Skriva út

2. páskadag(21.04.) 2014 í Havnar kirkju



Sálmar: 214 – 194 – 201 – 211 – 353-364 - 219.

B ø n fyri prædiku:

Tøkk fyri uppreisnina, Guð, at Tú lætst hana gerast veruleiki hjá Jesusi, Harra okkara. Og nú biðja vit Teg um at føra uppreisnina inn í lív okkara, eins og Tú gørdi tað hjá lærusveinunum, tók mistreysti frá teimum og fekk teir til verka. Eisini vit vilja vera lærusveinar Tínir, Jesus, og opin fyri, hvat ið Tú vilt við lívi okkara. Vit vita, at Tú livir, Harri, og vilt okkum bara tað besta. Ver hjá okkum, so at vit kenna nærveru Tína og alla tíðina verða eggjað til tað, sum tænir Guði og næsta okkara. A m e n !

Prædikutekstur: Jóhs. 20, 1- 18.

Tað var eitt kvøldið í mei 1907. Í dómkirkjuni í Uppsala í Svøríki. Presturin hevði savnað konfirmantar sínar fyri morgindagsins altargongd. Ein av teimum ungu kvinnunum eitur Anna. Hon er seytjan ár. Presturin eitur Jákup. Hann er 46 ár, ein prúður maður, breiður og tungur, við stórum hondum. Í nógv ár hevði hann verið ein kærkomin gestur í heiminum hjá Onnu. Tá ið Jákup hevur sagt farvæl við konfirmantarnar, fer hann út í (skrúðrúmið)sakristiið og ger seg til reiðar at fara til hús, men fær eyga á Onnu, sum knappliga stendur í durunum. ”Eg vil fegin tala við Jákup mó(ðu)rbróður(onkul). Tað tekur onga tíð”.”Tað hevði verið betur, um vit kunnu bíða til næstu viku at tala saman”, ljóðar svarið. ”Tá er tað ov seint”. ”Ov seint? Hvat hugsar tú?” Eftir eitt sindur av uttanumtosi tekur Anna seg saman. Tað er trupult: ”Ja, tað er soleiðis – eg vil ikki fara til altars”. ”So mást tú hava góðar orsøkir”, sigur Jákup spyrjandi. ”Eg royni at ímynda mær, hvussu ið eg leggi meg á knæ við altarborðið, og so breyðið og vínið – nei! Tað vildi verið svik”. ”Svik er eitt sterkt orð”, heldur Jákup fyri. ”So lygn tá, um tað er betri. Um eg skuldi verið við til hatta har – ritualið, so var tað sjónleikur. Eg kann ikki.”

Anna og Jákup fara ein túr saman hetta milda, ljósa meikvøld. Á vegnum spyr hon: ”Er mó(ðu)rbróðir trúgvandi”? ”Tann spurningin má eg heldur svara ja til”, sigur hann og leggur síðan afturat: ”Eg kann eisini siga tær orsøkina til tað – verulig viðurskifti, sum ongantíð kunnu verða mótsøgd, heldur ikki av tí skarpastu tortrúnni.” Síðan sigur hann frá krossfesting Jesu, gravleggingini, um kvinnurnar við grøvina páskamorgun, um Mariu Magdalenu, sum møtir Hinum Upprisna og talar við Hann, um møtið við lærusveinarnar og hin ivandi Tummas. Tað eru frásagnir til ugganar og gleði, greiðir Jákup frá, ”men tær hava einki við tað avgerandi und(u)rið at gera”.

”Und(u)rið?” Spyr Anna.

”Ja, und(u)rið, hitt ófatiliga. Lærusveinarnir flýddu til allar síður sum styggdar harur. Pætur hevði avnoktað. Judas hevði svikið. Alt var liðugt. Tá ið teir hittast eftir vanlukkuna, eru teir ræddir og skelkaðir. Ósigurin er ein nívandi veruleiki. Dreymar teirra um saman við Kristi at skapa hitt nýggja ríkið liggja í skeljasori. Teir eru eyðmýktir og lotir. Teir tala um at flýggja, um at biðja samkomuhúsini, synagogurnar, og prestarnar um fyrigeving. Men tá er tað, at undurverkið hendir – líka so ófatiligt sum øtiligt(ovfarni).

