Skriva út

1 s. í advent, 2018.



Himmalski faðir, tú ert tann, sum var og er og kemur, og tú gevur okkum tín frið, títt frælsi og títt náðiár. Lat okkum, í tí lívinum sum er okkara, eiga lut í tínum æviga lívi við trúnni á teg. Og gev okkum eina vónríka og fjálga advent. 

 

So eru jólini aftur í hondum. Og enn einaferð hava vit høvið til hoyra jólaboðskapin, hin gátuføra, dragandi boðskapin um, at “eitt barn er okkum føtt”. Vit kunnu saktans halda, at jólaevangeliið minnir á ævintýr, fylt við yvirnatúrligum undrum: einglum og himmalskum lovsangi og ljóma og dýrd yvir hirðum á markini og einari ævintýrkendari stjørnu, sum leiddi vísmenn úr fjarskotnum londum til betlehemsbarnið.  Eitt ævintýr sum eisini verður skapt av øllum stákinum á jólum saman við jólanissum og jólamonnum og jólasølu og jólagávum. 

 

Í eini konfirmantabók verður sagt um Jesus:” Hann var føddur í eini lítlari bygd, bygdin hevði verið ókend, um hann ikki var føddur har. Foreldur hansara vórðu ikki rík. Faðirin var timburmaður. Hann feraðist ikki longri enn 200 km frá síni heimbygd. Hann var ikki kongur ella valdsharri. Hann fekk ongantíð nakað álitisstarv. Hann skrivaði ongantíð nakra bók ikki ein einasta bókstav. Hann var einki av tí, sum vit seta í samband við nakað stórt og tignarligt. Hann var á mangan hátt øðrvísi. Hann mátti læna eitt ásin, tá hann skuldi ríða inn í Jerúsalem. Hann mátti læna eitt rúm fyri at halda ta síðstu kvøldmáltíðina. Hann lænti styrkina hjá einum øðrum, tá krossurin varð borin niðan á Golgata heyggin.  Tá hann var avrættaður vórðu eingi sjónvarpstól og upptøkur, eingin sum mótmælti.  Allíkavæl hevur heimurin ikki verið hin sami aftaná hann.  Heimurin hevur ongantíð kunna gloymt kærleika hansara. Hann hevur enntá umbroytt ein barbariskan kross til symbol uppá kærleika og fyrigeving.... 

 

Hvat vil adventin fyrireikar okkum til? Er tíðin í adventini og tær fyltu kirkjurnar jólaaftan prógv um ein longsil eftir nøkrum størri?

 

Tað eru nøkur hús, sum eru soleiðis, at tey eru størri innan enn uttan. Eitt av teimum er Hol kirkjan í Noregi. Tað er presturin Karsten Isachsen, sum sigur frá. Tá kavin liggur nógvur á tekjuni og ljósini inni í kirkjuni eru tendrað og lýsa út gjøgnum hundraðtals smá vindeygu, er Hol kirkjan størsta piparkøkuhúsi í Noregi. Eg plagi at spyrja fólk, sum sita í bilinum, tá eg koyri framvið kirkjuni, hvussu nógv fólk tey halda tað er pláss fyri í kirkjuni. 180 ella 200, svara tey. Tá konfirmatión er í kirkjuni í mai, eru 500 ella 600 menniskju inni. Tí Hol kirkjan er eitt av teimum løgnu húsunum, sum er størri innan enn uttan, sigur hann. 

 

Burtursæð frá at hetta er óvanligt fyri eitt hús, so mega vit siga, at nettupp tá talan er um kirkjuna, so er tað ikki so óvanligt. Tí inni í kirkjuni kanst tú meir enn so uppliva at heimurin verður størri á ein undursaman hátt. Í hvussu er títt egna lívsrúm.... 

