Skriva út

Gudstænasta 8. sunnudag eftir trinitatis 2. august 2009



Sálmar: 545: Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart
503: Frelsarin hirði mín góður er
23: O, kristni tú alt
19: Nú takki Gudi øll

Tekstur: Matteus 7.15 – 21:
Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin. Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra. Ikki hvør tann, ið sigur til mín: “Harri, harri,” skal koma inn í himmiríki; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.

Tá ið vit hoyra orð sum úlvar í seyðaklæðum og svikaprofetar, so sleppa vit næstan ikki undan at hugsa: Jamen, hvørji eru hesir svikaprofetarnir og forkløddu úlvarnir. Ivaleyst hava tað altíð til allar tíðir verið bæði sannir profetar og svikaprofetar til.
Hugsa vit heilt aftur í Gamla Testamenti, so vóru svikaprofetarnir á Jeremiasar døgum, teir, sum altíð tosaðu sitandi kongin eftir munninum og sleiskaðu fyri teimum, sum sótu við valdið. Upp á tann mátan fingu teir sjálvir meira burturúr, teir høvdu stóran fyrimun av altíð at geva valdsharrunum rætt. Kongurin kundi bara gera, sum hann vildi, so var Gud glaður og nøgdur við tað. Tað var teirra boðskapur.
Teir sonnu profetarnir, tað vóru harafturímóti teir, sum talaðu Guds orð, og sum við íblástri frá Gudi talaðu boðskap hansara og virkaðu sum málgagn Guds. Eitt dømi um hetta er profeturin Nátan, sum gjørdi Dávidi kongi púra greitt, at hann hevði misbrotið seg og hevði syndað bæði móti Gudi og menniskjum, tá ið hann lat Urias doyggja, fyri sjálvur at taka konu hansara Batsebu til sín sum sína konu.
Men í dag ljóðar evangeliið til okkara og ljóðar inn í lív okkara, sum tað er í dag, og tí sleppa vit líkasum ikki undan at hugsa, hvørjir munnu hesir úlvarnir í seyðaklæðum og svikaprofetarnir vera í dag.
Tað eru heilt sikkurt nógv boð upp á tað, men haldi ikki at eg fari at koma við nøkrum boði, tað kunnu vit hvør sær hugsa sjálvi um. Eingin ivi um, at vit vita um fleiri, sum vit kundu nevnt.
Men tá ið sannleikin skal fram, og tað skal hann, tá ið vit eru komin í kirkju og hava við evangeliið at gera, so er tað heilt sikkurt soleiðis, at tað er eingin - eingin av okkum, sum vil flokka seg sjálvan undir hetta fyribrigdið svikaprofetur. Tað liggur til okkum, at vit altíð halda okkum hava rætt í tí, sum vit eru sannførd um og í tí, sum vit meina og gera, tað mugu vera hini, sum eru á skeivari leið. Tað ber líkasum ikki til at hugsa tankan, at tað er heilt galið við míni lívsáskoðan og sannføring. Ella at eg líkafram skal vera ein svikaprofetur.
Og soleiðis hevur tað verið til allar tíðir. Og tí hevur tað heldur ongantíð verið lætt ikki at hava somu meiningar sum teir, ið sótu ella sita við valdið. Og nógv dømi eru at finna bæði í søguni og kirkjusøguni um hetta sama.
Nógvar heksir og og sokallaðir trúðarvillingar eru brend á báli tí tað, sum tey søgdu og gjørdu ikki samsvaraði við teir, sum ráddu fyri borgum bæði í samfelagnum og í kirkjuni.
Vit kunnu øll taka hetta til okkara, nettupp hetta við, at vit peika á hini og senda tey og teirra lívsfatan á bálið, men at hetta aldrin er galdandi okkum sjálvi.