Undurið. Tað mest sannførandi og einfaldasta, men eisini tað mest stórsligna av øllum undurverkunum í evangeliununum. Lærusveinarnir sita saman í einum avlongum, kanska eitt sindur skýmligum rúmi. Teir hava kanska etið eina lætta kvøldmáltíð, og kanska hevur tað minnt teir á hina síðstu kvøldmáltíðina saman við Meistaranum. Men nú eru teir mótfallnir, vónbrotnir og fyri ongum, deyðaræddir.

Tá reisist Pætur. Hinir hyggja bilsnir at honum. Hevur hann hugsað sær at siga nakað? Hann byrjar stamandi og ótryggur, men talar seg heitan: Nú er tíð upp á at sleppa mótloysinum og fara frá skommini. Hava teir ikki verið við til tað løgnasta, sum hent er nakrari menniskju síðan byrjan tíðarinnar. Teir hava lýtt á boðskapin um kærleikan, sum ikki verður vunnin á. Meistarin hevur hugt til teirra, og teir hava vent andlit síni ímóti honum. Teir hava lurtað og skilt. Teir skiltu, at teir vóru hinir útvaldu. Og hvat gera vit so? Spyr Pætur. Jú, vit afturløna Meistaranum og gávu Hansara við at trýsta okkum saman í holum okkara sum rottur. Men hví skulu vit troka okkum saman í myrkri og mótloysi, tá ið vit kunnu fara út í ljósið og siga øllum menniskjum – so mongum sum gjørligt, áðrenn ið vit verða tiknir, píndir og dripnir – siga teimum, at kærleikin er til sum ein óansaður veruleiki i lívi okkara. Minnast tit, at Meistarin segði: ”Fylgið mær, og eg vil gera tykkum til mannafiskarar?”

Tá ið Pætur hevði talað, og hann segði meira, enn vit her hava kunnað endurgivið, kendu allir ein stóran lætta. Teir tendraðu lampurnar, fingu sær olju og gjørdu av, í hvørja ætt hvør einstakur skuldi fara fyri at byrja at prædika evangeliið. Tíðliga morgunin eftir fóru teir til verka hvør at røkja setning sín. Og so undurverkið: Eftir fáum árum var kristindómurin breiddur út um alt Miðjarðarhavið. Miljónir og aftur miljónir av menniskjum vóru kristin og gjørdu seg til reiðar at tola líðing og forfylging. Soleiðis sær undurið út, og altargongdin, sigur Jákup til Onnu, er ein játtan, sum skal minna teg á samband títt við undurið.”

Vit hava her lutvíst tikið upp aftur, lutvíst roynt at endurgivið tað síðsta kapitli í filmshandritinum hjá Ingmari Bergman Persónliga samrøður. Soleiðis tekur danski presturin Johannes H. Christensen til í eini prædiku 2. páskadag. Sjálvur var Johannes H. Christensen í nógv ár var bókmenta- og filmsummælari í Jyllandsposten, Det fri Aktuelt og Kristiligum Dagblaði.

Tað undurið, sum Jákup sigur Onnu, ið er móðir Bergmans, frá, tá ið hon er 17 ár og ikki vil fara til altars, tað undurið byrjar páskamorgun. Og hoyrdu vit her um tað í upp aftur eini aðrari útgávu, nevniliga tí hjá Jóhannesarevangeliinum(-isti).

Serstakliga hevur tað upp ígjøgnum tíðirnar verðið gjørt vart við, tá ið Jesus møtir Mariu Magdalenu, sum ikki kennir Hann, men heldur hann vera urtagarðsmannin. Men tá ið Hann nevnir hana við navnið, detta skøl frá eygum hennara, og hon sær Hin Upprisna, men má ikki nema við Hann: ”Nem ikki við meg!”

