Skriva út

Tá sólin stendur lægst, rísur í eystri hon brátt

12.10.2020 Tíðindi


Bæði í kristidómi, jødadómi og islam verður Gud dýrmettur sum ljós. Men til eru eisini átrúnaðir, ið ikki altíð halda ljósið vera av tí góða. Kinverska »yin og yang« ímyndar javnvágina millum ljós og myrkur í heiminum. Heystardagur er og vit eiga mangar fagrar sangir og sálmar, sum lýsa hesa árstíðina.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Vit skulu bert bíða og biðja
ja, biðja um skýggj eru svørt.
Tá sól stendur lægst – tað er niða,
brátt rennur í eystri hon bjørt.

(Svend Rehling: »Tab ikke modet du kære« ‒ John Myllhamar: »Lat ikki mótið burt fara«)

Tá ið farið er um mikkjalsmessu (29. sept.) og veturnætur nærkast (14. okt.), vita vit, at vit eru mitt í heystartíðini og at vetur er í hondum. Tað, sum blómaði í vár og tíðliga í summar, tað, sum frøddi eygað við margfaldum litum, tað, sum gav frá sær lívgandi anga, tað, sum prýddi ong og urtagarð, er fallið av. Frøir ikki longur eygað. Lívgandi angin er horvin. Sum árstíðirnar, so lívið, sprettandi vár, blómandi summar og følnandi heyst. Um hesa tilgongd er mangt yrkt, skrivað og talað.

Mikudagurin komandi, 14. oktober, verður nevndur veturnætur. Í álmanakkanum finna vit eisini navnið Kalixtus, í Norðurlondum eisini nevndur Kallis. Hann var pávi og pínslarváttur, doyr umleið ár 22. Hann var trælur hjá einum kristnum stórmanni í Róm, men fyri einhvørja smávegis misgerð varð hann dømdur revsiarbeiði í námum á Sardiniu. Heimafturkomin varð hann frælsur maður og gjørdist brátt diakonur.

Axel Tórgarð sigur í verki sínum »Dagar og nøvn í álmanakkanum«, at Sefirinus pávi (198-217) setti hann til at hava eftirlit við kristnu gravhellunum við Appiavegin. Hetta eru tær sonevndu Kalixtus katakomburnar, har 174.000 pínslarváttar og 46 pávar eru jarðaðir. Tá ið Seferinus doyr í 217, verður Kalixtus valdur til biskup í Róm, men ikki øll tey kristnu tóku undir við valinum.

Orsøkin var ymiskt í læru hansara og tær heldur linligu kirkjuskipanirnar, hann setti í verk; eitt nú, at hann varð hildin at fara ov lætt um ymiskar syndagerðir.

Burtur frá grøv við egnum navni

Kalixtus doyr sum nevnt í 222, so tað var ikki leingi, hann sat í pávastólinum.

Frá fjórðu øld verður Kalixtus virdur sum pínslarváttur, men eingin almenn jagstran var eftir teim kristnu um hetta mundið. Hildið verður, at tað var ein uppøst mannamúgva, sum beindi fyri Kalixtusi. Ein halgisøga sigur frá, at hann var blakaður í ein vatnbrunn við steini um hálsin.

Tað merkiliga er, at Kalixtus ikki sjálvur er jarðaður í nakrari av katakombunum, sum bera navn hansara. Og orskina halda summi vera tað stríðið, sum hann hevði við samkristnu síni.
Kalixtus er grivin við Aureliavegin.

Vernd móti sólarbruna

Axel Tórgarð sigur í áðurnevnda verki sínum um dagar og nøvn í álmanakkanum, at tá ið tikið verður við tí julianska kalendaranum í Norðurlondum – kanska longu áðrenn kristindómurin verður boðaður – verður byrjanin á vetrinum sett til ymiskar tíðir í teim ymsu londunum.

Í Danmark varð veturin settur til at byrja 1. november, sum í kristna kalendaranum eisini fær navnið halgunarmessa ella allahalgannadagur. Í Noregi skuldi vetrarhálvárið byrja 14. oktober, og í Íslandi, sum roknaði árið eftir vikunum, leygardagin í vikuni frá 11. til 18. oktober.

