Skriva út

Fagnaðargudstænasta – trúbótin 500 ár



Fagnaðurin hevur eina skuggasíðu, sum vit í øllum róminum taka frástøðu frá. Vit eru tilvitað um søguna, tað ljósa og tað dapra. Ikki blind og bláoygd fagna vit trúbótini, nú 500 ár eru liðin, síðan munkurin Martin Luther festi teir 95 lærusetningarnar á dyrnar á slotskirkjuni í Wittenberg.

Skuggin er fylgisveinur lívsins, og næstan øll menning varpar onkursvegna skugga til jarðar. Søgan um trúbótina staðfestir hetta bæði úti í heimi og í tí heimliga.

Ein fagnaðargudstænasta fagnar fremst av øllum honum, ið hvør gudstænasta eigur at fagna. Tað er Guð, faðir Jesu Krists, ið er innihaldið í gudstænastuni. Soleiðis sæð er einki øðrvísi, hóast týsdagurin 31. oktober 2017 ber okkum 500 ár aftur í tíðina.

Undir teimum flestu gudstænastunum ljóðar hin ápostólska trúarjáttanin. Vit játta trúnna

·        á Guð faðir, skapara himins og jarðar

·        á Jesus Krist, Guðs einborna son og frelsara heimsins

·        á Heilagan Anda, ið ger orðið livandi í hjørtum várum.

Siðvenjan í fólkakirkjuni er, at ápostólska trúarjáttanin byrjar við eini avnoktan. Harafturat er avnoktanin ein táttur í dópsritualinum: Vit avnokta djevulin, allar gerningar hans og allan atburð hans. Avnoktanin er ein áminning til kirkjuliðið um, at tilveran í øllum sínum tímiliga og andaliga ríkidømi er eitt stríð ímillum tað góða og tað ónda. Hetta stríðið er bæði innan í menniskjum og rundan um okkum í samfelagnum.

Áhugavert er at leggja til merkis, at avnoktanin er væl styttri enn trúarjáttanin. Hetta er ein gagnligur frymil til prædikuna. Tað neiliga skal í eini prædiku um Jesus Krists fylla væl minni enn tað góða, uppbyggiliga og gagnliga.

Nevndi frymil er gagnligur til tess at halda okkum á skilagóðari kós, nú vit fagna trúbótini og avrikunum hjá Martini Luther. Søguliga vita vit, at trúbótin elvdi mikið stríð bæði í samtíð Luthers og árunum aftaná. Kríggj, forfylging, kúgan og andaligt trongskygni komu í kjalarvørrinum av trúbótini, og júst hetta er ikki nakað bringuprýði í kirkjusøguni.

Tá ið vit fagna Martini Luther er skilagott at staðfesta, at vit taka frástøðu frá hansara ógvusligu orðum móti bøndunum og minnilutum. Vit staðfesta, at hóast vit fagna læru Luthers um skriftina og trúnna á Jesus Krist, taka vit frástøðu frá teimum ógvusligu og niðrandi tónunum, ið hann nýtti móti teimum, ið høvdu aðra sannføring við atliti at trúnni og samfelagnum.

Vit hátíðarhalda og fegnast um alt tað góða, sum vit hava fingið í arv frá Lutheri. Tað er hátíðarhald uttan halgimenni.

Arvurin minnir á upphavið og útgangsstøðið hjá kristnu kirkjuni. Kirkjan hevur ein grundvøll at standa á, ið ikki svitast. Á henda grundvøll byggir hon sítt virksemi, og út frá hesum grundvølli virka hirðar og tænarar kirkjuliðsins í orði og verki.

Tað nýggja fyri 500 árum síðan var gamalt longu tá í tíðini og vísir aftur til grundvøllin. Luther gjørdi ikki upp við fundamentið hjá kirkjuni. Hann átalaði, at kirkjan fíggjarliga misnýtti sína andaligu støðu og sín verðsliga myndugleika í fólkinum. Hann ynskti dagføringar, ið leiddu aftur til upphavið, tí kirkjan við sínari sjálvgjørdu siðvenju var vikin av leið. Aftur til útgangsstøðið, aftur á slóðina, ella sum Luther málber seg: aftur til Kristus sum mín og tín Kristus í trúgv sum trúgvandi.

