifti í kirkju okkara hava gjørt, at kirkjan í Kaldbak var bygd í 1835 og kirkjan í Hoyvík í 2007!

Nú skriva vit 2019! Og tó: Ørindini eru tey somu at boða orðið í tíð og ótíð. Avbjóðingarnar eru ymiskar á bygd og í bý – men umsorganin fyri kirkjuliðunum báðum er tann sama – her eigur eingin munur at vera gjørdur.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald skrivar aftur søgu, nú ein prestur kemur aftrat í prestagjaldi. Ver tann, tú ert í tænastuni. Prestur arbeiðir eisini undir skipaðum viðursiftum. Ja, hann hevur eisini rættindi og skyldur! Hetta ljóðar kanska eitt sindur fakfelagskent, men tað ræður eisini um hjá presti at hava skipað viðurskifti í tænastuni og at bæði kirkjulið og kirkjuráð eru kunnað um hesi viðurskifti.

Tað skal verða bøn okkara, at tú fært eina góða inngongd í kirkjuliðunum, og at samstarvið við kirkjuráðini, kirkjutænararnar og starvsfelagan í prestagjaldinum, Theodor prest fer at ganga væl.

Ynski okkara er eisini, at familjan Haldis, kona tín, børnini Femja, Aleksandur, Katarina og Julia fara at trívast væl.

So fari eg enn einaferð at ynskja kirkjuliðunum hjartaliga tillukku við nýggja sóknarprestinum. Havi Bergtór og tænastuna og familju hansara við í dagligu bønum tykkara.

Guð signi og styrki tykkum at verða kirkja í tíð og ótíð í okkara tíð!

Amen