Skriva út

- Tey málaðu snøgt sagt yvir einglarnar

25.10.2019 Tíðindi


SELATRAÐ: ”Tað hevði verið eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna. Eg eri heilt bundin av henni. Tað er ikki sunnudagur, at eg ikki eri í kirkju. Onkuntíð eri eg í kirkju, uttan at vera tænari, og tað er so deiliga avslappandi!”

Orðini omanfyri um bygdarkirkjuna eigur Johan Karl Djurhuus av Selatrað í eini samrøðu, har hann tosar um tænastu sína her.

Í farnu viku var grein her á heimasíðuni um byggingina av hesi kirkjuni, har víst var á, hvussu trúfast fólk høvdu stuðlað hesum arbeiði frá fyrsta degi. Byrjað var at savna inn til kirkjuna á jólum 1925, og longu eitt ár seinni stóð hon klár at taka í nýtslu.

Trúfestið hevur eisini eyðkent tey øll, sum hava havt eina tænastu í kirkjuni. Ein teirra er júst hesin sami, Johan Karl sum illa dugir at ímynda sær ein sunnudag uttan at kirkjan er gingin. Umframt hetta eru samfull 57 (!) ár, síðani hann byrjaði sum kirkjutænari.

- Eg byrjaði sum klokkari, men eri nú deknur, greiðir hann frá í eini sending á útvarpsrásini R7.

MÁLAÐU ÚT YVIR EINGLARNAR
Í sendingini ”Við sjóvarmálan” var tosað um orsøkina og gongdina, tá fólk á Selatrað fingu kirkju. Hon stóð liðug á jólum 1926, men var vígd 4. sunnudag eftir Trettanda árið eftir.

Tey fyrstu árini var ikki støðuhiti inni í kirkjuni, og gjørdi hetta sítt til at fólk byrjaðu so smátt at síggja fylgjurnar av fukti og øðrum sliti. Tá kirkjan fylti 50 ár ár var staðfest, at her mátti okkurt álvarsamt gerast, um kirkjan ikki skuldi farast heilt.

Eitt dømi um, hvussu illa kirkjan var farin vóru tey prýðini, ið málaði vóru á veggirnar inni í kirkjurúminum: Einglarnir, sum av einslitum vóru málaðir hvørju megin inngongdina, og serstaka prýðið hvørju megin altartalvuna, sum viðhefta myndin so greitt vísir.

Upprunaliga vóru hesi til frægd fyri eygað, men tíðarinnar tonn hevði gjørt sítt til at nógv av tí vakra og tí ídni, sum listamálarin Niels Kruse av Eiði hevði lagt í arbeiðið, var við at hvørva.

Spurningurin var tí helst, hvat var at gera – og ikki minst, hvør kann gera hetta? Ein valdi í fyrsta umfari - ja, stutt sagt at mála útyvir einglarnar og prýðið við altartalvuna!

Men nú, ið kirkjan fór um ta hálvu øldina var støða tikin til, at her mátti vend koma í: Einglarnir og prýðið við altartalvuna máttu bara koma aftur til heiður og æru.

Tíbetur dugdi abbadóttir Niels Kruse – væl kenda og dugnaliga listakvinna, Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði – sama kynstur sum hann. Og soleiðis fór hon til verka at endurskapa hesi listaverkini fyrr í hesi øldini.

Úrslitið sæst tí í dag, og er eitt satt prýði fyri hugnaligu kirkjuna!

BETRA UM SÁLMASANGIN
Tá kirkjan varð vígd í 1927 fingu fólk á Selatrað eitt stað at savnast saman til gudstænastur og aðrar tænastur í kirkjuni.

Liðin vóru tá eini 300 ár síðani, at kirkja var her seinast. Men hetta hevði kortini ikki hildið kirkjufólkinum aftur í at savnast undir Guds orði. Lestur var nevniliga lisin í bygdarskúlanum.

Tá fólk soleiðis kemur saman til gudstænastu er sangur ein týðandi táttur í andaliga lívinum. Her var roynt at syngja eftir førimuni, og tað uttan ljóðføri afturvið sálmasanginum.

- Men, sigur Johan Karl. - Kanska sungu tey ikki so væl. Í øllum førum byrjaðu tey at hugsa um og at savna pening saman til eitt orgul at stuðla sálmasanginum.

- Eg havi sæð henda listan til innsavningina. Og har stóð eisini orsøkin til innsavningina, nevniliga ”forbedring af salmesangen”, sigur hann brosandi.

Og tey fingu sítt orgul, og einaferð miðskeiðis í 70’unum kom so tað orglið, sum stendur har enn. Tað er eitt orgul frá Verlandi, sum hevur fýra røddir.

Hetta orglið verður brúkt enn, og er at hoyra, tá gudstænasta er í bygdini, og úti um landið, tá Kringvarpið onkutíð hevur sent gudstænastu haðani.

TRÚFESTI
Í nógvum av smærru kirkjunum verður einans hildin gudstænasta, tá prestur vitjar. Soleiðis er ikki á Selatrað, har lestur verður lisin til deknagudstænasturnar.

Væl var fólkatalið í bygdini beint omanfyri 80 fyri 30 árum síðani, meðan tað í dag er farið niður í eina helvt. Men fólk hava altíð leitað sær í kirkjuna, sum tekur umleið 120 fólk, tá fullsett er.

Selatraðar kirkja er partur av Sjóvar prestagjaldi, sum somuleiðis telur kirkjurnar í Oyndarfirði, Strondum og á Skála. Sóknarprestur er Símun P. Jacobsen. 

Í øllum hesum kirkjum virka eisini í hópatali av kirkjutænarum. Fleiri av kirkjutænarunum á Selatrað hava virkað her í langa tíð, - ein teirra er júst Johan Karl Djurhuus.

- Ja, eg byrjaði sum kirkjutænari í 1962. Fyrstu árini var eg klokkari, men tey seinastu árini havi eg verið deknur.

- Tað er ein høgtíð yvir tænastuni, og í mínum uppvøkstri var somuleiðis ein stór virðing fyri kirkjuni!

Orð: Snorri Brend
Myndir: Birgir Waag Høgnesen