Skriva út

Guðstænasta í Havnar kirkju Alla halgannakvøld 2014



Kæri himmalski faðir – hesa løtu leita vit í kvirru til tín. Í sakni og sorg biðja vit um troyst tína. Opna tú nú hjørtu okkara fyri tínum lívssæla orði. Amen.

Í kvøld skulu vit lesa úr opinberingini kap. 7, ørindi 9 – 12. Og ljóðar so í Jesu navni!

Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: »Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.« Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: »Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen.«

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í kvøld. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.

Á skipaðan hátt hevur í eini 1600 ár verið minst til tey kristnu, ið undan okkum eru farin og er hetta at meta sum ein sera vakur og sámiligur siður.

Eins og tað á 65. árið eisini er hóskiligt í Føroyum at minnast tey, ið fórust á sjónum.

Og til løtuna er sjálvsagt eisini natúrligt at minnast okkara kæru, ið fóru undir øðrum umstøðum.

Jú, hetta er ein ítøkilig løta, sum Føroya Løgting hevur staðfest, og sum fólk markera vit nú í stilli bæði sorg og vón.

Okkum tørvar ein slíkan árligan dag, har eisini er loyviligt at fella tár. Mangar kenslur bylgjast barmi í og mangt kennist svárt og pínufult.

Og meðan vit undrast yvir tann stól, sum nú tómur er, so kunnu avvarandi í tómrúminum og minninum av teirra kæru reagera so ymiskt og tað er í lagi.

Tí, tit vita av sonnum, hvussu sárbart lívið er og hvussu sárbarur kærleikin er.

Við deyðanum er tað, sum bjartasti dagur brádliga verður myrkalagdur og ferð eftir ferð mega vit sanna, at mangan er sera stutt ímillum lív og deyða.

Og eftir situr familjan, foreldur, systkin, vinir og umgevandi samfelagi við og allir spurningar kennast mest sum ósvaraðir.

Og ikki kunnu vit siga, at tíðin lekjur øll sár.

Men í takksemi yvir alt tað góða, sum vit høvdu saman við okkara kæru, vilja vit nú vísa hvør øðrum á nakað óforgeingiligt.

Skaparin, sum var og verður, ER eisini hesa løtu og sambært Skriftini, ER kristna vónin eins livandi, sum Gud er tað. Og júst tí hyggja vit eisini frameftir í kvøld.

Allahalgannadagur minnir okkum natúrliga rættuliga nógv á deyðan, men ikki bara.

Í sambandi við Guds óvikaligu lyfti, hoyra vit eisini um tað komandi gleði, ið verður lýst, sum mikið størri enn núverandi sorg og tregi.

Hetta kennist neyvan sum ein núverandi erfaring, men eftir tí æviga og óforgeingiliga fær eisini hin lítla trúgvin loyvi at søkja.

Og sjálvt um vit skilja lítið av lívinum sum deyðanum, so eru vit øll boðin til Jesus, og er tað við trúnni á hann, at bíbilbókin roknar okkum sum sæl.

Og dýbdin og hæddin av hesi sælu er so umfatandi, at vit als ikki megna at rúma tess innihaldi, ið á mangar hættir stendur sum ein kontrastur til tað lív, vit nú kenna.

Og tó, er tað í hesum lívið, at ein kristin er sælur og fær loyvi at fylgja frelsaranum eftir.

Á hesum smala vegi er ikki bert lyfti um eydnu og viðgongd, men hann, sum leiðir fylgið, hevur lova at vera við sínum og tað undir øllum viðurskiftum, eisini á sorgarstund.

Og tí vilja vit frá kirkjuni, sum kristin medmenniskju, troysta og ugga hvønn annan við persóninum, Jesusi, og hansara deyða og uppreisn í okkara stað.

Í sorgini sleppa vit at syrgja og við teimum grátandi gráta og annars í hjálpsemi vera teimum nær.

Undir slíkum umstøðum er av sonnum gott við lurtandi oyrum, heitum hendrum og einum kærleiksfullum hjarta.

Máttu vit ei hetta gloymt, eins og vit við ævinleikanum fyri eyga mega tora at vísa til orðið, ið sigur:

Men hetta er tað æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.

