Skriva út

Suðurstreymoyar vestara prestagjald

26.02.2021 Tíðindi


Søkt verður eftir vikari/presti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 15. apríl – 15. juli 2021. Starvstíðin kann møguliga verða longd nakrar mánaðir.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Vesturkirkjan, Argja kirkja, Kirkjubøar kirkja og kirkjan í Hesti.

Eingin bústaður er til vikarin.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo.

Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. mars kl. 12.00.

Føroya Stiftsstjórn.