Skriva út

Tríggjar umsóknir

25.02.2020 Tíðindi


Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag, tann 25. februar.

Tríggir umsøkjarar eru til embætið, ið ætlandi verður sett 1. apríl.

Kirkjuráðið í Nólsoy og kirkjuráðið við Havnar kirkju koma at taka støðu til umsóknirnar og gera eina innstilling innan hálvan mars.

Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.

JF