Hin kristna trúgvin var ikki einans kollektiv í kirkjuligum umhvørvi, men eisini ein persónlig trúgv í kirkjuliðnum fyri øll, mín og tín Kristus.

Kendir eru setningarnir hjá Lutheri: Skriftin aleina, Kristus aleina, náðin aleina og trúgvin aleina.

Hóast nógv kann sigast um nevndu setningar, vísa teir greitt, at aðalmálið hjá kirkjuni er at prædika Jesus Krist sum Harra og frelsara. Í skriftini opinberar Guð seg í Jesusi. Í skriftini finna vit ella verða leidd til Guðs náði í trúgv til trúar.

Prædikan hevur eitt høvuðsendamál, og tað er at vekja til sanna trúgv. Prædikan er sostatt ikki ein fyrilestur ella útgreinan av einum spennandi evni. Prædikan er ei heldur ein fjald dagsskrá, ið burturav tekur útvald evni til viðgerðar. Ein prædika er eitt orð um Kristus sum Harra og frelsara.

Jú, prædikur kunnu hava ymisk snið, og viðhvørt eru serligar løtur, sum prædikað verður inn í. Men endamál kirkjunnar er at at boða gleðiboðskapin um frelsu Guðs við trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Luther hevur nøkur borgarlig orð til prestarnar í síni samtíð, ið einans fyrihalda seg søguliga til Jesu lív og gerningar. Hann fýlist á, at Kristus á ein hátt verður tagdur burtur av ávísum prestum. Í triðja lagi verður kirkjulig siðvenja og mannaboð sett ístaðin fyri læruna um Kristus.

Fimmhundrað ár eftir teir 95 lærusetningarnar hjá Lutheri, eigur kirkjan í 2017 at hyggja inneftir og rannsaka seg sjálva. Tað var júst tað, ið Luther ynskti, at kirkjan og prestastættin við sínum andaliga virki komu aftur á slóðina. Luther ynskti ikki eina nýggja kirkju, men eitt orðaskifti í lærdum umhvørvi um støðu kirkjunnar í læru, boðan og virki.

Áhugavert er at varnast stílin hjá Lutheri, hóast stílurin valla er ein, heldur fleiri og skiftandi. Prædikan hevur eitt endamál og hevur eina persónliga adressu. Tað persónliga verður undirstrikað, og júst her kunnu almennar megin kirkjur læra nakað, ið vit einans í avmarkaðan mun hava dyrkað í nýggjari tíð. Tað almenna eigur ikki at gerast so alment, at tað verður ópersónligt og óviðkomandi hjá tí einstaka.

Tríhundrað ár eftir lærusetningar Luthers minnir danski heimspekingurin Søren Kirkegaard á nakað tað sama. Kirkegaard tosar um tað objektiva, ið er søgan og boðanin, og tað subjektiva, ið er at gera tað objektiva til sína egnu ogn. Hjá Kirkegaard er talan um, at tað objektiva og subjektiva møtast, tá ið vit persónliga taka ímóti ella taka við boðskapinum.

Luther sigur soleiðis: “Men Kristus skal verða prædikaður við tí fyri eygað at vekja sanna trúgv á hann, so hann ikki bara er Kristus, men mín og tín Kristus og virkar tað í okkum, sum sagt verður um hann, og hann ber navn av. Men henda trúgv verður fødd og varðveitt við tað at prædikað verður, hví Kristus er komin, hvørjum hann er komin við, hvat hann veitir og gevur, hvussu hann skal njótast og nýtast.”

Týdningarmikið er at varnast, at tað er tað objektiva, ið ber tað subjektiva. Guðs sáttargerð í Jesusi Kristi er grundarlagið. Trúarinnar akkersgrund liggur uttan fyri menniskjuna, hóast hon er lívsneyðug fyri kristinlívið.  