Hetta eru álvarsorð, sum Jesus talar til okkara í dag. Og vit spyrja kanska, jamen merkir orðið evangelium ikki gleðiligur boðskapur. Og sjálvandi er tað púra rætt. Men hvussu álvarslig orðini enn kunnu ljóða, so er gleðiboðskapurin altíð samstundis tengdur at teimum, tá ið vit hava við Jesus at gera.
Í dag so kunnu vit eisini hugsa um tey orðini, sum vit hoyrdu lisin frá altarinum, sum eru burtur úr brævinum, sum Paulus skrivaði til kirkjuliðið í Rom, nevniliga at vit eru Guds børn og vit hava fingið barnakor hjá Gudi. Júst tí vit eru Guds børn, so hava vit loyvi til at kalla Gud fyri faðir okkara.
Vit nýtast tí ikki at lata sum um yvir fyri Gudi og gera okkum til nakað annað enn tað, sum vit eru, av tí at vit eru bangin fyri, at Gud so einki vil hava við okkum at gera. Og sigur Paulus afturat, vit eru arvingar Guds saman við Jesusi. Og so satt sum vit líða við honum, so skulu vit einaferð verða dýrmett við honum.
Við hesum fáu reglunum sigur Paulus nakað ógvuliga týdningarmikið. At vit eru arvingar til Guds ríki upp á sama máta sum Jesus er tað.
Tað merkir, at eisini vit skulu ígjøgnum nógv vánt og trupult her í heiminum, soleiðis sum hann skuldi tað, men tað merkir eisini, at Jesus hevur latið himmalin upp fyri okkum við uppreisn síni.
Veruleikin í hesum er so, at fyri tey allar flestu av okkum, so verður lívið ikki bara sum ein dansur á rósum. Tað merkir tó ikki, at Gud har fyri hevur slept okkum upp á fjall. Nei, Hann heldur okkum fast so satt sum vit eru arvingar hansara, og vit tí skulu arva Guds ríki og alla dýrd tess. Hetta er gleðiligi boðskapurin, sum allur kristindómurin byggir á.
Jesus tosar við álvars orðum í dag? Tað fær okkum kanska at hugsa um strengu dómsprofetarnar í Gamla Testamenti, sum eisini ávaraðu móti svikaprofetunum, móti teimum, sum lúgva um Gud og tosa so blíðmælt og lifrandi við fólk, meðan teir í veruleikanum innan í eru sum óðir úlvar.
Og Jesus líkasum hjálpir okkum, hvussu vit skulu kenna hesar forkløddu úlvarnar og svikaprofetarnar. Jú, sigur Jesus, tit skulu kenna teir á fruktunum. Tí eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og øvugt kann eitt ringt træ ikki bera góðar fruktir. Og fruktirnar eru gerningarnir, sum teir gera. Vit skulu ikki lata okkum forføra av fínum og frommum orðum, men vera vakin, tí gerningar teirra vilja avdúka teir.
Í Gamla Testamenti verður Guds fólk ofta samanborið við eitt seyðafylgi, ið er hótt av úlvum, men Gud er tann góði hirðin, sum ansar seyðafylgi sínum. Ein tann vakrasti og kendasti sálmurin í Gamla Testamenti ljóðar nettupp: “Harrin er hirði mín ongan sakn eg kenni”. Tað var júst hesin sálmurin, sum vit sungu umskrivaðan til okkara tíð og umhvørvi.
Í Nýggja Testamenti samanber Jesus í Johs.ev. teir jødisku leiðarnar við leigusveinar, sum ikki taka sær av seyðinum, men svíkja, tá ið á stendur. Soleiðis eru svikaprofetarnir eisini.
Sjálvandi skulu vit ikki bara fylgja blint eftir dárandi svikaprofetum, sum tosa blídliga og lifra fyri okkum, fyri sjálvir at fáa fyrimun av tí. Tað skulu vit ansa eftir.