Í einum gomlum gottlendskum rúnakalendara frá 1328 verður 14. oktober nevndur veturnátt og 14. apríl summar. Bæði veturnátt og summarmáli verða nevnd í Føroyingasøgu.

Tá ið tann kristni kalendarin tekur við, síggja vit skjótt nøvnini á halgimonnum og -kvinnum. Í íslendska kalendaranum »Rímbeklu« verður sagt, at á Kalixtusi (14. okt.) tekur veturin við (eftir norskari tíðarrokning), meðan summarið er frá Tiburtiusi (14. apr.). »Og hann stendur so penur í álmannakkanum, vit nú hava, út fyri 14. oktober, veturnáttardag,« sigur Tórgarð.

Í bókini »Tjóðminni« sigur Andrias Weihe (1867-1946) á Selatrað, at á veturnátt tóku tey sær vatn – vetrarvatn – sum tey tváaðu sær í tríggjar teir fyrstu vetrarmorgnarnar fyri ikki at vera sólbrend tað komandi summarið.

Vetrarvatn at verja seg ímóti sólarbruna? Tað er ikki í øllum ártrúnaði, at ljósið verður roknað sum hitt góða. Í gamla Bábylon ansaði sólgudurin Shamash væl eftir vondum ljósandum. Hann borgaði fyri lóg, skili og rættvísi, men revsaði hart, um varmi og ljós brendu fólk.

Hóast vælgerðin er til staðar, so kann hitt góða geva seg til kennar í illum andum – slíkum, ið frá ljósinum koma. Ovurhiti gevur seg til kennar í bíbilsku myndini av syndarevsingini í eldhavi heljardýpisins.

Kinverska »yin og yang« ímyndar javnvágina millum ljós og myrkur í heiminum.

Gerandisdag í hondunum, sunnudag í sálini

Í Sálmabók Føroya Kirkju eiga vit mangar vakrar morgun- og kvøldsálmar, sum beinleiðis og óbeinleiðis lýsa árstíðina, vit nú eru stødd í. Bæði upprunayrktar og týddar.
Um Mikkjal á Ryggi (1879-1956) sum skald verður sagt, at hann átti gerandisdag í hondunum og sunnudag í sálini. Í yrkingini »Heystardagurin heiðursklári« tekur hann soleiðis til:

Bogin maður í veltu stendur,
hentar epli í svartar hendur.

Rótakálið má longur bíða;
nógv er at gera og dagar líða,

seyðbond at spinna, skøðir at raka,
veðurlambsskurðin so at taka.

Tá kunnu dreingir, fúsir í huga,
royna hvat leggir og lungu duga,

renna um fjøll og reystar líðir; ‒
herligar eru tær heystartíðir!

Í yndisliga morgunsálminum »Morgunroðin lýsir« tekur Mikkjal á Ryggi soleiðis til:

Morgunluftin blíða
sál og sinn ger fró.
Upp til Guð lat stíga
fagurt takkarljóð!
Yvir fjallatoppar
hevji seg várt mál,
sýn, at frískir kroppar
goyma fríska sál.

Tøkk, Guð faðir, fyri
verju væl í nátt,
vit og manndómsvirði,
heilsu lív og mátt!
Nú á ungum degi
alt á foldum er
fult av lívsins gleði,
tøkk til tín fram ber.

Sálmurin er fimm ørindi. Fyrsta ørindi er soljóðandi:

Morgunroðin lýsir
bjart á fjøll og skýggj,
brátt úr havi rísur
sólin blonk og lýggj.
Yvir líð og eingir
náttardøgg er løgd.
Reisist, raskir dreingir,
upp til dagsins brøgd!

Fimta og síðsta ørindi er soljóðandi:

Ein so dýrur skattur
gleðin er á fold;
ljósur andi lættur
lyftir seg frá mold,
vónir vinna veingir,
sálin gerst so sterk,
fúsir fara dreingir
út til dagsins verk.

