Skriva út

“Far tú og ger so við!”



“Far tú og ger so við!”
13. sunnudag e. tríeindardag
Glyvra kirkja 2013

Og Jesus vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: “Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.” Og sí, ein lógkønur steig upp og freistaði hann og segði: “Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?” Men hann segði við hann: “Hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?” Men hann svaraði og segði: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.” Og hann segði við hann: “Beint svaraði tú; ger tú hetta og tú manst líva.” Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: “Og hvør er tá næsti mín?” Jesus tók aftur til orða og segði: “Ein maður ferðaðist frá Jerúsalem oman til Jeriko, og hann fell í ránsmannahendur. Teir bæði nøktaðu hann og slógu hann, og fóru so avstað og lótu hann liggja eftir hálvdeyðan. Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. Somuleiðis eisini ein Levitur; hann kom til sama staðin og sá hann, men gekk fram um hann. Men ein Sámáriubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann. Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: “Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út afturat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.” Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?” Men hann segði: “Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.” Og Jesus segði við hann: “Far tú og ger so við!” (Luk 10,23-37).

Tað koma nógv brøv inn um dyrnar í prestagarðinum um dagarnar. Fyri ikki so langari tíð síðani kom ein brævbjálvi frá Diakonissuhúsinum “Sankt Lukas Stiftelsen” í Hellerup. Her var talan um ein lítlan bókling, ið greiddi frá arbeiðinum, eitt nú á “Sankt Lukas Hospice”, har deyðiliga sjúk menniskju leita sær og fáa alla góða hjálp bæði til likams og sálar seinastu tíðina, ið tey eru á lívi.

Á áðurnevnda bóklingi er ein mynd at síggja, ið er merkt av friði og ró. Myndin av eini hond, ið heldur í eini aðari hond. Her snýr tað seg um nærveru og umsorgan. Eina nærveru og umsorgan, ið er rætt móti menniskjanum í síni heild, menniskjanum við likamið, sál og anda, ið er sjálv høvuðsfatanin, tá talan er um sokallaðu “Hospice-hugsjónina”.

Tá kristindómurin tók seg upp í einum útjaðara í mæta rómverska ríkinum, “Imperium Romanum”, breiddi hann seg við nógvari ferð. Í Ápostlasøguni, sum greiðir nágreiniliga frá hesi tilgongd, verður sagt, at í fyrstuni vóru, umframt ápostlarnar, eini 120 kristin menniskju. Seinni er talið vaksið til 5000. Og uppaftur seinni, okkurt um ár 60, eru tað “mong túsund” kristin.

Nú kann verða spurt: Hvat var orsøkin til henda vøkstur og hesa framgongd? Ein av høvuðsorsøkunum at kristindómurin breiddi seg so skjótt, tykist eftir øllum sólarmerkjum at vera umsorganin fyri teimum sjúku, fátæku, einkjunum og teimum foreldraleysu. Tey kristnu veitti teimum neyðstøddu hjálp sína og góvu teimum eina vón. Hetta var ein sonn atdráttarmegi.

Tað var í fyrsta kirkjuliðinum í Jerúsalem, at “diakonatið” sá dagsins ljós. Umframt biskupsembætið og prestaembætið í fornkirkjuni var eitt sokallað “diakonat”, eitt serstakt embætið sum tænari kirkjuliðsins, ið skuldi hjálpa teimum sjúku í samfelagnum bæði til likams og sálar. “Diakonatið” spreiddi seg síðani til øll kirkjulið og gjørdist seinni sjálvur grundarsteinurin undir nýmótans sjúkrahúsverkinum. Og legg til merkis, at upprunatýdningurin av orðunum “hospital” og “hospes” á látínskum máli er gestablídni og gestur.

Tann málsetningurin og tann leisturin, ið arbeitt verður eftir í dag, bæði innan sjúkrahús, røktar- og ellisheim og hospice, tá talan er um virðing, viðgerð og røkt av sjúklingi, veikum og eldri, hevur sínar djúpu røtur í kristindóminum.

Sjálv keldan ella uppkoman til hesa fjálgu og bjørtu hugsjón sum eina berandi súlu undir samfelagnum, merkta av “gestablídni” og mannatokka, er at finna eitt nú í gitna líknilsinum um hin miskunnsama sámáriubúgvan.

Í hesum sambandi er eisini nærliggjandi at nevna “samarittarnar” hjá Reyða Krossi, hvørs navn stavar frá miskunnsama sámáriubúgvanum. Samarittarnar, ið gera góða gerning sín, eitt nú á Ólavsøku, “Voxbotn”, festivalum og øðrum stórum tiltøkum við, har menn og kvinnur veita bæði likamliga og sálarliga fyrstuhjálp, nærveru og umsorgan.

Tað er ongin loyna, at Jesu líknilsir teljast millum heimsbókmentirnar. Líknilsini, ið myndaðu sjálvan hjartatáttin í Jesu meistarligu boðan, hava tað til felags, at tey klárt og týðuliga spegla veruleikan og gerandislívið hjá fólki, viðurskifti og umstøður. Fólk kendu seg aftur í teimum, tá tey vóru fortald, og hava ein kjarna. Kjarnin í líknilsinum um hin miskunnsama sámáriubúgvan er kærleiki ella næstakærleiki. Harvið snýr tað seg um megin- og aðalspurning menniskjans.