Dópsins og altarsins sakramenti minna á tað objektiva, sum hin einstaka menniskjan kann hvíla í, tí gerningurin er Guðs. Heilagi Andin virkar í okkum, at vit kunn trúgva á Jesus Krists og koma til hansara, so at vit saman við øllum trúgvandi kunnu fáa lut í fyrigeving syndanna og ævigum lívi.

Luther sigur í Lítlu Lærubók síni: “Dópurin virkar fyrigeving syndanna, loysir frá deyðanum og Djevlinum og gevur øllum teimum, ið hesum trúgva, hina ævigu sælu, soleiðis sum Guðs orð og fyrijáttan ljóða.”

Um altarsins sakramenti, Jesu likam og blóð, sigur hann: “Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna.”

Danski presturin og doktarin í gudfrøði, Regin Prenter, sigur um kvøldmáltíðina, at hon er ferðaskjáttan við trúarinnar føði ávegis og heim í Guðs ríki.

“At boða Kristus er at geva sálini føði, gera hana frælsa, geva henni frelsu, um hon trýr boðskapinum. Tí trúgvin er ein frelsandi nýtsla av Guðs orði.” (117)

Sálin kann verða alt fyriuttan undantikið Guðs orð. Men tá ið hon hevur orðið, væntar henni einki. Tí orðið er lívsins orð: sannleikans, ljósins, frelsunnar og friðarins óvikandi og góða orð.

Einans eitt er neyðugt til lívs, rættvísi og Kristi frælsi. Tað er Guðs halga orð, Krists evangelium, sum hann sjálvur sigur: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóhannes 11,25).

Í taluni til jødarnar, ið vóru merktir av tvørrandi trúgv, talar Jesus um seg sjálvan sum heimsins ljós og satt frælsi. At verða verandi í orðum Jesu elur sannar lærusveinar, ið læra at kenna sannleikan, sum setir í frælsi.

Orð Jesu eru teimum kristnu altavgerandi. Tað er í orðinum, at lærusveinurin lærir at fylgja í Jesu fótasporum. At vera fríur av sonnum er at nema tað frælsið, ið sonur Guðs skapar og veitir.

Til eina fagnaðargudstænastu takka vit Guði, at okkum fall í lut tann náði, at eiga Guðs orð okkara millum í heimi, skúla og kirkju. Guðs orð tala á móðurmálinum til børn og vaksin.

Vit takka Guði fyri kirkjunnar mongu tænastufólk í orði og verki. Kvinnur og menn í kalli og tænastu. Kærleikin til fedranna arv virdur sum gull í skríni. “Títt orð er, Guð, várt arvagóðs // tann arv vit bestan fingu.”

Vit takka Guði fyri ríkan arv í sálmum og tónleiki, at lívgandi tónar menna, stimbra og kveikja. Henda stóra Guðs gávan livandi og blómandi í okkara evnaríka fólki.

Vit takka fyri orð Luthers, tá ið hann í 1523 í fortaluni til GT skrivar:

“Lat tí bert tína egnu meting og meining fara, og halt fast við skriftina sum hægsta og virðismesta halgidóm, ja, ta ríkastu fjallagrøv, sum ongantíð kann verða grivin tóm, so tú kanst finna guddómliga vísdómin, sum Guð hevur so einfalt og satt lagt fram fyri at halda øllum hugmóði niðri.

Her finnur tú ta reiv og krubbu, sum Kristus liggur í. Hagar vísti eisini eingilin hirðunum veg. Einføld og skirvin eru reivið og klæðini, men dýrabarur er dýrgripurin, Kristus, sum liggur í teimum.”

Serliga hámetti Martin Luther bøkurnar í skriftini, sum mála Kristus týðiligan og reinan fyri eygum várum. “Tak Kristus út úr skriftini, hvat finnur tú so meir í henni?”

Dýrabarur er dýrgripurin Kristus!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sann tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir. Amen.

 

Prædikutekstur: Jóhannes evangelistur í 8. kapitli vers 31-36.

Prædikan hildin í Dómkirkjuni tann 31. oktober 2017 kl. 20,00.