Skriva út

Suðurstreymoyar eystara prestagjald

17.02.2020 Tíðindi


Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Biskupur fer at gera eina skipan fyri embætið.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarpresturin verður løntur í lønarflokki 37.

Embætið verður eftir ætlan sett 1. apríl 2020. Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja.

Eingin tænastubústaður er til embætið. Ætlanin er ikki at byggja prestagarð.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Fýra tænastumenn (m/k) eru knýttir at prestagjaldinum. Tveir sóknarprestar, sjúkrahúspresturin og dómprósturin.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo.

Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. februar 2020, kl. 12.00. stift@kirkjan.fo

Føroya Stiftsstjórn