Skriva út

Summarmatiné í Havnar kirkju




Leygardagin 15. juni kl. 11.30 verður fyrsta summarmatinéin í ár í Havnar kirkju.

Tað er Mattias Kapnas, sum fer at spæla.

Mattias Kapnas, f. 1991, er útbúgvin klassiskur pianistur frá Kongeliga Danska Musikkonservatoriunum. I 2014 vann hann føroysku “Stella Polaris” kappingina. Sama ár fekk Mattias heiðurslønina “Ársins unga listafólk” frá mentamálaráðnum.

Í heyst 2015 var Mattias fyri fyrstu ferð við í føroyska symfoniorkestrinum. Mattias gav í 2017 út fyrstu fløgu sína við nýkomponeraðum klavertónleiki úr Føroyum.

Umframt klassiskan tónleik hevur Mattias spælt saman við nógvum tónleikarum úr fleiri ymiskum tónleikagreinum.

Mattias fekk í 2018 heiðurslønin ársins listafólk í opnum bólki á Faroese Music Awards.

Leygardagin ferð Mattias at spæla egin løg á klaver og synthesizera.

Vælkomin til matiné leygardagin.

 


Onnur tiltøk