Skriva út

Innsetanartala til Havstein Klein



Góði Havstein!
Tú hevur longu gjørt nógvar og spennandi royndir í arbeiðslívi tínum. Við einum leggi um Fuglafjarðar Prestagjald, hevur tú verið trúboðari í Afrika, og sum prestur prædika á swahili í einum prestagjaldi við 14 kirkjum. Nú skalt tú virka sum prestur her í Sandoyar Prestagjaldi og prædika á føroyskum. Sjálvt um bæði umhvørvið og nógv annað er ógvuliga ymiskt í fjarskotna Tanzania og her í Føroyum, so er tað sami boðskapurin, sum tú skalt prædika. Vit kunnu so fara til ein annan trúboðara og um vit ikki kalla hann prest so apostul, ið livdi langt burturi frá okkara klettum bæði í tíð og stað - Paulus. Og vit skulu hoyra nøkur orð úr 2. Kor. 6, 1-10: Men sum starvsfelagar áminna vit eisini tykkum , at tað ikki má vera til einkis, at tit taka ímót Guds náði. Tí at hann sigur: “Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.” Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí nú er tað ein frelsudagur! Í ongum luti eru vit til nakran meinboga, fyri at tænastan ikki skal verða lastað. Men í øllum lutum bjóða vit okkum fram sum tænarar Guds, í nógvum toli, í trongdum, í neyðum, í trongum viðurskiftum, í høggum, í fongslum, í umflakkan, í møði, í náttarvøkum, í føstum, við reinleika, við kunnleika, við langmóði, við mildleika, við heilagum anda, við falsleysum kærleika, við sannleiksorði, við Guds kraft, við rættferðar vápnum til sóknar og varnar, í æru og vanæru, í lasti og lovi, sum villeiðarar og tó sannførir, sum ókendir og tó alkendir, sum komnir at deyða, og sí, vit liva, sum revsaðir, og tó ikki avlívaðir, sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir, sum fátækir, men gera tó mangar ríkar, sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt. Tá ið Paulus skrivar hesi orðini, sær hann út til at hava tað gott, og sjálvsálitið feilar einki. Hann umtalar seg sum starvsfelaga, tað vil siga, at hann er Guds starvsfelagi í Kristi stað. Hugsa vit um Jesus, so kallar hann altíð menniskju fyri tænarar ella arbeiðarar í tænastu Guds. Tað er eitt sindur fínari at kalla seg starvsfelaga, tí ein starvsfelagi stendur næstan á jøvnum føti við stjóran ella leiðaran. Og Paulus sær eisini út til at hava tað gott við alt tað, sum ein kristniboðari skal liva upp til.

Tá ið vit lesa Paulus, so síggja vit, at hann svingar eitt sindur. Summa tíðir fatar hann seg sjálvan sum ein ógvuliga týdningarmiklan persón í frelsugerningi Guds. Bara hann varð valdur at vera heidningatrúboðari. Og hann verður eisini illur, tá ið onkur seta spurnartekin við førleika hansara á hesum økinum. Hinvegin so kann hann brúka tey mest niðrandi orðini um seg sjálvan og kalla seg tann ringasta av øllum apostlunum, tí hann hevði forfylgt Guds kirkjuliði, og hann samanber seg enntá við eitt ófullborið fostur. Í veruleikanum eru vit øll starvsfelagar Guds. Tað gjørdust vit í dópinum, sum Luther segði tað: Hvør tann, sum er kropin úr dópinum, er prestur. Tað er rætt, tí Gud hevur bara okkum til at gera gerning sín her á jørð. Nøkur fingu so ein serligan gerning í hesum sambandi. Vit vóru eitt sindur inni á hesum við munum og mótsetnigum, og hvussu Paulus kundi svinga í millum at vera á hægsta tindi fyri síðani at fara heilt niður á botn ella í djúpasta dalin. Í hesum lítla pettinum úr 2. Kor. brúkar Paulus mótsetningar, sum hann setir upp í móti hvør øðrum, fyri líkasum at lýsa lívið hjá sær sum apostul. Harvið sigur hann eisini nakað um okkum, tí í okkara lívi sum kristin eru eisini mótsetningar, so leingi, vit eru her á jørðini. Vit kunnu so bara taka nakrar av hesum mótsetningunum fram hjá Paulusi: “Í æru og vanæru”.

