Skriva út

Innsetingarprædika í Hvalvíkar kirkju 4.s.e.trettanda, 30.januar 2011




Tað mugu valla finnast mong fólkasløg í heiminum, sum kenna havið eins væl og føroyingurin.
Okkara land er úr øllum ættum umgyrt av hesum frumelementi í allari tess breidd: við silvitni og logn um várarnar og um sumrarnar, men eisini so uppøst við brimgangi, at froðan veður um bygd og bø á heysti og vetrardegi.

Gjøgnum øldirnar og fram til dagin í dag hevur føroyingurin havt og hevur framvegis síni viðurskiftið við havið; hetta hevur ongantíð verið uttan stóran kostnað í mistum mannalagnum.
Mangir av okkara forfedrum vóru fyri teirri vanlagnu at fáa eina váta grøv, og kemur hetta framvegis ov mangan fyri. Tó funnu teir altíð stóran ugga í hesum, at lagnuni ráddi ein ikki yvir sjálvur, men at hon var nakað ein mátti leggja í Guðs góðu og sterku hendur.

Vit mugu ásanna, at føroyingar hava havt eina stinna trúgv uppá, at Jesus er tann, ið hevur valdið at veita bjarging í neyðini. Soleiðis løgdu teir til brots út á hav við vissu um, at Harrin var við teimum.

Komu teir aftur til lands í øllum góðum, so var tað Harrin, sum alt gott ger, ið hevði veitt teimum blíðan byr á túrinum, og ført teir aftur í trygga havn. Komu teir ikki til lands aftur, ivaðist tey, ið eftir sótu heima, ikki í, at teir nú vóru blivnir lagdir í tryggu og góðu hendur Harrans, og har vóru teir væl bjargaðir.

Teir trúðu staðiliga á hetta, at Guð er tann, sum er við í bæði góðum og illum, og at einans Guð eigur valdið at hótta at stormum og aldubrotum, so hesir leggjast púra stillir.

Tá alt kemur til alt, er tað einans hin almáttugi Guð, ið megnar at temja hesar villu náttúrukreftir, einans hann megnar at bjarga okkum úr vanda, tá aldurnar hótta við at skola inn yvir okkum. Her megna vit menniskju onki.

Evangeliið til dagin í dag talar um hetta sama. Jesus var farin upp í ein bát við lærusveinum sínum, tí teir ætlaðu sær yvir um til bygdaløgini, ið lógu hinumegin vatnið.

Henda dagin á Geneseretvatninum brast ógvusligt óðnarveður á. At lesa stendur, at aldurnar vóru so høgar, at “báturin” nærum “fjaldist”. Tá komu lærusveinarnir aftur í bakskutin, har Jesus hevði lagt seg at sova, tí teir vóru sera óttafullir. Við ræðslurødd kallaðu teir á meistara sín og søgdu: “Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!” Jesus raknaði við, reistist og leit síðani útyvir vatnið og at óðnarveðrinum. Jesus hóttaði at vindinum og aldunum og tað gjørdist í stundini blikalogn.

Hetta er tað einans hin almáttugi Guð, ið megnar at gera.

Lærusveinarnir vóru óttafullir, og tað skilja vit kanska eisini. Lív teirra var í vága.
Eins og hjá lærusveinunum er okkara lív – hjá hvørjum einstøkum av okkum – eisini mangan merkt av ótta og angist. Í hesum týdningini eru brim og óðnarveður myndir, vit kunnu nýta at lýsa mannalívið við.

Onkursvegna eru vit øll stødd í smáum bátum sum ferðafólk á tí, vit kalla lívsins havi. Til tíðir kann lívið kennast heldur baldrut, tá ið ódnirnar leika í rundan um okkum, og aldurbrotini skola inn yvir okkara lítla far. Tá kann óttin vinna fastatøkur á okkum.

Aðrar tíðir valda logn og kyrrindi í lívinum. Tá er tað, at vit sum menniskju blóma og kenna okkum sterk bæði til sálar og likams; men ongin av okkum, ikki tann einasti, sleppur so mikið snikkaleysur ígjøgnum lívið, at vit ikki kenna bæði av hesum fyribrigdum, tí lívið stendur ikki í stað, men er alla tíðina á veg víðari, áfram. Tað flytur seg alla tíðina úr stað í stað.

Mæta skald okkara, Poul F. Joensen, tekur soleiðis til í einum av sínum kendu yrkingum: “Áh, kundi á tíðarhavi vit akker kasta ein dag”; men hetta letur seg ikki gera. Okkum menniskjum er ikki givið at steðga á eitt einasta bil, men mugu vit uttan íhald halda leiðina áfram eftir tíðarhavinum. Tí kann lívið til tíðir tykjast strævið.

