Skriva út

Sól á heim hevur ljóskrúnu sett

22.06.2020 Tíðindi


(MYND)
Frans úr Assisi fagnar ljósinum og sólini. At Frans kallar sólina bróður og mánan systur, kemst av, at á italskum máli er sólin kallkyn og mánin kvennkyn, beint øvugt og hjá okkum.

Gluggamynd í St. Anthony of Padua Parish Church – Brampton, Ontario.

Orðið »corona«, sum vit javnan hoyra í sambandi við kovid-19-farsóttina, er latínska heitið á krúnu. Hana sum kongar fingu setta á høvur sítt. Í dag sagt um tann jaðara ella krans, sum úti í lofthavinum girðir sólina. Longsti dagur, ella sólstøður, er tá ið sólin stendur hægst á luftini um miðdagin, og kann vera 21. ella 22. juni. So statt er komið hægst á summarið, og sólin hevur sett ljóskrúnu sína á heimin. Og henni fagnar Frans úr Assisi í sólsangi sínum.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Sólin sær inn í høgu høll
inn í smáttu hyggur,
vitjar stór og smá og øll,
kyssir barnið, sum í vøggu liggur.

B. S. Ingemann: Eingilin við ljósi fer.

Vit vita, hvussu stórur munur tað er at ganga móti ljósinum, tá ið tað klárnar fyri hvørt fetið, og at ganga móti myrkrinum, tá ið tað dimmir meir og meir um leið okkara, og alt ljós sloknar.

Hetta er okkum alkunnugt frá dagligum ferðum, og soleiðis er tað eisini í sjálvum mannalívinum. Eisini har skifta ljós og myrkur. Hjá summum tykist alt fara fram í bjørtum ljósi, hjá øðrum liggur alt afturundir í myrkum skugga. Hjá summum er lagað at liva í vælferð, í eydnu og gleði, meðan viðurskiftini hjá summum eru trong og tung, so at tey mega slíta seg fram gjøgnum neyð stríð og sorg.

Í øllum hesum trega er hjálp og troyst og frælsi at finna í tí ljósi, Várharra veitir okkum, tí:

Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hann verkið,
lít tær móti eystri upp,
har kemur hans tænari sterki.

Sólin rann úr eystri upp,
tók so fagurt at skína,
Gudbrandur vendi sær mót henni
við øllum monnum sínum.

Jens Henrik Djurhuus: Gudbrandskvæði.

Várharra ikki bara gjørdi ljós og sól og setti fyri jørðini markini øll og bjóst til summar og vetur (Sl. 74,16), hann er sjálvur bæði sólin og ljósið.

Í SÓLSANGI sínum tekur Frans úr Assisi (1182-1226) soleiðis til orða: »Lovaður veri tú, Harri, fyri bróður vind og fyri luft og skýggj og gott veður og alskyns veður.« Her verður alt litið aftur til Guds, bæði gott veður og ringt veður, bæði logn og ódn.

Og nú komið er hægst á summarið og vit hava sólstøður hevur veðrið verið avbera gott, lýkka og sól, hóast tám og mjørki í støðum, alt eftir sum ættin ber á.

Vit møta í hesum døgum glaðum ungdómi, sum hevur fingið húgvu og miðnámsprógv ‒ frá studentaskúla, hf ella handilsskúla. Í góðveðrinum samgleðast tey saman við vinfólkum inni á kaffistovum ella á bonkum uttanfyri, og eisini úti í náttúruni. Ein hurð er farin aftur handan bak, fleiri standa opnar fyri framman við hópatals møguleikum.

»Pisur« var heiti, Janus Djurhuus, skald, á sinni gav studentunum, sum nú skuldu royna flogið. Jú, hesar pisur og hinar úti á heiðini gera okkum vónrík, tí tær boða frá lívi og framtíð. Sinnið lætnar og gleðin um lív og náttúruvakurleika fyllir okkum. Og tað ræður um at njóta løtuna meðan hon er ljós og góð.

Tað var um summarið 1225, at Frans úr Assisi yrkti sólsangin, hetta tiltikna og merkiliga kvæðið, ið sigur frá einum sjáldsomum kærleika til náttúruna og eini djúpari samkenslu við hana.

Náttúran øll er fyri Fransi ein boðberi um Guds vísdóm og veldi og mildi. Hann hoyrir Guds rødd og sær Guds ásjón í øllum tí, sum til er. Ikki ein alverutrúgv (panteisma), at Gud og náttúran eru eitt, men Gud er skaparin og náttúran hansara vælgjørda verk.

Og skaparin er eisini faðir, og Frans, ið kendi seg sjálvan sum hansara barn, sá eisini í øllum øðrum skapningum brøður og systrar sínar. Tessvegna er samhugin so mikil fyri øllum, ið til er.

