Skriva út

Hetta heilaga evangeliið til Ólavsøkudag skrivar Matt. evang.16,24-27



Sálmar 243,24,235,79,585
Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: »Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!
Heilagi faðir vit siga tær takk fyri, at Orð títt er sannleikin, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu.
 
Í árinum 995 steig Ólavur Tryggvason á land á Moster í Noregi, har gudstænasta varð hildin, kirkja varð reist á hesum staði. Nærum 30 ár seinni, í 1024, helt Ólavur Haraldsson, seinni Ólavur hin Heilagi, ting á Moster, har kristinrættur varð settur í gildi. Soleiðis ljóðaði fyrsta boðið í lógini:
Vit skulu boyggja okkum móti eystri og tilbiðja Hvíta Krist; biðja um gott ár og frið, at hann vil halda bygd og land okkara uppi. Drottur okkara má vera vinur okkara og vit hansara, og Guð má vera vinur hjá okkum øllum. Hetta var ynski kongsins fyri tjóð síni at vera kjølfest í Guði.
Eitt orð, ið mangan er at hoyra, er tolsemi, ið er vorðið eitt stórt og gott orð og margfeldi eitt heiðursorð. Men hvørki hitt einstaka menniskjað, ella ein tjóð kann vera tolsom ella liva væl í margfeldi, uttan at hava ein grundvøll. Tað er ikki tolsamt at vera á einum máli við øll. Satt tolsemi merkir, at ein hevur eina áskoðan, men virðir, at onnur hugsa øðrvísi, men tað merkir ikki, at ein heldur alt vera líka gott.
Ólavsøkudagur er í dag, og vit takka Guði fyri Føroyar sum eina kristna tjóð. Vit takka Guði fyri, at eisini hetta land fekk trúboðarar, sum bóru okkum hin kristna boðskapin.
Okkara røtur eru kristnar, sjálvt um órættur og harðskapur er framdur í kristindómsins navni, ja, so hevur kristindómur sum mentanarberi verið mannaættini til frama og ríka signing. Tað var við kristnum rætti um 1000- ára skiftið, at bann varð lýst at seta børn út at doyggja. Tað var sama lóg, ið álegði stórmonnum ábyrgd fyri teimum sjúku og veiku, og at menn eins og kvinnur skuldu vera trúføst. Kristindómurin ger upp við egingirndina. Hetta, at tilbiðja seg sjálvan. Tá ið Guð gjørdist menniskja, varð menniskjan tað frælsið ikki at tráa eftir at gera seg til Guð.
 
Kristindómurin ger, at menniskjað sær sítt egna máttloysi undir syndini og sær, at tí er tørvur á bjarging og frelsu. Einans, tá ið vit síggja okkara ófullkomuleika, hava vit sæð okkara røttu støðu, eins og Kirkegaard sigur: sannur kristin fullkomuleiki er at hava tørv á Jesusi. Halgabók lýsir gudslívið sum eitt lív á eini rennibreyt við einum klárum máli, himmalinum. Henda mynd sigur okkum at eingin kemur sovandi á mál. Heimurin, syndin og djevulin vilja gera alt, hvat stendur í teirra megi, at fáa okkum at geva skarvin yvir við at gera okkum mótleys; men Harrin kveikir okkum og sigur, at tú skalt náa málið, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag.
 
Tá ítróttarfólk rennir kapp, er umráðandi hjá teimum at koma væl frá byrjan, tí bara ein vinnari er: Kunnu vit ynskja tær til lukku við silvurheiðurs–merkinum? Spurdi ein tíðindamaður eftir finaluna. Nei, var greiða svarið frá ítróttarkvinnuni.
Vit hava óivað verið mong, ið hava fylgt við ídnu ítróttarfólkum okkara á oyggjaleikunum á Bermuda, ið endaðu fyri góðari viku síðani. Spennandi hevur tað verið at hoyrt frásagnirnar, har ítróttarfólkini hava gjørt tað ítasta, tey megnaðu. Viðhvørt gekk eftir vild, og aðrar tíðar var vónbrotið stórt. Gullið var tað, ið miðað var eftir, men dreymar brustu.
Í veruleikanum eru vit øll sett inn í eina kapping, sum vit ikki sjálvi hava valt at vera við í. Allastaðni verður kappast - í skúla og á arbeiðsplássi, í samfelagnum sum heild. Krøvini eru stór til okkara. Vit skulu hava vøkur heim, eina góða yrkisleið, stundir skulu vera til at hava frítíðarviksemi. Vit skulu temja likamið. Helst av landinum ein ferð um árið, og nógv annað, ið her kundi verið nevnt. Hvussu hevur so hilnast?
Vit fáa okkum enn fleiri ting, men verða enn minni nøgd. Vit fáa okkum enn meiri pláss í húsinum, men minni og minni pláss í hjørtum okkara. Tað verður keypt tað, sum børnini peika á, men vit megna ikki at geva teimum tíð og umsorgan. Okkum leingist eftir meira kærleika, men liva á ein slíkan hátt, at okkara nærmastu sambond slitna. Av øllum hesum kunnu vit vera bundin í okkara fría landi. Meira vit eiga, jú meira verða vit bundin at nýta tíð uppá hesi tingini heldur enn næstan. Vit gerast umsitarar av virðum. “tí, hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni?” Mammon er ikki einans ein strangur Harri at tæna. Ístaðin fyri at gera tilveruna lættari, gevur hann okkum stúranir, magasár og strongd. Mammon, peningur og vøkstur er vorðin okkara avgudur, sum dregur til sín sínar tilbiðjarar og tekur frá okkum frælsið. Hvussu kann ein síggja tað? Jú, tað kemur til sjóndar. Ríkari, vit eru vorðin, tess meira eru vit upptikin og bundin av tí materiella. Sjálvt um tað ikki skuldi verið grund at stúra, tess størri gerst stúranin. Í okkara heimsparti eru vit meira stúrin enn tey, sum stríðast fyri at yvirliva gerandisdagin. Tað gerst nærum láturligt.
 