 

Eitt nýtt kirkjuárið er júst byrjað ein mána áðrenn kalendaraárið.  Tað  kemur soleiðis altíð sum eitt forskot uppá sjálvt kalendaraárið. Og at kirkjuárið gongur undan tíðini, so at siga, gevur nettupp góða meining, t.v.s. í okkara lívsrúmi. Geva vit tí ans, er kirkjuárið sum ein góður vinur, vit kunnu vitja 52 ferðir í sunnudagsklæðum, umframt tær ferðir vit koma í gleði og í sorg, tá klokkan kimar fyri brúðarpørum ella hon ringir sorgarljóð yvir teimum, sum deyðin tekur. Samtíðis gevur kirkjuárið teimum 365 døgunum litir og rútmu og innihald. Og tað hava vit sanniliga brúk fyri, ikki minst tá vit hugsa um tíðina, sum alla tíðina hvørvur. Tað merkiliga er, at í kirkjuni verða fortíðin, nútíðin og framtíðin nútíð, samtíðis sum bæði fortíðin er farin og framtíðin er ókend. Og tað hongur saman við at í kirkjuni verður meira tala um at tíðin er nakað sum kemur, hvar vit annars tosa um, at tíðin fer. Og at tað sum skal koma, er komið. Tá vit t.d. fara inn í kuldan og myrkri, hoyra vit um kongin, sum kemur lítillátin og spakførur ríðandi á einum ásna. Og tá várið kemur við vøkstri og vón, verður aftur sami tekstur lisin um kongin, sum kemur lítillátin á einum ásna. Hann kemur til tey, sum liva á lívsins skuggasíðu og til tey, sum liva á lívsins sólsíðu. 

 

Og at hann kemur,  boðar nettupp frá nøkrum undurfullum, sum hendir. Kongurin og harrin, kemur ikki tómhentur.  Var alt bara “yvirspent handilsjól” ella “disnifiserað leivd av eini farnari religión” so var kirkjan nettupp ikki húsið, sum er størri innan enn uttan, líkamikið hvussu stórur og prýðiligur bygningurin so enn er, ella hvussu lítil hann er. Tí stórleiki kirkjunnar kanst tú ikki máta í fermetrum, í hædd breidd og longd. 

 

Tað er nakað av hesum sum tíðin í adventini fyrireikar. Tað byrjar í tí stilla og einfalda. Fyrsta sunnudag í advent tendra vit eitt einsamalt ljós. Tað sær ikki út av nógvum, men bíða.....  Fleiri ljós verða tendrað. 

 

Jólaaftan, tá jólaboðskapurin ljóðar, um barnið í vøgguni og himmalska herskaran og einglasongin av himli, sum lýsti upp og gav afturljóð í náttarmyrkrinum, -  er tað ringt at meta um ljóshavi. Og hetta er ikki bara dreymur, ella fantasi, “tað hendi í teimum døgum”, sum Luk ev. sigur. Og síðani hevur heimurin ikki kunna køvt undurið á jólum um barnið í vøgguni, ei heldur um  mannin á krossinum. Man tað vera tí, at hann var størri innan enn uttan? 

 

Hvør einasta menniskja er nógv størri innan enn uttan, líkasum tað saktans ber til at vera gamal uttan og ungur innan, - uttaná og innaní samsvara ikki altíð. Hugsi bara um, hvat finst innan í okkum: Barndómur, heimbygd, støð, hendingar, menniskju, virðir, skúli, mentan, kristiligur barnalærdómur alt tað vit kalla arvur og umhvørvi. Og so alt tað, sum er ringt at kennast við, ella góðtaka, - okkara skuggasíða. Vit bera alt við okkum. Og kanska eru vit  tey, sum ikki hava eina so sterka, avgjørda kristna trúgv. Trúgvin elvir til nógvar spurningar. Men vit velja at liva við spurningunum innanfyri har bygningurin er størri innan enn uttan. 

 

Hetta síðsta er ikki minst galdandi tá talan er um tey, vit elska. At elska er nettupp at hava rúm fyri øðrum,  bæði teirra sólsíðu og skuggasíðu. Hjarta verður størri og rúmligari, har tað hevur menniskju at banka fyri. Og har plássið er tómt, tí tey eru deyð, sum vit eru góð við, er hjartarúmið ofta fylt við minnum. Tey vit elska hava eitt rúm í okkara innara húsi.

