Skriva út

2. hvítusunnudag 13.06.11. kl. 11.00 Hest kirkja 100 ár Bergur D. Joensen



Jóh 3,16-21:

Ljósið og myrkrið

Gleðiliga hvítusunnu!

Fyri hundrað árum síðan, stóð presturin í Suðurstreymi , Mads A. Hansen, her á prædikustólinum og ”umrøddi … stóra valið, menniskjan hevur at taka millum ljósið og myrkrið, lívið og deyðan.”
Soleiðis skrivar Pól á Kletti í bókini eftir J. P. Gregoriussen, ”Kirkjurnar í Føroyum”.

Hests kirkja fylti eitt hundrað ár, 5. juni, í ár. Kirkjan varð vígd 2. hvítusunnudag, og er hesin dagurin í kirkjuárinum tí eisini valdur at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá kirkjuni. Fríðrikur Petersen, próstur, vígdi kirkjuna.

4 ár undan vígsluni, í 1911, skrivaði 86 sóknarbørn í Hesti og í Koltri undir, skriv, sum varð lagt fyri tingið á ólavsøkutingsetuni 1907. ”Fólkið er so nógv”, skriva hesi, ”so tey eiga at fáa kirkju, vegurin til næstu kirkjubygdina, Kirkjubø, er bæði langur og til tíðir hættisligur, og so eru tað ”sekterere”, sum helst skjótt fáa sín egna samkomubygning”.

Nú eru 100 ár farin. Og nógv er broytt bæði tímiliga og andliga. Nú eru tað ikki smáir opnir árabátar, sum sigla fólk um fjørðin, men stórt maskindrivið skip. Bátarnir nýtast ikki at vera drignir uppá land um veturin; teir kunnu, vegna nýggja havnalagið, liggja fyri teym alt árið.
Og andliga, er ikki, avbjóðingin, aðrar kristnar samkomur, men heldur verðsligering, at Gud ikki hevur sama týdning í dagliga lívi okkara, sum áður. Eisini bjóða av gamlir andligir streymar, sum hava verið kendir, men sum ikki hava verið so sterkir sum t.d. astrologi og tess horoskop eins og alternativir viðgerðarhættir. Og so eru tað aðrir heimsátrúnaðir, sum buddisma og islam og aðrir átrúnaðir sum humanisma og materialisma. Hetta alt var ikki so nógv í tonkunum hjá fedrum okkara fyri øld síðan. Tað er meira at taka støðu til, enn tað hevur verið, og tilveran fyri børn, ung og vaksin hevur ongantíð verið meira kompleks, enn hon er á okkara døgum.

000

Fyri hundrað árum síðan prædikaði Mads A. Hansen her í kirkjuni um ljósið og myrkrið.

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

Hetta er tekstur alra! Hesum bera allir profetarnir vitnisburð! Hetta er Lítla Bíblian!
Upprunin fyri boðskapi okkara verður givin her, eins og drívmegin, endamálið og miðilin.
Upprunin til alt tað, sum gott er, fullkomið, reint, heilagt og ævigt, er Gud. ”Tí at so elskaði Gud…”. Sum Paulus skrivar til korintmenn: ”Men tað er, soleiðis sum skrivað stendur: ”Tað, sum eygað ikki sá, og oyrað ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Guð hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann.” (1 Kor 2,9). Gud er ikki ein, sum skapti himmal og jørð, menniskjuna og alt tað, sum livir, og so tók seg burtur, nei, hann skapti og hann heldur uppi øllum tí skapta, og hann hevur umsorgan fyri tí!
Drívmegin í Gudi er kærleiki. ”Tí at so elskaði Gud…” Guds drívmegi at frelsa, er kærleiki. Gud er ikki drivin at duldari og skiftandi megi. Hansara lyndi er kærleiki! Ikki kærleiki til sín sjálvs, men kærleiki til okkum menniskju.
Endamálið er at frelsa øll, sum trúgva. ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” Gud noyðir ongan, men hann vil, at ”øll menniskju skulu”, sum sami ápostul skrivar, ”verða frelst og koma at kenna sannleikan.” (1 Tim 2,4). Øll menniskju eru ikki frelst, sum Johannes Møllehave boðaði frá sjónvarpinum herfyri, men øll menniskju kunnu verða frelst. Og tey vera frelst við trúgv á Jesus Krist. Við eina syndafulla konu segði Jesus: ”Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!” (Luk 7,50). Og við ein syndafullan mann: ”Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!”(Luk 17,19). Uttan trúgv á Jesus og frelsu hansara, eru øll menniskju glatað. Gud vilji er, at eingin ”skal glatast”, men at øll skulu ”hava ævigt lív”.
Miðilin at frelsa, er Sonurin, Jesus Kristus. ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna…” Jesus sigur: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóh 14,6). Og Paulus tekur undir: ”Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.” (Áps 4,12). Áh, sum hetta argar ta stoltu mannanáttúruna, sum vil finna sín veg og velja sítt lív, at Jesus sigur seg vera ”sannleikan”.