Hesum kunnu vit eisini taka undir við. Summa tíðir æra vit Gud, aðrar tíðir vanæra vit hann og taka bara alla æruna sjálvi. “Sum villeiðarar og tó sannførdir”. Orsaka av sínum góðu talugávum, hava ivaleyst onkur ákært Paulus at vera ein fólkalokkara. Tað kunnu bæði leiðarar, prestar og onnur prædikufólk taka til sín og ansa eftir, at vit ikki verða í so orðakring og maskinaríið so vælsmurt, at vit gloyma, at vit eisini kunnu kenna okkum ótrygg og ivandi. Sum sorgarfullir og tó altíð glaðir, sigur Paulus. Jú, vit kunnu eisini syrgja yvir okkum sjálvi, at vit megna so lítið, og tó samstundis er øll orsøk til at gleða seg yvir, at Gud er við okkum og virkar við kraft síni í okkara máttloysi. “Sum fátækir, men gera mangar ríkar”. “Sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt”. Paulus og starvsfelagar hansara vóru fátækir materielt sæð, men andaliga vóru teir ríkir – ríkir í Gudi. Og hetta ríkidømi vildu teir fyri alt í verðini geva burtur av til medmenniskju síni. Spurningurin er so, um tað er øvugt við okkum í allari vælferð okkara. Materielt sæð eru vit rík – og kanska fátækari andaliga. Umstøðurnar hjá Paulusi og starvsfelagum hansara vóru nógv annarleiðis enn okkara.

Nútíðar prestar og prædikufólk hava í veruleikanum ógvuliga góðar møguleikar at fáa boðskapin út. Tá ið Paulus skuldi hitta kirkjuliðið, so kundi hann ikki bara seta seg inn í bilin hjá sær og koyra avstað at vitja. Og kanska líka taka bilferjuna ella enn betri koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin og síðani koma skjótt og væl fram á mál. Hann kundi heldur ikki bara trýsta á ein knøtt, so var epistulin, brævið hjá honum til kirkjuliðið farið avstað - og komið fram eisini alt í einum. Ikki fyri tað, starvsfelagaðarnir hjá okkum fyri 100 ella 70 árum síðani høvdu heldur ikki bil og teldur at lætta um arbeiðið. Vit hava so góðar møguleikar og eru eitt sindur forvand. Tá ið teknikkurin hjá okkum svíkur, ja so verða vit bæði ótolin og ørkymlað við. So ymiskt er tað við trupulleikum. Nei, einki, hvørki mótgangur ella forfylgingar kundu vika Paulus í trúnni á Jesus Kristus, ella kundu steðga honum í tænastuni at boða gleðiboðskapin. Hann var ikki tann, sum lútandi setti seg niður at taka synd í sær sjálvum – ella at grenja, tí ikki alt gekk til vildar. Men í øllum teimum umstøðum, sum hann var fyri, bar hann høvur sítt hátt. Hann er ein góð fyrimynd hjá okkum.

Tað er eisini tað, sum Jesus sigur við okkum í prædikutekstinum í dag: At vit skulu hevja høvur okkara upp móti himni undir øllum lívsins umstøðum. Heldur ikki vit skulu missa mótið, tá ið vit verða fyri mótgangi, men tvørturímóti læra av Paulusi og lata mótgangin gera okkum meira ágrýtin og áhaldandi her á okkara leiðum at bera út tann sama boðskapin og ta somu trúnna, sum Paulus boðaði.

Góði Havstein, so fari eg at ynskja fyri teg, at Gud má geva tær vísdóm, signing og kraft at boða gleðiboðskapin her í Sandoyar Prestagjaldi, so at tað má vera til signing fyri kirkjufólkið, bæði tá ið lívið gongur við, og tá ið tað gongur í móti, so at tey mugu bera høvur sítt hátt og í trúnni vænta, at tað endar gott, bæði í hesum ofta óstøðuga lívi og í komandi lívi. Tí sum vit syngja tað í sálminum aftaná prædiku: Ei meir tú óttast tín dómadag, minst til, at Harrin fór í tín stað, til dóms og hevur vunnið.

Hesin boðskapur gevur okkum mót at vera amboð, sum Gud kann brúka í tænastu síni.