Skriva út

Tvær umsóknir

30.04.2020 Tíðindi


Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjald var úti á middegi í dag, hósdagin 30. apríl 2020. Tveir umsøkjarar vístu kallinum áhuga.

Umstøðurnar eru serligar vegna Covid 19. Hóast tøknin er komin fyri at vera, hóvar undirritaða betur, at vit samtala um so týðandi mál sum prestaembætið og tænastu prestsins í sama rúmi samstundis.

Tað er fyrst og fremst í nærleika, at presturin skal møta sóknarbørnunum og viðskiftafólki kirkjunnar. Í sama rúmi hoyra vit orðini, síggja og lesa kropsmál og medferð. Tænasta prestsins eigur ongantíð at vera ein avgreiðsla. Hjartamálið er tann berandi bulurin í tvívegis samskifti millum sóknarprest og sóknarbørn. 

Vegna tær serligu umstøðurnar í samfelagnum verður mett, at setanartilgongdin tekur longri tíð enn vanligt.

Ætlanin var, at komandi sóknarpresturin í Fuglafjarðar prestagjaldi skuldi taka við kallinum 1. juni 2020. Tíðarætlanin kemur ikki at halda.

JF