Skriva út

4. s. e. trin.(09.07.) 2017 í Leirvíkar kirkju, regattasigling



Sálmar: 539 – 320 – 517 – 520 – 584.

B ø n fyri prædiku:
Harri Jesus, Vit síggja í orði Tínum, evangeliinum, sum vit nú skulu lesa, at vit ongantíð kunna fáa rætt framman fyri Tær og ongantíð hava nakað at skjóta okkum undir – uttan Teg sjálvan. Halda vit, at alt kann vera við tað gamla, tí at Tú ert so góður og fyrigevandi, tá er tað skeivt. Halda vit, at vit fyrst mugu verða heilt øðrvísi, tí at Tú ert so strangur, tá er tað skeivt. Tað er bara Tú sjálvur, sum kannst læra okkum loyndardóm Tín og lata okkum taka ímóti fyrigeving so heilt og so fyri einki, at vit verða glað og til reiðar at gera alt. Hjálp okkum, Harri. Gev okkum ta trúnna, sum er virksom í kærleika. Til heiðurs fyri navn Títt. Amen!

Prædikutekstur: Luk. 6, 36 – 42

Tað var í dag, 4. s. e. trin. fyri 54 árum síðan, at eg á fyrsta sinni stóð á einum prædikustóli í Føroyum, og var tað í Kunoy. Eg las tá guðfrøði í Keypmannahavn, var heima í summarfrí og Tummas Jacobsen, Klakksvíksprestur, bað meg koma við sær til Kunoyar og prædika. Klokkarin Símun á Fløtti kom inn til Klakksvíkar eftir okkum við lítla báti sínum, sum æt “Lundin” og hevði páhangsmotor, og vóru vit til hús hjá Jákupi lærara og Henriettu.
Eg kann minnast, at eg tá var nógv ávirkaður av tí, sum eg stutt frammanundan hevði hoyrt eina finnska sjúkrasystur siga frá á fundi í føroyska kristiliga ungmannafelagnum í Keypmannahavn. Hon var ættað úr tí partinum av Finnlandi, Karelen, sum russar hersettu og tóku til sín og framvegis hava, og hevði hon mist nógvar av næstringum sínum, hús, heim, bygd og jørð. Alt tað, sum ein kann knýta seg at og vera góður við. Hon var kristin og arbeiddi á einum sjúkrahúsi, har nógv sært fólk varð innlagt, eisini fíggindar. Hon helt seg ikki kunna koma at elska fíggindarnar, sum høvdu tikið alt frá henni, men lærdi hon so við og við, at eisini tað kundi Jesus broyta, so at hon, tá ið eg hoyrdi hana í Keypmannahavn, helt seg kunna siga, at tað ómøguliga var møguligt. Hon helt seg kunna siga, at hon elskaði fíggindarnar og vildi hjálpa teimum, tí at hon sá, hvørja neyð ið eisini teir sum menniskju vóru staddir í.
Soleiðis kann Kristus umskapa sinnalag okkara, tá ið vit ferðast saman við Honum á lívsleið okkara. Eingin okkara sleppur tá undan at verða ávirkaður av Honum.

Tað eru tvey orð, sum ganga ígjøgnum prædikutekstin í dag. Tað er orðið “fullkomin” eftir seinnu tekstarrøð og orðið ”miskunnsamur” eftir fyrru tekstarrøð, sum vit beint hava lisið.
Tað er Jesus, sum í talu Síni til lærusveinarnar setir teimum órímiliga høg krøv um fullkominleika og um miskunnsemi. Og leggur hann afturat, at soleiðis er Faðirin á himni. ”Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.”(Matt. 5, 48). Og ”Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur”(Luk. 6,36).
Tað er til ófullkomin og miskunnarleys menniskju, Jesus talar. Hann er Sjálvur miskunnsamur og fullkomin og biður lærusveinar Sínar vera tað sama, sum Hann er, í einum heimi, sum merktur er av ófullkominleika og miskunnarloysi.
Hann biður teir vera, sum Faðirin á himni er, hann, sum letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís.
Hetta, at Guð er fullkomin, hevur nakað við tað at gera, at Hann ger ikki mannamun og verjir ymiskleikan, ymiskleikan hjá øllum menniskjum og skapanarverkinum øllum.

