Skriva út

Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur í 5. kap, versini 1-15 og ljóðar tað soleiðis í Jesu navni:



Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. v2 Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. v3 Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; v4 tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). v5 Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. v6 Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» v7 Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.» v8 Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» v9 Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. v10 Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.» v11 Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!» » v12 Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!» » v13 Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. v14 Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.» v15 Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.
Heilagi faðir, vit takka tær fyri títt heilaga og sanna orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað vísa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen.


- Er nakar eftir av ætt Sáuls? Eg vil fegin sýna honum miskunn Guðs (2. Sám 9,3).
Eftir mong ár í stríði við Sául kong og hús hansara, gjørdist Dávid kongur í einum savnaðum Ísrael. Sagt verður um Sául, at hann royndi eftir lívinum hjá Dávidi alla ævi sína. Tá ið Dávid síðani, nakað eftir deyða Sáuls, gerst kongur yvir øllum Ísrael, ber hann fram hesi orð: Er nakar eftir av ætt Sáuls? Eg vil fegin sýna honum miskunn Guðs.
Eftir boðum kongs verður leitað. Ein verður funnin: Mefibósjet, abbasonur Sául, sum vegna løstir er vorðin lamin í báðum beinum.
Mefibósjet verður bæði boðin og borin inn fyri kong. Hann verður nevndur við navni og fær gleðiboðini at hoyra: Óttast ikki, tí eg vil sýna tær miskunn. Mefibósjet, sum var av ætt, ið hevði ligið í eljustríði við Dávid, verður náðaður og boðin til borð kongs. Hetta kunnu vit lesa um í 2. Sám 9.

- Er nakar eftir?
Tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí (Luk 19,10), sigur Jesus, tá ið Sakeus er vorðin frelstur. Einki er av tilvild hjá Jesusi. Hann leitar upp hitt einstaka menniskjað, fyri at sýna tí Guds umsorgan og kærleika – fyri at bjarga tí. Soleiðis eisini dagsins evangeliið.

Ein eldri slitin maður, illa í holdum, stendur við songini í hondini og lurtar eftir Jesusi. Umhvørvið er dapurt, í øllum førum eru nógv sjúk fólk. Vatnið er so at siga stilt í hylinum. Jesus er í hvítum klæðum, hyggur blídliga eftir manninum og peikar, sum sigur hann: Far til gongu... Reis teg, tak song tína og gakk. Soleiðis minnist eg hugtakandi myndina í Barnabíbliuni.

Jesus leitar upp mannin við Betesda. Maðurin er máttleysur, visnaður, hetta vegna sjúku í 38 ár. Í myrkasta einsemi - Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin. Ein ræðulig støða. Eg havi einki menniskja. Pína hansara er sostatt ikki bert likamlig, men eisini hin ræðuliga kenslan av at verða einsamallur. Lítilsvirdur, ja, helst gloymdur.
Men eingin er gloymdur av Gudi. Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga, talar Gud gjøgnum profetin (Jes 49,16). Ikki er maðurin við hylin gloymdur. Jesus kennir hann og vanlukkuligu støðu hansara.
Sum sagt: her ræður eingin tilvild. Jesus legði leiðina til Sikar, fyri at hitta konuna, ið hevði havt fimm menn og tá livdi saman við tí sætta. Jesus gekk inn í Jeriko, fyri m.a. at hitta yvirtollaran Sakeus. Og Jesus leggur leiðina framvið hylinum, fyri at møta júst hesum sjúka.

- Er nakar eftir?
Ja, ein var í øllum førum eftir. Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð. Her er ongin frágreiðing, ongin eymkan og onki neyðarróp neyðugt. Jesus bæði sær og veit. Og hevur umsorgan. Hann kemur á hansara veg, og mælir orðini: Reis teg upp! Og í stundini verður hann frískur. Tað er næstan soleiðis, at vit kunnu ímynda okkum smílið hjá Jóhannesi evangelisti, tá ið hann skrivar hesi orðini: í stundini. Við eitt, verður maðurin frískur, bert vegna orð Jesusar. Jesus mælir, og tað hendir samsvarandi.

Tá ið Gud skapaði í forðum var kenda niðurlagið: Og tað varð so. Gud segði: Verði ljós, og tað varð so. Hann segði: Savnist vøtnini á ein stað, og tað varð so. Hann segði: Vøtnini yði í livandi skepnum, og tað varð so. Hann skapti kall og konu, við at mæla tað, og tað hendi samsvarandi! (1. Mós 1).
Reis teg upp!, segði Jesus, og tað varð so. Samsvarandi Jesu orðum, so styrkna veikir limir í stundini, og eftir 38 ár í vesaldómi kann maðurin aftur gleðast.

