Skriva út

Hin upprisni er við á ferðini 2. páskadagur Luk. 24, 13-35 (Glyvra kirkja)



Mæti heimspekingur dana, Søren Kierkegaard, sigur einastaðni, at bestu tankar sínar fekk hann, meðan hann var úti og gekk.

At fara út at ganga er gott fyri hugflogið. Tað er gott fyri likam og sál, ja, tað er endurnýggjandi og endurskapandi. Eitt er at ganga einsamallur í egnum tonkum og lata seg hugtaka av tí, ið ein bæði sær og hoyrir. Men, at ganga saman við onkrum øðrum kann vera bæði mennandi og gevandi, tað veri seg árla á morgni, á hádegi ella í skýmingini, meðan ljós og litir ganga til og frá. Tú ert eitt við náttúruna, náttúrunnar skiftandi lag, tankar tínir hava frítt at fara, og samtalan gongur væl meðan gingið verður.

Mangur hevur ásannað, at ein gongutúrur saman við einum øðrum menniskja, einum hjúnafelaga, einum góðum vini ella einum arbeiðsfelaga, lætti um, ikki minst í truplum tíðum. Orð vóru sett á umstøður og viðurskifti, og í ferðalagnum var ein, sum lurtaði, spurdi og svaraði.

Var útferðin tung og døpur, var heimferðin ljósari og lættari. Gongutúrurin móti sama málið, og samtalan við eitt annað menniskja hevði við sær, at ein betur var førur fyri at fata heildina og síggja smálutirnar. Tað fekst greiða á tí trupla og fløkta, og mótið og dirvið at vera til vóru endurskapað og endurnýggjað, ja, ein fótaði sær aftur í lívinum.

Hesa somu roynd hava teir báðir lærusveinarnir, ið vóru á ferð frá Jerúsalem til Emmaus, gjørt. Teir høvdu tørv á at fara út at ganga hesar 12 kilometrarnar, og undir ferðini at seta orð á teir skakandi tilburðir, sum vóru hendir í Jerusalem nakrar dagar frammanundan í royndini at fata heildina og síggja smálutirnar og harvið fóta sær av nýggjum í tilveruni.

Sum teir ganga og tala sínámillum er brádliga ein triði maður við teimum í ferðini. Hesin maður er báðum lærusveinunum ókendur og tykist at vera óvitandi um tað, sum er farið fram í stórstaðnum. Hin fremmandi er nærverandi, gevur sær góðar stundir, setir teir røttu spurningarnar og lurtar. Hann hevur ans fyri menniskjanum í menniskjanum.

Lærusveinarnir, ið eru tungir í huga, greiða tí fremmanda frá um Jesus úr Nasaret, honum, sum alt í roynd og veru hevur snúð seg um. Hann var ein profetur, siga teir, mektigur í orði og verki fyri Gudi og fólkinum øllum. Men, lagna hansara var hørð. Jesus úr Nasaret varð krossfestur. Og teir leggja afturat, daprir í ásjón: “Men vit vónaðu, at hann var tann, sum skuldi loysa út Ísrael”. Teir høvdu vónað og vóru sannførdir um, at Jesus var hin lovaði Messias, ið skuldi skapa trygg viðurskifti og livilig kor og framburð á øllum økjum. Tær bjørtu vónirnar vóru við Jesu deyða slóknaðar.

Eftir at hava spurt og lurtað, tók hin fremmandi orðið. Í ljósinum av skriftini setti hann alt, ið tilborist hevði, inn í ein størri samanhang við klárskygni og gjøgnumskygni fyri eygað.

Lærusveinarnir hava óivað kent seg bæði stimbraðar og kveiktar av gongutúrinum, rørsluni, tí reinu og svalligu luftini og samtaluni. Tá teir nærkaðust bygdini, og tann fremmandi lætst, sum hann ætlaði at fara longur, noyddu teir hann og søgdu: “Ver hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar”. Og hann fór inn at verða hjá teimum.

Við hesum eru vit komin til hámarkið í hesi vøkru og hugtakandi páska- og uppreisnarfrásøgn sambært Lukasi evangelisti. Hin fremmandi fer ikki bara inn saman við lærusveinunum, men hann setur seg eisini til borðs saman við teimum og vælsignar og brýtur breyðið, ið var luturin hjá einum og hvørjum jødiskum húsfaðiri. Tá hin fremmandi og ókendi brýtur breyðið, fellur slørið burtur frá eygunum á lærusveinunum, og teir kenna hann.

Tá Odysseus kom heimaftur úr Troia eftir at hava verið burtur í tjúgu ár, var hann fremmandur og ókendur. Sjálvt kona hansara, Penelopeia, ið trúføst hevði bíðað eftir honum øll hesi mongu ár, kendi ikki mann sín, ið var ílatin sum ein biddari.