Ein lógkønur setti Jesusi neyva og ítøkiliga spurningin: “Hvør er næsti mín”? Sjálvur visti hann svarið, tað dupulta kærleiksboðið, at elska Gud og næstan, men hann vildi hava at vita, um næstakærleikin var markleysur. Vit hóma gomlu mentanina og áskoðanina fjalda í hesum spurningi, har mark var sett millum grikkar og barbárar, rómverjar og fremmand, fræls og trælir, jødar og heidningar. Sambært tí lógkøna var tað bara hansara egna tjóð, fólk og samhugafelagsskapur, ið vóru fevnd av næstakærleika hansara.

Jesus svaraði tí skriftlærda við einum líknilsi, har tað er ein sámáriubúgvi, ið kemur einum neyðstøddum til hjálpar við kærleika og umsorgan síni. Einum sámáriubúgva, ið var hildin ikki at vera partur av samhugafelagsskapinum, tí nakrir sámáriubúgvar okkurt um ár 9 eftir okkara tíðarrokning undir sjálvari páskahátíðini høvdu blakað nøkur deydningabein uttanfyri templið í Jerúsalem og harvið vanhalgað tað.

Eitt gamalt rabbinskt orð veit eisini at siga, at trúarvillingar, landasvíkjarar og fráfallin vóru ikki næsti.

Sámáriubúgvin sá tann fremmanda og neyðstadda og tókti “hjartaliga synd í honum”. Tað orðið, ið her verður brúkt á grikska frummálinum merkir “móðurlív” ella “innvølur” og lýsir innastu og djúpastu kenslur menniskjans. Sámariubúgvin spurdi ikki fyrst, hvar markið gekk fyri mannatokka og næstakærleika. Nei, hann sá tann hálvdeyða, tókti hjartaliga synd í, og veitti honum neyðugu hjálp sína.

Við líknilsi sínum gjørdi Jesus greitt, at næstakærleiki kennir ongi mørk og kann ongantíð avmarkast. Hann er alfevndur! Vit eru medmenniskju í djúpastu og breiðastu merking, uttan mun til kyn, húðalit, sosial – og fíggjarstøðu, politiska og átrúnaðarliga sannføring.

Danski rithøvundurin og skaldið, Thorkild Bjørnvig, hevur skrivað eina yrking, ið nevnist “Mín næsti?” Skaldið harmast um at síggja sítt egna slag leggja so nógv í oyði av tí, ið ein elskar og gleðist yvir. Hann sigur:

Skalt tú elska títt egna slag mest?
Svara mær Jesus úr Nasaret: Er sjálvt tann størsti oyðarin mín nærmasti næsti í gjár nú og altíð, sjálvt um hann týnir slag eftir slag.

Bjørnvig rør framundir, at næstakærleikshugtakið má eisini fevna skapanina. Náttúran í øllum ríkdómi, margfeldi og fjølbroytni sínum er næsti okkara, ið vit hava skyldu til at elska, verja, røkja, fara væl um og hava umsorgan fyri.

Kirkjufedrarnir við Irenæusi á odda, høvdu eina serstaka tulking av líknilsinum um hin miskunnsama sámáriubúgvan: Ferðin frá Jerúsalem oman til Jeriku ímyndar veraldarsøguna. Presturin og Levitturin eru lógin og profetarnir í gomlu pakt. Maðurin, ið fallin var í ránsmannahendur, er Ádam og harvið øll Ádams ætt, mannaættin. Sámáriubúgvin, ið kemur særda og deyðiliga menniskjanum til hjálpar, er ongin annar enn Jesus Kristus, ið á djóri sínum, við egna likami sínum veitir mannaættini ta heilsubót, ið mentanir og átrúnaðir ikki vóru før fyri. Herbergið er kirkjan, og oljan og vínið, ið vóru lætin í sárini hjá tí illa fyrikomna, ímynda “mysterini”, loyndardómarnar, sakramentini, dóp og altarborð.

Hóast hesa áhugaverdu tulking, skuggar hon ikki fyri, at líknilsið um hin miskunnsama sámáriubúgvan í roynd og veru snýr seg um megin - og aðalspurning menniskjans, ið er kærleiki ella næstakærleiki. Henda megin- og aðalspurning menniskjans, ið “vitameistarin á heimsins enda”, William Heinesen, lýsir á henda hátt: “Tað einasta, sum kann verja tað hugsandi og leitandi menniskjað móti fullkomnum høpisloysi, er tann hugsan, at vit eru medmenniskju. Tað einasta, ið vit við vissu og á hvørjum degi verða mint á, er, at vit eru medmenniskju og búgva á gongustjørnuni jørðini. Og tað einasta, sum kann gera okkum andaliga og handaliga opin og geva okkum ábyrgdarkenslu og á tann hátt geva lívinum meining, er tann hugsan, at vit eru medmenniskju”.

Eg eri medmenniskja, og tú ert medmenniskja. Eg eri næsti, og tú ert næsti. At gera sær hetta greitt og liva eftir tí í kærleika er lívsins meining. Tað verða vit staðiliga mint á í dag, tí evangeliið endar við einum glógvandi “imperativi”- boðshátti: “Far tú og ger so við!”. Einum boðshátti, ið er eitt hvølt afturljóð av aldargomlu, rámandi og vøkru orðunum hjá Mika spámanni: “Við hvørjum skal eg koma fram fyri Harran, níga fyri himinsins Gudi? Eigi eg at koma við brenniofrum og veturgomlum kálvum? Man Harrin hava tokka í túsundtals veðrum og tíggju túsundtals oljuløkjum? Tær hevur Harrin kunngjørt, o menniskja, hvat gott er. Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað, sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Gudi?”

Amen!