Vit hava øll okkara lívsstríð. Vit gera hetta ikki av okkum sjálvum heldur enn lærusveinar Jesu gjørdu tað. Teir kendu seg í ótta, í lemjandi ótta. Teir upplivdu, at teir ikki megnaðu tað sjálvir, hóast tað vóru teir, ið høvdu biðið Jesus um at fara at leggja seg, tí teir sóu seg sjálvar vera førar fyri at vinna leiðina fram yvirum vatnið, men hetta var jú áðrenn óðnarveðrið brast á. Jesus lá og svav í bátinum, teir vaktu hann í ráðaloysi teirra; og hann hartaði á vindin og aldurnar og tað gjørdist blikalogn.

Soleiðis er tað við okkum menniskjum. Jesus er til staðar í hjørtum okkara og vit eiga at vekja hann. Hann ynskir at vaka saman við okkum, og hann vil arbeiða saman við okkum; men hann ger tað bert, um vit væl at merkja, loyva honum tað.

Lærusveinarnir vaktu Jesus, og hann hartaði á vindin og tað var blikalogn. Hetta sama eiga vit at gera, so hann kann skapa logn í lívi okkara. Tí hann hevur vald til tess frá faðirinum í himni.
Soleiðis sum evangelisturin Matteus umrøður náttúrukreftirnar, soleiðis hava tær verið umrøddar síðani Guð skapaði heimin. Havið er frá upphavi eitt eykenni fyri har villini maktir hava valdið.

Tað var hin almáttugi, skapandi Guð, sum í byrjanini setti mark ímillum urdýpið og ta turru landjørðina. Á døgum Nóa var nærum alt lív á jørðini týnt, tí Guð lat tað regna í fjøruti samdøgur. Tá Jesus so hartar vindin og letur tað vera blikalogn, tá hava vit í grundini við hann at gera sum er høvundi lívsins, skapari himins og jarðar. Hann er har og her hóast at vit ikki altíð er nøgd við hansara ráð og dómar.

Gleðiboðskapurin í dagsins teksti er tískil meiri enn bert hetta, at Jesus hartar vindin, og at hann var honum lýðin.

Lívsins stormar eru annað enn bara veðurlíkindi, ið eru sjónlig í tí ytra.

Har kann vera stilli; meðan tað í tí innara er óðnarveður av ymiskum persónligum orsøkum, tvs. nakað bert eg og Guð vita nakað um. Tí ger Jesus nakað nógv meira týdningarmikið enn bert at blíðka óðnarveðrið; eins og hann veitir teimum óttafullu lærusveinunum sálarlinna og harvið frið í tí innra, ynskir hann at veita okkum henda sama linna.

Tað er ein kærleikans gerningur, ið Harrin ynskir at veita okkum, tá ið vit kenna trega. Her er munur á teimum ytru og teimum innaru tingunum, og tað er hetta, ið evangeliið vil siga okkum í dag.

Evangeliið ynskir at boða okkum menniskjum frá, at vit á ongan hátt eru einsamøll á ferðini í gjøgnum lívið. Tað einasta tað veruliga umræður er, um vit velja at vera innanborða við Jesusi ella uttanborða. Tí eiga vit øll somul, hvør einstakur av okkum, at biðja Jesus, tá ið á stendur, um eisini at bjarga okkum. Tá skulu vit við vissu ikki ganga burtur, men tá eiga lut í hinum æviga lívinum.

Jesus undraðist á ræðslu lærusveinanna og segði teir vera fátrúnar menn. Vit standa mangan í somu sporum sum teir, tí skulu vit hvønn dag biðja um styrki frá Harranum.

Veruleikin er mangan ein annar enn vit ímynda okkum. Stutt kann vera ímillum ódn og kyrru. Tá er gott at vita, at ein er, sum hevur tilhald í hjørtum várum. Tá kann lívið vera so baldrut tað lystir, tí eru vit innanborða hjá honum í bátinum, so vinna vit altíð óskalaði heim aftur í trygga havn.
Mangar av teimum føroysku kirkjunum eru útgjørdar við træskipum, ið hanga undan loftinum. Henda kirkja er heldur onki undantak. Felags fyri øll skipini er, at stevnið peikar fram ímóti altarinum, fram ímóti Guði.

Henda veg eiga vit eisini at peika í lívinum, sum vit hava fingið lut í frá Guði. Venda ímóti Guði. Um vit so gera, tá skulu vit í trúnni á uppreisnina stevna ímóti teimum himmalsku strondum, tá ferð okkara her á foldum einaferð at enda komin er.

Tá sigla vit eina seinastu ferð innanborða saman við upprisna frelsara várum, Jesusi Kristi, áfram móti teirri rísandi morgunsólini í spakuliga dagar undan úti í havsbrúnni. Tann ferðin, ið kemur at føra okkum út hagar, har ongin brotasjógvur ella nakað vandasker megnar at gera seg inn á okkum, men har einans ævig logn og kyrra valda.

Amen.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, Hvalvík