Skriva út

Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur í 25. kap. 14 – 30, og tað ljóðar so í Jesu navni:



Talentirnar

v14 Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur;
v15 og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. v16 Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. v17 Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. v18 Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. v19 Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. v20 Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: »Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.« v21 Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« v22 Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: »Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.« v23 Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« v24 Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: »Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; v25 og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!« v26 Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: »Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! v27 Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. v28 Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. v29 Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. v30 Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!«

Amen!

Prædika:

Í navni Faðirsins og Sonarins og heilaga andans.

Her standa vit við einum líknilsi úr NT, sum – so løgi tað enn ljóðar – áðrenn vit hava hoyrt tað liðugt hevur avgerandi ávirkan á lív og lívsfatan okkara.

Vit kunnu byrja við einum orði sum ”talentir”.
Ein talent er upprunaliga ein vekteind, sum var nýtt at viga dýran málm við. Tí kom ein talent at merkja virðið av gull og silvuri.

Talentir eru ikki tenkt at búðskapi, men at evnum og møguleikum, sum ein og hvør okkara hava fingið frá skaparans hond.

Himmiríkið er at líkna við ein mann, sum fór at ferðast, sigur Jesus frá í dagsins teksti.
Skal tað skiljast soleiðis, at Gud er farin av pallinum og hevur latið okkum hann?
Ella sum skrivað stóð á einum griffiti-teksti:
”Gud livir – men hann blandar seg ikki uppí nakað!"
Er tað soleiðis vit kenna tað í dag?

Gud er farin at ferðast og vit kunnu klára okkum sjálvi. Gud er ikki í okkara verð og hugaheimi. Hetta hildu gudloysingar fyri hundrað árum síðani – og niðurstøðan er endurtikin ferð eftir ferð. Gud er burtur og vit hava bara okkum sjálvi at hugsa um. Men Job møtti honum og helt seg kenna.

Gud er tann, sum flytir fjøll og í vreiði fær tey at rapa.
Og hann skakar heimsins grundvøll, so súlurnar ridla.
Sum tann, sum forðar sólini at rísa og setir segl eftir stjørnunum.
Um vit ikki kenna Gud á sama hátt sum Job, er so bara tann møguleikin eftir at Gud er farin út at ferðast og latið okkum vera eftir.

Líknilsi í dag sigur annað.
Maðurin í líknilsinum fer ikki bara út at ferðast. Tvørturímóti.

Tí áðrenn hann fer, letur hann allar ognir sínar upp í hendurnar á tænarum sínum.
Hann gevur teimum hvør sær at umsita ognir hansara.
Hann gevur pláss til sjálvsumsiting og at lata øðrum ábyrgd

Tað er tann ábyrgdin hetta líknilsi snýr seg um.
Teir tríggir tænararnir umsita sína ábyrgd sera ymiskt.
Teir tveir fyrstu tænararnir kunnu siga harra sínum frá, hvussu teir hava gjørt íløgu við tí teir fingu litið til, við góðum úrslitið. Og so gav ein tænari alt óbrúkt aftur, og fær ábreiðslu fyri tað hann hevði gjørt – ella rættari ikki gjørt.

Og nú halda vit at tað er so rímiligt, at tá maðurin kemur heim aftur so rósar hann teimum húskallunum, sum hava vunnið honum vinning.
Men so er hugsandi at vit fara skeiv av meiningini við líknilsinum.
Tí so fingu teir rós fyri vinningin.
Og tað hevði samsvara so ómetaliga væl við nútíðar prát um vøkstur og cost-benefit.

Avriks-løn eitur tað á nútíðar arbeiðsmarknaðinum.
Í kirkjuni eitur tað gerningsrættvísið.
At gera nóg mikið og at gera tað nóg gott.
At tað ikki er tað líknilsi snýr seg um, kann lýsast við at ímynda sær ein fjórða húskall í líknilsinum.

Tað ger heimspekingurin Søren Kierkegaard:
Kierkegaard lýsir fjórða húskallin sum tann, sum hinir, fær eina talent, og setir alt uppá spæl - og missir alt.
Hann kemur tómhentur aftur til harra sín.
Kierkegaard hevur hesa viðmerking til henda húskallin:
”Hann fann helst fyrigevingina heldur enn varsemið!”
Avgerandi munurin millum húskallarnar er ikki, um teir vinna ella missa burturav ognunum.

