Skriva út

Innsetingartala í Fuglafjarðar kirkju - Havstein Klein



Innsetingartala í Fuglafjarðar prestagjaldi sunnudagin 3.s.e. trettanda, 26. januar 2014, í sambandi við, at Havstein Klein verður skipaður í kallið í Fuglafjarðar prestagjaldi at vera sóknarprestur í tíðarskeiðinum 15.januar – 15. oktober 2014.


Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Amen.
Í fólkakirkjuni hava vit ymiskar tænastur, har fólk verða kallað til eina uppgávu.
Hetta er gamal siður í kristnu kirkjuni.
Í fólkakirkjuni hava vit ta skipan, at tað eru fólk í tí einstøku bygdini ella býnum, har ein kirkja er, sum velur eitt kirkjuráð at skipa fyri á staðnum.
Í summum førum heita tey á persónar í kirkjuliðnum at átaka sær uppgávur. Í øðrum førum skal kirkjuráðið velja millum persónar at átaka sær eina serliga uppgávu: at kalla ein prest til tænastu.
Góði Havstein. Tú ert kallaður av kirkjuliðunum í Fuglafjarðar prestagjaldi at gera prestatænastu í tíðarskeiðinum 15.januar – 15.oktober í ár, meðan fasti sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemsen er í barnsburðarfarloyvi.
---
Tað eru nøkur góð orð í 1.Kor.kap.2, sum eg fari at lesa fyri tær á hesum degi, har tað verður sagt í yvirskriftini: Paulus kom ikki til Korint við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði.
Ørindini hjá ápostlinum vórðu stutt og greið og hann sigur ørindini í 1.persóni: “Eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft.” v.1-5.
Í tænastuni er presturin hirðin, boðberin og tænarin.
Tú ert kallaður at verða hirði hjá kirkjuliðunum: at savna fylgi at boða orðið í tíð og ótíð, í stórari fjøld og fyri tí einstaka, í gleði og í sorg at vera tænari í eyðmýkt og kærleika. At boða orðið um náðina og frelsuna í Jesusi Kristi – eisini gjøgnum sakramentini dóp og altarborð.
Boðskapurin er greiður: At boða Kristus krossfestan og upprisnan.
At boða Kristus í øllum verki tínum til trúar. Trúgvin er ikki nakað vit menniskju skapa. Trúgvin er Guds gáva. Trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður og tað, sum hoyrt verður, kemur gjøgnum Guðs orð.
Kristus krossfestur og upprisin. Hesi eru ørindini hjá tær og øllum orðsins tænarum. Ikki við egnari megi, men við Guðs og Heilaga Andans megi.
Eitt gamalt orð ljóðar: Ave crux spes unica. Tað merkir: eg heilsi tær, krossur, einasta vón!
Og tú er júst hesa vón, tú ert kallaður at boða. Stóri krossurin í Fuglafjarðar kirkju minnir kirkjuliðið og okkum øll á hetta.
Kristus krossfestur og upprisin.
Í hesum báðum orðunum er allur kristiligi boðskapurin at finna. Tað er í hesum báðum orðunum, at grundarlagið fyri allari tænastu í kirkjuliðnum er at finna. Tað er í trúnni á hesi orðini, at vit verða frelst og kunnu virka í tænastu í kirkjuliðnum.
Hesi eru ørindini hjá prestinum í øllum tí, prestur tekst við.
Uppgávurnar kunnu verða ymiskar í tíðini, vit liva í. Og vit eiga at taka ímóti uppgávunum og avbjóðingunum í tí treysti og í tí trúgv, at vit sum prestar ikki virka í egnari megi, men at at vit eru kallað til tænastu hjá einum, sum hægri er, og at hann hevur lovað at verða við og stendur við okkara lið í øllum verki.
Eins og ápostulin á sinni ikki kom til Korint við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði, soleiðis eigur eisini at verða hjá tær, nú tú kemur til Fuglafjarðar prestagjald!
Tú skalt brúka tey evni, tú hevur fingið og við vísdómi og hegni at bera Guðs vitnisburð um Kristus í øllum verki.
Í dag verður tú eitt lið aftrat teimum, sum gjøgnum tíðirnar hava havt prestatænastu á hesum staði.
Guð gevi tær hegni og arbeiðsgleði í tænastuni saman við teimum, sum nú virka sum kirkja, kirkjuráð og tænarar í hesi kirkju og hinum kirkjunum í prestagjaldinum og saman við starvsfeløgum tínum í føroysku fólkakirkjuni.
Síðani tú vart liðugur at lesa gudfrøði í Noreg í 2007, hevur tú havt ymiskar kirkjuligar tænastur og tænastur í kristiligum felagsskapum.
Tú hevur eisini virkað í Evangelisku Luthersku kirkjuni í landslutinum Mara í Tansania sum prestur og bíbliuskúlalærari, har tú eisini var prestvígdur 9.mai 2010. Góðar royndir, tú hevur við tær, nú tú skalt virka sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Tað er vón okkara og ynski, at tú fert at trívast væl í embætinum í kirkjuliðunum saman við familju tíni.
Og ein heilsan til kirkjuliðini í prestagjaldinum: Takið væl ímóti Havsteini, Beintu, og børnunum: Dinu, Lassa, Pæturi og Elisabeth. Havi tey við í bønum tykkara.
Tær og kirkjuliðunum verður ynskt tillukku við embætinum við ynskjum um Guðs signing.

Uni Næs, dómpróstur

Sí myndir