Skriva út

So deiliga avslappandi at syngja í Fuglafirði

30.10.2019 Tíðindi


FUGLAFJØRÐUR:  At koma saman at syngja hevur altíð verið eitt av eyðkennunum hjá okkum føroyingum.

Í dag verður byrjað longu í barnagørðunum at læra børnini sangir. Tá tey fara í skúla verða tey aftur møtt við hesum, tá morgunsangurin er á skránni.

Og tey mongu, sum fylgjast við foreldrunum í kirkju, ella tey fara í sunnudagsskúla og møtir, sleppa heldur ikki undan at syngja við í nógvum góðum og gevandi sangum.

Á henda hátt verður eitt gott grundarlag lagt til kunnleikan um sang, og sum aftur kann føra til eina enn størri virðing fyri sangum og sálmum, og soleiðis skapa størri sanggleði.

Í Fuglafirði kann ein av sonnum siga, at sangur og tónleikur hevur serliga góðar umstøður og stóran áhuga manna millum. Hetta sæst eisini aftur í andaliga arbeiðinum, har Fuglafjarðar kirkja hevur havt eitt serstakt sangtilboð á skránni seinastu árini.

Annanhvønn hósdag klokkan 10 verður soleiðis boðið inn til morgunsang í kirkjuni. Og soleiðis verður aftur gjørt í morgin – hósdagin 31. oktober.

Ein teirra sum var til henda morgunsangin fyri tveimum vikum síðani er Dávur Winther í Klaksvík. Hann sigur soleiðis um hesa løtuna:

- Løtan var bæði avslappandi og deilig, við frálíkum sangi og góðum orðum afturvið, har prestur til seinast ynskti okkum øllum ein góðan dag.

VÆLKOMIN HEIM
Í meir enn fýra ár hevur verið sungin morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju. Tað var sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen, sum tók stig til hesa hugnaløtuna í kirkjuni.

Talan er um eitt tiltak ið varir í einar 20 minuttir, har fýra sálmar úr Sálmabókini verða sungnir, eins og ein fær eitt gott orð við á vegnum. Síðani verður boðið til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum, sum er hugnaligur við góðari kirkjulist.

- Henda løtan tekur minni enn ein tíma við sangi, einum orði og einum góðum drekkamunni. Fyri klokkan 11 var løtan liðug, og tú kundi fara aftur til dagsins gerning av góðum huga, sigur Dávur Winther.

Fyri hann er Fuglafjarðar kirkja eitt serligt stað. Har er í fyrsta lagi altíð so friðsælt at sita, og í øðrum lagi sær eru nógv kend andlit at síggja.

- Ja, her vóru vóru nógv kend fólk, sum altíð heilsa mær vælkomnum, - ja, tú kundi sagt “vælkomnan heim”, tó at tað er ov sjáldan, at eg støkki inn á gólvið.

- Men hetta helt eg vera eitt so hugnaligt høvi við morgunsanginum – sangi, sum Fuglafjørður er so kendur fyri, at eg vildi royna tað. Og so var tað sera hugnaligt og avslappað, greiðir hann frá.

GAMLIR DAGAR
Dávur Winther er væl kendur í Fuglafirði, og tí kendist tað gott at vera aftur her.

- Tá ið eg siti í Fuglafjarðar kirkju, hugsi eg altíð aftur á ”gomlu kirkju”, sum vit vitjaðu tíðum saman við mammu okkara.
 
Eg verði eisini stuðlaður í hesum gomlu tonkum, tí í nýggju kirkju hanga somuleiðis ljósakrúnurnar frá gomlu kirkjuni, saman við teimum nýggju – ein omanfyri doypifuntin, og tvær afturi við urguna, sigur Dávur.

Og hann minnist framvegis aftur á farna dagar her:

- Hetta minnir meg á góðar og gamlar dagar í Fuglafirði, har eg hevði tað so sera, sera gott.

- Ja, her kenni eg meg framvegis sera væl, slær Dávur fast.

Í KOVBOYBUKSUM
Tá morgunsangurin seinast var í Fuglafjarðar kirkju vóru eini 40 fólk samankomin í góðveðrinum. Millum hesi var eisini Dávur Winther, sum hevur tikið allar myndirnar.

Prestur henda dagin var Anne Mette, sum er nógv avhildin í bygdini, og er eisini virkin í tónleika- og kórlívinum, og tosar ræðið føroyskt, tó at hon er ættað úr Danmark.

Hon tók við starvinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011 eftir Una Næs – nú prósti, sum tá hevði starvast sum sóknarprestur í Fuglafirði í 10 ár.

Vit lata Dávur greiða frá:

- Prestur, sum tó at hon altíð er væl klødd og hevur ein hóskandi myndugleika yvir sær, samstundis sum hon er fitt og fyrikomandi, møtti upp í kovboybuksum. Hetta tekur einki frá henni, tí tað er tað, sum hon sigur og tað sum hon greiðir frá, sum telur.

– Løtan var av somu grund avslappandi og deilig við frálíkum sangi og góðum orðum aftur við, har prestur til seinast ynskti okkum øllum ein góðan dag!

Orð: Snorri Brend
Hugskot/myndir: Dávur Winther