Vit vita ikki, hvussu leingi hesin sjúki maðurin hevur verið við Betesdahylin, men helst leingi. Hann hevur verið sjúkur í 38 ár, og 38 ár eru er long tíð. Lítið fæst at vita um henda mann, men tað letur ikki til, at hann hevur tann størsta kunnleikan um Jesus. Tá ið hann er vorðin grøddur, veit hann ikki at svara fólki, hvør ið hevur givið honum boðini um at ganga við songini. Hann kennir ikki Jesus.

Maðurin visti ikki, kendi ikki og trúði ikki. Men Jesus sá mannin, visti um og kendi støðuna. Og meira enn so: hann hevði umsorgan fyri honum, og kom framvið, fyri at loysa hann frá sjúkuni og at bjarga sál hansara.

Tá vit hoyra hetta, so er skjótt at spurningarnir verða settir: Hví bert hesin eini maðurin? Hví eftir 38 ár? Og hvussu við okkum í dag?
Jesus grøddi ikki bert henda eina mannin. Hin blindi Bartimeus fekk sjónina aftur, hinir tíggju spitalsku gjørdust reinir og Lázarus varð vaktur upp frá deyðum. Onnur bíbilsk dømi kundu eisini verið nevnd. Og Jesus grøðir eisini í dag. Fólk verða hjálpt á so mangan hátt: oftast læknaliga og onkuntíð soleiðis, sum vit ikki kunnu fata tað. Mong dømi kundu somuleiðis verið nevnd her. Tí biðja vit fyri hvørjum øðrum; tí at bøn í Jesu navni ger mun.
Men eins og tá, so verða ikki øll grødd í dag. Tey, sum vórðu og verða tað, fáa helst eina tíð afturat at gleðast í, men hetta er ikki endamálið í sjálvum sær.
Tá ið Jesus hevur hjálpt manninum, hevur hann seg undan, tí at har eru nógv fólk og mong sjúk á staðnum. Vit eiga at leggja til merkis, at endamálið við Jesu komu í heimin er ikki at bjarga okkara likami nøkur ár afturat, nei, menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí. Jesus er komin í heimin, tí at hann ynskir at fyrigeva okkum og at bjarga okkara sál.
Endamálið er at vinna sigur á øllum tí ónda, fyri at vit við honum skulu verða veitt inngang til harra og frelsara várs, Jesu Krists, æviga ríki. (2. Pæt 1,11)
Jesus er sostatt ikki liðugur við mannin, tá ið hann er vorðin grøddur. Hann hittir hann aftur í Templinum. Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg. Maðurin verður boðin at Byrja eitt nýtt lív saman við Jesusi. Hann verður biðin um at stríða móti syndini, tí at Jesus ynskir at bjarga honum frá tí sum er verri enn 38 ár við sjúku. Jesus ynskir at bjarga honum frá ævigum dómi og glatan. Endamálið við grøðingini var ikki likamliga grøðingin í sjálvum sær. Jesus ynskti at bjarga sál hansara.

---

Eins og maðurin við hylin, eru vit sædd av Gudi. Hann kennir støðu okkara, kennir okkum betur, enn vit kenna okkum sjálvi. Kennir okkara sorg og gleði. Kennir hugsanir og tráð hjartans. Orð okkara kennir hann, áðrenn tey eru talað. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar, yrkir sálmaskaldið (Sl. 139,4). Hann leggur leið sína framvið hjá okkum, tí hann hevur umsorgan fyri okkum og ynskir samfelag við okkum.

Eins og maðurin við hylin, so makta vit einki av okkum sjálvum. Eins og Mefibósjet, so eru vit lamin, og eru uttan møguleika at streva okkum fram til samfelag við kongin. Vit hava tørv á hjálp og syndanna fyrigeving. Við ein og hvønn av okkum sigur Jesus: Reis teg upp, alt er tær fyrigivið!
Fyri einki er hetta givið tær. Við trúnni á hann eru vit at rokna rættvís. Eru vorðin frísk aftur, og fáa loyvi til at byrja eitt nýtt lív saman við Jesusi. Fáa náði til at sessast við hansara borð, bæði her á jørð og í tí nýggja Jerúsalem.

Alt hetta merkir, at tað er okkurt, sum er betri enn likamlig og sálarlig heilsa. At okkurt er betri enn at verða grøddur, og at fáa nøkur góð ár afturat. Jesus sigur í eini samtalu beint eftir hetta: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið (Jóh 5,24). Hitt besta er at liva í trúnni á Jesus Krist og syndanna fyrigeving og at arva hitt æviga lívið. Hitt besta er ikki Guds gávur, men Gud sjálvur og samfelag við hann.

- Er nakar eftir?
Jesus leitar eftir einum og hvørjum av okkum og ynskir at bera okkum heilsanina: Óttast ikki, tí eg vil sýna tær miskunn. Latið okkum við gleði taka ímóti hesi innbjóðing og sostatt gerast partur av tí skara, ið situr við borð hins æviga kongs, bæði her á jørð og hinumegin.
Amen!