Sálmabókanevndin, sum í 1980-árunum fyrireikaði nýggja sálmabók (Sálmabók Føroya Kirkju 1990) helt tað vera rætt at fylgja javnstøðuregluni í dagsins samfelagi og læt tí fyrsta og síðsta ørindi umyrkja samsvarandi hesum. Fyrsta ørindi fekk tí hetta orðaljóð:

Morgunroðin lýsir
bjart á fjøll og skýggj,
brátt úr havi rísur
sólin blonk og lýggj.
Yvir líð og eingir
náttardøgg er løgd.
Reisist gentur, dreingir
upp til dagsins brøgd.

Fjórða ørindi er lagt burturúr. Síðsta ørindi, sum var hitt fimta í upprunasálminum, hevur nú sum hitt fjórða og síðsta hetta orðaljóð:

Ein so dýrur skattur
gleðin er á fold;
ljósur andi lættur
lyftir seg frá mold,
vónir vinna veingir,
sálin gerst so sterk,
fara gentur, dreingir
út til dagsins verk.

Genturnar eru slopnar upp í part. Men hevði Mikkjal á Ryggi góðtikið slíka broyting, um hann var á lívi og eftirspurdur? Upphavsrætturin er friðhalgaður, og hann átti Bina, kona Mikkjals, sum var á lívi, tá nýggja sálmabókin var í gerð. Kanska varð hon spurd og gav loyvi?

Ein mynd av mannalívinum

Í inngangsørindinum úr sanginum »Lat ikki mótið burt fara« er ein troyst til tey vónbrotnu og syrgnu. Um skýggj tykjast svørt og døkk, so er bert at bíða og biðja, tí tá sólin stendur lægst ‒ tað er niða, rennur hon brátt í eystri bjørt. Tað ræður bert um at venda sær á tey 180 stigini.

Náttúrubrigdini ljós og myrkur hava altíð átt ein týðandi lut í tilvitsku menniskjunnar. Í trúarmálum og heimspeki verður dúgliga talað um mótsetningin og samspælið millum ljós og myrkur – millum dag og nátt. Sum nevnt finna vit í sálmabókini mangar tekstir um lýsa ljós og myrkur. Vit hava t.d. »Hin myrka náttin nú horvin er«, sum Símun av Skarði (1872-1942) hevur týtt eftir danska sálmaskaldið Hans Christian Sthen (1544-1610), »Den mørke nat forgangen er«, yrktur 1589. Umleið 260 ár seinni yrkti N. F. S. Grundtvig (1783-1872) »Morgenstund har guld i mund«.

Ljós og myrkur eru mynd av mannalívinum – bæði í byri og andróðri; í  mótstríðandi høpi. Myrkrið er sum oftast lítið dámligt, meðan ljósið goymir í sær alt hitt góða, um ikki so einfalt kortini.

Enn er sálmurin »Morgenstund har guld i mund« ikki týddur til føroyskt, men hevur verið fyrimynd hjá ið hvussu er tveimum av sálmaskaldum okkara. Sálmin hevur Grundtvig yrkt í 1853 – hann, sum av mongum verður roknaður sum mætasta sálmaskald Danmarkar.

Grundtvig er tað sálmaskaldið, sum hevur yrkt flestu sálmarnar í »Den Danske Salmebog«. Útvið triðingin av sálmunum hevur hann yrkt ella umsett/umyrkt. Sálmurin »Morgenstund har guld i mund« er hesin:

Morgenstund
har guld i mund;
for natten Gud vi love;
han lærte os, i Jesu navn,
som barnet i sin moders favn
vi alle sødt kan sove.

Morgenstund
har guld i mund;
vi til vort arbejd ile,
som fuglen glad i skov og vang
udflyver med sin morgensang,
genfødt ved nattehvile.

Morgenstund
har guld i mund,
og guld betyder glæde,
og glædelig er hver en dag,
som leves til Guds velbehag,
om end vi måtte græde.

Gå da frit
enhver til sit
og stole på Guds nåde!
Da får vi lyst og lykke til
at gøre gavn, som Gud det vil,
på allerbedste måde.

Sol opstår,
og sol nedgår,
når den har gjort sin gerning;
Gud give os at skinne så,
som himmellys, skønt af de små!
Da randt for os guldterning.

Umframt prestagerningin var Grundtvig eisini politikari. Hann hevði stóra ávirkan á danskan skúlaskap við hugsan síni um fólkaupplýsing. Sjónarmið hansara um almúgurættin til kunnskap og lærdóm hevði m.a. við sær, at fólkaháskúlar vórðu stovnaðir í Danmark.

