Skriva út

Vitjað 57 kirkjur: Í Saksun sungu tey ”Tillukku til tín”

19.07.2019 Tíðindi


Tá fólk fara í kirkju ein sunnumorgun verður vanliga tikið til, at hann og hon ganga í kirkju.

Her er sjálvandi hugsað um ta staðbundnu kirkjuna, hagar tey eru von at leita tá kirkjuklokkan kallar til gudstænastu.

Men fyri Annu E. Joensen á Strondum merkir hetta ”at ganga í kirkju” meiri enn bara tað, at leita sær í sína egnu kirkju sunnu- og halgidagar:

Hon hevur nevniliga sett sær sum mál, um at fara til gudstænastu í hvørji einstakari kirkju kring oyggjarnar. Og tað er ikki bara sum at siga tað, tí tær eru altso 60 í tali, og eru haraftrat spjaddar kring fleiri oyggjar.

- Hugskotið kom faktist frá systur míni, sum helt tað vera eitt hugskot at fara í allar tær føroysku kirkjurnar.

- Eg helt, at tað ljóðaði sum eitt gott uppskot, og eg setti mær tí fyri at føra tað út í lívið, greiðir Anna E. Joensen frá.

Mikudagin 17. juli var hon gestur í sendingini ”Summartímin” í Kringvarpinum, har hon greiddi útvarpskvinnuni Barbaru Lervig frá hesi ætlan síni, sum nú er nærum rokkin.

Í dag manglar henni bert at vitja tríggjar kirkjur, tí so hevur hon verið í hvørji einastu teirra.

- Eg mangli kirkjurnar í Mykinesi, Hattarvík og á Kirkju. Men tær skal eg nokk røkka eisini.

IKKI BARA VITJA – MEN VERA
Summi seta sær fyri at skula vitja allar tær føroysku oyggjarnar, bygdirnar og fjallatindarnar – og tey røkka eisini hesum máli.

Fyri Annu Joensen er avbjóðingin ein onnur: Tað ræður ikki einans um at vitja ta einstøku kirkjuna. Nei, hon skal eisini hava verið til gudstænastu í hesi kirkjuni.

- Eg fór bara í gongd sjálv við at vitja tær fyrstu kirkjurnar, og síðani kom maðurin eisini við til hetta, sigur hon.

Maðurin, Eyðstein Heinesen er ein av teimum sum so trúliga tekur upp gudstænastur í kirkjunum, ið verða sendar í sjónvarpinum seinnapart sunnudag. Hann er tí komin víða kring landið í hesum arbeiðinum, men hevur kortini ikki verið í teimum øllum.

- Og tað vísti seg, at hann hevði einki ímóti at koma við mær til tær kirkjurnar, har hann sjálvur ikki hevði verið, greiðir Anna frá, samstundis sum hon fegnast um, at tey bæði nú eru felags um hesa ætlanina.

KROSS OG DAGBÓK
Ætlanin við at røkka øllum teimum føroysku kirkjunum er ikki nýggj. Í roynd og veru byrjaði Anna at ”krossa av” longu í 2008.

- Og síðani tá havi eg so sett kross við hvørja einastu kirkju, sum eg havi vitjað, sigur hon.

Til tess at halda skil á kirkjum og dagfesting, hevur Anna keypt sær eina dagbók og eitt Føroyakort til høvið. Her setur hon so kross og dato á.

- Men eg havi so eisini valt at skriva meiri um hetta. Eg skrivi tí niður, hvør ið var prestur, og hvussu nógv fólk vóru í kirkju. Og var barnadópur, ja, so skrivaði eg eisini niður, hvussu barnið eitur.

- Jú, tað er stuttligt at hyggja aftur í hesa dagbókina, sigur hon brosandi.

Og tað er skjótt at staðfesta, at gudstænasturnar eru rættiliga eins frá eini kirkju til ta næstu.

”TILLUKKU TIL TÍN”
Tá talan er um ein gudstænastu við presti ella dekni, verður sama mannagongd fylgd hvørja einastu ferð. Og tað hevur Anna eisini kunnað staðfest á ferð síni kring kirkjurnar.

- Jú, tær eru rættiliga líkar, óansæð hvar tú ert ella fert: Teksturin er hin sami í øllum kirkjum, men er talan um lestur, so er hann ikki altíð hin sami.

- Men ein munur er í øllum førum hann, at onkustaðni er tað kirkjufólkið sum syngur trúarjáttanina, meðan tað er prestur sum ber hana fram á øðrum støðum, greiðir hon frá.

Eina einstaka av hesum mongu og ymisku gudstænastunum minnist Anna serliga væl. Tað var í Saksunar kirkju.

- Tá var tað ein kona sum hevði 80 ára føðingardag. Og vit gjørdu ikki mætari enn at byrja gudstænastuna við at syngja ”Tillukku til tín” fyri henni!

- Tað havi eg ikki roynt áður, og heldur ikki síðani. Tað var stuttligt helt eg, sigur hon flennandi.

MÍN KIRKJA
Nú hevur Anna ferðast runt til 57 ymiskar kirkjur, sum hvør hevur sítt eyðkenni.

- Tað eru nógvar kirkjur sum eru sera vakrar, - eingin ivi um tað. Eg hugsi her millum annað um kirkjurnar í Skúvoy, Sandavági, Dali og tann nýumvælda kirkjan við Norðskála.

- Men tað er tó ein einstøk kirkja sum mær dámar best og sum er vakrast fyri mær – tað er Eiðis kirkja. Har eri eg doypt, gift og havi gingið øll míni barnaár.

- Jú, Eiðis kirkja, tað er MÍN kirkja, sigur Anna, og minnist serliga aftur á gudstænastuna jólakvøld her.

- Tá ljósið verður sløkt og kirkjuliðið reisist og syngur ”Gleðilig jól”. TAÐ er fantastiskt, og ein heilt serlig løta. Eg royni altíð at vera í Eiðis kirkju jólakvøld.

YVIRLIT MANGLAR
Sum nevnt hava Anna og maðurin vitjað 57 av føroysku kirkjunum. Og spurningurin frá útvarpskvinnuni er tí hin upplagdi, nær hon fer at taka tríggjar tær seinastu.

- Eg hopi at tað verður skjótt. Vit vóru í Svínoy fyrr í summar, og eg ætli mær heilt víst út til Fugloyar skjótt.

- Men trupulleikin er mangan hann, at tað er so ringt at planleggja ein slíkan túr, tí tað er ikki so lætt at síggja, hvar prestur er, vísir hon á.

Nakrar av gudstænastunum standa tó í einum yvirliti á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni, men ein sær ikki fleiri vikur fram og har verða heldur ikki allar gudstænasturnar nevndar.

- Eg hopi tað verður skjótt at eg komi runt til allar. Tað hevði verið gott at fingið tær allar upp á kortið, sigur Anna Joensen at enda.

Orð: Snorri Brend
Mynd/kelda: Summartímin/kvf.fo