Nógvir stórir listamenn hava í málningum sínum roynt at ímynda hesa løtuna. Meistaraverkið yvir teimum øllum hevur Tizian framt. Hann hevur málað Jesus og Mariu Magdalenu, tá ið tey møtast, so at tað júst verður ein sameining, sjálvt um tey eru hvør fyri seg. Málningurin hongur í National Gallery í London og er yndisliga gjøgnumlýstur og samansettur. Ein bláur himin speglar seg í hvítu línklæðum Jesu og himinsins sól í leysa, brúna hárinum hjá Mariu, ið verður litað játtandi gylt. Purpurlittið møttul hennara ger hana til miðdepilin í málninginum, meðan ið Kristusmyndin í bending síni sigur frá tí víkjandi, ið tekur seg aftur frá útrøttu ørmun og varliga kínandi hond hennara. Og tó eru tey sameind, tó hoyra tey saman – í og hóast frástøðuna. Sólin í hári hennara er eitt endurskin av ljósi uppreisnarinnar.

Hví hevur Jesus seg undan? Hví má hon ikki nema við Hann? Tí tað í eini og hvørjari neming liggur ein farri av tilognan og ogn. Tað, tú nemur við, er ella kann verða ognarlutur tín. Nakað, sum tú hoyrir saman við og er bundin at(til). Eg kann nema við eitt amboð ella ein reiðskap. Hann er mín, eg kann brúka hann, eg kann gleða meg um, hvussu væl ið hann virkar, og hvussu gagnligur ið hann er, hvussu væl ið hann tænir sínum endamáli, mínum endamáli.

Á sama hátt: Tú kannst nema við, kína barni tínum, tí tað er júst títt barn, meðan ið tú kennir tað ónátúrligt og órógvandi sárandi, um fremmand gera tað sama. Og tú kanst nema við og kína hjúnafelaga tínum á ein hátt, onnur ikki kunna. Tí at tit bæði, tit eru ogn hvør hjá øðrum, tit hoyra saman. Tit eru eitt par, ymisk, men tó hjúnafelagar. Sum – haldið mær til góðar samanberingina – sum eitt par av skó(gvu)m hoyra saman og tó eru ymiskir.

Tað finnast tvey sløg av kærleika. Ivaleyst fleiri, men vit vilja her taka fram tvey sløg. Tað finn(i)st tann kærleiki, sum er fullførdur. Tað er kærleiki millum hjúnafelagar. Teirra kærleiki er uppfylling, ein kelda til gleði og álit í gerandisdegnum, ein kærleiki, sum er samhoyring, felagsskapur - um heimið, um børn, um framtíðina, tey tvey fáa lagnufelagsskap. Tað er ein kærleiki, sum er trúfesti, og sum veksur í hædd og dýpd, vídd og breidd, so hvørt sum árini ganga, og bindur tey tvey støðugt tættari hvør at øðrum, tá ið tað eydnast. Tað er ein kærleiki uttan longsul, tí at longsilin er gingin út.

Men tað fin(ni)st eitt heilt annað slag av kærleika. Ein kærleiki, sum er longsil og tí eggjan, sum er sakn(ur) og tí søkjan, ein kærleiki, hvørs fyritreyt er andsøgn, paradoks: Kærleikin rættir seg eftir einum, sum ikki kann náast, einum, sum heldur undan. Hetta slag av kærleika er bara so leingi, hann verður eggjaður av longsli og sakni. Í somu løtu, longsilin verður uppfyltur, saknurin stillaður, heldur kærleikin uppat við at vera kærleiki - av hesum slagi.

