Skriva út

Gudstænasta í Nólsoyar kirkju 4.s.e.páskir, 24. apríl 2016. Nýggja kirkjuklokkan var vígd og tikin í brúk.



Sálmar: 242 (1.,2.og 7.vers), 349, 555, 644, 503
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi.
Í dag er ein serligur dagur í Nólsoyar kirkjusøgu. Nýggj kirkjuklokka verður vígd og tikin í brúk. Gamla kirkjuklokkan, sum er frá 1778, var nú slitin, og neyðugt var at fáa nýggja kirkjuklokku.
Í hesum sambandi fari eg at lesa nøkur orð úr Rómverjabrævinum kap.10 vers 15: “Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða.”
 
Kirkjuklokkan hevur eina høvuðsuppgávu: at kalla menniskja saman um hitt góða! Hitt góða er gleðiligi boðskapurin, sum verður kunngjørdur í gleði- og í sorgarløtum.
Soleiðis hava kirkjuklokkurnar í landi okkara kallað fólk saman til kirkjufundar gjøgnum tíðirnar.
Ymiskt hevur verið, hvussu hevur verið ringt frá staði til stað, eisini her á staðnum, men við millum rúmi hevur verið ringt tríggjar ferðir hvønn sunnudag til gudstænastu. Tað hevur verið kimað til barnadóp og brúðarmessu, og biðisløgini hava ljóðað við endan av hvørjari gudstænastu. Hóvliga hevur klokkan ljóðað til jarðarferð til kistan er komin á gravarbakkan ella í jørðina. Høgtíðirnar í kirkjuárinum hevur klokkan sítt serliga lag.
...at boða gleðiboðskapin um hitt góða. Tað er aðalmálið hjá kirkjuklokkuni.
 
Tað er hetta, vit sungu um í kenda sálminum: Kirkjan hon er eitt gamalt hús... orðini: klokkur enn kima og kalla,/kalla á gomul og á ung,/mest tó á sál, sum troytt og tung/stundar á æviga hvílu.
Tá ið kirkjuklokkan ljóðar, so er tað ein áminning um at koma undir Guds orð. Soleiðis hevur verið samskift gjøgnum øldir í kristna heiminum. Í dag finnast eisini onnur hent amboð at boða frá gudstænastu. Ja, Nósloyar kirkja er á Facebook og tað ber til at senda sms um gudstænastu og hvørjir sálmar verða sungnir!
 
Alt gerst lættari – eisini at vera klokkari. Nú fáast kirkjuklokkur, sum eru hálv- og heilautomatiseraðar.
Okkara bøn og ynski fyri hesi nýggju kirkjuklokku er, sum vit sungu í sálminum: Gævi tá Guð, ið hvussu er,/ altíð tá klokkurnar kalla,/fegið til kirkju fólkið fer,/samlynt um verðina alla!”
Okkara ynski er, at henda nýggja klokkan fer at gera sítt til, at fólkið eisini á hesum staði fegið til kirkju fer. At klokkan minnir okkum á, at gleðiligi boðskapurin er fyri alt fólkið.
 
Nýggja klokkan er stoypt í Tønsberg í Noreg. Klokkan vigar 150 kg. Klokkan kostar við øllum tvs. automatikki og neyðugum umbyggingum á kirkjuloftinum kr. 300.000. Kirkjuklokkan er keypt frá Dansk Kirkeklokketeknik í Danmark. Hesir hava eisini staðið fyri at heingja nýggju klokkuna upp og fingið alt at virka. Klokkan er so gott sum goldin við peningi, sum kirkjan eigur og við stuðli frá Føroya Kirkjugrunni.
Á klokkuni er áskrift við orðum sum, sum H. A. Djurhuus (1883-1951) lærari og skald, hevur skrivað:
HOYR KIRKJULJÓM Á TANGANUM ÚT YVIR BYGD OG VÍK HANN SYRGIR VIÐ TEIM SYRGJANDI OG GLEÐIR EYDNURÍK

H.A.Djurhuus 1883–1951

So vígi eg embætis míns vegna hesa kirkjuklokku í Nólsoyar kirkju í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Guð gevi, at henda nýggja kirkjuklokka áhaldandi kann kalla fólkið á staðnum til gudstænastu at hoyra gleðiliga boðskapin. Guð signi fólkið, her býr og tey, sum eru kallað til tænastu í kirkjuni í Jesu navni. Amen.
Biðisløgini.