Jú, frelsistankin býr í Guds hjarta, og var tað eisini hann, ið sendi son sín í heimin, fyri at vera bót fyri allir syndir okkara.

Og í sjálvofrandi, fullkomnum kærleika var tað, at Sonurin í lýdni gekk líðingsvegin – krossarvegin – har hann á Golgata heyggi, uttanfyri Jerusalem fyri nærum 2000 árum síðani, bar allar heimsins syndir, ja, eisini mínar og tínar.

Jú, sanniliga er tann eini sanni Gud sum ER, søguligur. Orðið var jú hold og tók búgv okkara millum og í Jesusi fekk heimurin loyvi at síggja og kenna, hvør Gud veruliga er.

Tey, sum livdu á Jesu jarðisku samtíð, høvdu ítøkiligan møguleika fyri at síggja og hoyra Jesu talu.
Mong vrakaðu hann, meðan onnur fylgdu honum eftir og í so máta er lítið broytt.

Men gleðiligt er, at eisini vit á okkara tíð, og tað á egna móðurmáli, bæði kunnu lesa og hoyra um hann, sum kom til jarðar fyri at leita, finna, vinna og frelsa tað fortapta.

Og her er talan um okkum, ið ikki eru syndafrí.

Men um tann syndafría Jesus ljóðar tað: Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi Gud til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guds rættvísi í honum.

Hetta er tað sæla býti. Jesus tekur synd okkara og býðir okkum ístaðin rættvísi Guds.

Hetta er gávanna gáva, eins og trúgvin er tað.

Og soleiðis er tað eina í Jesusi, at fyllingin av allari signing verður givin, og so stendur skrivað: So mongum sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at gerast Guds børn.

Ikki av gerningum okkara, men við trúnni á Jesus og fullgjørda verki hansara - vanvirðum krossi á.

Og er tað júst á hesum krossi, at vit síggja, hvussu ómetaliga stórt virði hvørt einstakt menniskja hevur í Guds eygum.

Fyri teg gav hann tað dýrabarasta hann átti, son sín hin einborna.
Og tí kunnu vit siga: Tað sum Gud av sonnum hevur rætt til at krevja av okkum sambært sínum heilaga vilja og góðu lóg, tað gav hann í Jesusi, ið hevur goldið fyri øll misbrot vár.

Hetta er gleðiboðskapurin og tann treytaleysa náðin, sum vit bert kunnu stórliga undrast yvir, soframt vit hava sæð syndina sum ein trupuleika.

Og tó, so er tað í grundini bert eitt, ið kann halda okkum frá fyrigeving syndanna, og tað er vantrúgvin.

Ert tú har, so kann sanni kærleikin nærmast ikki siga annað enn: Vend um og trúgv á Jesus.

Tá ert tú ein nýggjur skapningur, og hetta er júst tað, Gud ynskir fyri lív títt á foldum og síðani eisini á himni.

Og hetta er orsøkin til, at apostulin eins og øll hin kristna kirkjan boðar Kristus og hann krossfestan.

Og í hesum leggja vit merki til, at hin upprisni fyrst mátti bera kross, síðani krúnu, og soleiðis er og verður tað fyri okkum, sum kristin eru.

Men júst í hesum leisti er tað, at vit sum Guds børn kunnu møta deyðanum við vón.

Tí, sum skrivað stendur: Jesus segði: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.

Hetta er ikki bert ein staðfesting, men eisini ein avbjóðing, og tí spurdi Jesus Martu: Trýrt tú hesum?

Mong eru vit, ið kunnu svara JA til hendan spurning, og tað eina av Guds náði.

Við trúnni á Jesus, eru vit sambært bíbliuni av Gudi gjørd heilag og rættvís - tó ikki syndafrí.

Og tað kann veruliga undra, at vit, sum slík veik ker, sleppa at virka í Guds nærverandi ríki, og tí kunnu vit eisini taka undir við skaldinum, tá ið hann sigur:

Guds kirkjulið er heimsins stórsta undur,
ímeðan heimsins skap í skundi fer,
um ævir allar Kristus er hin sami,
og fest á klettagrund hans ríki er.
Tá heimsins ríki reisa seg og falla,
mót dýrdarinnar vári Guds tað ber.

