Skriva út

Sverri verður lyftur

12.09.2019 Tíðindi


Á Toftum eins og nógva aðra staðni var gamalt, at halagubbin, sum er tann yngsti gubbin, skuldi bera barnið úr kirkjuni eftir dópin og hann skuldi helst renna heim til húsa við barninum. Serliga um tað var dreingjabarn, tí so bleiv drongurin ein góður gongumaður, varð sagt.

Væl man vera runnið, tá Sverri Steinhólm fyri 56 árum síðani varð borin til dópin í Nes kirkju. Tí hann er nú víða kendur sum tann rennandi presturin. Eitt útlendskt filmsfelag legði í summar ein stuttfilm við Sverra presti á alnótina, The running pastor. Á enskum máli greiðir hann frá, hvussu tað er at renna í føroysku náttúruni. Og myndirnar av rennandi prestinum í alskyns veðri í okkara avbjóðandi náttúru eru bæði vakrar og ikki minst hugtakandi. Filmurin er ógviliga nógv vitjaður á YouTube.

Henda sunnudagin hann samlaði allar faddrarnar í gamla prestagarðinum á Nesi, 56 ár eftir at hann varð borin til dópin, var Sverri ógviliga uppsettur at fáa mynd av sær saman við halagubbanum Jákupi. Men hesaferð helt halagubbin seg ikki til at lyfta guðssonin. Tí varð undirritaði, sum var staddur á Toftum henda dagin og alment hevur ein veikleika at lyfta fólk, boðsendur at vera stand-in fyri halagubban. Sostatt fekk høvuðspersónurin sítt ynski uppfylt og halagubbin, sum á myndini stendur beint aftanfyri, sær eisini væl nøgdur út.

Mejnhardt Hansen, pápabeiggi Sverra prest, helt tað vera so hugaligt at konan Judith og hinir faddrarnir vórðu bodnir í gamla prestagarð á Nesi henda sunnudagin, at hann handaði Sverra ein málning av Havnar kirkju, har hann virkar sum prestur, hóast hann størri part av tíðini er sjúkrahúsprestur.

Mejnhardt, sum nú 93 ára gamal, er sera fittur í hondunum og hann hevur havt stórt áræði at royna ymiskt. Eitt nú hevur hann millum ár og dag málað nokkso nógvar málningar.

Nú eru eyguni farin at bila, men hann handaði Sverra Steinhólm hendan málningin, sum er málaður einaferð í nítiárunum.

Sverri takkaði fyri og lovaði, at málningurin fær eitt heiðurligt pláss í prestagarðinum í Sandagerði.

Orð: Tórður Mikkelsen