Tað eru tey menniskju, sum vilja gera øll líka. Tað vildu teir, sum stóða á odda fyri fronsku kollveltingini á sinni, Robespierre í París, sum skrivaði: ”Vit ynskja eina skipan, hvar ið allir lágir og harðrendir litinskapir eru tamdir, allar gagnligar og hásinnaðar kenslur eru vaktar til lívs av lógini. Í okkara landi vilja vit hava siðvísi(moral) í staðin fyri sjálvsøkni , … meginreglur (princippir) í staðin fyri vanarnar …”

Tað sigur seg sjálvt, at øll tey, sum tá framvegis kundu hugsast at verið fjøtrað í ”lágum og harðrendum litinskapum”, sjálvandi máttu av við høvdið í falløksini(guillotinuni). Ein setningur í óklára eldhuganum hjá Robespierre fellur í eyguni, nevniliga tann, at meginreglur skulu koma ístaðin fyri vanar. Tá ið meginreglur hugsaðar fram av einum ástøðingi við eitt skriviborð skulu koma í staðin fyri vanligar galdandi vanar, sum er ein gjøgnum ættarlið roynd og tilognað vitan um gott og ilt, so má neyðturviliga hin vanligi ”meinigi” maðurin, sum livir eftir gomlum siði og niðurarvaðum hugtøkum um rætt og órætt, verða ein forherðaður syndari. Ein sovorðnan ein er tað einki annað at gera við enn at nýta falløksina til, so at tað kann útvegast pláss til ta nýggju menniskjuna, sum ikki kennir til vanar, men livir eftir meginreglum.

Soleiðis hugsaði Robespierre í fullkominleikatrongd síni. Júst sama vitleysa hugsan liggur aftan fyri tað fyrst av Karl Marx og síðan av tí bolsjevikiska yvirgangskroppinum, Leo Trotssky, í 1924 orðaðu dreymamynd av tí nýggju sosialistisku menniskju, sum ólíkt borgaraskapinum vil verða ”endaleyst meira sterkari, klókari, snildari; kroppur hennara vil verða meira heilskapaður, rørslur hennara meira reglubundnar, rødd hennara meira tónanom. Lívshættir hennara vilja verða skakandi máttmiklir(dynamiskt dramatiskir). Miðalmenniskja vil vaksa á hædd við ein Aristoteles, ein Goethe, ein Marx. Og aftan fyri hetta vilja nýggjar hæddir koma til sjóndar”(Leo Trotsky: Litterature and Revolution, 1924).

Samsvarandi hugmynd royndu nasistarnir at seta í verk um ta arisku rasuna.

Hvørja einastu ferð ið nakar hevur viljað gjørt av, hvat ið ein menniska er og eigur at vera, ella hvat ið er rætt og órætt, gott og ilt út frá meginreglum ella ósjálvsøknum hugmyndum, er tað gingið so grúiliga galið, og tað er endað í hópdrápi av øllum teimum, sum ikki samsvaraðu meginreglunum.
Okkum nýtist bara at hugsa um standin í islamiska státi og Sýriulandi í hesum døgum, hvar ið hvør í sínum lagi, Isis øðrumegin og Assad forseti hinumegin tvíhalda um rættin til at beina fyri øllum, sum eru ikki samd við teimum.