Fyrimynd hjá føroyskum sálmaskaldum

Danska tónaskasldið Christian Barnekow skrivaði lag til sálmin »Morgenstund har guld í mund« trý ár eftir at Grundtvig yrkti hann (1856). Í 1916 skrivaði Thomas Laub nýtt lag. Vit hava spurt Jákup Reinert Hansen, lektara í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum, hvønn týdning, hesin sálmur hevur havt fyri føroyingar.

‒ Onkur heldur, at morgunsálmurin »Morgunstund á heimsins grund« eftir Jákup Dahl (1878-1944) er umseting av »Morgenstund har guld í mund«?

‒ Tað haldi eg ikki. Heldur vildi eg sagt, at Jákup Dahl hevur fingið íblástur av sálminum hjá Grundtvig til at yrkja sín egna, persónliga morgunsálm. So hvørt, sum ørindini leggjast aftrat ‒ og tey eru jú seks í tali – kemur tann vanliga sútin til sjóndar: náttin, neyðin, deyðin. Men eisini vónin um eina nýggja morgunstund og ævigt lív. Regin Dahl man byggja tað, hann skrivar um pápa sín sum sóldyrkara í bókini »Sólin og sóljan«, á henda sálm. Men sjálvandi: Jákup Dahl kundi ikki yrkt henda sálm, hevði hann ikki kent sálmin hjá Grundtvig. Og Grundtvig hevði ikki yrkt sín sálm, hevði ikki frammanundan B. S. Ingemann (1789-1862) yrkt sín »sætta morgunsong« við somu byrjan, sigur Jákup Reinert Hansen.

Annar sálmur, ið er nógv nærri upprunasálminum hjá Grundtvig, er »Á morgni árla vit Guði lova« hjá A. C. Evensen (1874-1917). Sálmabókin sigur, at hann er týddur úr norskum, men Jákup Reinert Hansen sigur seg ikki hava funnið grund fyri hesum.

‒ Innihaldsliga eru ørindini 1-4 hjá Evensen meinlík teimum hjá Grundtvig, um ørindislagið er eitt annað, myndirnar føroyskar – og lagið hjá H. J. Højgaard gevur hesum sálmi sín serføroyska dám. Í 1. ørindi hevur barnið sovið á móðurarmi, í 2. ørindi gongur maður til arbeiðis og fuglur flýgur, í 3. ørindi eru bæði gull, gleði og tár, í 4. ørindi gongur hvør til sítt egna yrki og ger gagn, sum Guð tað vil, sigur Jákup Reinert Hansen.

Genta heldur eini oljulampu, sum verður kynd í Diwali-høgtíðini í Pakistan. Í øllum heimsins trúarsiði hava ljós og myrkur ymiskan týdning.

Mynd: AP Foto

Mikkjal á Ryggi (1879-1956). Sum yrkjari hevði hann gerandisdag í hondunum og sunnudag í sálini.

Mynd: Tjóðsavnið

N. F. S. Grundtvig (1783-1872). Eigur flestu sálmarnar í »Den Danske Salmebog«. Útvið triðingin av sálmunum hevur hann yrkt ella umsett/umyrkt. Í 1853 yrkti hann »Morgenstund har guld i mund«.

Málningur: Constantin Hansen

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu: ‒ Nógv bendir á, at Jákup Dahl (1878-1944) hevur havt sálm Grundtvigs, »Morgenstund har guld mund«, sum fyrimynd, tá hann yrkti »Morgunstund á heimsins grund«. Her kemur tann vanliga sútin til sjóndar: náttin, neyðin, deyðin, men eisini vónin um eina nýggja morgunstund og ævigt lív.

Mynd: Hoyvíkar Kirkja

A. C. Evensen (1874-1917). Innihaldsliga eru ørindini 1-4 hjá Evensen í sálminum »Á morgni árla vit Guði lova« meinlík teimum hjá Grundtvig í »Morgenstund har guld i mund«, um ørindislagið er eitt annað, myndirnar føroyskar – og lagið hjá H. J. Højgaard gevur hesum sálmi sín serføroyska dám.

Mynd: Tjóðsavnið