 

Og á jólum vera vit mint á tað serliga rúmið, sum Brorson so myndaríkt og hugfarsligt, sigur frá:” Mítt hjarta tilhald hevur/ har Jesus føddur var./ Mín hugur hagar dregur/ sítt mið hann hevur har/ Har býr mín longsul inni/ har fær mín trúgv alt gott/ Tú fert mær ei úr minni/ tú fagra jólanátt”.  

 

Hví dregur rúmið, har Jesus føddur varð? Man tað ikki júst verða tí, hann var størri innan enn uttan, - og tað var hann, sum eingin annar kann vera tað. Tí við honum, sum føddur varð,  steig samtíðis Guds sannleiki innum, sum hold og blóð, so løgi tað enn ljóðar.  Tað merkir at tað høgt hevjaða, æviga og óatkomandi guddómliga kann stíga innum og rúmast í tí  veika og verjuleysa og avmarkaða. 

 

Hvar er nevniliga tað staðið, har vit mega boyggja knø og geva okkum yvir til eina hægri tilvitan? Ta gátuføra,  mysteriið kunnu vit nettupp ikki forklára. Í aðramátar er boðskapurin ein meiningsleysur pástandur, ella bara sentimental yvirtrúgv, blandað saman við søguligum innihaldi. “Av og á er tvey + tvey ikki fýra, men fimm”, sum tikið er til. Og tað er júst gott, at so er. Tí Gud er altíð størri, altíð meira nærverandi enn okkara vit og hjarta kunnu rúma.

 

Og hann, sum á ein serligan hátt var størri innan enn uttan, byrjaði nettupp sum øll menniskju byrja, tá vit verða fødd inn í henda heim.  Men mysteriið, tað undursama, sigur samtíðis frá Guds rúmi . “Í Faðirs míns húsi eru mangir bústaðir”, sigur Jesus. Vit halda jól, tí hjá Gudi er hjartarúm, Gud hevur pláss rundanum seg, sum orðið frelsa merkir á hebraiskum.

 

Tí hoyra vit eisini her á jólum um eingilin hjá Gudi, sum gav barnið navnið Jesus: Gud frelsir. “Har býr mín longsul inni/ har fær mín trúgv alt gott/ Tú fert mær ei úr minni/ tú fagra jólanátt”.  

“Hvør gevur mær at hvíla í tær Gud...  Man nakað vera í mær, sum fær rúma tær? ” spyr kirkjufaðirin Augustin við undran. Og hann kennir:”  Tú Harri hevur skapt okkum til tín, og hjarta finnur ikki frið, fyrr enn tað hvílur í tær”. Hvíldin í Gudi er Guds egna verk, longsilin eftir Gudi er Guds egna verk.

 

Barnið í vøgguni, hin lítillátni Messias á einum ásna, hin krossfesti Jesus á Golgata, og upprisni Kristus, trokar seg ikki inn á fólk, tvingar ikki menniskju at geva sær rúm. Og vit kunnu heldur ikki noyða hann at vera verandi hjá okkum. So høvdu vit ikki ein, sum ger okkum størri innan, men bara ein fanga búgvandi hjá okkum,  ein sum vit kanna okkum, sum ikki er størri enn vit sjálvi.  Jól og páskir strika hinvegin undir,  at tað er í frælsi, at menniskju bjóða Guds veruleika innum. Men tað krevur hinvegin eitt opið sinni, sum kann taka ímóti. Sum Astrid Lindgren sigur í einum jólaævintýri. “Hetta mást tú ikki gloyma”, sigur omman í ævintýrinum, “tí tað er líka so satt sum at eg síggi teg og tú sært meg. Tað eru ikki ljós og lampur, sum tað snýr seg um, ei heldur mána og sól, men at vit hava eygu, sum kunnu síggja Guds dýrd”.

 

Og satt er tað, hjarta verður størri, tá tað hevur menniskju at banka fyri. “Har sum hjartarúm er, er húsrúm”.