Og tí kunnu eisini vit í grundfestari vón lýta fram til tann hvíta skara, sum Jóhannes í sjón fekk loyvi at skoða frammi fyri Guds ásjón. Óteljandi vóru tey í tali av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum.

Og vit kunnu frá hesum teksti bara ímynda okkum at standa frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýdd í longum hvítum klæðum, og havandi pálmagreinar í hondunum.

Av sonnum sigurstónar, ið vella gleðini frá, ikki minst, tá ið rópini ljóða: “Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.”

Og lambi, hitt slaktaða er hin krossfesti Jesus, sum bar synd heimsins. Um hetta vitnaði doyparin og somuleiðis ger hin kristna kirkjan við.

Og eg spyrji: Hvat annað, ella hvør annar, kann vinna á deyðanum og geva okkum dýrd Guds sum ævigan bústað?

Partabrøv, bilar og flatskýggjar eru komandi og farandi, ja, alt undir himlinum hevur sína tíð, og tað hevur prædikarin rætt í.

Men menniskjan skal saman við Gudi og Jesusi liva í tí æviga, um vit her á foldum trúgva á Jesus.

Og tá skulu øll, sum hava tvigi klæði síni í lambsins dýrabara blóðið, endaliga fáa loyvi at siga:

Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir. Amen.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíd hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.

Latum okkum biðja.
Kæri himmalski faðir, takk fyri, at vit fáa loyvi at hvíla í tí sannroynd, at Jesus sambært Skriftunum reis upp á triðja degi og livir.

Góði Gud, takk fyri, at tú møtir okkum í Orðinum, dópinum og altarborðinum. Takk fyri trúarinnar gávu.

Harri og frelsari: Gev okkum oyru, ið veruliga hoyra tín góða og sæla boðskap, soleiðis at vit mega kenna teg og síðani eisini vera varðveitt í trúnni.

Takk fyri, at vit í bøn fáa loyvi at leggja øll okkara viðurskifti fram fyri teg, og hesa løtu leita tankar okkara serliga til øll tey, sum hava mist ein av sínum kæru.

Tú sært og kennir sváru støðu teirra. Lat tey fáa loyvi at kenna nærveru tína. Birt eitt ljós fyri teimum. Lat góðu minnini yvir teirra kæru vella fram og síðani eisini gleðina yvir tað lív, okkum er givið at liva.

Men Harri - minn okkum eisini á tað avmarkaðu tíð, okkum er givin og vís okkum í lívinum á einborna son tín, so vit í ævinleikanum eisini mega hoyra tær til.

Aðra æviga troyst hava vit ikki og tí takka vit tær fyri, at tú í kærleika gav Sonin til tess, at ein og hvør, sum trýr á Jesus, skal fáa loyvi at liva við tær - eisini handan grøv.

Harri, í kvøld vilja vit takka tær fyri allar tær signingar, land okkara hevur móttikið av tíni hond og leita vit nú eisini til tín, tá ið sorgar klokkan ringir.

Og júst tí, vilja vit eisini biðja um tína vernd fyri fólk okkara, og leita tankarnir serliga til okkara siglandi fólk. Signa kall teirra og før tey øll heim í øllum góðum.

Og somuleiðis leggja vit eisini kirkju og landsins leiðslu í tínar hendur, gev okkum øllum vísdóm frá tær, so fólki kann liva gott, eins og tú ert góður.

Hoyr okkum í Jesu navni! Amen.


Í virðing, sum í sorg og sakni yvir okkara kæru, sum seinasta árið eru farnir á sjónum, vilja vit nú reisast, meðan tey nøvn mær eru upplýst verða nevnd:

Rani í Billustovu, 20 ár – druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. december 2013.

Jens Pauli Juul, 22 ár – druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. december 2013.

Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár – andaðist umborð á Pison, við kaj í Leirvík 23. januar 2014.

Saefundin Hasanah, 34 ár, sló út av Anitu 11. Februar 2014.

Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 8. apríl 2014.

Sámal J. Debes, 56 ár – andaðist umborð á Stapanum 25 . august 2014.

Gunnar Zachariasen, 22 ár – andaðist umborð á Gamla Skálabergi við vestaru Vág í Tórshavn 25. september 2014.


Latum okkum í tøgn minnast hesar menn.

Æra veri minni teirra.