Skriva út

KONSERT Í CHRISTIANSKIRKJUNI


Hóskvøldið, 05. desember kl. 19.30 verður forkunnug konsert í Christianskirkjuni við Ramez Mhaanna og Kern Westerberg - ein klaver- og violinduo í heimsklassa -. Ein kombinatión av teimum heilt serligu, har hesi bæði ljóðførini við sínum ymiska klangi sameinast í ein máttmiklan dialog. Báðir danskir klassiskir tónleikarar, báðir undir útbúgving á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum.

Bæði violinisturin Kern Westerberg og pianisturin Ramez Mhaanna hava vunnið heilt nógvar virðislønir. Báðir hava vunnið Sonning Talentprís og klassisku tónleikakappingina hjá Berlingske Tidernes.

Á skránni eru tvær sonatur fremst á breddanum - ein av teimum yvirhøvur sjáldan spæld, sonata nr. 2 hjá Beethoven  og  tann undrunnarverda og vakra sonatan hjá Debussy. Harumfram spæla teir hvør ísær solostykkir hjá ávikavist Bach og Prokofiev. Og sjálvandi eisini jólatónleik.

Teir eru í Føroyum í samband við konsert í Norðurlandahúsinum, og hava í hesum sambandi eisini konsert í Christianskirkjuni.

 


Onnur tiltøk