Skriva út

Vit dippa

24.11.2020 Tíðindi


Hetta er eitt løgið ár, koronuárið 2020, har tað sum vendir niður vendir upp. Vit halda frástøðu, minst 2 metrar, og eru vit góð við hvønn annan, so halda vit okkum frá hvørjum øðrum. Á jólum, plagdu vit at siga, at tá má ongin sita einsamallur, tað ræður um at hava fullan ring kring jólatræið, men í ár, skulu vit vera so fá sum gjørligt.

Syndin, sum vit hava hildið bara búði í kirkjuni, er komin úr kirkjuni og oman á gøtur og stræti, og vit skíra hetta og hatta synd og vita ikki okkara livandi ráð, hvussu vit kunnu fáa tað burtur.

Øll vaskingin og málingin av stovum og kømrunum í koronuvárinum er eisini ein mynd av støðuni sum heild. Vit sum samfelag eru farin at rudda upp og tveita burtur. Vit vilja viska, strika og rætta, avgera, hvør skal syngja og mála, og hvat hesi sleppa at syngja og mála.

Gamlar barnabøkur verða tillagaðar og rættaðar og síðani endurprentaðar. Ísar og góðgæti skifta navn. Úti í heimi verða standmyndir antin koppaðar ella fáa tær seðil á, sum sigur, hvat maðurin á standmyndini hevur gjørt av illavorðnum gerningum, meðan hann livdi. Helst vilja vit rudda út, so tá vit líta aftureftir bert síggja eitt blankt pappír. Í Danmark hevur leiðari á listasavnið koppað eina bustu av donskum kongi á bláman. Hansara syndaregistar var stórt og langt, og nú bustan upploystist av váta vatninum, dagaði hann undan sum ein púrasta oyðiløgd standmynd, men tað vildu tey hava. Hann hevði ikki betri uppiborið.

Vit vilja byrja umaftur, av nýggjum. Vit vilja søkka alt tað gamla niður í bládýpið, so tað ikki sæst aftur.

Umhvørvið er nú veruliga komið á breddan. Vit hava ikki hugsa um havið ella roykin, sum fer upp í luftina ella plastikkdósirnar heima í køkinum. Tað skal broytast! Fara aftur at hava leirføt, sum omma hevði, velta egnu epli og kál, taka slakt upp og verða rørd, tá vit hoyra vakran sang um oyggjarnar. Vit eru farin at varnast nakað, sum vit ikki sóðu áðrenn.

Kirkjan hevur ein dóp og tosar um synd, sum í upprunatekstinum merkir at “skjóta við síðuna av” og um náði, sum merkir “nakað, sum er ókeypis” og frelsu, sum merkir “ogn, sum er fallin í fígginda hendur, men sum nú verður keypt aftur”. Hugtøk, sum eru aldargomul og sum kunnu brúkast í dag. Tí tíðin í dag krevur umhugsan, vit mugu steðga á og hugsa, hugsa um onnur og hvar vit eru. Onkursvegna er ein tráan ella trongd eftir at sleppa av við tað gamla, at nullstilla, reinsa og skúra tað burtur. Tí daga onkursvegna nýggj ritual undan í okkara roynd at endurføðast og reinsast. Vit keypa okkum fátøk í hitapottum, har vit í hvøssum landnyrðingi sita og bloyta hendur og hupp, og vit fara at sjódippa. Nógvir “Betesda hyljar” koma í røring í hesum døgum, har kvinnur saman ganga ut í havið og dippa og kenna seg endurføddar. Burtur er øll óhumska og ójavni. Aftaná er gott at gníggja holdið við kaffigrumsi, so mann er ein betri útgáva av sær sjálvum, mann hevur fingið “Karat”. Í kirkjuni er dópurin bert eina ferð, men úti í lívinum má alt endurtakast, so dippingin  undir kav er ein endurtakandi reinsan. Vatnið, havið, sjógvurin hevur dragandi megi á okkum, vit sum hava ligið og skvagga higar og hagar í fosturvatni.

Vit liva alt árið í eini adventstíð, alt okkara foldarlív, so at siga. Vit bíða altíð eftir onkrum ella nøkrum: einum nýggjum køki, nýggjum maka, nýggjari ferð, túr í hitapott ella vaccinu. Onki er endaligt, alt og øll eru á ferð, men vit hava øll ymsar meiningar um, hvørjum vit eru á ferð ímóti. Men á ferð eru vit. Adventin nærkast, tá vit bíða eftir tí ultimativa Ljósinum, og meðan vit bíða í vetrarstormum blinka okkara ljósperur í stovunum, og streymurin kemur og fer. Og vit fegnast, tá streymurin endiliga kemur aftur og stúra fyri, nær ljósið aftur fer.

Men soleiðis er hesumegin, har onki stendur við!