Men so stendur eitt ”Men” og eitt ”og”: ”Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir.” Og víðari: ”Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði.”
Hóast størsta kærleika, hóast størstu gávu, hóast Sonurin varð sendur, so elska flestu menniskjuni ikki Gud fyrst og fremst, men seg sjálvan. Tey elska myrkið, og tey hata ljósið, sigur Jesus.
Hví tað er so statt, at nøkur taka við ljósinum, og onnur vísa tí frá sær, veit eg ikki, men tað eru ikki øll, sum taka við teirri frelsu, sum Gud hevur til øll menniskju.

Tey, sum hava tikið ímóti frelsuni í Jesusi Kristi, eru kallað at geva øðrum av tí, tey hava fingið. Kærleiki Guds er sterkasti mátturin í hesum heimi, og henda mátt leggur hann í børn síni. Lat okkum liva Kristus við Guds hjálp. Uttan henda kærleika, eingin vón!

000

Fyri hundrað árum síðan, prædikaði Mads A. Hansen, her í kirkjuni um ljósið og myrkrið.

Úr Hest søgu man 1. apríl 1919 vera daprasti dagurin, sum menn vita um at siga í nýggjari tíð. Henda dagin gingu heili tveir bátar burtur, eitt fýramannafar við 4 monnum og eitt seksmannafar við 7 monnum. Allir vóru menn í bestu árum: hin yngsti 17 ár og hin elsti 52. Faðir og sonur vóru millum teirra, ið ikki komu aftur. Tá ið fýramannafarið ikki spurdist aftur, fóru menn í seksmannafarinum at leita.
Jóan Christan Poulsen skrivar í Hestsøgu: "Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bølaniða, at ein sá einki burtur frá sær".
”Bølaniða” var henda dagin, myrkasta veður. Myrkur kom á menninar, sum fórust, og myrkur kom á bygdarfólkið alt. Men einki myrkur kann níva okkum, so Gud ikki sær.
Í Sálmi 139 sigur Dávid: ”Um eg sigi: ”Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!” Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær.”
Tá ið vit ikki síggja, sær Gud, sum er tað alljósur dagur. Og tað var í myrkrinum, at Gud segði: ”Verði ljós!”. Og tað var Jesus, sum segði: ”Eg eri ljós heimsins.”

Og hann, sum sær, hann elskar. Hestfólk høvdu hann at leita til í hvørs navni henda kirkjan varð vígd 8 ár frammanundan skaðatilburðin.
Á myndini, sum sæst í heimum í Hesti av teimum 7 monnunum - teimum umborð á seksmannafarinum, sum fóru at leita eftir hinum, stendur hetta orðið niðriundir: ”Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.” (Jóh 15,13)
Hesir, sum lótu sítt lív fyri bydarmenn sínar, høvdu hoyrt um ein, sum hevði latið lívið fyri vinir sínar. Teir kendu orðið: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav…”

000

Fyri hundrað árum síðan varð prædikað her í kirkjuni um ”stóra valið, menniskjan hevur at taka millum ljósið og myrkrið, lívið og deyðan.”

Nú eru hundrað ár liðin - og vit eru stødd í somu kirkju sama dag í kirkjuárinum. Má Heilagi Andin henda hvítusunnudag opna oyru okkara, so hann kann gera orðið livandi fyri okkum, og opna eygu okkara, so vit síggja frelsuna í Jesusi Kristi.
Skilur tú ikki, og sært tú ikki, so eru hyggjuráðini, ikki at leita til myrkrið men til ljósið, ikki at flýggja frá Guds orði, men hugaliga at hoyra tað og hugsa um tað, tí í sínum tíma, vil orðið sjálvt lata oyru tíni upp, so tú skilur, og eygu tíni upp, so tú sært og kanst siga: ”Eg trúgvi.” Hetta er vitnisburðurin hjá milliónum. Og hetta kann eisini gerast tín vitnisburður! Trúgv, sum frelsir, er trúgv á Jesus, at hann kann frelsa meg.

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

Upprunin til alt tað, sum gott er, fullkomið, reint, heilagt og ævigt, er Gud. Drívmegin í Gudi er kærleiki. Endamálið er at frelsa øll, sum trúgva. Miðilin at frelsa, er Sonurin, Jesus Kristus.

Augustin segði: ”Gud elskar hvønn og ein okkara, sum var tað bara tann eini okkara at elska.”

Hann elskar. Má Gud geva okkum at elska og byggja kirkju og land, sum fedrarnir, vit í dag minnast. Amen.