Bestur er hann við sólina og eldin. Tað, at hann kallar sólina bróður og mánan systur, kemst av, at á italskum máli er sólin kallkyn og mánin kvennkyn, beint øvugt og hjá okkum.

Danska skaldið Johannes Jørgensen (1866-1956), ið hevur skrivað bók um Frans úr Assisi og týtt sólsangin til danskt, sigur soleiðis frá upprunanum hjá hesum sangi:

»Um morgunin,« plagdi hann at siga, »tá ið sólin rísur, eiga øll fólk at lova Gudi, sum hevur skapað hana okkum til gagns. Tí at allir lutir verða sjónligir av henni. Men um kvøldið, tá ið náttin kemur, eiga øll fólk at lova Gudi fyri bróður eld, sum gevur eygum okkara ljós um náttina. Tí at vit eru øll somul eins og blind, men Gud gevur eygum okkara ljós við hinum báðum brøðrunum.«

Úr hesum kenslum spratt sólsangurin.

Í SMÁTTU SÍNARI í San Damiano lá Frans sjálvur sum blindur maður og toldi hvørki sólarljósið ella glæmuna fyri teimum sjúku eygunum.

Eina náttina, meðan eygnaverkirnir vóru av tí ringasta, kallaði hann á Gud í neyð síni og bað hann hjálpa sær. Tá svaraði Guds andi honum: »Hevði tú ikki verið fegin, um tú fekst ein stóran dýrgrip fyri líðing tína, at øll verðin var einki verd í mun til henda dýrgripin.«

Frans svaraði játtandi aftur. Men røddin helt fram: »So gleð teg, Frans, og syng í sjúkdómi og veikleika tínum, tí at himmiríki hoyrir tær til.«

Tíðliga morgunin eftir var Frans uppi, og hann segði við brøðurnar, ið sótu kring hann:

»Um keisarin hevði givið mær alt hitt rómverska ríkið, átti eg tá ikki at verið ógvuliga fegin? Men nú hevur Harrin, longu meðan eg livi her á jørðini, lovað mær himmiríki, og tí sømir tað seg, at eg gleðist í trongdum mínum og takki Gudi, faðiri og syni og heilagum anda. Og tí vil eg nú til hansara æru og til troyst hjá okkum yrkja ein nýggjan lovsang um Harrans skapningar, sum vit dagliga nýta, og sum vit tó so ofta misbrúka og harvið volda skaparanum sorg. Og altíð eru vit ótakksamir og hugsa ikki um alla ta náði og allar tær vælgerðir, sum hvønn dag eru okkum fyri, og takka ikki Harranum, skapara okkara og honum, ið gevur allar góðar gávur, soleiðis sum vit áttu at gjørt.«

Og Frans setti seg niður og grundaði. Eina løtu seinni treiv hann í tey fyrstu orðini í sólsanginum: »Altissimo, omnipotente, bon signore«, sum á føroyskum merkir: »Alrahægsti, altvaldandi Gud!«

Tá ið sangurin var yrktur at enda, var hjarta hansara fult av ugga og gleði. Og hann avgjørdi beinanvegin, at bróðir Pacificus skuldi fara út um heimin saman við nøkrum øðrum av brøðrunum. Allar staðir skuldu teir syngja henda nýggja lovsangin.

Sum løn afturfyri, skuldu tey, sum lýddu á, umvenda seg og gerast góð kristin.

Í LJÓSINUM OG SÓLARGEISLUNUM er heilsubót. Tann máttur, summarið gevur okkum í hold og sál, er góður at hava at standa ímóti við tá ið stundar móti heysti og vetur er fyri hond.

Flytifuglurin veit og kennir á sær, tá ið lotið kølnar, og hann leitar sær til fjálgari strendur, har sól og summar er. Men uttan mun, hvørjari árstíð, vit reika í, um dagarnir eru myrkir ella ljósir, stuttir ella langir, so er ljósið úr erva hitt sama. Náðarljósið, sum Gud letur birtast fyri okkum.

Hava eygu okkara sæð sólina, so áttu vit at havt niðurfyri so mikið, at vit lótu nakrar geilsar funnið veg til teirra, sum hava ljós og fløva fyri neyðini. At vit lata næsta okkara fáa nakað av glæmuni frá honum, sum letur kærleiksljósið skína.

Páskamorgun reis sólin yvir eina opna grøv. Einglaboðskapurin var: »Hann er risin upp, hann er ikki her!«

Jesus livir! Hetta er sólarrisið yvir heiminum. Tað er lív, kraft og sigur! Tað er vón! Livandi vón!