Men samstundis er tað av stórum týdningi at fáa fram, at tað er ikki okkara uppgáva at peika út svikaprofetarnar. Nei, vit skulu fylgja Jesusi og lurta eftir honum bæði, tá ið hann ávarar okkum og fortelir líknilsir fyri okkum, t.d. tá ið Jesus fortelir líknilsi um illgresið, sum veksur upp í millum hveitina. Tá ið húskallarnir bjóða sær at lúka illgresið burtur, sigur Harrin, at tað skulu teir ikki, men lata bæði sløgini vaksa saman til heystið. Ikki fyrr enn tá skal illgresið skiljast burtur frá hveitinum.
Heystið er myndin av dómi Guds. Og á dómadegi er tað bara Gud, sum ger av, hvat er ekta og rætt, og hvat er svik og skeivt, og um gerningarnir hava verið óndir ella góðir. Vit hava ikki loyvi at døma hvønn annan, sigur Jesus staðiliga í byrjanini av hesum sama kapitlinum í dag: “Dømið ikki, at tit ikki sjálvi skulu verða dømd”.
Nei, hesi orðini, sum vit hoyra í dag, skulu vit tí ikki brúka sum hjáputur til at sleppa at døma onnur, men brúka tey til at hyggja inn í okkum sjálvi. Hyggja eftir um tað er samsvar í millum tað, sum vit vísa uttan á og so tað, sum er innan undir. Tað eru vit sjálvi, sum eru úlvar í seyðaklæðum. Tað skulu vit gera nakað við sjálvi, og so hava vit nóg mikið at gera, at tað hvørki er tíð ella orka at fara eftir nøkrum øðrum.
Tey krøvini, sum verða sett okkum í evangeliunum og harvið eisini í fjallataluni, tey kunnu vit ikki liva upp til, eingin av okkum. Tað er tað bara eitt menniskja, sum hevur klárað, og tað er Jesus sjálvur.
Sjálvandi skulu vit altíð gera okkum ómak og liva eitt so rætt og gott lív, sum vit nú kunnu tað, - konsentrera okkum um tað og lata onnur hava frið. Ikki peika út og døma onnur, men ístaðin vinna á tí ónda við tí góða, sum Jesus hevur lært okkum tað.
Tað góða træið kunnu vit kenna á fruktunum. Tað vita vit væl. Tær góðu fruktirnar gera okkum gott. Og hóast tað ikki vaksa frukttrøð her í Føroyum, so vit væl hvat góðar fruktir eru fyri tað, vit nýtast bara at fara í handilin, so eru vit ikki í iva um gleðina yvir tað góða træið, nettupp tá ið vit sleppa at smakka góðu saftigu súreplini, perurnar og allar hinar fruktirnar, sum eru at fáa júst í hesi tíðini.
Og um vit flyta hesa myndina eitt sindur, so eru vit øll fruktir á sama træið, nevniliga á Jesusi Kristi, tí vit eru doypt at hoyra Jesusi til.
Vit kunnu siga tað soleiðis, at Jesus varð krossfestur á eitt deytt træ. Men við deyða og uppreisn hansara fekk hetta træið lív. Og varð livandi. Tað varð til ta kirkjuna vit eru, og sum vit liva í, og sum vit eisini taka við okkum út í gerandislív okkara. Tí boðskapurin og kristintrúgvin er ikki ein parantes, sum bara er til, tá ið vit sita her inni í kirkjuni ein tíma um vikuna, nei tað taka vit við okkum út aftur hiðani, og sum tí er livandi og lívgevandi í gerandisdegi okkara saman við øðrum menniskjum.
Svikaprofetar ella ikki, ella hvat vit annars klára ella ikki klára í lívi okkara. So er tað, sum er altavgerandi, og sum alt hongur á í lívi okkara , tað er, at vit í dópinum eru gróðursett í Kristi. Og bøn okkara má tí vera, at Gud má hjálpa okkum til at bera frukt hareftir. Amen