Harafturímóti býr tað í hesum kærleika, í longslinum hjá tí ófriðarliga hjartanum, eitt øgiligt ríkidømi og nógv orka, tá ið og um hon verður leidd rættan veg og ikki fer í hundarnar í sjálvspegling og tunglyndi. Tað er hesin kærleiki, sum hevur umskapað seg til eldhuga, til trúarídni, til endaleysa uppofran, og hevur sitið sum ein støðug órógv, ein ósløkkiligur tosti, ein stundandi longsul, sum hevur ført til ófatilig andalig avrik. Tí hesin kærleikans longsil er ikki vendur móti nøkrum jarðiskum, als ikki móti nakrari jarðiskari menniskju, men móti guðsroyndini, ímóti eini djúpari innarliga stillari roynd av fyllu og meining og gleði, sum orð kunnu ikki greiða frá. Hesin kærleikans longsil var virksamur í lærusveinunum, tá ið teir fóru undir trúboðaravirksemi sítt, sum Bergmann greiðir frá tí. Og hann var virksamur í kirkjufedrunum, trúbótarmonnunum , í teimum stóru yrkjarunum, teimum stóru listamálarunum og høgglistarmonnunum, teimum stóru dulspekingunum, mystikarunum. Av røttum kallar Thorkild Bjørnvig van Gogh fyri ein ”gudsórógvaðan mann”.

Hetta slagið av kærleika, sum brennir í virksemi trúarinnar og vónarinnar, er tað, Jesus kallar framm í Mariu Magdalenu og harvið í øllum lærusveinunum og ápostlunum, tá ið Hann sýnir seg fyri henni, talar til hennara, men avgjørdur sigur við hana: ”Nem ikki við meg!” Tí í nemingini liggur bæði uppfylling og tilognan. Men tann kærleiki, sum verður kallaður fram og gerst virksamur við eini megi, sum einki annað í heiminum, er júst ein kærleiki, sum er brennandi, sum er longsil, sum er saknur og tí ótroyttiligt virksemi, ein andalig orka, sum er so sprongkvo(æ)m, at hon eftir nøkrum fáum árum breiddi kristindómin út um alt Rómverjaríkið – hóast forfylging, píning og grimm morð.

Anna hjá Bergmann, sum vildi ikki til altars, men tæna, kom 27 ár seinni at boyggja síni knø og taka móti altarsins sakramenti saman við Jákup mó(ðu)rbróðuri, tá ið hann lá á deyðastrá, sakramentið, sum er ein játtan av og skal minna ein og hvønn okkara á samband okkara við undurið.

Vit kunnu ikki nema við Hin Upprisna. Hann heldur seg undan, sum alt, ið lív er í. Og Hann er livandi til staðar okkara millum sum kærleikans, virksemisins, treystleikans, trúarinnar og vónarinnar lívsmáttur, málið fyri longsli okkara, málið fyri tráan okkara, men eitt mál, sum ikki kann verða nátt í hesum lívi í hesum heimi. Og tó er tað virksamt í okkum og okkara millum. Sum eitt undur, sum tað undur, sum í frásøgn Bergmans fekk Pætur til at reisa seg , tala áminnandi og eggjandi til hinar mótfalnu, óttafullu, hugtungu lærusveinar og minna teir á orð Jesu, tá ið Hann møtti teimum: ”Fylg mær!”

Teir fylgdu Honum, og teir fullu frá. Og tó hendi tað eitt undur, sum fekk teir til av nýggjum at fylgja Honum, hesa ferð ikki eftir teimum dustfullu vegunum í Galilea, men út um allan heimin. Ein kann kalla tað Halga Andans undur, tí at Halgi Andin er kærleikans andi og knýtt at eldinum sum frumevni. Og teir vórðu eggjaðir, so at kærleikin vaknaði í teimum, tann kærleiki, sum ikki er ognarhald og uppfylling, men ein støðug eggjan, ótroyttiligt virksemi, ein aldri stillað svongd, eitt óttaleyst lívsdirvi. Tað er sum hjá støddfrøðinginum Pascal, tá ið hann sigur, at tvær lógir er nóg mikið til at stýra tí kristna samfelagnum nógv betur enn allar politiskar lógir. Hesar báðar lógirnar eru: Kærleiki til Guðs og kærleiki til næstan.(Pascal: Tanker nr. 375). Bøn okkara er at vera opin fyri hesum kærleika!

A m e n !