Hugsanir manna eru avmarkaðar, ofta eru tær stívrendar og trekar, brennandi hugur teirra dølskur, vanar teirra tíðum óvanar, sum forða fyri nýhugsan, tað reingist ikki. Men sum Grundtvig gamli eisini segði: ”Vilt tú broyta samtíð tína, tá hjálpir tað ikki við torutalu til hennara og at reka hana aftur, nei, tá mást tú halda stev við henni og halda ein spegil upp fyri henni, so at hon sjálv lærir at flenna at dárskapi sínum og síggja sínar skeivleikar og síðan rætta teir. Á henda hátt henda tey veruligu og haldgóðu framstigini og samfelagsbroytingarnar.”

Soleiðis kundi Grundtvig siga, tí at hann var ein kristin og hevði tikið við læru frá Jesusi, til dømis av teimum orðum, Hann sigur í dagsins teksti, hvar ið Hann ger vart við, at Guð er gudur dagliga lívsins. Faðir Jesusar í himni er ikki ”principryttari”, Hann er ikki ástøðingur, ið vil broyta menniskju og lív teirra, so at tað hóskar til eitt ella annað heiladeytt ástøði. Nei, Guð á himni, Hann er stórtøkin og letur menniskju liva í og av kærleika sínum, sum ikki ger mannamun. Nøkur eru ill, og nøkur eru góð, men tað gongur hann ikki so høgt uppí, tí at hann hevur nakað størri at geva okkum. Tvørturímóti øllum hesum letur hann sólina rísa fyri báðum pørtum og ikki bara fyri teimum, ið siga seg vera í parti við honum. Og hann letur tað regna niður yvir bæði rættvís og órættvís og ikki bara yvir tey røttu og tey klóku, men yvir øll. Í hesum er fullkominleiki hansara. Hann kann eisini elska tey, sum eru ikki ”elskverdug”, tey, sum ikki hóska honum, ja, sjálvt tey, sum standa honum imót. Tey fáa sól og regn kortini, tí at hann er ikki ímintur og hevndarhugaður, Hann er ikki firtin, men hevur ráð, ráð til øll. Góð ráð.

Tá ið Jesus sigur: ”Elskið fíggingdar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum”, tá sigur hann jú: Latið vera við at býta heimin upp í vinir og fíggindar, í tey, sum kunnu góðtakast, og tey, sum mugu verða vrakað, latið ongantíð kensluleysu hugtøk tykkara um ta røttu siðalæruna føra til, at tit vraka hvør annan sum menniskju, gera seg inn á hvør annan, dálka hvør annan til; latið tó eisini tey vera, sum ikki samsvara stirvnu meginreglum tykkara og ikki svara til trongskygdu ástøði tykkara.

Fullkominleikin er bara í hesum, at eisini tú og eg læra at gleðast um, at tann góði Guð í kærleika sínum, sum ikki ger mannamun, letur regna niður yvir bæði rættvís og órættvís og letur sól sína rísa fyri illum og góðum.
At gleðast um hetta, tað er at vera so fullkomin, sum tú nú einaferð kanst verða, og tað er trupult, óhugnaliga trupult. Og eg læri fyrst hesa gleði, tá ið eg nógv móti innnasta vilja mínum má duga á at skyna, at júst markleysa góðska Guðs, kærleiki hansara, sum ikki ger mannamun, er hin einasta orsøkin til, at sólin skínur – eisini á meg; - á at tað regnar – eisini niður yvir meg, - á at eisini eg, eg fái loyvi til at vera her og njóta góðar stundir á sjógvi og landi – á hesi vælsignaðu jørð.

Tí kunnu regattasiglarar um allan heim við góðari samvitsku njóta tær frálíku løturnar á sjónum, og hiðani úr kirkjuni ynskja vit tykkum góða ferð. Jesus fylgi tykkum og okkum øllum!
Lívið sjálvt er ein siglingsferð, sum tað stendur í norska sálminum hjá frelsunarherinum, ið vit skulu enda hesa guðstænastu við: ”Jeg er ein seiler på livets hav” – ”Eg sigla man yvir lívsins hav”.

A m e n .