Um kvøldið biður kongur um, at gamla fostra sín, Eurykleia, skal tváa honum um føturnar. Hann setur seg í skýmligu stovuna við rygginum móti eldstaðum, og gamla fostran kemur inn. Tá hon nertir við hann, gerst hon varug við arrið, ið hann hevur á beininum, og hon kennir hann. Hon gerst skøkk, og meðan tárini renna niður eftir kinnum hennara, tekur hon um høkuna á honum og sigur: “So ert tú Odysseus, mín elskaði sonur”. Og hon vildi boða øllum frá, at kongur var í húsinum.

Tann fremmandi og ókendi, sum var í ferðalagi við teimum báðum lærusveinunum, og nú sat til borðs saman við teimum í herberginum, var eingin annar enn hin krossfesti og upprisni Jesus. Teir kendu hann aftur, tá hann breyt breyðið á sín eyðkenda hátt, ið teir vóru vanir við, tá teir vóru saman við honum í jarðiska lívi hansara. Men, tá hann hevði brotið breyðið, og teir kendu hann, var hann ósjónligur fyri teimum. Og niðurstøða lærusveinanna var greið: “Brann ikki hjarta í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?”.

Var útferðin tung og døpur til Emmaus, var heimferðin aftur til Jerúsalem ljós og løtt. Kreppan var av. Hugtyngslan var horvin sum døgg fyri hitandi sól. Lívið sjálvt hevði fingið aðra vend, og vónin hin bjarta var aftur kveikt andlit til andlits við hin upprisna.

Hálenski listamálarin, Rembrandt, ið stundum verður róptur “ljósmálarin”, málaði aftur og aftur myndevni, ið hann kallaði “Emmaus”. Hetta var hansara lívs myndevni. Við inniligu og staðiligu málningum sínum, ið bera boð um eina upphevjaða ró og kvirru, royndi hann at boða tað, ið ikki kann sigast við orðum, til trúar og innlit hjá tí einstaka.

Eitt undursamt ljós fellur á andlit og hendur Jesu, meðan hann sæst bróta breyðið í skýmliga herberginum, har hann situr aftanfyri eitt borð við hvítum dúki. Annar av lærusveinunum hevjar hendur sínar í tilbiðjan, men hin letur hond sína hvíla á borðinum, meðan hann lenar seg afturá. Hann fatar ikki, tað hann sær í løtuni. Rúmið tykist óendaligt, tí aftanfyri sæst “apsis”, eitt hválv. Herbergið er kirkja, har hin krossfesti og upprisni er ljóslivandi til staðar í altarsins sakramenti. Her er rúm fyri trúnni og ivanum og tí, ið ikki fatar, at hann er loyndardóminum nær.

“Sanniliga er Harrin upprisin”. Við hesi ljósu og fjálgu heilsan endar evangeliið. Hetta er eisini heilsanin, ið tey ortodoksu kristnu eystanfyri heilsa hvør øðrum við líka frá páskanátt til Krists himmalsferðardag: “Kristus er upprisin”. Henda heilsan er sprottin úr tí tómu grøvini, og at Jesus eftir at hann var upprisin sýndi seg ferð eftir ferð fyri lærusveinum sínum.

Páskaheilsanin, og tað hon ber í sær, hevur alheims týdning. Við deyða og likamligu uppreisn síni hevur lívshøvdingin, ið sindraði deyðans og myrkursins vald, leitt lív og óforgeingiligleika fram í ljósið. Hesin nýggi og bjarti veruleiki fevnir ikki bara mannaættina, ið nú kann fylgja í fótasporum hins upprisna í ódeyðiligleika og óforgeingiligleika, men alt skapanarverkið við flora og fauna, blómum og djórum. Alt tað, ið skapt er, stevnir nú móti Guds dýrd, ið er lív, ljós og vakurleiki. Hetta ber sigurstónin á páskum boð um og ljósið, ið floymir frá Jesu upprisna likami. Sjónarringurin er opin og óendaligur, tí yvir øllum skínur æviga vónin.

So eru vit ikki einsamøll á ferð okkara gjøgnum lívið, har tað stundum gongur við og stundum gongur ímóti. Við á ferðini hava vit hin trúgvasta og hollasta fylgisvein, hin ósjónliga og tó hin nærverandi. Í Guds húsi brýtur hann breyðið saman við okkum, og vónin verður kveikt av nýggjum. Er hann við okkum á ferðini, er hann eisini hjá okkum, tá tað tekur at kvølda og lívsdagurin aftnar.

Gleðiligar páskir!