Avgerandi munurin er ikki úrslitið av avrikunum.
Avgerandi munurin er dirvi: um tú torir at seta nakað til av tí, tú hevur fingið litið til.
Avgerandi munurin er um tú torir at gera íløgur og hevur dirvi – sum húsbóndin vísti teimum, tá hann gav teimum talentirnar.

Tað gera tveir teir fyrstu húskallarnir.
Teir handla út frá tí áliti, sum húsbóndin vísir teimum, og seta talentirnar í veð.
Og eydnan er við teimum – og teir økja um virðið.
Hin fjórði tænarin hjá Kierkegaard setir alt uppá spæl, men misti alt.
Hin triðji tænarin torir einki, harafturímóti og vil ongan váða taka.

Tí hann torir ikki at seta talentina í veð, við vandanum fyri at missa hana.
Hann torir ikki at koma í skuld, ella at gerast sekur.
Tí eins og hann sigur við húsbóndan, tá hann letur talentina aftur: v24 Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: »Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; v25 og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!«

Og hvør kann formáa sær nakað við einum slíkum harra?
Og hvat kann eg armingin gera – annað enn at óttast hann?
Púrt einki, hugsaði hin triðji tænarin.
Og tað ger hann so – púrt einki!
Og soleiðis er við talentunum, teir tríggir húskallarnir fingu litnar til – og soleiðis er við tí lívi, vit liva saman hvønn ein dag.
Við hvørt tora vit einki – púrt einki!

Av og á tora vit ikki at royna okkum ímóti teimum avbjóðingum, vit møta.
Vit óttast tær avleiðingar tað fær fyri okkum at bjóða lívinum av.
Av og á so kunnu vit ikki ímynda okkum, hvørja leið lívið ber okkum.
Mong stúra fyri, hvat ”hini siga”, tað veri seg: familja, vinir og kenningar, ella lestrar- og arbeiðsfelagar fara at siga – stutt sagt vit stúra fyri eini reaktión.

Ella kanska stúra vit fyri, at vit ikki gera tað,vit eru í holt við, nóg gott, so bæði vit sjálvi og onnur halda tað vera nóg gott.
Ella vit stúra fyri, hvat Gud heldur um tað, vit gera.
Vit kunnu eisini óttast Gud, so vit ikki tora at liva lívið saman – og velja heldur einsemið.

Kanska hava vit tað fatan av Gudi, sum líkist myndina, hin triðji tænarin hevði av harra sínum: Ein Gud, sum heystar, har hann ikki sáaði, og savnar, har hann ikki stroyddi.

Ein Gud, sum krevur alt og revsar tann, sum ikki er við sær.
Ein Gud, sum krevur,at ein er góður og fær loyvi at vera til.
Men tað er ikki tann myndin ella fatanin av Gudi, vit fáa av hesum líknilsi.
Og tað er heldur ikki tann uppfatanin Jesus hevur av Gudi.

Jesus uppfatar Gud, sum treytaleyst gevur okkum alt tað góða í lívinum, fyri at vit kunnu brúka tað við skili.
Myndin er tann at Gud ikki krevur annað av okkum, enn at vit hava dirvið og tora at taka ímóti tí lívi og kærleika, sum vit fáa fyri einki.
Tað einasta vit skulu tora er hava álit á, at vit hava fingið lívið til gávis, ogbrúkatað við skili.

Men hin møguleikin er verri.
Um vit av ótta fyri avleiðingunum av at opna hesa lívsins gávu ikki vilja opna hana, so fáa onga gleði av gávuni.
Ella sum Søren Kierkegaard segði: At tað er at vága at missa fótafesti eina løtu – ikki at tora er at missa lívið burtur.
At liva er at seta nógv í vága.

Vit orka kanska ikki enn einaferð at standa eftir og hava bæði tapt og mist.
Men um vit ikki tora at vága tað, so minkar lívið burtur í einki millum hendurnar á okkum.
Bara um vit tora at taka kjansin, kann lívið gerast nógv meir, enn vit høvdu droymt um – og enntá opna størri møguleikar.
Eisini har, vit ikki høvdu rokna við nøkrum.

Tað er tann myndin Jesus Kristus gevur okkum av Gudi – har lívið og tilveran er ótømandi møguleikar.
Tí: set nú fyri…
Evangeliið til okkara í dag er, at lívið kann opna nýggjar møguleikar, eisini har eingin vón er.
Hóast alt, sum eisini gekk gali og ongantíð eydnaðist hjá okkum.
So lat okkum tora at brúka talentirnar, vit hava fingið til gávis frá Gudi.

Amen.