Ein skuldi trúð, at vit vóru meira frí og fræls meira, vit áttu, men tað er øvut, jú ríkari vit eru, tess meira eru vit bundin av tí, sum vit hava. Jesu orð ljóða til okkum í dag.
Um skeiðið, ið rennast skal saman við Jesusi, stendur: “Takið krossin upp og fylgið Kristusi eftir!” Gera vit tað, vinna vit sigurskransin.
Hesi boð hava eisini rokkið okkara oyggjar. Tað er tað, vit eisini eru við at fagna á hesum tjóðardegi okkara, at kristindómsboðskapurin um náði og eftirfylgjan hevur ljóðað millum okkara fólk.
Ein hin mest kenda bók hesum viðvíkjandi, er óivað “Eftirfylgjan” eftir týska gudfrøðinginum, Bonhoeffer.
“At vera kristin, er at fylgja Kristusi eftir, hvat ið tað enn kostar.” Bonhoeffer kom sjálvur at gjalda ein høgan kostnað. Ein vármorgun í 1945 í eini fangalegu í Flossenburg, varð hann hongdur. Grundin var tann, at loyniløgreglan, Gestapo, helt hann hava kunnleika til eina miseydnaða atsókn ímóti Hitler. Sjálvt um hann ikki var við at leggja atsóknina til rættis, samstarvaði hann við uppreistrarmonnunum:
Í bók síni, ið er ein sonn perla; tekur hann burtur alt tað, ið er komið ímillum Jesu greiða boðskap og okkum kristnu. Hvat merkir tað, at vit mugu taka krossin upp og fylgja Jesusi eftir? Tann ið velur at fylgja Kristi eftir, gevur seg yvir til hansara. Eitthvørt kall frá Kristi førir til deyða, skrivar hann. Tað gamla menniskja má doyggja og okkara sjálvrættvísi. Vit mugu heilhjartað geva okkum yvir til Jesus.
 
Kendasti kapittulin í bókini er um ta bíligu- og dýru náðina. Tað er ein uppgerð við ta kristindómsfatan, ið hann sá rundan um seg. Ein útvatnaðan kristindóm, ið nýtti Guð, sum eina automat, har fyrigeving var at fáa. Ein tók ikki boð hansara í álvara. Bílig náði merkir, at syndin verður rættvísgjørd, ikki syndarin. Tí alt er av náði eina. So kann alt verða við tað gamla aftur. Bílig náði er at boða fyrigeving uttan bót. Bílig náði er náði uttan eftirfylgjan, náði uttan kross, uttan livandi felagsskap við Kristus.
Tann dýrabara náðin er hin fjalda perlan í akrinum, har eitt menniskja við gleði fer og selir alt, ið ein hevur. Tann dýra náðin er evangeliið, ið ein aftur og aftur má leita til, hurðin, har ein má banka á. Dýr er henda náði, tí hon kostaði Jesus alt við deyða og uppreisn síni. Dýr er henda náði, tí hon dømir syndina.
Náði er hon, tí hon rættvísger syndaran. “Gud hevur gjørt tað guddómliga undrið at hata okkum og kortini elska okkum samstundis," sigur kirkjufaðirin, Augustin.
Hetta er evangeliunnar gáta, okkum til frelsu og ævigt lív. Lít á hann, sum hekk á krossins træi, ið doyði fyri okkum sum eitt offur vegna okkara synd og síðan sum eina fyrimynd fyri okkum, hvussu vit eisini eiga at bera krossin og avnokta okkum sjálv.
Latum okkum minnast hetta hvørja ferð, vit síggja vakra flagg okkara, Merkið. Hin reyða og bláa litin í krossarmerkinum.
Í trúnni á hin krossfesta og upprisna, tora vit –

at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar mítt land.

Danski heimspekingurin og gudfrøðingurin, sum hevði verið 200 ár fyrr í ár, Sørin Kirkegaard, sigur hesi orð um tað at vera lærusveinur Jesu. Tað er okkum kunnugt, at Kristus ferð eftir ferð, nýtir hugtakið eftirfylgjari. Jesus talar ongastaðni um, at hann ynskir sær fjepparar sum viðhaldsfólk, men lærusveinar, sum fylgja honum alt lívið. At fylgja Jesusi, snýr seg ikki bara um at líkast honum, hóast tað sjónarmiðið er at finna fleiristaðni í NT. Vit skulu ikki bera Jesu kross, hann hevur hann borið. Men vit skulu bera tann kross, ta líðing og vanæru, ið eitt lív saman við honum hevur við sær, tað er nakað annað.
Vit skulu ganga í Jesu skugga, tí tað er hann, ið skínur. At fylgja Jesusi, er bæði hvíla og stríð, gáva og uppgáva. Hvíldin og gávan er hon, ið Jesus vann á krossinum, at Jesus vann okkum fyrigevingina, tí skulu vit gera upp við synd okkara, eins og tað stendur í triðja ørindi av sálminum: Klettur klovin fyri mær
Armur, eymur eri eg,
krossur tín má fjálga meg;
nakin, tú mást klæða meg;
sekur, tú mást náða meg;
deyðadálkaður av synd,
reinsa meg í lívsins lind”.

Tað menniskja, ið hevur upplivað fyrigevingina, kann sýna næsta sínum kærleika Krists.
 Amen!