Skriva út

Tænastufólk kirkjunnar

03.01.2020 Tíðindi


Komin inn í 2020 er hóskandi at bera eina hjartans tøkk til øll tey, sum dagliga og við givin høvi dugna kirkjuni. Hugsað verður um boðan, sang og tónlist. Hugsað verður um tær mongu verkligu uppgávurnar.

Tað hevur verið mær ein sonn frøi at samstarva við kirkjunnar álitisfólk. Aloftast er samskifti liðiligt og tónin lættur. Aðrar tíðir er avbjóðingin meira krevjandi. Men, tónin er góður hóast frávíkjandi sjónarmið til tíðir.

Kirkjuráðini gera eitt stórt arbeiði, ja, størri enn vit mangan geva gætur. At skipa fyri tiltøkum og átøkum saman við presti. At halda bygninginum og halda kirkjuna.

Deknurin, urguleikarin og klokkarin. Klassiska heitið kirkjutænari fevnir um hesar tríggjar tænasturnar. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit í 2020 hava fólk til hesar tænastur. Ja, enntá á smærri plássum verður roynt av hava kirkjuna opna so ofta, sum tað er møguligt. Vit eru ríkt signað við dugnaligum og trúføstum fólki.

Afturat tí klassiska heitinum eru aðrar tænastur, ið als ikki mega verða gloymdar. Upplestur og frásøgn, sangur og tónleikur, stákan og verkligar uppgávur.

Ein vælhildin halgidómur er ein tignarligur bústaður hjá lívsins Guði. Tað er ein vitnisburður um eyðmýkt yvir fyri uppgávuni og tænastuni í navni hansara. Tað er verkligi karmurin um trúnna.

Ikki at gloyma tey mongu, ið koma í kirkjuna. Tey hava givið míni trúgv styrki við regluligari ella einstakari vitjan.

Túsund tøkk fyri tænastuna í kirkjuni. Uttan tykkum vóru vit skerd í gerningi og trúgv.

Gott nýggjár í Jesu navni.

JF

Mynd: Havnar kirkja - Ólavur Frederiksen.