Skriva út

Uppreisn Jesu er nútíð í 2021

04.04.2021 Tíðindi


Tað verður sagt, at páskirnar eru tann størsta kristna hátíðin. Sigurin á deyðanum er alt avgerandi í tí kristna boðskapinum. At lívið sigrar og vinnur á deyðans veldi er ein vónríkur veruleiki, ið ger allar lutir nýggjar og gevur ein størri sjónarring við útsýni út yvir tilveruna.

Tær stóru kristnu hátíðirnar stuðla og treyta hvør aðra. Heildin er at finna í máliskuni um lívið frá vøggu í grøv. Har ímillum liva vit í yrki og frítíð, í gleði og sorg, í viðgongd og mótgongd.

Boðskapurin um uppreisn Jesu av deyða og grøv tekur markið burtur, ið avmarkar lívið frá byrjan til enda. Sjónarringurin fevnir nú ævinleikan, og tað æviga er uttan mark og mørk jarðar.

Í trúnni á uppreisn Jesu av deyða og grøv fær menniskjan lut í tí æviga lívinum. Og tað æviga lívið doyr ikki, tá ið vit doyggja. Tað, ið ævigt er, livir allar ævir.

Uppreisn Jesu av deyða og grøv er okkara møguleiki til eitt gott lív. Eisini jarðarlívið og tilveran nema signing Guðs, har uppreisn Jesu í trúgv verður lív í hjørtum várum. At taka ímóti náði Guðs og kenna Jesus sum ein livandi frelsara ger allar lutir nýggjar.

Uppreisn Jesu er meira enn søgulig tátíð. Jú, tað hendi í søguligari tíð fyri skjótt tvey túsund árum síðan, at sonur Mariu moy, ið var gitin av heilagum anda, var tikin av døgum við deyða á krossi.

Jødarnir mettu, at Jesus spottaði Guð við at siga, at hann var sonur Guðs. Rómverjar mettu, at Jesus var ein uppreistrarmaður og ein hóttan móti hersetingarvaldinum. Jødar og rómverjar gingu saman í ráð, og teir tóku Jesus av døgum við vanvirðisligum og svárum deyða.

Søga er tað, at Jesus var lagdur í eina grøv, ið var ætlað øðrum manni. Væl vitnað er tað í skriftini, at hin fyrsta dagin í vikuni var grøvin tóm. Jesus var síðani sæddur av mongum vitnum sum ein livandi frelsari.

Uppreisn Jesu er meira enn tátíðar søga. Uppreisn hansara er sanniliga nútíð, tí Jesus er risin upp í lívi okkara. Vitnisburðurin um lívið í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara er sannførandi eisini í 21. øld eftir føðing hansara.

Tað er ein gleði at vitna, at Jesus gav okkum ein nýggjan møguleika til eitt gott og ríkt lív, hóast mangt var farið av lagi. Øll okkara mistøk og allar okkara misgerðir eru í sáttargerð Jesu við deyða á krossi fyrigivnar.

Uppreisn Jesu í søguligari tíð fyri 2000 árum síðan staðfestir saman við uppreisn Jesu í hjørtum okkara í 2021, at vit eru endurfødd til livandi vónar. Sorg er til gleði vend, óttin er vorðin til friðsæla vissu, hóast ikki alt vignast og er til vildar.

Deyði og uppreisn Jesu eru frelsandi og lívgevandi fyri øll tey, ið ákalla heilaga navn hansara. Vit, ið eru gingin yvirum frá deyðanum til lívið, eru kallað at virka á jørðini bæði í tí verðsliga samfelagnum og í kirkjuliðnum. Vit eru ætlað at vera menniskjum til signingar, eisini teimum, ið halda, at vit eru forstýrað.

At hava uppreisn Jesu Krists sum ein dýrgrip í hjartanum eggjar okkum til góðvilja og góðgerðir. Tímiliga skulu vit gagna jørðini. Andaliga skulu vit gagna jørðini. Við at boða uppreisn Jesu Krists til lív og frelsu birta vit ljós í einum myrkum heimi og skapa vón í vónloysi.

Sum kristin eru vit kallað at vísa menniskjum vegin til Portrið inn í Guðs ríki. Máttu vit kent kallið at virka millum tey, ið kenna seg forfjónað, miseydnað og burturvíst.

Latum okkum við ærligum hjørtum elska Jesus við at elska hvør annan. Latum okkum boða Jesus í orði ella verki og leiða menniskju til umvending og frelsu. Latum okkum vera hjástødd ella sita hjá teimum, ið kenna seg fjøtrað og uttan framtíð.

Gævi at tað eydnast at leiða menniskju til frelsaran Jesus, so nútíðin í tí jarðliga kennir signingina úr ævinleikans ríki. Himmiríkið er innan í teimum, ið lata Jesus koma inn í hjartað. Tá er talan um uppreisn og páskir í lívi hins einstaka.

Uppreisnin á evsta degi er framtíð, tá ið Jesus kemur aftur á himmalskum skíggjum at føra síni heim í ríkið. At liva í hesi trúgv føðir himinsins stóru gleði longu á jørðini.

Í trúnni fáa vit eina tilvitan ella sannføring um, at ævinleikin heima hjá Guði av náði er okkara. Jú, tað kemur ein ævigur páskamorgun, tá ið tey, ið eru sovnað burtur í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara, rísa upp til ævigt at liva í Guðs himmalska ríki. Amen.

Orðið: “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.” (Fyrra Korintbrævið 15,20).

Gleðiligar páskir!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Kelda: vp.fo